Tímin - 17.06.1943, Page 2
Nr. 16. 1. árg.
TIMIN.
tf
17. juni 1943,
C i m i tt
Hósdagiu 17. juni 1943.
Útgevari: Havnar FramburBsfelag.
Ábyrgd hevur formaðurin í
blaðnevndini: Einar Joensen.
A v g r e i ð s 1 a : Telefon n r. 259.
Prentsmiðja: B. Z. .lensens.
Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin,
í leyssølu: 15 oyru eintakið.
Lýsingarprísur: 12oyrupr. mm j
á forsíðuni, aðrastaðni: 10oyru.
(Avsláttur fyri fastar lýsingar
eftir avtalu).
Hitt almenna oy fólkið
Tá i4 leir fóru al kalla um-
boðsstjórnina og hennara virkis-
sløð fyri hitt almenna, so var
tað vió øórum orðum fyri at
siga, at her var fólkið — less
vilji, skylda og ábyrgd — sam-
anfataó til eina virkismenta
beild. Tá ið «hitt almenna»
gjørdi nakað-« rætt ella rangl —
so var tað gjørt av fólkinum
gjøgnum tess umboð — og so
var tað gott. Fólksins sanna
lynđi kemur frám í hinum al-
menna — annars er tað nakað
rangt, lí gevur fqlksins umboð
iklci eina mynd av fólkinum
sjálvum •— so er umboðið einans
eitt eiti.
At bitt almenna ikki altíð er
samsvarandi fólkinum, taó er
kanska hendandi, men tað er
sjáldan tað kemur so grefliga
fram sum í flagging.' Tí har
verður tað sýnt soleióis, at ong-
um nýtist at fara skeivur i,
hvat fólkið vil, og hvat umboðs-
sljórnin heldur at tað vil. *
Tað má av sonnum áíggja eitt
sindur undarligt út hjá fremm-
andafólki, lá ið «Iiitt almenna»
ferð eftir ferð’ sýnisf at vera
beintmóti hinutn rætta almenna
— fólkinum. Til dømis llagg-
dagin ífjør. Har var í Havn
føroyskt flagg á næstan hvørjari
stong, út gjøgnum gluggar hongdu
tey merkið, á smáslengur ígørð-
unum, upp gjøgnum takvind-
ej'gu — alla staðni sásl tú før-
oysk fløgg — tú kundi ikki
ynskt tær týóiligari prógv fyri,
at fólkió lielt ein hátíðardag.
Men hitt almenna — fólksins
umboð — hevói berar stengur
standandi, kendi hvørki skyldu
ella hug til at sýna ttrð, sum
fólkið eftir øllum at døma legði
stóran dent á at bera fram.
So koma hinir donsku llagg-
dagarnir — grundlógardagurin
og Valdimarsdagur. Tá eru hinar.
«almennu» stengurnar frá morg-
unstundini skrýddar við lløggum,
og ein skuldi trúð, at nú vóru
fólksins rættu veilsludagar. Men
gakk — fólk yvirhøvur høvdu
ikki flagg á stong.
Hvussu berdað' til, at tað eru
slíkir mótsetningarimillum fólkið
sjálvt ogfólksins umboð. Hvussu
ber tað til, at leir umboðandi
ikki bera meir saman vió fólkið
og tess krav. Tað er einans eitt
svar: Teir umboóa ikki fólkió!
Nr.16
Fyri sýnda samkenslu, tá
ið kæra kona mín
Elsebeth Helene Christiansen
lá s]úk,doyði og varð jarðað,
takki eg hjartaliga.
Chr. M. Christiansen.
SJÓNLEIKUR fyrr og nú
Ofta verður tikið til, hvussu
nógv betur alt var í, gomlum
døgum, og tíverri, ofta noyðist
ein at geva teimum, ið so taka
til, vióbald.
* Eitt dømi um, at so er, fær
ein, tá ið ein hugsar um teir
sjónleikir, ið framførđir vórðu
inntil fyri nøkrum árum síðani,
og so sær, hvussu vorðið er nú,
serliga her í Havn. Táð var
vanligt fyrr, tá ið klubbin hevði
sín sjónleikarpall, at sjónleikir
vórðu framførdir 3—4ferðir um
árið — nú ongatíð.
Hyí hetta er so, er ill al fata,
tí umstøðurnar sluildu verió
minst líka góóar nú sum nakra-
líð, nú v’il hava stórt hús, bygl
serliga til hctta enđamái. At
aðrir nýta húsið nóg so mikió,
førir sínar trupulleikar við sær,
sjálvandi, men tað átli ikki heilt
al kunna útihýst føroyskum
sjónleiki.
