Tímin


Tímin - 31.08.1946, Blaðsíða 2

Tímin - 31.08.1946, Blaðsíða 2
Nr. 33. 4. árg. TIMIN 31. aufJust 1946 ® i m i n Leygardagin 31. august 1946. Útgevari: Havnar Framburðstelag. Ábyrgdarmaður: Einar Joensen Avgreiðsla: Telefon nr. 143. Prentsniiðja: P.f Landsprentsmiðjan. Tlf. 143 Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin, í leyssølu: 15 oyru eintakið. Lýsingarprisur: 12oyru pr. mm áforsíðuni, aðrastaðni: lOoj'ru. (Avsláttur fyri fastar lýsingar eftir avtalu). Náði Gad okkum fjri danskan kultnr Nú ió fólkaalkvøðan slendur fyri durum, er tað dag og dag- liga at hoyra úr Sambandsbløð- nnurn í Føroyum um tann rniss, ið okkum verður fyri um vit loysa frá Danmark og harvið missa tann sluðul frá danskari mentan, sum tey kalla »dansk kultur« og sum tey siga okkum ikki kunna liva fyri uttan. Hvussu er nú við hesum? Ein hvør føroyingur, sum hevur kall skil hevur sæð, at đanskarir duga óført at gera »rekiamu« fyri sjálvum sær, teir eru ikki darvaðir av undir- lutakenslum! Einki danskt hlað og eingin danskari gloymir at nevna fyri útlendingum at teir eruheimsins hægsl mentaða fólk o.s.fr. Er helta rætl? Vitkunna siga at utlaná skræð- uni, tá ió vit lelja skúlar og mentunarstøð upp, so er Dan- mark frammarlaga í menlan sum onnur Norðanlond, men hvussu er voiðið innanklæða? Seinaslu tíðina hevur Dimma- lætling, »Danskhedens Forpost imod Nord«, »Forkæmperen for Dansk Kultur« o.s.fi'. við van- ligum smædni og sannleikskær- leika tikið fiám aflur la vælvild og hjálpsemi, ið Føroyingar kunna vænla sær í Grønlandi um teir velja Sambandió aflur 14. Sepl. Allar lær heistageióir, ið gjørdar hava verið móli Før- oyingum í Grønlandi av donsku sljórnini, leggur hon »Grønlands Styrelse« undir, sum um danska sljórnin ikki kann taka hatta »Slyrelse« av um lað ikki væl- signaði tess gerðir? Men vit síggja aftur danska mentan innanklæða í ár. Norðlýsið seinast sigur frá eini hending, sum er meinlík hendingum undan krígnum, sum danska stjórnin, umboðandi danskan kultur, hevur vælsignað. Tá tvingaðu danskir embætis- menn f Grønlandi føroysk skip, sum høvdu leilað neyðhavn, útaftur í rok og illveður, og hægri maktum er fyri at takka al eingin vanlukka hendi. Tílík dømi finnasl í bókini hjá Skipara- felaginum, sum hægsta danska mentan noktaði đanska almenn- inginum at fáa at lesa. Nú hava danskir embælismenn, umhoðs- menn fyri danskan kultur — rikið eill porlugisiskt skip úl úr havn í illveóri og endin var, al skipið við 60 monnumfór á land og knasaðist. Mannskaði var eingin — ikki »dansk kultur« at takka fyri. Føroyska skipið »Borgin« kláraði seg sjálvl, hon hevði belri molor. Føroyskir flskimenn vilja tit seta tykkum ein minnisvarða til skammar til ævigar tíðir, so seti kross fyri danska sambandinum 14. septem- ber. Tf harvið hava til fyri allar tíðir góðkent tað vióferð, ið danskarar hava givið tykkum í Grønlandi, tí landið sum tit eiga helri enn danskarar; lí Grønlanđ íslatiđ og Føroyar eru ein partur av norska stórveldinum, sum Dunmark hevur lumpað sær til. Ein framlíðar alheimsrættur man allíð finna okkum betri sømdir í Grønlandi, enn einhvør donsk sljórn. Hesi nýggi dømi um danskan kultur í Grønlandi koma aftaná at U.S.A. hevur haft ræðið har í 5 ár, og gjølla sæð tað trælalív, ið skrælingar hava aftaná at danskarar í 230 ár hava roynt at hjarga teimum frá ávirkan avfremmandum fólkum; úrslitió er sum kunnugt al ikki ein ein- asti reinur skrælingur finsllongur, takkað verið Grønlands Styrelse, dugnaligl í vissum førum, sum aftur slendur undur varveilan av einihvørjari danskari stjórn. Ein og hvør Føroyingur, sum vil fáa æruna av danskari mentan í Grønlandi og fáa lað viðferó, sum føroyskir íiskimenn fingu har undan krígnum, velur Sam- handið — Stjórnaruppskotið — 14. september. í seinasta Sociali hevur P. M. Dam eina mikla grein um at Føroyar skulu ravmagnast. Har vísir hann m. a. á, al hin mikli frani burðsmaðurin Ólavur á Heygum fyri mongum árum síðan bardust fyri hesum sama máli, men málli lúla fyri aflur- haldinum. Dam sigur soleiðis: »Ólavur og ravmagnsmálið kvaldi afturhaldið. í Føroyum. Hetla var ein myrkursins gerð — ein brolsgerð móli landi og fólki okkara.