Tímin - 29.03.1945, Blaðsíða 1
NUMMAR 12 HÓSDAGIN 29. MARS 1945 3. ÁRGANGUR
PERSÓNKO YRING TELEFON 19
ELIESER NOLSØE
Nú er komiS at
Tá teir seinastu Týskararnir í
Saarlandinum vóru fangaðir, fór
Monlgomery undir sína stóru
atsókn við niðaru Rín og slapp
yvir um. Atsóknin var sett at
býnum Wesel eystanfyri ánna
við fallskýggjasoldátum, og eydn-
aðist teimum skjótt at fáa fóta-
festi, tó at teir mislu nógv fólk
av týskum mótalsóknum.
Cliurchill. ið var hjá Monl-
gomery, helt røðu fyri soldát-
.unum og segði at nú var endin
av krígnum í nánd.
Nú fóru Amerikanararnir yvir
um ovaru Rín og hrutu sær veg
longur eystur og fram við ánni.
Síðan hava teir Sameindu gjørt
brúgvar yvir um Rín í nógvum
støðum, og siga seg merkja lílið
til týska mótstøðu. Talið av
týsknm fangum veksur í heilum;
tó at Týskurin sigur seg berjast
manniliga, lykist einki at forða
teimum Sámeindu, sum nú eru
komnir meir enn 50 fjórðingar
eystur frá Rín. Av býum sum
teir eru komnir til nevnasl
Býráðsfundnr 27. mars 1945
Tilráðing var frá Skúlanevnd-
ini um al gera nýggja kom-
munuskúlan sunnan fyri plan-
tasjuna, á traðunum hjá Ole
Højgaarđ, Sofus Jacobsen, Adolf
Kærbo og Trond Hanseii. Sam-
tykt varó at bjóða hesum mon-
nunum 2,50 kr. fyri hvønn m2; lil-
samans eru stykkini 12600 m2.
Samlykt varð at keypa traðir-
nai frá Poul Múller til tann
prís, hann hevði boðið, o. u. 3
kr. fyri m2. Støddin á báðum
traðum er 23819 m2. Ein um-
sókn um byggigrund av hesum
stykki var játlað fyri 6 kr. m2.
Bræv frá skúlakommissiónini
ráddi til at gera flaggdagin 25.
apríl til frídag bjá kommunu-
sbúlanum. Hetta varð samtykt
ý'ð 6 alkv. og sent skúlađirek-
tiónini til ummælis.
Erá p'øroya Banka var bræv,
ið segði frá, at kommunan var
loyst frá síni ábyrgd fyri kassa-
kredillin bjá Kimbil, 35.000 kr„
sum var goldin.
Garrison Engineer (Onglend-
ingar) bjóðaðu fyri slit av øllum
vegum { Havn í 1943, umframl
Hoyvíksvegin og Oyggjarvegin,
al gjalda 40.000 kr. Fyri Hoy-
víksvegin og Oyggjarvegin buðu
teir 24.000 kr. Slitið í 1944 og
45 skal verða samráðing um
seinri.
Frá Magnus A. Samuelsen, Kj.
Mohr og øðrum traðarmonnum
var klaga komin um uppsitaran
á Hornagarði, tí at liann bcvði
ov stóra skipan á garóinum og
helt ólógligan seyð og garð-
brólarar, sum lupu upp um
seyðahogan garð og oyddu grøð-
ina hjá monnum. Teir kravdu
skipanina setla niður f,á 200 lil
undir 100 áseyðir.
efstu stund....
Frankfurt am Main, Darmstadt
og Aschaffenburg. í Frankfurt
gera SS-menn uppreisn, sigst úr
London. •
Amerikanararnir eru teir, ið
ganga skjótast fram, meðan Ong-
lendingar ikki hava so nógva
ferð; Týskurin sigur seg hava
steðgað teimum á áarbakkanum.
Russarnir em farnir á gongd
í Ungarn og nærkast skjólt
eyslurríkska markinum, hagar
teir nú hava berl 20 fjórðingar.
I Slovakíinum sum í Schlesiu
vinna teir eisini fram. Við Stet-
tin er stríðið av tí mesla, og í
Godenhafen og Danzig eru teir
komnir inn í miðjan býin.
Enn eru Russarnir ikki farnir
undir álopið vestur um Ođer,
men teir standa klárir við Kú-
strin og Frankfurt.
Týskararnir sjálvir halda at
ikki stendur so illa til; teir ugga
seg við, at teir Sameindu fara
at maklasl skjótt av sínum øgi-
ligu missum.
Jens av Reyni helt at besti
útvegur var at lcalla hesar klag-
arar á fund saman við upp-
sitaranum so at einaferð kundi
fáasl friður.
Jens Poulsen vildi hava allan
seyðin avliknan á Hornagarði.