Eitt prógv fyri hesum gav
felagið «Merkið» herfyri, lá ið
teir,tvey kvøld fyri slúgvándi
fullum^húsi spældu sjónleikin
»Gift tegx<. Væl ber til at halda
llestu royndirnar í øðrum húsi,
um lað gerst neyðugt. Tað eigur
ikki at verða gloymt, hvørjar
trupulleikar teir meníi høvdu,
iðstarvaðust við sjónleik í goml-
um døgum, leir høvdu sanniliga
ikki fasfan pall at fara lil, ling-
húsló, slokkaslovan í Tinganesi,
íimleikarhøllin eru høli, ið spælt
bevur verið í, lá ió einki'annað
gavst; men (á var eisini liugur
lil staðar. Áhugin hjá fólki at
síggja sjónleik er ikki minkaður
— tvørturímóti, tað hava vit
nóg nógv dømi um..
So mikið løgnari tykisl tað, tá
ið ein hevur í huga, at teir í
»gomlum døgum« starvaóust við
slíkt einans lí teir høvdu hug
fil tess og fegin vilđu sluttleika
fólkh, meðan Havnar Sjónleikar-
felag og tess nevnd, ið stýrir
húsinum skuldu kent taó sum
eina skyldu onkuntíð al fingið'
útint tað, ið húsið upprunaliga
var ætlað til. Vil hava sa'nniliga
ikki ov mikið’ av skemtan, sum
er. At fremmandir skulu sýta
Føroyingum at nýta leirra egna
hús einar. tvær reisur um árið,
kann ikki bera til.
Eisini hava teir menn og lær
kvinnur, ið slarvast hava fyri al
|áa hetla hús ujip at stairda,
frægari løkk uppiborna enn at
síggja teirra verk nýtt sum dansi-
stovu. Teirra mið var bægri
enn so. Væl kann tað vera, at
peningur er hentur al hava nóg
mikið av, men Sjónleikarhúsið
var nú einaferð ikki ællað at
vera nøkur peningavinnandi fyri-
tøka, ið hvussu er eigur tað
ikki at vera aóalmálið.
Nei, tað man ivaleysl vera
her, sum í so mongum øðrum-
førum, al vit; um vit líta aflur
um bak, noyðast at viðganga, at
vil slaiida langt aftan.fyri. teir,
ið undan fóru, tá ió tað ræður
um at fáa nakað upp í lag.
. Men stórt spell er tað. Gnom.
Sjálvstýri -
bert málageip?
Seinasta nýggja
úr Havnini.
Tað var altíð væntandi, at
sambandsmenn fóru at tríva í
tey orðini, vit í einum blað ber-
fyri lótu falla um, at Føroyar
kundu klára seg sum sjálvslýr-
andi land. Og so var. Sam-
bandsmenninir á triðju síðii í
»Socialinum« snávaðu um tey
beingnvegin.
Teir draga tað fram aflur,
sum vil endurgóvu frá gamlari
sambandsagitasjón, og royna til
at se'ta skorður undir hilt innan-
tóma tvætlið um, at ein av før-
oyska fólksins lívstreytum skal
vera olmussan frá hinum danska
fólkfiium — sum í viðbót skal
fáa eina sundurkarvaða føroyska
sál.
Men vit kunnu siga binum
báðum vápnadragarunum hjá
amtmannsvaldinum í Føroyum,
al tá ið vit søgdu, at Føroyar
kunnu bera sítt egna húsarhald,
so vóru tað ikki orð, søgd úf í
fóman heim, men ein váltan, ið
grundar se'g á kaldar laluppslill-
ingar, ið greidligari enn nøkur
orð kunna vísa, al veljararnir
kunnu hav.a full Ireysli lil, at
Føroyar kunna bera sítl sjálv-
slýri!
Vit skiija sjálvandi til fullnar,
Ut fvri droymarum og beims-*
fjarum, poliliskum kannustoyp-
arum kann tað vera óhugsandi,
al nakað so kalt og óafturvís-
anđi sum ein taluppslilling skal
kunna liggja aflan fyri so há-
tloygd orð, sum al Føroyingar
hava rætt til at ráða í Førovum,
al teir hava vilja lil laó, og —
serliga — at teir hava ráð lii
tað! Æntin hesir menn fata tað
ella ikki — tað er ein veruleiki,
og ivaleyst vil franitíðin koma
lil at prógva taó. Mestur man
jøróin vera ein knøllur, sjálvl
um lað eru tveir Per degnar, ið
lialda nppá, at hon er íløt sum
ein pannukøka! . A
„Atturlialilsoreipan“
P. M. Dam um
L. Zachariasen og Th. Petersen:
„At útseta, at drála og drepa
lívstýdningarmikil mál tykist
at iara at vei'a eyðkeniii hjá
hesari afturhaldsgreipuni.“
Hetla segði hann, áðrenn hann
sjálvur varð greipaður saman
vió Louis Zachariasen.
