Tímin


Tímin - 09.05.1946, Blaðsíða 2

Tímin - 09.05.1946, Blaðsíða 2
Nr. 19. 4. árg. TIMIN 9. mai 1946 límin iNrJ9l Hósdagin 9. mai 1946. Útgevari: Havnar Frambnrðsfelag. Ábj'rgdarmaður: Einar Joensen Avgreiðsla: Telefon nr. 143. Prentsmiðja: P.f Landsprentsmiðjan. Tlf. 143 Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin, í leyssølu: 15 oyru einlakið. Lýsingarprísur: 12oyrupr. mm á forsíðuni, aðrastaðni: lOoyru. (Avsláttur fyri fastar lýsingar eftir avtalu). Stjórnarstøðan I dag enđaliga er Løgtings- nevndin, sum hevur fingið rfkis- stýrisins uppskot til stjórnar- skipan lil viógerðar, komin so langt, at hon kann leggja eilt álit fyri tingið. Nevndarviógerðir eiga ikki al verða tiknar lil um- mælis í bløðum, ió hvussu er ikki, hvat ið teir ymsu nevndar- limir iiava sagt. Taó skal eg heldur ilcki — men so mikið veit Itvør lingmaður, og so mikið fær livør áhoyrari al vita, tá ið málið kemur til viðgerðar á tingfundi, íit parlarnir liava illa kunnað samsl í nevndini. Og lað er av somu grttnd, sum eingin møgileiki var fyri semju í Keypmannahavn: Ein parlur, sjálvstýri og fólkaflokkurin, má halda fast um 1) lóggávuvald og 2) fyriskipanarvald fyri tingið, 3) egið flagg á skipum okkara, 4) samráðingarrælt við onnur lond, 5) at vera fríur av antians lands grundlóg og ríkisdegi. Hinir partarnir báðir góvu seg glaðiliga undir 5) og harvið kundi eingin semja vera okkara millum (tí íilætlaðu bráðfengis- skipan, sum talan var uni teir seinaslu dagarnar, er best at síggja heilt burlur fi á). Tað bevði tí, til al fáa greiði á um Heirlal er í Føroyum fyri veruligum sjálvstýri, verið goll, um liinn flokkurin, sum prýóir seg við navninum gamla sjálvslýri, bevði kunngjørt, um tað liaflió, hann legði á seg lil seinasta løglings- val: fyri all í verðini iit vera í danska ríkinum, ikki skal vera smoygt av aftur, um Danir siga: ikki ullan tit vera undir okkara grundlóg og viíkisdegi. Hella fæsl ikki al vila. Sum ein — tíverri heldur ólátaður — sfinxur situr fremstiprestur gamla sjálv- slýrismanna har úti á Hospitals- vegnum: ikki eitt oró um ríkis- dag og grundlóg. Ikki eitt orð, pm gamla sjálvslýrió vil standa uppá síni sjálvslýriskrøv ella teir við einari syndarligari, upp- gevandi beljan fara inn aftur á básin, har L. Zachariasen, Hil- bert og A. Samuelsen bøvdu tað so hugnaligl, lá ið danska ríkis- stjórnin av nýggjum sigur: hetla ern ófrávíkilig krøv, um tit vilja vera í ríki við okkum. í staðin fáa vit í hvørjum Tingakrossi, Chr. Holm Isaksens stolta sjálv- stýrisblaði, ein lesfur fyri og annan eftir um poliliska ússalig- heit. Eitl, ið Tingaluossur hevur ógviliga ilt av, er al sjálvslýris- menn og fólkaflokksmenn einki uppskot settu fram í Keyp- mannaluivn. Helta er ósonn tala, sum so ofta í tí blaðnum. Ikki berl sellu vit fram okkara uppskot, samtíðis við javnaðar- moiinum, men eisini løgdu vit fram gamla sjálvstýrisins upp- skot, so einki skuldi vera óroynl, taó hevur fallið L. Z. fyri bróslió, letur tað til, men hvør kundi vita, at uppskotið frá gamla 'sjálvstýri, sum var setl fram til Løgtingsval, er eitt loyniskjal, sum eingin má nevna. Ein riðil av tvørlrøum situr nú og leitar