Tímin


Tímin - 04.10.1945, Blaðsíða 1

Tímin - 04.10.1945, Blaðsíða 1
NUMMAR 39 1 Vedel Tðning: Fiskeri- og Havunder- søgeiser ved Færøerne København 1943. 128 bls. Vit hava fingið sendandi hesa sera forvilnisligu bók, sum leingi hevur verið saknað. Hon er skrivað av hinum vælkenda Vedel Táning, suni hevur verið fyristøðumaður fyri havrann- sóknir í Føroyum og íslandi síðan Johs. Schmidt, professari, doyði. Bókin gevur eitt frálíkt yvirlit yvir tey úrslit, ið komin eru burlur úr havrannsóknunum við Føroyar. Fyri hvønn fiski- mann og allar sum fáast við sjóvinnu er hon av størsta týdn- ingi, tá hon gevur upplýsingar um livikor og nøgd av teimum mest nýtiligu fiskasløgum: t. d. toski, hýsu, seiði, kalva og øðr- um íløtum fiski og silđ; harum- framt fáa øll hvalasløg, ið veidd vera í Føroyum, eina stulta um- røjftu. Skeldýrini: øða, jomfrú- hummari og lílík fáa eisini sína viðgerð; alt er greitt frá á ein lættfatiligan hátt, so al øl! van- lig fólk kunna skilja tað. Fyri teir, ið hug hava at fáa meiri vísindarligar serupplýsingar, er aftaná hvørja deild yvirlit yvir tær bøkur, hvar hetta er at finna. Ikki færri enn 60 myndir, yvirlitstalvir og kort eru í bókini, og geva enn greiðari frásøgn um tey ymisku evnini. Vedel Táning nevnir fleiri ferðir at nógvar rannsóknirnar høvdu verið væl betur avrikaðar um ein rannsóknarstøð hevði verið í Føroyum, so at inn- savnað tilfar kundi verið liand- farið beinan vegin har, umframt tað at granskingar kundi verið gjørdar aðrar tíðir, enn tá rann- sóknarskipið var her. Ein tílík støð hevði óivað veiið tøk at havt hesi seinastu árini, lá vit hava ligið útistongd frá øllum samarbeiði á liesuin øki. Hesa bók eiga allir sjóvinnu- hugaðir at lesa; hon fæst úr bókahandlunum ella frá Marine- biologisk Laboratorium, Char- lottenlund Slot, Danmark. PERSÓNH0YRIN6 TELEFON 216 HUQO ØSTER HOSDAQIN 4. OKTOBER 1945 UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAQ Haldaragjald: 2 kr. árstjórðingin. í leyssølu: 15 oyr. eintakið. 3. ÁRGANGUR Politiskur fundur Týskvøldið varð endaliga fund- urin, sum P. M. Dam bjóóaði fólki til Barlalsmessukvøld. Hann helt fyrst drúgva røðu, sum vardi H/s tíma, og var innihaldið hitt vanliga við álopum á Fólka- flokkin og Sjálvstýrisflokkin; annars legði hann aftral, sum nakað nýtt, at hann segði aldri ósannheit og dugdi tí ikki at ljúgva; hann endaði við, at nú skulđi hann ikki troytta fólkið meira; hetta var fólkið fegið um og takksom lógvaklapp fylgdi honum niður til sessin. Teir seinnu talararnir fingu 10 minuttir hvør, og var Thor- stein Pelersen fyrstur; hann vísti aftur øll tey álop, ið Dam hevði gjørt, so al hesin var illa við. .1. Patursson vísti á tað nógva uttanumfjas.ið samgonguflokkar- nir drógu uppf, nú ið ástóð at taka landið aftur. Hann endaði við at biðja fólkið slanda sum menn til valið. R. Long vísti út frá tí mán- aðarbalansu fyri danska natio- nalbankan, sum vit prenta aðra- staðni í blaðnum, at Danmark 15. september hevði ein valuta- undirbalansa uppá 24 milliónir kr. Her hava samgongubløðini roynt at billað inn í fólk, at Danmark hevur so ivaleyst av útlendskari valuta, at okkara 70 milliónir ongan týdning hava hjá teimum. Síðan vísti hann á, at javn- aðarmenn á t( skattalóg fyri 1946 leir