Tímin - 20.09.1945, Page 3
Nr. 37. 3. árg.
TIMIN
20. september 1945.
Nátthús ?
Eilt x spvr í Krossi í gjár um
blaðstjórin veit nakað um at
heilavillir kapitalistar bava kid-
nappað ein socialist úr tinghúsi-
num, so at 13 tingmenn skuldu
vera ultanfyri og bert 12 innan-
fyri; x hevur kannað eftir í
leksikon og funnið, at helta er
tað sama sum at sópa nátlbús.
Blaðstjórin svarar aftur at
hann má ásanna, at alt er rætt,
sum spurt verður um.
Løgin mentalitetur! So berst
hann kortini sum fyri lívinum
lil at sleppa inn aftur í sama
búsió. Merkiligt.
Øklaknútur
Symholikkur?
Dimma heldur fyri í gjár um
Tinghúsbumbingina at „symbolsk
nok var Busten af Kong Chri-
stian ubeskadiget,« og Krossur
»Føroya« fyrrverandi »sjálv-
stýrisblað«, er himmalfallin um
tað stóra undur, ið bent var í
Tinghúsinum, at Krislian kon-
gur X (okkara kongur) var ikki
niðurdottin.
Eg fari tí so at spyrja, livat
man tá tað týða, al danska
kúgvin omanfyri formanssessin
var farin eftir aðrari liðini,
meðan Sverri kongur í kava-
rokinum á Vossafjølluni eins
og í hesum elđrokinum hongur
so steyrrættur og óskalaður.
Knútaøkil.
„Smáar“ oy „stórar“.
krónur
Tingaluossur og Socialdemo-
kratin liava nógv um hendur av
at prógva fólki, at krónan, so-
leiðis sum samhandssamgongan
hevur hagreidd hana, er 15 pct.
meira verd enn áður. »Allir
teir nógvu peningar, sum Før-
oyingar eiga í bankum, spari-
kassum ella heima, eru eisini
vorðnir 15 pct. størri,« sigur L. Z.
Tað er jú óført. Tær 8000
krónurnar, ein fekk fyri leigu-
kontrakt fyri eplaveltu úti
í Flatnarhaga gera kanska 15
pct. meira út, um tær verða
brúktar til at keypa smør og
flesk fyri innan danskt krónu-
virði aftur verður lækkað'.
Men fiskimenn okkara, sum
ikki spekulera í almennari jørð,
teir kunna hert telja tær krón-
urnar, teir fáa í avrokning, nú
teir koma heimaftur úr Bret-
landi. Og so kunnu teir fáa at
síggja hvussu nógv hesar »størri«
krónurnar gera út, lá ið skalt-
urin næsta ár skal verða goldin
av innløguni í ár.
Eitt spor?
Louis Zachariasen sigur í
Krossi í gjár at persónurin, sum
hevur lagt humbuna undir ting-
Iiúsið, helst er komin norðan
frá, og hann heldur al henda
beistagerð hevur politiska bak-
grund. Hví skuldi bumban ann-
ars verið løgd inn aL tinghúsi-
num, spyr hann.
5000 krónur eru at forvinna!
Vírikur
Tiðindi úr íslandi
10 íslendskir njósnarar í tænastu
Týslclands
Undir krígnum eru í íslandi
tiknir til fanga 10 íslendingar,
sum koninrr eru uttanífrá lil at
starva sum njósnarar.
Allir vórðu teir tiknir av
herinum at kalla beinan vegin,
teir høvdu fingið fótin á land.
Nakrir vóru komnir við kav-
bátum, tveir komu við rno-
torbáti frá Noregi* og ein teirra
hevði verið í Spaniu við »Arctic«
og hevði har fíngið samband
við Týskararnar. — Allir høvdu
teir stuttbylgjusendara við sær,
uttan ein, sum royndi at sleppa
úr Danmark og yvir Svøríki og
Ongland til Islands. Hesin skuldi
skriva brøv við loyniskrift. Hann
kom tó ongatíð so langt. Hann
varð likin í Onglandi.
Meðan kríggið vardi sótu teir
fastir hjá enska herinum, men
lá ið friður kom, fekk íslendski
rætturin teir og mál teirra til
dóms.
Fyribils rannsókn av málum
teirra førdi við sær, at teir vórðu
leysgivnir. Tó mega teir ikki
fara úr Reykjavík utlan serligt
loyvi, fyrr enn dómur er enda-
liga sagdnr.
Akranes byggir 10 bátar
Kríggsárini hava lagt íslend-
ingum øgiligan pening í hendur,
og hevur hetta ført við sær
mong stórtikin tiltøk til atfremja
íslendska vinnulívið.
Eitt nú á Akranesi, ið ikki er
øðrvísi enn ein føroysk stórbygd
til støddar. Har hava menn
bygdafelag til at halda uppi sjó-
vinnuni. Hetta felag hevur ein
bát t gerð og byrjað skal verða
uppá tann næsta, so títt og
knapt hin er liðugur. Haraftrat
hevur felagið í Danmark biðið
um tilboð uppá 10 50—60 lons
hátar.