í prentaða orðaupprili fiá sljórnarsamráðingunum í Keypmannahavn, at vita tim teir kunna finna knabbar at banga sínar ógreiðishattar á. Hetta »uppritið« av orðaskifli hevur væl virði til al vísa gongdina í samráðinguuum, men nakað álítandi upprit er tað ikki — tí liarer ikki meirenn kanska tíggj- undaparturin av oróaskiflinum tikin við. Socialdemokraturin prenlaði nú ein dagin upprilið av 14. fundi. Um lað hevði verið orðrætt upprit, hevði tað fyll einar 10 Socialdemokratar. Og mangl forvitnisligt er óivað í lí, sum ráóharraskrivarin Arup hevur lagt burturúr, men sum onkur av okkum øðrum hevur fingió við í sínum »privata« upprili. L. Zachariasen dundrar í lieil- um við, al liarra Arup hevur ført í pennin, at »fra færsk Side blev der fremsat Ønske om at se et Forslag fra Regeringens Side.« Iletta leggur hann út, sum at vil — sjálvstýrismaóurin og fólkaflokksmenninir — bóðu um taó. Eg havi ikki biðió um lað, heldur enn aðrir. Eg vil biója Tíman í næsta blaó prenta samráðingarskránna, sum ásett varð og sum legði fundarevnini fost frammanundan, fyrsl »Lov- givni«gsmaglen«, so »Bevillings- myndigheden« o. s. fr. Hvør einstakur táltur í sljórnarskip- anini og í fyriskipanarvaldinum var gjølla umiøddur sær, og lá ið henda grunđleggjandi sam- ráóing var av, visli ríkisstjórnin fullvæl, livørja støðu sambands- flokkurin, javnaðarflokkurin og sjálvræðissamgongan lóku lil ley ymsu málini. Teir vistu, al vit høvdu frammanundan nevndu 5 krøv umframt egið peninga- virði, egna handilsbalansa, og at vit vildu sjálvir stfla fyri jiosl-, lelegraf- og vitaverki,fyri sjúkra- húsum, lækna- og jarðamøðra- viðurskiftunum, prestaskipanini, skúla og menlunarmálum o. s. fr. Teir høvdu eisini fingið at vila, al bæói javnaðarmenn og sambandsmenn vildu gauga undir danska grundlóg og dan- skan ríkisdag og at einki mál av frammanundan nevdu vildu leir laka uppá seg fyrr enn prógvað var, at lað bar seg. Donsku ráðharrarnir eru ikki ógreiðir barðskapsmenn, suni vit tíverri bava ov nógvar av her, teir vistu fullvæl tá ið øli málini høvdu verið til fyrireik- andi viðgerð, hvar hvør partur stóð, og teir hildu einki merki- iigt vera í, um teir áltu leik og søgdu frá hvat teir vildu ganga undir av lí, sum fram hevði verió hildið á fundinum. So áttu vit leik. Um Føroyingar í staðin fyri Louis Zachariasen og javningar høvdu slíkar menn til leiðbeinarar, enn teir, ið hava gjørt seg sjálvar upp, høvdu vil væl funnisl saman á felags støðu. Vónandi verður funnið saman, um aldri so nógvir skaðamenn royna høgguslokkasnið, annað- hvørt av særdum firtui, tí teir ikki eru slopnir inn um ling- gátt ella hatskum lyndi. Rikard Long. Danskir læknar í danska læknafelagnum hevur ein nevnd verið sett til at kanna Frils Clausens viðurskifti í felag- num. Henda nevud hevur arbeitl lieldur seint, siga nógvir limir, og tá hon fyri kortum tók ta avgerð at bíða við felagssakini lil rættarsakín móli Clausen var endað, segói yvirlæknin vió Kommunebospilalet í Køben- liavn seg burlur úr, tí hann vildi ikki vera í sama íelag, sum »vor Landsforræder Nr. l.