á tingi hava samtykt saman við sambandsmonnum, hava gloymt, at teir fyri einum ári síðan brigslaðu sjálvslýris- monnum at teir høvdu gjørl undirbalansa uppá meira enn 2 milliónir. Til hesi bæði tungu høgg ønti P.M. Dam ikki orðið, lá ið hann kom upp aftur. A. Ziska fannst nógv at Dam og hansara monnum, tí teir iklci høvdu styðjað Fólkaflokksins uppskot um nasjonalhanka í 1943, sum eisini Ziska hevði hafl frammi f 1928, 1934 og seinri; tað rongu lýsing av teim- um góðu peniugaviðurskiftum í Danmark, sum Dam gav, vísti hann aftur við donskum blað, harí slóð, at dauskir pengaseðlar vóru ikki longur tiknir í Noreg og Svøríki. L. Zachariasen kom við mild- um eygnabrá og bað veljararnar ikki illskast inn á mótstøðu- menninar, tí allir royndu at gera sum besl og høvdu ikki skaði- ligar ætlanir við vilja. Helt so áfram við brigsli móti Fólka- flokkinum, men kom avleiðis f peningatosi. A. Sørensen greiddi frá, hví hann, sum ein av teim 12, fór av tingi Barlalsmessuaftan, tí at tað vanstýrið, sum lievði vart 5 ár gjørdi tað ógjørligt at vera har longur. Tó at Dam var rongdur í hvørjum orði royndi hann at koma aftur sum »hin peni maðurinft og taka alt frá í erva; men lað miseydnaðist fullkomi- liga, tí fólkið rýmdi, tá hann steig uppaftur á pallin, og nakrir ótolnir unglingar tóku á at bríksla, og í tí skili endaði fundurin. Yit mugu harðliga átala tann ósið, ið ofta ger, at valfundir enda við óljóðið. Um so er at talarin er so troyttandi, at tað ikki er at halda út, eigur ein heldur at fara avstað enn at volda óljóð inni. Oudstænastnr 19. s. e. trin. verður lestur lisin í Havnar kirkju. Sama sunnudag prædikar Jo- ensen prestur i Iíaldbaks kirkju? 19. s. e. trin. prædikar Blicher- Winlher prestur í Kollafjarðar kirkju kl. 12 (allargongd), og í Ivvívík kl. 6. 20. s. e. trin. prædikar Blicher- Winther prestur í Vestmanna kirkju kl. 12 (konfirmatión). Sama sunnudag prædikar Sand prestur í Nes kirkju kl. 12 (konfirmatión). Kofirmatiónsfest verður í kvøld ki. 8 í Meinig- heitshúsinum. DYNAMITT og annað spreingievni. C. C. JOHANSEN, Tórshavn — telf. 30. Vanlukka i Miðvðgi Fríggjadagin hendi vanlukka í Miðvági, sum kravdi manna- lív. Nakrir óvitar gingu og spældu við ein bil, sum arbeiddi har, og vildi so syndarliga til at ein teirra, ein 9 ára gam'al drongur kom undir bilin. Drong- urin meinslaðist so illa, at hann doyði beinanvegin. Hann var fyri kortum komin úr Køben- havn við mammu síni (Herthu dóttur Jógvan Johannnesen) at ferðasl. Fiskasøla Bjørgvin 850 lstrl. (300 ks.), Chr. Ribeiro 1350, LeivurØssur- son 6650 (veitt sjálv), Regina 3000 (leigað). Skipatíðindi Mánadagin fóru Vesturvarði og Stella Argus í íshavið. Norð- búgvin fór til íslands í gjár. Bjørgvin kom úr Onglandi sunnudagin. Regina, ið er leigað av íslendingum fór til Islands við cementfarmi, Rebeiro kom eisini úr Onglandi sunnudagin. Mánadagin kom Marquis við farmi úr Onglandi. Týsdagin kom Norðstjørnan úr Islandi, har hon hevði fingið 1000 kurvar við línu; veðrið hevði verið út av lagi vánaligt. MERKIÐ hevur fund i Avhalds- húsinum í kvold kl. 9. Anton Degn flytur røðu. LØDDAR PATRÓNIR cal. 12 og 16 FFF BYRSUKRÚT / heilsølu og smásølu C. C. JOHANSEN TELGFON 30

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.