Tímin


Tímin - 29.03.1945, Blaðsíða 2

Tímin - 29.03.1945, Blaðsíða 2
Nr, 12. 3. árg. TIMIN 29. mars 1945 Eimi xx 'Nr-12' Hósdagin 29. mars 1945. Útgevari: Havnar Framburðsfelag. Ábyrgdarmaður: Einar ]oensen Avgreiðsla: Telefon nr. 143. Prentsmiðja: P.f Landsprentsmiðjan. Tlf. 143 Haldaragjalđ: 2 kr. ársfjórðingin, í leyssølu: 15 oyru eintakið. Lýsingarprísur: 12 oyru pr. mm á forsíðuni, aðrastnðni: 10 oyru. (Avsláttur fyri fastar lýsingar eftir avtalu). Vilstur í stevnusbrð Til iøglingsvalið í 1943 selti Havnar sjálvslýrisfelag saman við nøkrum øðrum monnum fram stevnuskrá fyri »SjáIvstýris- flokk Føroya«, t. v. s. teir menn sum flokkast um Louis Zaclia- riasen. Henda stevnuskrá, sum Edw. Mitens, sum lá enn var limur í felagnum, sigst at hava sett saman, var klár og greið, og hvør sjálvslýrishugaður maður kundi fyri tað tikið hana sum sína. Tað var bert tað løgna og forborgna við hesari stevnuskrá, at tað var Louis Zachariasen, sum í 1940 sveik sjálvstýris- hugsanina og avreiddi allan endaligan avgerðarrælt her á landi til »Færø Amt«, sum setli hana fram. Men slevnuskráin var í sær sjálvari góð, og óivað hevur ein meginfjøld av teim 1001 veljarunum, sum fylgdu L. Z. og við honum beindu fyri tí sjálystýrisjneginluta, sum av røtlum átti at verið komin inn á ting í 1943, verið í góðari trúgv, at teir góvu av sonnum sjálvslýrishugaðum monnum sína atkvøðu. Nú vaknar mangur við kaldan dreym. Seinasla hósdag kom Tinga- krossur í úrtíð við einum neyð- arrópi um fleiri haldarar og við einari útleggjan av áðurnevndu slevnuskrá. Hoyrið, hvat ið L. Z. fær burtur úr henni: »Slevnu- skráin frá 1943 sigur, at flokkur okkara (L. Z.’s) vil hava, at Føroyar fáa sín egna ráðharra ella ministara, sum skal standa til svars fyri løgtinginum og sum fylgja harav skal hava ein meiralula í tinginum aflanfyri seg. Ráðharrin skal verða. út- nevndur av kongi ...“ Eg kundi ikki minnast, at eg hevði lisið hetta í áðurnevndu slevnuskrá, og tá ió eg so hugdi eftir, lesi eg hesi orð: »LóggávuvaIdið fyri Føroyar verður hjá løgtinginum og landsstjóranum.“ Einki er nevnt um nakran ráðharra. Einki er nevnt um nakran kong. Einki er yvirbøvur nevnt um nakað lóggávuvald Føroyum viðvíkjandi uttanfyri Føroyar. Um L. Z. tá hevur gingið við hesum av kongi útnevnda mi- nistaranum í búkinum, hevur hann verið væl kfkaðhr, men nú kemur hann upp bæði hann og kongur. Javnaðarmenn vóru nógv heppnari við síni stevnuskrá. Teir fingu sær — einsamallir av øllum javnaðarmonnum í verðini, — kong, sum leir kunna ganga inn og út hjá, sum teir vilja. Hatta bar ikki lil. Og tá ið nú L. Z. hevur klakt besari slevnuskrá í brátt 2 ár, nú pippar, so tað munar: »Sjálv- stýrisflokkurin vil framvegis krevja, at bin føroyski ráðharrin fær rætt til at møta í kongsins ráði, bvar felags føroysk-donsk mál verða løgd fram fyri ríkis- ráðið og hvar kongur fær øll hini av løgtinginum greiddu før- oysku mál til endaliga avgreiðslu. Ongastaðni í stevnuskránni frá 1943 stendur nakað um, at nakar maður uttan fyri Føroyar skal taka seinastu avgerð í ser- støkum