Tímin - 06.09.1945, Síða 2
Nr. 35. 3. árg.
TIMIN
6. september 1945.
^ intin . lNr-35l
Hósdagin 6. september 1945.
Útgevari: Havnar Frambnrðsfelag.
Ábyrgdarmaður:
Einar Jocnsen
Avgreiðsla: Telefon nr. 143.
Prentsmiðja:
P.f Landsprentsmiðjan. Tlf. 143
Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin,
í leyssølu: 15 oyru eintakið.
Lýsingarprísur: 12oyrupr. mm
áforsíðuni, aðrastaðni: lOoyru.
(Avsláttur fyri f a s t a r lýsingar
eftir avtalu).
Er tað oott at práta
við seø sjálvan í
hamferð?
Lærarin P. M. Dam hevur
hitt fiskimannin P. M. Dam,
sum hann sigur at vera ein sera
skilagóðan mann, og hevur spurt
hann, hvussu honum đámar, at
peningavirðið á punđinum er
sett til 19.34. »Sum heild tikið
vsel,« svarar hann. »Kundu tyg-
um ikki gjørt so væl at sagt
okkum, hvussu tygum hava greitt
spurningin fyri tygum sjálvum
og lagsmonnum?« spyr I3. M.
Dam, altso lærarin. »Tað vil eg
gjarna,* svarar P. M. Dam, altso
íiskimaðurin, áðrenn hálvtalað
er orð, og letur talustreymin
floyma. Tað vísir seg, at fiski-
maðurin P. M. Dam er ikki at
skilja fra læraranum P. M. Dam,
hvørki í orðanøgd, orðabrúki
ella taldillu. »Tá ið nú krónan
fær 15 pct. meiri keypikraft, vil
tað siga tað sama sum, at tær
600 og 700 kr., sum siglings-
maðurin við slupp ella við trolara
fær sum minnsluløn, kunna
keypa atvikavist líka so nógv
sum 690 og 805 kr.« sigur hann.
Av hesum roknar fiskimaóurin
P. M. Dam úl, at minnstalønin
er veruNliga vaksin við 90 og
105 kr. í keypikraft. Lærarin P.
M. Dam rættleiðir hann ikki
og gloymir at vísa navna sínum
á, at tá ið prísirnir fella 15 pcl.
ávirkað av hansara »sterku«
krónu, so skulu allar lønir falla
eisini, og minnstalønin fer sama
veg, ió livussu er á nýggjári.
Men kanska hetta heldur ikki
er læraranum P. M. Dam greitt.
Fiskimaðurin lekur fram aftur
eitldømi, navni hansara, lærarin,
hevði í næstseinasta Sosialdemo-
krati: 3 samtøk av monnum
keypa sær í Danmark 3 skip til
500.000 sterkar krónur. »Var
krónan 22.40 fyri sterlingpundið
heldur enn sum ætlað 19.34,
vildu teir komið at goldið 75.000
kr. meiri fyri liesi skip.« Ein
stórur peningur, sigur hann.
Og lærarin I3. M. Dam letur
navnan, flskimannin renna við
Kmpinninum, og vfsir honum
ikki á, at tá ið pundsvirðið
verður selt til 19.34 í staóin fyri >
22.40, so fáa hesir góðu menni-
nir við skipunum, sum keypt
eru fyri I3. M. Dams sterlcu
krónur, 3 kr. minni fyri hvørt
pund, teir avreiða fyri í Ong-
landi, og tá ið árið er umliðið
er tapió av hesum meira enn
tær 75.000 kr. Um teir yvir-
høvur fáa selt ein einasta sterl,
tí ley skip teir liava keypt,
kanska onga kvola fáa í Ong-
landi.
Fiskimaðurin P. M. Dam skuldi
ikki hildið seg so nógv til navna
sín læraran. Hann skuldi hugsað
um, hval ið pian hava farið
fram millum Danastjórn og
navna hansara, tá ið hann varð
kallaður til Keypmannahavnar
saman við hinum háðum sam-
bandsheljunum A. S. og L. Z.
Hann sknldi heldur hildið seg
til danskar fiskimenn. So hevði
hann fingið at vita, at teir vilja
á ongan hátt hava pundsvirðið
sett til 19.34. Teir vilja, eins og
teir đonsku jarðabrúkararnir,
sum eins og teir slculu selja í
Onglandi, hava eina lága krónu
og nógvar krónur fyri pundið.
Jarðabrúkarum mátti danska
ríkisstjórnin seinasta leygardag
geva ein studning uppá teirra
útfluttning til Bretlands, sum í
roynd og veru setur pundsvirðið
hjá teimum til o. u. 22.00, altso
nærum tað, okkara pundsvirðið
er. Eitt sindur bakvent má hetta
hava verið iæraranum P. M.
Dam, lá ið liann sama dag í
Sosialdemokratinum við stórum
slavhm vildi trúlta inn í sínar
trúgvu menn:
Fólkaflokksmenn ræða fólk við,
af henda kursin, ið talan er um,
bara vil vara eina løtu. Hon vil
skjótt vera broytt, so krónan
aftur fær enn og minni virói
enn 22.40 fyri sterlingpundið —
og tá missa vit alt og meiri til,
sum vit nú vinna vió at styrkja
krónuna við at seta hana til
19.34.
