Tímin - 13.12.1945, Qupperneq 1
Símin
NUMMAR 49
HÓSDAGIN 13. DECEMBER 1945
UTQEVARI:
HAVNAR FRAMBURÐSFELAQ
Haldaragjald: 2 kr ársfjórðingin.
í leyssølu: 15 oyr. eintakið.
3. ÁRGANGUR
H. B.
helt ársveitslu seinasla leygar-
kvøld í Sjónleikarhúsinum.
Veitslan var seia væleydnað við
boróhuldi, skemtan og røðum.
Dansurin gekk til tann ljósa
morgun.
3 limir H. B.s fingu heiðurs-
merki fyri góðan felagsskap. Teir
vóru: Meinhardl Arge, Ansgar
Jensen og Hans M. Michelsen.
Eldur í!
Týsdagin á miðdegi kom
knuppliga eldur í á loftinum á
Meiaríinum í Tórsgøtu. Sløkki-
liðið royndi fyrst at sløkkja við
hondpumpum, men tær mun^ðu
ov lílið. Ikki fyrr enn motor-
puinpurnar vóru sellar al pumpa
sjógv úr Vágsbolni — vatntrol
var eisini — eyónaðist at fáa
sløkl ; men lá var eisini tað
mesta, sum í húsinum var, oytt.
Serliga ovara hædd, har Carl
Jensen sljóri býr, var illa farin.
í nióaru hædd er lað mesta
spilt av sjógvi.
Skaðin verður nógvar túsund
krónur.
Gudstænasta
3. sunnudag í advent verður
lestur lisin í Havnar kirkju. Sama
sunnudag prædikar J. Joensen
prestur f Kaldbaks kirkju.
Radio
Amtið biðir siga frá, at danska
radio sendir út sunnudagin 16.
dec. kl. 12,20 eina plátu, sum er
tikin I Nólsoyar kirkju. 22. dec.
kl. 17,30 verður ein føroysk pláta
fyri børn send út.
PERSÓNKOYRING
Vognur fæsi á náttartíð
TELEFON 216
HUQO ØSTER
PERSÓNKOYRING
TELF. 19
EUESER NOLSØE
Kolarasjóneiingin avtikin
Sum brenninevndin letur kunn-
gerá í okkara heimligu verðins-
bløðum, verður frítt hjá hvørjum
manni at keypa føroyskt kol frá
seinasta týsdag og úteftir.
Eingilskt kol er tó framvegis
rasjónerað.
Belsensakin
er nú liðug. Av teimum 11, sum
dømd vóru til deyða, bóðu 8 um
grið, men umbønin var einmælt
burturvíst. Millum hesi 8 var
Kramer, ið var fyristøðumaður.
Hini 3 vildu ikki biða um grið
og tóku við deysdóminum tigandi.
UM ALT TAÐ, UM ALT TAÐ
Eftir ROBERT BURNS
Skal ærlig fátækt gremja seg
og falla í fátt og alt tað?
Nei, bognar okkurt bak á veg,
vit standa føtt um alt tað.
Um alt tað, um alt tað,
um-strev og strið og alt tað,
er rangið penings stempulmynd,
er maður gull um alt tað.
Er borðið slættligt, búni tín
eitt vadmalsskot og alt tað,
um býtt fær silki, fják fær vín,
er mannsbragd bragd um alt tað.
Um alt tað, um alt tað,
um eygnariv og alt tað,
eitt ærligt fólk, í fátækt statt,
er kongur manna um alt tað.
Hygg har ein bløðra, lordur er,
sum brettir sær og alt tað,
eitt tveyhundrað hans vilja ger,
hann er eitt dyl um alt tað.
Um alt tað, um alt tað,
um bond og stjørnur og alt tað,
men hann, ið einkí hughaft ber,
hann lær, tá hann sær alt tað.
Ein kongur skapar, hvønn hann vil
til jall, barón og alt tað,
men góðs manns tign var aldri til,
tað verður neyvan falt tað.
Um alt tað, um alt tað,
um tignarstig og alt tað,
er vitskubragd og góðs manns dygd
nógv hægri rang enn alt tað.
So biðjum tá, tað koma má,
sum koma skal um alt tað,
at dáð og dygd um alheims bygd
tey fáa frama og alt tað.
Um alt tað, um alt tað,
tað kemur víst um alt tað,
at menn og menn um allan heim
teir brøður vera um alt tað.
Umsett hevur CHR. MATRAS
(Prantað eftlr Robert Burns: Yrkingar. Føroyingafelag i Keypmannahavn 1945).
Nýggj bók!
Ricli. B. Thomsen:
Lagnan
Roraan fra Færøerne
verður at fáa fríggjadagin.
400 blaðsíður. 18y50 kr.
H. N. JACOBSENS BOKAHANDIL