føroyskum málum. L. Z. ber eitt sindur í bøtuflaka, tá ið hann so skrivar: »Hesi mál skulu ikki fram fyri danska ríkisdagin,« — lað var ikki eiti — men hann heldur fram: »óivað noyðast summi av teim felags føroysk-donsku málunum fram fyri ríkisdagin, og har verður tá uppgávan hjá hinum føroyska ráðharranum at fda hitt danska ríkistýrið til at seta tey fram, so tann meiralutin, sum đanska ríkisstýrið hevur aftanfyri seg á ríkisdegi, kann tryggja teimum viðtøku.« Hesin ráðharrin hjá L. Z. má vera ein hálvur gandakallur og væl skorin fyri tungubandinum. Tað kann ið hvussu er ikki nytta al senda tann telefonsljóran sum Johan Poulsen í seinastu ting- setu gav fað skoðsmál, at hann »var aldeilis ómøgiligur at for- handla við.« Hetta, eg her havi drigiðfram, er bæði láturligt og gráliligt. Men tað er líka mikið, hvar. lú trfvur í helfa fimm blaðleiga langa útgjarið frá L. Z., so er allaslaðni so ivaleyst at flenna at ella gráta av, eftir sum ein lystir. »Demokratur« er L. Z. um ein háls. Fólkið skal ráða. Men liann hevur einki álit á arbeiðara og hermannaráð sum í Russlandi. Allar millumlinga- nevndir tekur hann av (púra beinl), landsnevndin fer eisini so gott sum sama veg, hon skal sleppa at býta eilt sindui av kommunalum peningi út, men ráðharrin fær vald, so tað mun- ar. Tað er neyðugl, sigur L. Z., tí — og hetla skrivar hann við stórum, tjúkkum stavum — iað er eingin ábyrgd i føroyskari umboðsstjórn í løtuni! Ein má spyrja seg sjálvan um ein vakir ella droymir. Hevur Louis Zachariasen ikki saman við P. M. Dam og A.Samuelsen ábyrgd- ina fyri ábyrgdaloysinum. Hesir tríggir seltu saman uppskotið til 'ta sljórnarskipan, vit hava í løt- uni, og fingu 14 aðrar lingmenn at ganga saman við sær um tað. Fram um nakran annan, sum pyntar seg við »sjálvstýris- navni« hevur L. Z. ábyrgd fyri ábyrgdarloysinum, tí hann hevði ikki borið hetta upp á mál við ein einasta av hinum sjálvstýris- tingmonnunum, og tá ið Rasmus á Víkum noklaði at taka lut í hesari avreiðing, sum stríðandi móti allari sannari sjálvstýris- hugsan, var tað at L. Z. í al- mennum blað helt fram, at tíverri var eingin lógargrein, sum gjørdi tað møguligl at fáa R. R. straffaðan. Men hoyrið meir um ábyrgd- ina fyri ábyrgdarloysinum. L. Z. má taka sín tunga lut av kbyrgd- ini fyri sljórnarskipanini av 9. mai 1940. Og so skrivar hann sjálvur 22. mars 1945: »Tað er eingin ábvrgd í føroyskari um- boðsstjórn í løtuni. Tær royndir, sum javnliga hava veriðgjørdar nú unđir okkara fyribils stýrisskip- an frá ymsum síðum fyri (til) al leggja alla skuld og ábyrgd á amtmannin, prógva bert okkara egna føroyska ábyrgdarloysi, sum ein meiriluti av hiiium føroyska fólkinum gjøgnum sínar um- boðsmenn líkafram tykjast ot hugna sær í!« Burrrr — rrr — rrr Men hví hevur so L. Z. í 1940 ikki berl sjálvur stuðiað hetta ábyrgdar- ioysið men firigið tveir aórar sjálvstýrismenn at gera Iað sama? Nei, L. Z. vil ikki frá Danmark. Hann vil sleppa al ganga út og inn hjá kongi eins væl og javnaðarmenn. Men hann hevur eilt frálíkt uppskot: Forboð skal verða setl móli at klandrast við Danir, ella sum bann sigur: »aíl tjóð- skaparligl klandur vió Danir má eflir hesi skipan gerasl ógjørligt.