So skjótt skulđu altso Danir
verða noyddir at viðganga, at
hetta peningavirði er drepandi
fyri ein umráðandi part av
teirra vinnulívi. Teir donsku
fiskimenninir, sum helst vildu
havt okkara pundsvirði, fáa onga
samsýning. Vit heldur ikki. Hjá
okkum ræður um at taka grund-
ina undan veruligum sjálvstýri.
Vil skulu tí ikki sleppa at hava
okkara egna peningavirði. Vit
skulu aflur í danska leypin, har
A. Samuelsen, P. M. Dam og
Louis Zachariasen hugna sær so
væl. Tá ið fyrri veraldarbarđagin
var av, lækkaðu Danir punds-
virðið nógvar krónur niður
í 13, uttan at hugsað varð um
okkum, og okkara samfelagvann
aldri tað tapið aftur, tað fekk
av tí, fyrr enn hesi seinastu 6
árini, og tá hava vil havt okkara
egna pundsvirði. Nú verðuraftur
pundsvirðið broytt sama vegin.
Hesa ferð hava tríggir Føroy-
ingar verið við í ráðleggingunum
til at heina fyri føroyskum punds-
virði og geva okkum 3 krónur
færri fyri pundið. Fiskimaðurin
fær lað skjótt at kenna. Sama
đag fer fiskaprísurin niður í
F'øroyum. Tað verður tað fyrsta,
hann merkir. Síðani verður hann
í Onglandi roknaður aftur fyri
Danskara, sum hann var fyri
heimsbardagan. ()g fær eisini
væl ógvuliga skjótt somu kvotu.
Hatta er tann álvarsami spur-
ningur sum flest allir føroyskir
fiskimenn, P. M. Dam undan-
tikin, hava klárt fyri eyga.
Rikard Long
Føropr avreiddar!
Skaðiligasta tjóSskaparliga
illgerS sum erm er útinnt móti
Føroyum varS í gjár gjørd av
13-manna amtsráSnum eftir
áheitan av danska ríkis-
stýrinum
Louis Zachariasen, P. M. Dam
og A. Samuelsen fóru lil Keyp-
mannahavnar við sjógv á baki,
tá ið Buhl forsælisráðharrin
danski boðsendi (eimum. Har
varð so ráðlagt, hvuss’u fram
skuldi verða farið til al forða,
at vit Føroyingar fáa veruligt
sjálvstýri.
Vit vita, hvussu Danir hugsa.
Ein Dani, sum var her uppi nú,
segði frá,al ein høgur maður í ein-
um ministerium lievði sagl við
hann: »Hvad skal vi gøre med
de Færinger? Vi vil jo give dem
baade Flag og meget andet, blot
vi her beholder del avgørende
Ord.« Tað er júst hatta, drált-
urin er um. Og hesir tríggir,
amlsstøðumanngarðurin í 5sam-
full ár, teir geva fegnir Dønum
tað avgerandi orðið, hert teir
sleppa,at spæla sær eilt sindur
sum heimligur »politikarar«.
Ráðleggingarnar fóru fram og
lær vóru drúgvar.
Fuglar tríggir hildu ráð,
skúgvurin førdi orðið,
lað mundi ikki vera søtt,
ið har varð fyri borið.
Grána, tóku vangafjaðrar,
tf ráðini vardu leingi;
fimtan nætur og enda betur,
ei sást høvd undir veingi.
Tá mundu bríggjast knokkarnir,
tí eru vangar gráir;
teir mistu dúr og náttarfrið —
tí eru summir mjáir.
So komu teir heim — heldur
lotur, tóktusl tað. Teir vóru
farnir niðir at krevja atkvøðu
fyri ella ímóti Daumark. Teir
fingu tvørt nei. Harra Buhl vildi
hava samráðing við allar flokkar
á Løglingi ella Løgtingsval. Hann
fekk ikki samráðing, altsoverður
Løgtingsval. Og tað verður, antin
so sambandsmenn ella javnaðar-
menn á tingi vilja ella ikki. So
lí er ikki at stúra fyri. Men tað
er at stúra fyri, at lað dregur
ov leingi út.
Tað var ikki leingi eftir at
hesir tríggir vórn komnir heim,
so komu í ljósmála loyndarbrøgd
teirra. Áðrenn Løgtingsval skuldi
verða, skuldu teir taka støðið
undan sjáJvstýrinum. Eitt agnið
var fiskivinnubankin. Hann
skuldi lána Føroyingum 35 pct.
uppá skip sum nú kosta 100 pct
meir enn ley verða verd nm
eini 2 ár. Einki slutldi verða
sagt um — at Føroyingar skulu
bera tapið. Annaó bragdið var
al taka tað føroyska peninga-
virði á enskum pundi, sum ásett
er við tí einasta sáltmála, sum
er millum Bretland og Føroystr,
av, so vit yvirfyri útheiminum
aftur gerast reinir Danir, stats-
ræltarliga sæð.
Tað besta korlið, vit høvdu á
hondini til ráðagerð seinni bæði
við Bretland, Danmark og onn-
ur lond, pkuldu vit kasta framm-
anundan.
Snildar hildu hesir tríggir seg