Tímin


Tímin - 06.09.1945, Side 2

Tímin - 06.09.1945, Side 2
Nr. 35. 3. árg. TIMIN 6. september 1945. ^ intin . lNr-35l Hósdagin 6. september 1945. Útgevari: Havnar Frambnrðsfelag. Ábyrgdarmaður: Einar Jocnsen Avgreiðsla: Telefon nr. 143. Prentsmiðja: P.f Landsprentsmiðjan. Tlf. 143 Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin, í leyssølu: 15 oyru eintakið. Lýsingarprísur: 12oyrupr. mm áforsíðuni, aðrastaðni: lOoyru. (Avsláttur fyri f a s t a r lýsingar eftir avtalu). Er tað oott at práta við seø sjálvan í hamferð? Lærarin P. M. Dam hevur hitt fiskimannin P. M. Dam, sum hann sigur at vera ein sera skilagóðan mann, og hevur spurt hann, hvussu honum đámar, at peningavirðið á punđinum er sett til 19.34. »Sum heild tikið vsel,« svarar hann. »Kundu tyg- um ikki gjørt so væl at sagt okkum, hvussu tygum hava greitt spurningin fyri tygum sjálvum og lagsmonnum?« spyr I3. M. Dam, altso lærarin. »Tað vil eg gjarna,* svarar P. M. Dam, altso íiskimaðurin, áðrenn hálvtalað er orð, og letur talustreymin floyma. Tað vísir seg, at fiski- maðurin P. M. Dam er ikki at skilja fra læraranum P. M. Dam, hvørki í orðanøgd, orðabrúki ella taldillu. »Tá ið nú krónan fær 15 pct. meiri keypikraft, vil tað siga tað sama sum, at tær 600 og 700 kr., sum siglings- maðurin við slupp ella við trolara fær sum minnsluløn, kunna keypa atvikavist líka so nógv sum 690 og 805 kr.« sigur hann. Av hesum roknar fiskimaóurin P. M. Dam úl, at minnstalønin er veruNliga vaksin við 90 og 105 kr. í keypikraft. Lærarin P. M. Dam rættleiðir hann ikki og gloymir at vísa navna sínum á, at tá ið prísirnir fella 15 pcl. ávirkað av hansara »sterku« krónu, so skulu allar lønir falla eisini, og minnstalønin fer sama veg, ió livussu er á nýggjári. Men kanska hetta heldur ikki er læraranum P. M. Dam greitt. Fiskimaðurin lekur fram aftur eitldømi, navni hansara, lærarin, hevði í næstseinasta Sosialdemo- krati: 3 samtøk av monnum keypa sær í Danmark 3 skip til 500.000 sterkar krónur. »Var krónan 22.40 fyri sterlingpundið heldur enn sum ætlað 19.34, vildu teir komið at goldið 75.000 kr. meiri fyri liesi skip.« Ein stórur peningur, sigur hann. Og lærarin I3. M. Dam letur navnan, flskimannin renna við Kmpinninum, og vfsir honum ikki á, at tá ið pundsvirðið verður selt til 19.34 í staóin fyri > 22.40, so fáa hesir góðu menni- nir við skipunum, sum keypt eru fyri I3. M. Dams sterlcu krónur, 3 kr. minni fyri hvørt pund, teir avreiða fyri í Ong- landi, og tá ið árið er umliðið er tapió av hesum meira enn tær 75.000 kr. Um teir yvir- høvur fáa selt ein einasta sterl, tí ley skip teir liava keypt, kanska onga kvola fáa í Ong- landi. Fiskimaðurin P. M. Dam skuldi ikki hildið seg so nógv til navna sín læraran. Hann skuldi hugsað um, hval ið pian hava farið fram millum Danastjórn og navna hansara, tá ið hann varð kallaður til Keypmannahavnar saman við hinum háðum sam- bandsheljunum A. S. og L. Z. Hann sknldi heldur hildið seg til danskar fiskimenn. So hevði hann fingið at vita, at teir vilja á ongan hátt hava pundsvirðið sett til 19.34. Teir vilja, eins og teir đonsku jarðabrúkararnir, sum eins og teir slculu selja í Onglandi, hava eina lága krónu og nógvar krónur fyri pundið. Jarðabrúkarum mátti danska ríkisstjórnin seinasta leygardag geva ein studning uppá teirra útfluttning til Bretlands, sum í roynd og veru setur pundsvirðið hjá teimum til o. u. 22.00, altso nærum tað, okkara pundsvirðið er. Eitt sindur bakvent má hetta hava verið iæraranum P. M. Dam, lá ið liann sama dag í Sosialdemokratinum við stórum slavhm vildi trúlta inn í sínar trúgvu menn: Fólkaflokksmenn ræða fólk við, af henda kursin, ið talan er um, bara vil vara eina løtu. Hon vil skjótt vera broytt, so krónan aftur fær enn og minni virói enn 22.40 fyri sterlingpundið — og tá missa vit alt og meiri til, sum vit nú vinna vió at styrkja krónuna við at seta