Fjarðbúgvin - 28.11.1973, Blaðsíða 2

Fjarðbúgvin - 28.11.1973, Blaðsíða 2
MIKUDAGUR, 28, NOVEMBER 1973 SfÐA 2 m millum YTRNGB-06DST Av Toftunj : Veðrið hevur verið vánaligt f seinastuni, so útróðurin hev- ur verið nógv tarnaður ser- liga hjá smábátunum. Eisini hevur fiskiskapurin verið smáligur; men hesar sein- astu dagarnar royndist fiski- skapurin frægari, so bátar- nir hava fingið eini 100 pund upp á stampin. P/F Nykur boðar frá hes- um landingum: 7/11 6 deksbátar llOOOpund 10/11 6 deksbátar 12500 pund 12/11 3 deksbátar 4900pund 13/11 3deksbátar 4200pund 14/11 4 deksbátar 6400pund 17/11 4 deksbátar 6100pund 13/11 Stapin 34000 pund f hesum sama tíðarskeiðihava 4 opnir deksbátar tilsamans avreitt 8500 pund til virkið. Nesbúgvin, ið er á saltfiska- veiðu, roynir nú f Grønlandi. Fyri góðari viku síðanifrætt- ist frá teimum. Teir høvdu umleið 120 tons og ætlaðu at royna henda mánaðin út, áðrenn teir koma heim. D.P. Højgaards Eftf. á Toftum hava selt Havborgina til P/F Trolfisk í Rituvík. Tað frætt- ist, at søluprisurin var um- leið 700.000 krónur. Runavíkar havn: Hesi skip hava lastað ella skipað upp góðs tær sein- astu tvær vikurnar: __ 6/11 Havørnin tók fs frá Lynfrost. 7/11 Blikur við vøru úr Danmark. 7/11 Krosstindur viðgóðsi. 8/11 Skálafossur tók ís frá Lynfrost. 8/11 Ravnur við góðsi. 9/11 Krosstindur lastaði 419 kassar av saltfiskafløk- um frá Lynfrost til markn- aðin f Italiu. 10/11 Hans Hansen lastaði 80 tons av saltfiski frá Lyn- frost til Portogáls. 12/11 Dalbúgvintilmaskin- eftirlit hjá Mekanik. 13/11 Bakur skipaði 37 tons av makreli upp til Lynfrost. Makrelurin kom úr Noregi. 13/11 Helle Vónsild við oiju. 14/11 Arnatindur við vøru úr Danmark. 14/ Hólmur lastaði 1050 pakkar av saltfiski frá Lyn- ' frost til Spanialands. __ 14/11 Lómur við vøru úr Danmark. 15/11 Rúnatindur viðgóðsi. 15/11 Vimos lastaði 1082 tunnur av sildafløkuro frá Bakkafrost til USA. Seinasta vikuskifti lógu tveir pólskir trolarar, Kar- avia og Olga fyri akker á fjørðinum. Teir krokaðu fyri illveðrinum, sum leikaði f av tí ringasta. tJr Saltangará : P/F Lynfrost boðar frá hes- um landingum: 8/11 Brimnes 27.584 pund 9/11 Høganes 47.058 pund 13/11 Columbusll3.318 pund 14/11 Mai 4.858 pund 15/11 Havaldan 111.423 pund tJr Gøtu : Tað var av ringasta veðri seinasta sunnudag, og hendu fleiri størri og minni skaðar.^ f Dalinum stóðu eini hús f gjerð. Tey vóru komin so væl avegis, at bert sjálv tekingin væntaði. Tey fóru øll, sum tey vóru. Brøðrasamkoman __ byggir nýggjan sal yviri á Hamri. Tað eru betonghús og var fyrsta hædd liðugt stoypt. 011 niðara sfðan skrædnaði av vindtrýstinum og^datt niður. f Norðagøtu er nýggj smiðja hjá Eli Hansen undir bygging, og her datt skjøldurin niður. Annars hendi eisini aðrir smáskaðar, sum til dømis arbeiðsskúrar, ið bóltaðu runt og rútar, ið brotnaðu av ym- iskum leysum, sum lá og rkast f vindinum. f/F Harenga boðar fráhes- um landingum og avskiping- um: 6/11 Saturn við 900 kass- um av sild. 7/11 Finnur Frfði við 250 kassum av sild til flæk. 15/11 Saturn við 600 kass- um av sild. 20/11 Sporið við 100 tons- um av ídnaðarfiski. 9/11 vóru 550 tunnur av súrsildafløkum avskipaðar við Ravni til Svørikis. 17/11 vóru 800 tunnur av saltsildafløkum avskipaðar við Vimos til Amerika. 