Tímin - 01.04.1943, Blaðsíða 2

Tímin - 01.04.1943, Blaðsíða 2
Nr. 5. 1. árg. TÍMIN 1. apríl 1943 m x n Hósdagin 1. april 1943 Útgevari: HAVNAR FRAMBURÐSFliLAG Ábyrgd hevur formaðurin í blaðnevndini: Einar Joensen. Avgreiðsla: Telefon nr. 259 Prentsmiðja B. Z. Jensens. Ilaldaragjalđ: 2 kr. ársfjórðingin, í leyssølu: 15 oyru eintakið. Lýsingarprísur: 12 oyru pr. ram á forsíðuni, aðrastaðni: 10 oyru. (Avsláttur fyri fastar lýsingar eftir avtalu). FØROYAR aftaná kríggið. Táið eingilskmaðurin hersetti Føroyar, kunngjørdi ensk'i for- setin í brelska tinginum, at Før- oyar skuldu verða afturhendar Danmark aftaná krfggið. Nakað seinni segði Quisling yviri íNo- regi, at Vesturhavslondini, har- ímillum Føroyar, aftaná kríggið skuldu verða løgd undir Noreg. Nó eitt kvøldið vildi Iiitt dan- ska útvarpið úr Bremen, Týsk- landi, vera við, at Veslmaklirnar vóru komnar ásamt um,atOng- land ella Amerika skuldi Iiava ísland og Føroyar. Tað verður ongastaðni sagt, at føroyingar skulu.verða spurdir, hvussu teir vilja hava stýrisskipanir.a íland- inum. Ein tílfk avgerð hjá før- oyingum vil eisini til hvørja tíð vera tætt knýtt at umstøðum og møguleikum, sum eru í avgeró- arstundini. Men higartil hevur tað altso ^inans Ijóðaó, at aðrir skulu ráða fyri, hvat land vit skulu lcoma undir. Tað fær ein at liugsa um, hvussu Noreg, tá alt Europa hevði verið uppi í Napoleons- orrustuni, varð hent yvir til Svøríkis. Men knappliga sá alt Europa og allur heimurin, at í Noreg livdi tað ein fólkaætt, sum ikki lat seg henda yvir til nakra makt. Landsins frægaslu settu ling á Eidsvold, gjørdu Noregs mynsturgrundlóg og kunngjørdu Noreg frítt konga- dømi at vera. At stórmaklirnar høvdu megi til mótinorðmanna vilja at leggja Noreg undir Svø- ríki, er nakað fyri seg, men so stinnir og trúgvir vóru Noregs synir, at hin nýggja norska grundlógin varð verðandi í gildi. Og so kom 1905. Nakað kløkkir mundu teir gerast í Stockholm, táið Kristjan Mikkelsen segði Noreg leyst frá Svøríki. Men teir vitstu ráð: Teir skuTdu leggja avgerðina yvir á hitt norska fólkið — lata hvønn einstakan veljara tala, tí hin meinigi mað- urin í Noregi mundi ikki tora at taka fult sjálvstýri í Noregi. Men aftur har stendur hitt nor- ska fólkið sum eitt lýsandi dømi fyri Ianđskærleikn og frælsisinni: Av 368.576 atkvøðum vóru tær 368.392 fyri fullveldi, — og einans fátækar 184 atkvøður ímóti! Soleiðis er tað, táið frí- borin fólk tala! Her í Føroyum krevst laðein slór, daglig agitasjón fyri at lata eyguni upp á føroyingum lil at síggja, at leir hava sáma rætt sum aørir at ráða fyri egnum landi. Tað merkiliga er, at lann ílokkurin, ið vil, at Føroya fólk sum liitt eingsta í heiminum skal hava henda rætlin burtur- skerdan, at føroyingar sknlu vera eilj trælafólk, sum ikki skal vága sær al slinga høvdið yvir á sólsíðuna, er rættuliga stórur enn! Og saman við hes- um flokki firnast menn, ið skuldu verið betur upplýstir, ikki fyri at leggja ástir'! Hetta lagið ber ikki tillongur. Landsmenn okkara mugu kunna síggja, at nú stendst um hjá okkum al bjarga okkum siim tjóð eila ganga burtur, Her er ikki spurningurin, hvat tær dámar henda ella hanđa mann- in, ikki hvar ið ein sjálvur kemur at standa longst frammi, men spurningurin er einfaldur: Ke'nnir lú leg siim føroying, vilt lú bjarga tær sum føroy- ingur, vill tú vissa børnum tín- um lieita landið og komandi ættarliðmn ? Iler ræður tað um, at tær bestu kreftÍFnar koma framat til at skapa tjóðini livimøguleika og fólkinum •— høgum og lág- um — livilig kor ogsomurúmd til at konra sær fram og upp. Og lá so avgerðarstundin kem- ur, so má tað — laó ber ikki annað til — íó kunna síggjast, at um land okkara og tjóóskap standa vit líka so eindjr