Býráðsformaðurih( minti á at
traðarmenninir, eftir núverandi
lóg, átti al halda garðarnar í
góðum standi, og lað var vist
ikki alla staðir at garðarnir vóru
góðir. Við Sandá var í støðum
eingin garður, og haðan kom
væl nógvur seyður eystur á
Iraðirnar og tann seyðurin var
ikki av Hornagarði. Annars
meinti hann, at tað fór ikki at
vera alt gott um seyðurin var
avtikin, tí so vildu teir, sum
høvdu beimaseyð, kappast um
at sleppa aftur í hagan, og
heimaseyðurin gjørdi mestan
skaða, tað vóru nógv dømi um;
ofla vóru lað teir, sum høvdu
mestan heimaseyð, ið klagaðu
mfcst um ónáðir av seyði, tó al
teir vandu hann al ganga inn á
traðirnar hjá øðrum monnum.
Um skipanina á Hornagarði
segði hann, ateftir uppgávu upp-
sitarans hevði hann 160 ásej'ðir
og skar 119 seinasta ár.
I il limir av verjuráðnum fyri
1945—49 vórðu valdir: K. T.
Andreasen dómarafulltrúi, Th.
P. Dahl amtslækni, Anton An-
dresen keypmaður, .1. Joensen
'prestur, Hansina Hansen fyrrv.
Ijósmóðir, Sofía Petersen mat-
móóir, Z. Sørensen lærari.
Flskasøla
Vesturvarði 12078 lstrl., Stella
Argus 12048 (báóir umframt
lýsi), Polarstjørnan 6400 (bála-
fiskur), Marshall 1840, Henry
Freemann 2340.
Gndstænastur
Skírhósdag kl. 11 verðurlestur
lisin í Havnar kirkju og altar-
gongd kl. 6. Kl. 1 prædikar J. Jo-
ensen prestur í Kirkjubøar
kirkju.
Langafríggjadag kl. 11 præd-
ikar J. Joensen prestur í Havnar
kirkju og seinrapartin sama dag
í Nólsoyar kirkju.
1. páskadag kl. 11 prædikar
J. Joensen preslur í Havnar
kirkju.
2. páskadag kl. 11 verður lest-
ur lisin í Havnar kirkju, J. Jo-
ensen preslur prædikar ( Kal-
baks kirkju.
Vøkur gáva
»Hvíldarheimið Naina« hevur
fingið lil gávis 530,00 kr„ sum
var avlopið av konsertini, ið
hr. A. Dahl, frú Ella Dalií og
hr. H. Bærenlsen hilđu í Havn
og Klakksvík.
Úr Klakksvík
Fiskiskapurin erógvuliga ójavn-
ur hjá bátunum: leygardagin lá
veiðan frá 1500—9000 pd.; mán-
adagin lá veiðan um 3000—4000
og upp lil 7500 pd.; týsdagin
var eingin bátur úti.
Pálmasunnudag hevði manns-
liðið, ið skal kappast við Havn-
ina í fimleiki, framsýning. Ikki
var so nógv at vænta, av tí at
hetla er fyrsta árið, at hesiritngu
menn royna seg í hesi ílrótta-
grein, men ólrúliga væl roynd-
ust teir. 1. prógv fekk Edvin
Johannesen, 2. prógv HelgeFinn
Larsen, 3. prógv Eskild Joensen.
Hákun Djurhuus hevur havt
hetta lið til venjingar. Dómarar
vóru lærararnir Andrias Thom-
sen og Óli Dahl. Um 350 áskoð-
arar vóru.
Mitt í várlfð, fyri mongum
árum sfðani át bátarnir róðu
norður á hav og sellu mestsum
í sama petti, og líka so væl at
úrslitið ofta var gott, var lað
eisini ringt, boyrdi eg ein mann
lá honum var hyggjandi út
ígjøgnum stovuvindeyga taka so
til orða: »Har fer longu ein
maður knukkandi við leypið á
nakkanum, hasin ætlar sær ikki
al banga uppi á kíki.«
Hesi orðini runnu mær í huga
tá eg fyri nøkrum døgum sfðani
sá Tingakross í hálvari stødd
vera bornan í hvørt bús.
L. Zachariasen ætlar sær ikki
al hanga uppi á kíki næsta val.
Við seinasta val gekkst honum
sum við bátum, ið sett høvdu
reiðskapin, men komu aftur og
lóku leym uttan at hava avreitt.
Baldur
BÝRAÐSSKRIVSTOVAN
verður stongd páskaaftan
Tórshavnar býráð, tann 26. mars 1945
BASARUR
Basarurin fyri byggjan av kirkju í Iívannasundi verður
hildin her 2. hvítusunnudag í ár.
Tey, ið vilja slyðja okkum við gávum, veróa umbiðin at
senda tær til onkran av okkum undirskrivaðu, sum við tøkk
taka fmóli gávum av einumhvørjum slag.
Kivannasund í mars 1945.
Lena Joensen, Jacobina Poulsen, Claudina Johannesen, Oliva
Justesen, Mona Johannesen, Elias Vitalis, Kvannsundi.
Niels Josias Justesen, Joen Hansen, Norðđepli.
Hans E. Olsen, Fossá. Oluffa Olsen, Depli.
Else Hansen, Helfred Heinesen, Kathrina Jacobsen, Kristianna
Matras, Elsebeth Sørensen, Josina Thomasen, Axel Carlsson,
Viðareiói.