Heldur ikki verður húsabygg-
ing spard. í summar verða
bygd hús lil o. u. 40 familjur.
Ein nýggj ætlan er sett fram
á Akranesi. Menn eru lcomnir
til tað úrslit, at ikki verður tað
sama burtur úr, tá ið ein maður
hevur eina kúgv, ein annar tvær
o. s. fr., sum tá ið alt er í felag
og fær felags røkt. Hetta stórmál
er nú til viðgerðar, men enn er
hetla sum sagt bert í byrjan.
List
Tað er ikki eiti á listarlívi í
Reykjavík fyri líðina.
Tá ið íslendingar komu aftur
úr Danmørk, vóru millum teirra
sangarin Stefano Islandi og lislár-
málarin Svavar Guðnarson. Báðir
hava teir borið almenningi tað,
teir hava at bjóða.
Stefano Islandi hevur havt
fleiri konserlir í Reykjavík og
ferðast nú um landi. Allar staðir
er hann vorðin ómetaliga væl
fagnaður.
Eitl sinđur øðrvísi er við
málaranum. Tey flestu.ið hvussu
er øll vanlig fólk, eru ovfarin
av honum. Tey flestu sum koma
á framsýningina, standa sum
bitin ross *ta fyrstu løtuna, ja,
summi eru næstan ikki fyri seg
komin, tá ið tey koma útaftur.
Hvørja »ismu« hann umboðar
veit eg ikki, men mynd er
eingin, einans litir. — Prísurin
á málningunum er eisini sámu-
ligur. Bíligasta 1.500 kr., dýrasta
15.000 kr. og miðal 4—5.000 kr.
Ein annar lislarmaður, sum
er frammi hesar dagarnar, er
ungur íslendskur pianoleikari,
men nýliga er komin heim úr
Ameriku, har hann hevur lært
nøkurár. Hann eitur Røgnvaldur
Sigurjónsson, og hevur ómeta-
ligan teknikk, men tykist at
vera heldur »kaldur«. Tó verður
hildið ómetaliga mikið um hann,
og teir vænta sær stórt burtur
úr honum við tíðini.
Tað fínasta av øllum hesum
fína er tó viljan violinspælarans
Adolf Busch. Tað er fyrsta ferð
hansara burtur frá Ameriku
síðan bardagin brast á. Hann
skal spæla trý kvøld.
Føroyingar og heimapolitikkur
Fyri kortum kallaðu trfggir
menn saman til føroyskan po-
litiskan fnnd. Á odda stóð Sámal
Davidsen. Har varð greitt frá
seinaslu hendingunum, sum tá
vóru frættar frá Løgtinginum.
Nýútkomin
ERLENDUR PATURSSON:
FØROYSK BfiREISING
»— Ein hók, sum hvør einstakur borgari eigur at
lesa, nú ið Føroya framtíð stendur lil avgerðar. —«
Prísur: 5 kr. Bókin er at fáa í hókabúðunum og verður
útboðin í hvørjari bygd.
NORRØNA FORLAGIÐ telf. sso tórshavn
250 krónur
fyri hina hestu harnasøguna
Søguskrivarar verða her bodnir til at taka lut (
eini kapping um ta bestu barnasøgunal
Skrivarin av tí søguni, sum ein dómsnevnd, sum seinni
verður kunngjørd, tekur fram sum hina beslu, verður heið-
ursløntur við 250 krónum.
011 sum hava hug, kunnu luttaka og velja sær, hvat evni
tað skal vera.
Søgan skal vera um 1500—2000 orð (svarandi til 5—6
vanligar bókasíður) og hóska fyri børn um 9—13 ára aldurin.
Lultakandi søgur mugu vera innsendar seinast hin 15. ok-
tober, og skilir forlagið sær rætt til at nýta aðrar enn hina
úttiknu søguna.
NORRØNA FORLAGIÐ TELF. 550 TÓRSHAVN
Fiskimennl
Vegna tess, at eingin, bústaður er viðmerklur á listunum,
sum vit hava fingið úr Islandi yvir kokkar og dekksmenn við
leigaðum skipum, hava vit ikki enn fingið avgreitl pengarnar
til fleiri enn 19 skip av teim 36, sum pengar eru komnir til
fyri fyrsta túrin. Vit biðja tí menn, ið einki hava íingið, gera
so væl al venda sær til felagsins og geva upp: Navn, bústað,
túr og skip, teir hava verið við.
Føroya Fiskimannafelag
Minnist til, at vit altjð ern keyparar av
slaktineytum, kálvum, livandi lombum og kroppum.
Tit fáa pengarnar alt fyri eitt.
Tlf. nr. 47 — 48 — 49 — 101 SMÆRAN