Tímin


Tímin - 20.09.1945, Side 3

Tímin - 20.09.1945, Side 3
Nr. 37. 3. árg. TIMIN 20. september 1945. Nátthús ? Eilt x spvr í Krossi í gjár um blaðstjórin veit nakað um at heilavillir kapitalistar bava kid- nappað ein socialist úr tinghúsi- num, so at 13 tingmenn skuldu vera ultanfyri og bert 12 innan- fyri; x hevur kannað eftir í leksikon og funnið, at helta er tað sama sum at sópa nátlbús. Blaðstjórin svarar aftur at hann má ásanna, at alt er rætt, sum spurt verður um. Løgin mentalitetur! So berst hann kortini sum fyri lívinum lil at sleppa inn aftur í sama búsió. Merkiligt. Øklaknútur Symholikkur? Dimma heldur fyri í gjár um Tinghúsbumbingina at „symbolsk nok var Busten af Kong Chri- stian ubeskadiget,« og Krossur »Føroya« fyrrverandi »sjálv- stýrisblað«, er himmalfallin um tað stóra undur, ið bent var í Tinghúsinum, at Krislian kon- gur X (okkara kongur) var ikki niðurdottin. Eg fari tí so at spyrja, livat man tá tað týða, al danska kúgvin omanfyri formanssessin var farin eftir aðrari liðini, meðan Sverri kongur í kava- rokinum á Vossafjølluni eins og í hesum elđrokinum hongur so steyrrættur og óskalaður. Knútaøkil. „Smáar“ oy „stórar“. krónur Tingaluossur og Socialdemo- kratin liava nógv um hendur av at prógva fólki, at krónan, so- leiðis sum samhandssamgongan hevur hagreidd hana, er 15 pct. meira verd enn áður. »Allir teir nógvu peningar, sum Før- oyingar eiga í bankum, spari- kassum ella heima, eru eisini vorðnir 15 pct. størri,« sigur L. Z. Tað er jú óført. Tær 8000 krónurnar, ein fekk fyri leigu- kontrakt fyri eplaveltu úti í Flatnarhaga gera kanska 15 pct. meira út, um tær verða brúktar til at keypa smør og flesk fyri innan danskt krónu- virði aftur verður lækkað'. Men fiskimenn okkara, sum ikki spekulera í almennari jørð, teir kunna hert telja tær krón- urnar, teir fáa í avrokning, nú teir koma heimaftur úr Bret- landi. Og so kunnu teir fáa at síggja hvussu nógv hesar »størri« krónurnar gera út, lá ið skalt- urin næsta ár skal verða goldin av innløguni í ár. Eitt spor? Louis Zachariasen sigur í Krossi í gjár at persónurin, sum hevur lagt humbuna undir ting- Iiúsið, helst er komin norðan frá, og hann heldur al henda beistagerð hevur politiska bak- grund. Hví skuldi bumban ann- ars verið løgd inn aL tinghúsi- num, spyr hann. 5000 krónur eru at forvinna! Vírikur Tiðindi úr íslandi 10 íslendskir njósnarar í tænastu Týslclands Undir krígnum eru í íslandi tiknir til fanga 10 íslendingar, sum koninrr eru uttanífrá lil at starva sum njósnarar. Allir vórðu teir tiknir av herinum at kalla beinan vegin, teir høvdu fingið fótin á land. Nakrir vóru komnir við kav- bátum, tveir komu við rno- torbáti frá Noregi* og ein teirra hevði verið í Spaniu við »Arctic« og hevði har fíngið samband við Týskararnar. — Allir høvdu teir stuttbylgjusendara við sær, uttan ein, sum royndi at sleppa úr Danmark og yvir Svøríki og Ongland til Islands. Hesin skuldi skriva brøv við loyniskrift. Hann kom tó ongatíð so langt. Hann varð likin í Onglandi. Meðan kríggið vardi sótu teir fastir hjá enska herinum, men lá ið friður kom, fekk íslendski rætturin teir og mál teirra til dóms. Fyribils rannsókn av málum teirra førdi við sær, at teir vórðu leysgivnir. Tó mega teir ikki fara úr Reykjavík utlan serligt loyvi, fyrr enn dómur er enda- liga sagdnr. Akranes byggir 10 bátar Kríggsárini hava lagt íslend- ingum øgiligan pening í hendur, og hevur hetta ført við sær mong stórtikin tiltøk til atfremja íslendska vinnulívið. Eitt nú á Akranesi, ið ikki er øðrvísi enn ein føroysk stórbygd til støddar. Har hava menn bygdafelag til at halda uppi sjó- vinnuni. Hetta felag hevur