Tá gekk spádómurin eisini út.
log.
Á Tinghúsvøllinum kunna nú
fólk síggja, hvussu eitt litandi
træ sær úl, tá ið børkurin er
Iluslur ultan av tí. — Av sonn-
um eitt prýði fyri býin.
Fyri at ein høgtíó skal verða
hildin á rættan hátt, eigur nakað
al síggjast eflir. — Ein hátturin
er tann al bolta stabbasteinar
til sjós, sum gjørt varð seinastu
høgtíð niðri við Kongabrúnna.
INNANLANDS
Fótbóltur. Annan hvítusunnuitag
sjiældi Tórshavnar býlið sín l'yrsta
dyst í ár móti Cameronians. Liðið
er saniansett, roknað frá málmanni
lil vinstra vong: Ansgar Jensen, Jo-
liannes Simonsen, Herman Christian-
sen, .lákup Jacobsen, Pauli Nolsøe,
Mortan Mørk, Herluf Mikkelsen, Wen-
ningsted Mortensen (ístaðin i'yri Arne
Olsen), Meinhard Arge, Hjørleif Ilan-
sen og Ola Jógvan Guttesen. —, Úr-
slilið av hesum f'yrsta leikinum var
helclur enn ikki vánaligt fyri býliðið.
Teir vóru so avgjørl við Hndirlutan,
at úrslitið, 7 2, ikki kann sigast ann
a'ð enn at vera rættvíst. Væl spæla
Cameronians ógvuliga væl fótbólt,
sammett við tað, vil eru von at síggja
lier í Føroyum, men korlini átti eitt
úrvalt Havnarlið al kunnað veitt
teiínum l'rægafi mótstøðn enn gjørt
varð henda dagiri.
Hetta var ein vánalig byrjanogeitt
slórt vónbrot l'yri áskoðararnar, og
tað er ikki væntandi, at ein annar
leikur milluni liesi hæði liðini kemur
at geva slórt frægari úrslit, lvartit er
munurin tíverri ov stórur.
Landsknppingin í fótbólti er nú
byrjað. Klaksvík og Eiði leikaðu 1.
hvítusunnudag við tí úrsliti, at Klaks-
vík vann 7—0. Eisini hava Sandavág
og Miðvág leikað hvørt móti øðrum.
Hesin leikur enriaði óavgjørdur 0—0,
so hann verður iippafturtikin' etii av
leimum fyrstu døgunum.
Musikkpallur á Tiuglnisvøllinum. Tá ið
býorkestrið í fjør á Otavsøku hyrjaði
við sínum konsertum á Vaglinuni,
varð tað leimum skjótt greitt, hvussu
ólagaligt tað var at standa og spæla,
tá ið áhoyrararnir — serliga børn —
trunkaðust so lætt uttan um, at teir
valla lingu vent sær. Eisini i'ørdi
lietta við sær, at tey, ið longsl burtur
stóðu, lítið og einki hoyrdu av musikk-
inum. Ein musikkpallur á hóskandi
staði he.vði bølt nógv um hetta, og tí
varð íarið undir at royna at fremja
hetta mál. Býráðið læt beinan vegin
4000 kr. sum hjátp til at hyggja pall-
in fyri, og nú hev.ur landsnevndin
givið loyvi lil at seta pallin á Ting-
húsvøllin. Vónandi verður hesin
pallur, samsfundis sum hann tænir
sínum endamáli, eisini eilt prýði fyri
okkara »centrum«.
MUP PERSÓNKOYRING •V)H
1*1111. WILLIAM S.L0AN JUl
LÝSING
Vallistarnir fyri Tórsbavnar kommunu til løgtings-
valið liggja frammi lil almenna eftirhyggjan í Bý-*
ráðssalinum frá l(i. Lil 28. juni Ip á. — báðir dagar
uppíroknaðir — frá kl. 10 ti 1 18.
Mótmæli móti gildi vallisjanna skal verða sent
býráðnum skrivliga innan 1. juli b. á.
l’ey mótmæli, sum gjørd kunnu verða móti vallisl-
uiiUm, tekur býráðið upp til avgerðar á fundi, sum’
hildin veróuV í býráðssalinum 13. juli h. á. kl. 91/*-
Til henda fund verður boðað teimum persónum,
sum hava flult fram kærumál, og eisini teimum,
sum mótmæli er gjørt ímóti.
TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ, 11. juni 1943.