« Tað hevði ikki verið so galið. Blind høna kann eisini finna eitl korn. Og kanska L. Z. verður so heppin, af bann greiðir hesa fløkju. Henda skip- an kann so verða so mongum øðrum tjóóum lil fyridømi, sum toga saman í ríkisfelagsskapi. Trivið hevði kunnað verið í so mangt annað í hesari marg- háltligu grein. Tað loysir seg ikki at gera langt av. Social- demokratin spillir ikki nógv orð uppá uppskolið, tá ió hon sigur: »Sjálvstýri ella sjálvræði, hval verður tað til? »Tingakrossur« dyrgir eftir haldarum við hesum loysunarorðum og roynir at greiða fólki frá muninum mill- um tey. Kanska onkur skilir frágreiðingina — Krossur tykist ikki at gera tað.« Ofta býr fals undir fríðum skinni, kann L. Z. siga, hann sum hevur kýtt sær at taka undir við vinmanninum P. M. Dam at bera falskan vitnisburð um politiskar mótstøðumenu. Ak, Ak ene stod Knud af Mikle- gaard, hans Mænd vare faldne liannem fra. Rikard Long. Á Satidi Mariumessudag. Havnaarbeióió varð góðkennl av løgtingsverkfrøðinginum í síðstu viku. Kittywake er farin at royna við snøri. Vió henni eru 19 inanns higani. Einir 15 aðrir sigla niður ella eru til snøris- fiskiskap við øðrum skiputn. Aðrir 15 eru í íslandi og rógva út eila arbeiða á landi. Sandingar hava í fleiri ár liavt vatnneyð. Nú man tann neyðin vera yvirstaðin; áin sum rennur í Traðarfoss er leidđ suður f brunnin, so nú flýlur hann altíð yvir. Sandingum plaga ikki at tróta eplini, men í ár er knípið í mongum liúsi. Dyggur var smekkurin fyri Føroyaland, at eplaskaðin var so stórur á Sandi. Men mest neit hann bygdini sjálvari. Hon nnindi missa einar 100.000 kr. í peningi og tað er stórur missur hjá slíkari bygd. Váringin fer at koma fyri, menn eru farnir at koyra tøð. Utiróðralíkindini her eru púra eingi. Ætlanin er at øll ílróttafeløgini f oynni skula liava eina ítrólla- stevnu her annan páskadag. Tá skulu fara fram fót- og liond- holtsdystir, renning 400 og 100 melrar, lop og logtogan. Elsli maðnr í Sandoyar sýslu, Hanus Jóhannesen, fyrrv. kongs- bóndi, fylti 98 ár23. mars. Hanus er andsfrfskur og væl til passar. Blindur bevur hann tó verið í fleiri ár. Tann størri bólmurin á Sands vatni er girdur við pfkatráði, so at fuglur kann byggja á honum. Slórdýr hava kunnað vaðað út á hann, so fuglur hevur ikki fingið frið har. Ungm,annafelagið Virki hevur síðsta fundin, henda vetur, í kvøld. Sandingur. A.S Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik Skærtorsdag sejler vore Baade. planmæssig. Langfredag sejles ikke. Mandag den 2. April sejles planmæssig, men kun Formiddagslurene. Thorshavn, den 24. Marts 1945. LÍSlííG v Tað veróur her gjørt kunnigt, at elektricitetsverkið hevur sett úr gilđi lýsing av 27. oklober 1944 uin rationering av elektriskum streymi til ljós, motorar og strúkijørn. Tó stendur forboðið viðvíkjandi elektriskum kókiplátum og ovnum við. Tórshavnar elektricitetsverk, 15. mars 1945.

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.