4 FRÁBOÐAN BASARUR Hervió verður sagt frá, at Hotel Geyti verður Arliga útsølan hjá KFUK verður fríggjadagift stongt frá og vió leygardegnum 24. november 30. november kl. 18.00 í húsum felagsins. 1973. Søla av arbeiðum, sum hóska væl til jóla- Samstundis vilja vit. nú vit leggja frá okkum, gávur - eydnuhjól - konditarí. nýta høvi til at takka viðskiftafólki okkara fyri Basarurin endar við, at lutaseðlarnir verða drignir. Komið niðan og verið* við at styðja arbeiði okkara. gott samstarv í farnu tíð. HOTEL GEYTI Kollafirói. Vit taka eisini fmóti gávum - tøkk. KFUK Fredsduen forlod reden. Af HERLUF BIDSTRUP FJARÐBtGVIN box 49 3850 Saltangará Blaóstjóri: Hans J. Sigvardsen tlf. 7292 Avgreiósla: Monrad Holm, tlf. 7398 Prent: Blaóstarv. tJr Søldarfirói : Ein kolont hevur einsamøll ligið og svomiðfram viðland- inum. Hon hevur hildið til her nú f einar seks vikur. Tað er ein bøga. (Sf aðra- staðni f blaðnum um kolont.) Frá havnavirkinum havavit fingið hesi tfðindi: 23/10 Hancza (pólskur trol- ari) tók olju. 25/10 Esso Førovar við einari last av bensini, 29/10 Svanur og tók olju. 1/11 Kingston - Onyx (enskur trolari) tók olju og vant. 1/11 Ingolf bruknaði olju og tok vatn. 6/11 Havørnin landaði 600 kassar av silđ til Peter Weihes Eftf. 6/11 Ingolf til maskineft- irlit og tók vatn. Framhald á bls. 12 Men tá nú kongurin fór innar at sfggja gestirnar, bar hann eyga við ein mann, sum ikki var klæddur fbrúdleypsklæði. Matt. 22,11. f hesum líknilsi fortelur Jesus, at Gud fer at halda eina æviga veitslu, og at hann senđir innbjóðingtiløllmenn- iskjur á foldini; men, sigur Hann eisini, tey flestu menn- iskju leggja als ikki í hesa innbjóðinít. Men tað álvar- samasta í øllum líknilsinum er júst hetta ørindi. Millum tey fáu, sum tóku móti inn- bjóðin^ini, var ein, varð kast- aour ut aftur, hann var ikki klæddur í brúdleypsklæði. Fyri okkpm ljóðar hetta hart og órímiligt. Men fyri ejn eysturlending var hetta greið tala. Tað var vanligt vio veitslu hjá stor- monnunum, at allir gestirnir fineu ein veitslubúna. tá iðteir komu til veitsluna. Og tað var ein háðan móti innbjooaranum ikki at lata seg f veitslubunan og bera hann undir veitsluni. Tað var júst hetta, hann gjørdi, hesin eini; hann van- virdi gávu og vilja innbjóð- arans, og tí gekst tað honum so illa, sum tað gjørdi. f dag vil Jesus avara okkum. Okkum, sum hava tikið fmóti innbjóðingini og hava byrjað gongdina eftir vegnum tilhina ævigu veitsluna. Hann biðjur okkum sjálvi kanna eftir, um vit eru í brúdleypsklæðunum. Vilt tú lurta eftir Jesu á- varing? Vilt tú kenna sann- leikan um teg sjálvan, um tú ert kristin av gavni ella bert av navni? Tann neyðars maðurin \ líknilsinum tagdi. Kanska tu vildi talað og sagt: "Jú, men eg eri umvendur. Minnist tú ikki, at tey bóðu fyri mær á hinum eftirmøt- inum? Og sfðan tá havi eg verið^ ein kristin. Og øll hava^ álit á mær. Eg syngi við í kórinum, eg biði á biðimøt- unum, og eg vitni". Hugsa tær so, atkongurin segði: "Eg veit alt hatta. Men eg kenni teg ikki. Tú brúkar mfna náði til at umberatfnar syndir við. Eg sleppi ikki longur at tosa við teg um tfnar kærastu syndalystir. Tu livir av navni, men ert kort- ini deyðurj" men f1r>n Jfik ikke rnulighed for at fl.Vve til Mellemøsten.

x

Fjarðbúgvin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.