ein bát t gerð og byrjað skal verða uppá tann næsta, so títt og knapt hin er liðugur. Haraftrat hevur felagið í Danmark biðið um tilboð uppá 10 50—60 lons hátar. Heldur ikki verður húsabygg- ing spard. í summar verða bygd hús lil o. u. 40 familjur. Ein nýggj ætlan er sett fram á Akranesi. Menn eru lcomnir til tað úrslit, at ikki verður tað sama burtur úr, tá ið ein maður hevur eina kúgv, ein annar tvær o. s. fr., sum tá ið alt er í felag og fær felags røkt. Hetta stórmál er nú til viðgerðar, men enn er hetla sum sagt bert í byrjan. List Tað er ikki eiti á listarlívi í Reykjavík fyri líðina. Tá ið íslendingar komu aftur úr Danmørk, vóru millum teirra sangarin Stefano Islandi og lislár- málarin Svavar Guðnarson. Báðir hava teir borið almenningi tað, teir hava at bjóða. Stefano Islandi hevur havt fleiri konserlir í Reykjavík og ferðast nú um landi. Allar staðir er hann vorðin ómetaliga væl fagnaður. Eitl sinđur øðrvísi er við málaranum. Tey flestu.ið hvussu er øll vanlig fólk, eru ovfarin av honum. Tey flestu sum koma á framsýningina, standa sum bitin ross *ta fyrstu løtuna, ja, summi eru næstan ikki fyri seg komin, tá ið tey koma útaftur. Hvørja »ismu« hann umboðar veit eg ikki, men mynd er eingin, einans litir. — Prísurin á málningunum er eisini sámu- ligur. Bíligasta 1.500 kr., dýrasta 15.000 kr. og miðal 4—5.000 kr. Ein annar lislarmaður, sum er frammi hesar dagarnar, er ungur íslendskur pianoleikari, men nýliga er komin heim úr Ameriku, har hann hevur lært nøkurár. Hann eitur Røgnvaldur Sigurjónsson, og hevur ómeta- ligan teknikk, men tykist at vera heldur »kaldur«. Tó verður hildið ómetaliga mikið um hann, og teir vænta sær stórt burtur úr honum við tíðini. Tað fínasta av øllum hesum fína er tó viljan violinspælarans Adolf Busch. Tað er fyrsta ferð hansara burtur frá Ameriku síðan bardagin brast á. Hann skal spæla trý kvøld. Føroyingar og heimapolitikkur Fyri kortum kallaðu trfggir menn saman til føroyskan po- litiskan fnnd. Á odda stóð Sámal Davidsen. Har varð greitt frá seinaslu hendingunum, sum tá vóru frættar frá Løgtinginum. Nýútkomin ERLENDUR PATURSSON: FØROYSK BfiREISING »— Ein hók, sum hvør einstakur borgari eigur at lesa, nú ið Føroya framtíð stendur lil avgerðar. —« Prísur: 5 kr. Bókin er at fáa í hókabúðunum og verður útboðin í hvørjari bygd. NORRØNA FORLAGIÐ telf. sso tórshavn 250 krónur fyri hina hestu harnasøguna Søguskrivarar verða her bodnir til at taka lut ( eini kapping um ta bestu barnasøgunal Skrivarin av tí søguni, sum ein dómsnevnd, sum seinni verður kunngjørd, tekur fram sum hina beslu, verður heið- ursløntur við 250 krónum. 011 sum hava hug, kunnu luttaka og velja sær, hvat evni tað skal vera. Søgan skal vera um 1500—2000 orð (svarandi til 5—6 vanligar bókasíður) og hóska fyri børn um 9—13 ára aldurin. Lultakandi søgur mugu vera innsendar seinast hin 15. ok- tober, og skilir forlagið sær rætt til at nýta aðrar enn hina úttiknu søguna. NORRØNA FORLAGIÐ TELF. 550 TÓRSHAVN Fiskimennl Vegna tess, at eingin, bústaður er viðmerklur á listunum, sum vit hava fingið úr Islandi yvir kokkar og dekksmenn við leigaðum skipum, hava vit ikki enn fingið avgreitl pengarnar til fleiri enn 19 skip av teim 36, sum pengar eru komnir til fyri fyrsta túrin. Vit biðja tí menn, ið einki hava íingið, gera so væl al venda sær til felagsins og geva upp: Navn, bústað, túr og skip, teir hava verið við. Føroya Fiskimannafelag Minnist til, at vit altjð ern keyparar av slaktineytum, kálvum, livandi lombum og kroppum. Tit fáa pengarnar alt fyri eitt. Tlf. nr. 47 — 48 — 49 — 101 SMÆRAN

x

Tímin

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.