« Stórur skipamissur Hitl kenda danska reiðarríió A. P. Møller sendi fyri korlum út ársyvirlii fyri 1945. Her verð- ur sagl, at A. P. Møller misli í krígnum 24 skip, sum tilsamans vóru 170.000 tons d. w. Reióarin er ikki tilfriós við taó skaðaból, ið onglendingar liava givið fyri mist skip og fyri slit av læntum skipum. Samráðingarnar hesum viðvíkj- andi eru nú endaóar. Men tær amerikansku standa við enn, og har er lílið útlil til at nøkur sernja kemur í lag, tí amerikan- ararnir eru treiskir, og vilja lílið endurgjald geva. Fyri ley mislu skipini lievur A. P. Møller longu biðið um 6 nýbyggingar í Danmark og Svø- ríki. Merkið Al okkara flagg hevur fingið onkran at undrasl, sum fyrrbert lievur sæð Dannebrogá føroysk- um skipum, sæsl á hesum greina- stubba, sum slóð í »Jyllands- posten«, tá ió »Patricia« fyrstu ferð vísti føroyska Ilaggið í Aarhus. Fcerøsk Skib maa føre færøsk Flag Da den tremastede Motor- skonnert »Patricia« af Tliorsliavn i Gaar ankom til Aarhus Havn med 250 Tons Hvalolie til Aar- hus Oliefabrik, vakte del nogen Opmærksomhed, at »Patricia« udelukkende førte del færøske Flag. Jyllands-Posten har paa kom- petent Sted spurgt, om Farløjer fra Færøerne, der jo stadig er el đansk Amt, ikke skal føre Dannebrog — eventuelt i For- bindelse med Færøernes Flag. — Der er inlet forkert i, at el færøsk Skib alene fører Fær- øernes Flag, svarer man. For- klaringen paa Forholdet er den, at Englænderne under Besællel- sen traf den Bestemmelse, at færøske Skibe ikke maalte føre dansk Tlag. Man ønskede ikke at løbe nogen som belsl Risiko for Skibene. Ordningen, der na- turligvis blev modtaget med Inle- resse af de færøske Selvslyre- inleresserede, gælder fortsat, fordi den Stilling, som Færøerne kom i ved Besættelsen af Danmark, slalsligt endnu oprelholdes. Enn størri skip Amerikanarir ætla nú al gera eitt skip, sum skal kappast vió ley eingilsku Qucen Mary og Queen Elisabeth, Skipið skal verða 100.000 tons stórt og skal ganga 36 fjórðingar um tíman. Sami maður, sum teknaði franska skipið Normandie, skal lekna hetta risaskipið; lað er ætlað at kosla um 250 milliónir krónur. Bert ein prísur verður fyri ferðafólkini og verður hann at liggja um 30 pd. sl. fyri eina ferð um Atlantshavið. 4000 fólk kunna vera vió ein slíkan túr. Týska statsskuldin er í eingilska blaðnum Econo- mist roknað út til 400 milliardir mark. Aflurat hesum kemur annaðslíkt fyri krígsskaðabøtur. Við kostnaðinum fvri lierseling- ina fer týska innlendis stals- skuldin al vera minst 1000 milli- ardir marlc. Hetta førir við sær 50 milliardir av úlreiðslum um árið til renlur og avdráltir. Til sammetan kann nevnast, at í 1938 kom ikki inn meira enn 18 milliardir mark í skatli. Kolastreikan i Amerika fer at gera slórar skreytur, um hon stendur við leingi aftrat. So at siga allur ídnaðurin, sum fær sína drívkraft úr koli, verður ávirkaður av henni. Longu nú er helvtin av øllum bummulls- myllunum sleðgaó. Eigararnir krevja nú, at stjórnin tekur sær um reiggj, so at kolastreikan heldur uppal, tí annars hendir ein vanlukka fyri all landið, sum fer at arma allun ídnaðin út. Eisini skipaferðslan fer al kenna svióan av streikuni við minkandi kolaútflutningi.

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.