hana til 19.34. So skjótt skulđu altso Danir verða noyddir at viðganga, at hetta peningavirði er drepandi fyri ein umráðandi part av teirra vinnulívi. Teir donsku fiskimenninir, sum helst vildu havt okkara pundsvirði, fáa onga samsýning. Vit heldur ikki. Hjá okkum ræður um at taka grund- ina undan veruligum sjálvstýri. Vil skulu tí ikki sleppa at hava okkara egna peningavirði. Vit skulu aflur í danska leypin, har A. Samuelsen, P. M. Dam og Louis Zachariasen hugna sær so væl. Tá ið fyrri veraldarbarđagin var av, lækkaðu Danir punds- virðið nógvar krónur niður í 13, uttan at hugsað varð um okkum, og okkara samfelagvann aldri tað tapið aftur, tað fekk av tí, fyrr enn hesi seinastu 6 árini, og tá hava vil havt okkara egna pundsvirði. Nú verðuraftur pundsvirðið broytt sama vegin. Hesa ferð hava tríggir Føroy- ingar verið við í ráðleggingunum til at heina fyri føroyskum punds- virði og geva okkum 3 krónur færri fyri pundið. Fiskimaðurin fær lað skjótt at kenna. Sama đag fer fiskaprísurin niður í F'øroyum. Tað verður tað fyrsta, hann merkir. Síðani verður hann í Onglandi roknaður aftur fyri Danskara, sum hann var fyri heimsbardagan. ()g fær eisini væl ógvuliga skjótt somu kvotu. Hatta er tann álvarsami spur- ningur sum flest allir føroyskir fiskimenn, P. M. Dam undan- tikin, hava klárt fyri eyga. Rikard Long Føropr avreiddar! Skaðiligasta tjóSskaparliga illgerS sum erm er útinnt móti Føroyum varS í gjár gjørd av 13-manna amtsráSnum eftir áheitan av danska ríkis- stýrinum Louis Zachariasen, P. M. Dam og A. Samuelsen fóru lil Keyp- mannahavnar við sjógv á baki, tá ið Buhl forsælisráðharrin danski boðsendi (eimum. Har varð so ráðlagt, hvuss’u fram skuldi verða farið til al forða, at vit Føroyingar fáa veruligt sjálvstýri. Vit vita, hvussu Danir hugsa. Ein Dani, sum var her uppi nú, segði frá,al ein høgur maður í ein- um ministerium lievði sagl við hann: »Hvad skal vi gøre med de Færinger? Vi vil jo give dem baade Flag og meget andet, blot vi her beholder del avgørende Ord.« Tað er júst hatta, drált- urin er um. Og hesir tríggir, amlsstøðumanngarðurin í 5sam- full ár, teir geva fegnir Dønum tað avgerandi orðið, hert teir sleppa,at spæla sær eilt sindur sum heimligur »politikarar«. Ráðleggingarnar fóru fram og lær vóru drúgvar. Fuglar tríggir hildu ráð, skúgvurin førdi orðið, lað mundi ikki vera søtt, ið har varð fyri borið. Grána, tóku vangafjaðrar, tf ráðini vardu leingi; fimtan nætur og enda betur, ei sást høvd undir veingi. Tá mundu bríggjast knokkarnir, tí eru vangar gráir; teir mistu dúr og náttarfrið — tí eru summir mjáir. So komu teir heim — heldur lotur, tóktusl tað. Teir vóru farnir niðir at krevja atkvøðu fyri ella ímóti Daumark. Teir fingu tvørt nei. Harra Buhl vildi hava samráðing við allar flokkar á Løglingi ella Løgtingsval. Hann fekk ikki samráðing, altsoverður Løgtingsval. Og tað verður, antin so sambandsmenn ella javnaðar- menn á tingi vilja ella ikki. So lí er ikki at stúra fyri. Men tað er at stúra fyri, at lað dregur ov leingi út. Tað var ikki leingi eftir at hesir tríggir vórn komnir heim, so komu í ljósmála loyndarbrøgd teirra. Áðrenn Løgtingsval skuldi verða, skuldu teir taka støðið undan sjáJvstýrinum. Eitt agnið var fiskivinnubankin. Hann skuldi lána Føroyingum 35 pct. uppá skip sum nú kosta 100 pct meir enn ley verða verd nm eini 2 ár. Einki slutldi verða sagt um — at Føroyingar skulu bera tapið. Annaó bragdið var al taka tað føroyska peninga- virði á enskum pundi, sum ásett er við tí einasta sáltmála, sum er millum Bretland og Føroystr, av, so vit yvirfyri útheiminum aftur gerast reinir Danir, stats- ræltarliga sæð. Tað besta korlið, vit høvdu á hondini til ráðagerð seinni bæði við Bretland, Danmark og onn- ur lond, pkuldu vit kasta framm- anundan. Snildar hildu hesir tríggir seg

x

Tímin

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.