sum hini norrønu fólkini. Skúlabøkur. Tey seinastu árini hevurverió stórl skúlabókatrol. Ongar rokni- bøkur, søgubøkur, bíbliusøgur, lesibøkur o. a., so tað hevur undrað mangan, at skúlagongd hevur verið. Her má nakað verða gjørt av teimum, ió ábyrgdina hava, so at børnini kunnu fáa bøkur, ið hvussu er til tað nýggja skúla- árið. íslendsk flskasøla. Um komuna av einum íslend- skum fiskafarmi lil bretska havn og annað hesum viðvíkjandi, skrivar Daity Mail, 5. februar m. a. helta: Islendsk fiskiskip hava landað f eini havn eyslantil tann fyrsta fiskaførning, ið er komiri higar til landa síðan novembei ; tað vóru 300 tons. Tað vórn tveir trolarar, ið førdu fiskin higar. Teir vóru allan vegin vardir av kríggsskipum og flogførum. íslendingar hildu uppatatføra fisk higar, tá ið Lord Woolton kravdi, at tveir av hvørjum tri- mum trolarum skuldu landa eystantil; teir vildu heldur halda fram at landa vestantil vegna vandan hinumegin. Teir báðir trolararnirlandaóu 50.000 stones av íiski; tað mesta var toskur, liýsa og íløtur; hitt var upsi, steinbýtur og konga- Mitt'. PERSÓNKOYRING WILLIAM SLOAN 327 fiskur. Alt fór fyri hægsta prís. Tilsamans seldu teir fyri 18.000 sterl. punđ. Hesin peningurskal so býtast sundur í íslandi mill- um hini skipini.sum hava verið við lil at fiska henda fískin. Annar skiparin helt fyri, at teir høvdu ongantíó fyrr fort hehú fisk hagar, ^)g at tað var hópur eftir. Enskir Irolarar vórðu , fluttif, so at íslendingar kundu sleppa til at landa fyrst. Islendingar Vóru fegnir um at Ijakið um flskasøluna vár endað. Teir byrjaðu samráðingar í desember og seinast í januar varð kunngjørt al íslendsku trol- araeigarar tólcu við Lorđ Wool- tons ávísingum. Fleiri íslendsk skip fara at koma hesar fyrstu dagarnar. Koyring «o annað. Aftaná eina vantukku sunv t'ríggja- dagiá, fer ein at kanna eftir teimum brekum, ið lcunna vera beind liurtur so at slíkt ikki hendir aflur. Eitt sum eigur at vera tikið til álvartiga umhugsan, er at fáa koyr- ingina til at ganga bert tann eina vegin eftir gøtunum, so at bilar ikki møt- ast, lí vegirnir eru skilaleysa smálir- til at rúraa tveimum stórum mót- ganganđi bilum og so gangandi fólki og súklum aftrat. Tað iiindur av tiðar- spelli, ið stendst av liosi broyting, má ofrast fyri ta størri trygd, ið harav fylgir. Eitt annað vandamikið stað er frammanfyri kommunuskúlaportrið. Iler koma børnini tysjandi í liundr- aðatali kropp á kropp, øll vilja sjálv- sagt vera fyrst út, utlan at geva sær far um antin bilar er.u elta ikki, ser- liga hættisligt er helta í hálku. Einki petti í býnum verður so nógv nj'tt av bilum sum hetta, so tað má sigast at vera eitt satt undur at ikki vanlukka er hend. Fyri kortum var Iið á garð- inum fyri norðan, og tá lievði tað verið ein handavenđing at ílutt port- rið hagar, so at børnini kundu farið út í ta friðarligu Postliúsbrekkuna. Nú «r garðurin uppaftur laðaður, so tað verður Leist ikki ibræði atportrið verður flutt. Fimleikarframsýning Havnar FimleikarfeJag møtti hendnn dagin upp við eiimm mannsliði uppá 10 og einum kvinnuliði uppá 12. Mannsliðió byrjaói við stand- andi venjibgum, sokomkvinnu- liðið og síóan mannslióið vió lopum. Tað má sigast at hetta •vóru tvey vøkur lið a.v steikum og sunnum*føroyskum ungdómi. Teirra standandi venjingar vit- naðu um slyrki og lopini um íimleika. Fimleikarfelagið lat 3 prógv til hvørt liðið. Dómarar vóru .1. Waagstein, S. E. Matras og Maria Baier. Hesi fingu prógvini: Mannsliðið: OliverDam l.pr.," Palli Nolsøe 2., Arne Olsen 3., Kvinnuliðið: Anna Mortensen 1. pr., ‘Hanna Arge 2. og Hanna Morlensen 3. Eisini vóru lalih 2 prógv fyri ídni, og'fekk Ásnnind Harald- sen annað og Hanna Arge hilt. Taó er berl spell, al so