Tímin


Tímin - 20.09.1945, Blaðsíða 1

Tímin - 20.09.1945, Blaðsíða 1
UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAG Haldaragjalđ: 2 kr. ársfjórðingin. I leyssølu: 15 oyr. eintakið. 3. ÁRGANGUR Spreinging Mánanáltina kl. 1 skalv øll Havnin av eini harðari spreing- ing. Fólk ivaðust ikki í at ein mina var rikin á Ianđ og brostin onkunstaðni í námind; men brált hoyrdist, at spreingingin var setlað Tinghúsinum. Tá ljóst varð, sóust tey ljótu úrslit av náttarverkinum; eitt stórt bol var brotið í grundina í út- norðingsborninum á Tinghús- inum, har stórir sleinar vóru sprongdir inn úr; spreingievnið hevði ligið dygst at grundini. Ikki ein rútur var heilur á vest- aru síðu og træverkið í flestu vindeygum var sorlað. í kom- munuskúlanum var eisini hvør rútur sorlaður, sum vendi móti Tinghúsinum. Hjá ísak Joensen, vóru nógvir rútar brotnir og í neðra har P/f Ludvig Poulsen er, fóru teir stóru tjúkku rútarnir í handilsvindeygunum, harum- framt var meginparturin av glasvørunum í handlinum skelj- aður. Meinigheitshúsið, Post- húsið, Sparikassin og Telefon- Oudstænasta 17. s e. trin. kl. 11 prædikar Joensen prestur í Havnar kirkju. # Fiskasøla Skálaberg 7000 Istrl., Esther 1500, Fimm Systrar 2450 (hesi bæði við snøri). Hamranes 7800, William Martin 3800, Grundick 4300, Falkur 4300 (liesi 4 leigað). Ðr Hlakksvlk Tey 4 skipini, ið hava verið á samveiðu í íslandi, eru nú afturkomin. Úrslitið hevnr verið loluligt, um ikki av lí besta. Atlantsfarið var so golt sum full og fór lil Onglands við farminum. Útróðurin her roynist ikki væl, tó at bátarnir royna ymsar staðir runt um landið. Lilie hevur tikið bátafisk her ogerfarin til Onglands við hálvari last. Svínoy, sum hevur verið á sildaveiðu, fer nú lil íslands við línu. Fyri nl bøta um elektricitets- viðurskiftini, skal hylurin í Strandadali gerast støni. Dansk- ur verkfrøðingur hevur nýliga verið her og máta lendið og gjørt fyrireikingar. Baldur við TinghúsiS støðin fingu eisini skaða. Hjá Heinesen í Vágsbolni fóru eisini fleiri stórir rútar, so mongdin av spreingievni hevur ikki verið lítil. Inni í sjálvum Tinghúsinum var skaðin ikki nógvur; gibs- myndirnar av Fríðriki VII og Ivristian IX og Fríðriki VIII vóru dottnar niður og farnar í sor, meðan Ivristian X varð stand- andi á byllini. Málningarnir vóru heill óskalaðir, tó var hin í sínari tíð nógv umtjakaða kúgvin komin at hanga skeiv. Hvør, ið brotsmaðurin er, bava vit spurt politiið um, men teir kunna um tað einki siga enn, vónandi fara teir at greiða málið, tí nógvir menn eru settir til at granska lað. At menninir, sum gjørt hava hesa skarnsgerð, verða fangaðir er einki at ivasl í. Tað er tó eingin nál at leita eftir. Allir Føroyingar hava krav uppá al hetta mál verður upp- klára til fullnar. Vanlukka Seinasta frfggjadag hendi ein bilvanlukka í Sørvági. Ein 2 ára gomul smágenta, dóltur Joban- nes Johannesen í Vestmanna, sum var og ferðaðist bar, varð koyrd yvir av einum bili. Smá- gentan meinslaðist so illa, al bon doyði beinanvegin. 6. november Amtið kunnger í Dimmu í gjár at nýtt Løgtingsval skal veróa 6. november í ár. Innsavnan av penimji til neydstaddar Norðmenn sum Klakksvíkar Útróðrarfelag selti á slovn er nú lokin, og kom inn lilsamans um alt landið kr. 61.776,24, hesin peningur er sendur til norsku stjórnina. Klakksv. Úlróðrarfelag sendir eina hjartans tøkk til øll ley, ið hava givið og teirru, ið savnaði peningin inn í teim ymsu bygd- unum. Koncert f Sjðnleikarhúsinum Komandi leygarkvøld verður ein nýggj rødd at hoyra hjá musikkhugaðum í Havn. Tað er frúgvin Bodil Bærentsen úr Kvívík, sum ná fyrstu ferð kemur alment fram f Føroyum, hon bevur fingið sangkunnleika í Danmark í kríggsárunum og hevur sungið í radio einstakar ferðir, og sigist hon hava frálík sangaraevni. Rigmor Restorff, sum spælir við á piano er longu væl kend av øllum musikkfólki her á landi. Stig Heinesen, ið er kenđur sum ein hin besti klarinelt- spælari í Danmørk, er ikki minst hugtakandi at lurta eftir; tey, ið hoyrt hava hann á kon- certunum á bókasavninum, fáa her høvi til einaferð enn at frøa seg yvir hansara køna og vakra spæl. 'l’á endamálið við koncertini eisini er at styðja Barnahjálpar- grunnin, er einki at ivast í at fólk keypa atgongumerki so dúgliga, at hesi 3 ungmenni fáa fult hús leygarkvøldið. Trolararnir Skálaberg kom leygardagin á Havnina ár Onglandi, bar bann bevði avreitt fiskin, sum liann hevði fingið í íslandi; ikki fullan farm. Vesturvarði kom týsmorgunin t PERSÓNKOYRING TELEFON 216 HUQ0 ØSTER PERSÓNKO YRING TELF. 19 ELIESER NOLSØE aflur úr íshavinum við 2400 lcits av fiski; hann hevði' fyrst roynt við Bjarnaoynna, haðan fiskurin var rýmdur, síðan við Hope oynna, og fann so fislc við Sør- kap á Svalbard, men tá tíðin var so liðin, fekk hann ikki reiðiliga fullan farm. Stella Argus var í gjáramorgun á Havnini á veg til Onglands við fullum farmi, 2700 kits; teir høvdu fyrst verið við Jan Mayen, men lítið fingið har, fóru síðan til Bjarnaoynna og Svalbard og fingu so uppí. Bæði hon og Vesturvarði mátti taka kol í Havn. Norðbúgvin er eisini á heim- leið við so gott sum fullum farmi; liann kemur kanska í dag. Viðoy er farin beinleiðis lil Onglands úr íshavinum, við so nær sum fullum farmi. KONSERT 1 SJÓNLEIKARHÚSINUM Leygarkvøldið kl. 9 verður konsert 1 Sjónleikarhúsinum. BODIL BÆRENTSEN, sangarinna skal syngja føroyskar •sangir styðjað av RIGMOR RASMUSSEN við pianospæl. STIG HEINESEN spælir á klarinett. Atgongumerkir eru at fáa I H. N. Jacobsens Bókahandli og I Kioskini á Vaglinum frá fríggjadegi kl. 12. 011 inntøkan fer til Barnahjálpargrunnin. Drongur ella genta, helst við nakað av kunnleika til skrivslovuarbeiði, kann fáa pláss beinanvegin ella 1. oktober. LÍKNINGARRÁÐ FØROYA

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.