stórl pláss sum Havnin ikkiskaleiga eina fimleikarhøll við betri am- boðum og fleiri áskoðarapláss- uin, tí tey vóru kanska fleiri,ið máttu fara aftur til hús, enn tey sum sluppu inn. Til al fremja helta mál gav Fr. Wellejus 1.000 krónur. Halundborg Radio, fríggjakvøldið 26. mars, segói seg hava »erfaret, at. dc engelske Besætlelsesnjyndigheder har gi- vel Tilladelse til, al der holdes Folketingsvalg paa Færøerne 3. Maj«. Poul Niclasen, landstings- maður, var staddur í Danmark, løgdu tfeir aftrat. INNANLANDS Prístalið. tlitt nýggja og fyrbils sein- asta prístalið, ið ásett er frá 1. aprít, er 2G9. Feskfiskaselan. Hesu liava selt i sein- astuni: »Norðbúgvírt« 6700 str.pund, »Slella Argus« 6763 st. p„ »Skálaberg« 0200 st. p. »Yesturvarðin« hevur lingið fulla last. »Leivur Øssurson« lievur veitl 3000 kurvar, men mátti gevast al veiða vegna sjúku umborð. Sjó ’jikarbúsið. Formaður Sjónleik- arfeiagsins H. A. Djurhuus sigur frá, at farið er undir at væla um Sjón- leikarhúsið. Tað er eitt harðliga til- trongt og tí víðgroypt arbeiði. Har verða høvuðsbroytingár sum 'uni- bygging av køki, »bar« verður gjørd, og \V. C.-spurningurin, sum í langar tíðir tigandi hevur longst eftireinum umskifli, vcrður nú lóystur á nýrnót- ans hátt. Aftrat hesum verður alt húsið niálað og prýtt. Orsakað av hesum stórarbeiði verð- ur lnísið ikki nýtt aftur fvrr enn á páskum, ið hvussu er. Tá byrjar aftur hin vanligi sunnudagsdansurin. Fríggj- akvøldini, sum felagið ikki hevur leigað út, eru ætlað at verða nýtt lil smáar kvoldskt*itanir og annað tílíkt í framtíðini. „ Ársroynd í kommnnuskúlanum byr- jár, sum lýst aðrastaðni í blaðnmn í dag, komandi hósdag. Fríggjadagin verður innmeldan av nýggjum mera- ingum — ein merkisdagur fyri mangan ein lítlan llavnar borgara, Eftirlønarskipan. Frá 1. apríl í ár verður sett í gildi skipan hvareftir øll tey lastløiUh hjá kommununi, liar- undir ravmagn'sverkið og liavnnvirkið, eiga rætL til eftirløn. Fiskiskapurin. Úr Fuglafirði søgdu teir frá góðum flskiskapi í hinari viUuni. Bátarnir veiddu frá 1000— 8000 pd. á bát. Loi-víkskingar avreiddu seinasta liósdag 20 tons av snørisíiSki í Fuglaíirði, og gav hetla i peningi um 300 kr. í part. Kisini Sandingar hava veitt væl á Vesturhnvinum. Hin uýgijí brunnurin undir Gráasleini er nú liðugur, og er vatn iarið at renna í liann. Hunn verður tikin í brúk í næstu viku, og tekur hann 3000 tons av vatni. Tessvegna fara ýit at vóna, at vit í summar sleppa undan ov nógvum »turrløgdum« (Jøg- um. Bilvanlnkka. Seinasta fríggjadag h.endi úti á Dr. Jakobsens gøtu ein syndar- lig vanlukka. Tveir bilar komu koyr- andi livor sín veg, og í tí annar skuldi halda av fyri hinum, vilđi so illa tii at ein smágenta, fyri at slepjia undan tí lyrra, rann seg beint fyri lhn. Hon varð yvirkord og so illa meinslað. at hon (íoyð.i beinan vegin. Bilstýrarin var uttan skuld. Smágeiilan, 9 ára goniul, var á veg lieim úrskúla. lion æt Peddy Hansen og var dóttir Ras- nius í FnnningsstoVu. Merkið lievur vanligan fund í kvøld kl. 9 í Avhaldshúsinum — ínangt og hvat — og ikki, sum áður-lýst, aðal- furnl. Nýggjur telefonkápul norðuri í Djúpu- num. Si*m vit fyrr hava sagt frá, hevur telefonsambandið millum Klakksvík og Ifavninn verið slitið í seinastuni. Nú verður kortini bøtt uni. »Rókur« var norðuri i Djúpunum í fyrradagjn tók hin gamla kápulin upp, -og í gjár fór hann norður aftur við nýggj- um kápuli at leggja niður, so riú er samband aftur milhim* Klakksvík og Havnina. Dupult snmniartíð ^verður setl í gildi frá 4. apríl. Tí ræður um al minnast til at flyta klokkuna 1 tíma ‘frain — og eigur hetta at verða gjørt leygar- kvøldið 3. apríl kl. 12.

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.