« Lesarin slúrsar við: Tað kann jú ikki vera nøkur ring gerð at hava kvalt afturhaldið í Før- oyum, men tað er jú ikki hent enn; so har man vera ein stór misskiljing hjá Dam; hann meinar óivað, at afturhaldið í Føroyum kvaldi Ólav og rav- magnsmálið, sum greinin fram- eftir prógvar. Tá álti orðini hjá Dam at Ijóða soleiðis: »Ólav og ravmagnsmálið kvaldi aflur- haldið í Føroyum.« Nú er jú meiningin beinl tvørturímóti tí, sum stendur í Socialinum, og vísir hvussu skilaleyst lað kann koma fyri viðhvørt, lá sernøvn ikki verða bend, sum einstakir málmenn her á landi vilja hava. Vit eiga ikhi nienninar Ótti er komin á amtsfylking- ina, nú hon sær hvønn vegin, ið gongur, nú hon sær, at kross- arnir — krossarnir fyri loysing — verða fleiri og fleiri. I angist síni og neyð fSnnur hon fram úr goymslum sínum slilin vápn og gom.ul. Eitt av hesum er: ja, gaman í at loysa, men vit eiga ikki menninar til al stýra land- inum og umsita lað. Yit kenna orðini aftur frá teimum árum, tá monopolhandilin skuldi av- takast: gaman í al loysa mono- polhaftið, men vit eiga ikki' menninar lil al stýra handlinum og umsila hann. So ótrúligt tað ljóðar, eru tað ikki bert politiskir óvitar og sambandsflokksmenn sum liava drigið helta gamla spøkilsi upp úr aflur grøvini. Teir hava fingið aðrar lil hjálpar — menn, sum kalla seg fremstu oddamenn Føroya fólks, menn, sum hava likið sær frælsi lil skjaldarmerki. Av liesi somu grund mugu vil lí — áður enn vit mana spøkilsi aftur f jørðina — lata hesi oró falla: Ein politikkari hevur tær og tær hugsanir um, hvussu landið skal slýrast og umsitast. Býður hann seg fram lil val, so liggur í hesum tað, at hann vil fremja hesar ætlanir sínar, og eisini lað, at hann veit, hvussuleiðis og við hvørjum monnum lær skulu setast í gerð. Tað er við øðrum orðum ikki nóg mikió, at liugs- anir hans og ætlanir eru góðar — skal politikkur hansara vera annað enn reyp og skról á ting- og veljarafundum, má hann eis- ini kenna úlvegirnar og duga al ganga teir. Er hann ikki førur fyri lietta, so heldur hann sjálvan seg og hugsjónir sínar fyri háð og spolf. Tað má liann so sjálv- ur um. Verri er tað, at hann lieldur landsins horgarar fyri gjøldur. Hann hiður fólkið um at velja seg, tí hann hevur so og so nógv goll á slevnuskrá — viðvíkjandi fíggjarmálum, skatta- málum, vinnumálum, sosialum málum o. s. fr., o. s. fr. — og so, tá hann er valdur, sleppur hann sær undan hesum øllum við orðunum: men harra Gud, eg dugi ikki at seta hetta í verk og eg kenni ongan, sum dugur: vit eiga jú ikki menninar! So krógvar hann slevnuskránna, men so, lá ein líð er farin og val nærkast, verður stevnuskráin drigin fram aftur, pussað upp og snákað. Og so kann leikurin byrja av nýggjum. Onkrum rennur í hug spæl, sum rópt verður svikamylla. Har eru tað børn, sum spæla við træbrilckum. Her eru tað poli- tikkarar, sum spæla við landsins fólki. Vil kunna nú venda aftur til spurningin: eiga vit menninar? Jú, vist eiga vit teir. Vit eiga menn f livønn einasta almennan sess her á landi — fullkønar og fullgóðar menn til at røkja øll størv. Teir, sum siga annað, tala annað hvørt móti belri vitan, ella eisini eru teir meiri óvil- andi enn golt er. Fyri nøkrum árum síðani gav studentafelagið út yvirlit yvir, hvussu nógv hd- skúlalært (universiletslærl) fólk Føroyingar eiga í leim ymislui greinum. Har er nóg mikið av al taka. Síðan lá er nógv fólk komið aftural. Og umframt helta háskúlalærda fólk, er jú hópur av fólki við øðrum hægri lær- dómi. Og ikki velst bert um skúlalærl fólk: vil eiga rúgvu av fólki, sum hevur gingið í lann besta »skúlan«, t. e. fólk sum hevur arbeitt'í tí praktislca lív- inum. Alt samantalt, so eru vit við manning eins væl útgjørdir og onnur lond. Føroyingar vilja nú bróla seg út úr teirri polilisku svikamyllu, sum teir hava trakkað í f farn- um árum. Teir vita ikki hert leiðina, teir hava eisini mann- ingina. Erlendur Patursson Svørð og blýantnr Norðmenn og aðrir frændir og grannar okkara bardust í 5 long dr við svørðinum fyri at vinna land sílt. Vil kunna eftir einum degi um miðjan septembir vinna land okkara við blýanti. Tað er munur: Norðmenn svangir og kaldir við svørðinum í 5 ár, vit mellir og í stásklæð- um inn í valrúmið al seta tvær blýantslrikur sum krossa hvørja aðra. Norðmenn átlu Iveir kostir: frælsi ella ófrælsi. Um tað slóð bardagin. IIvussu nýlti norska tjóðin vápn síni? Hon bar tey ikki móti frælsinum, hon tveitti tey ikki frá sær, hon hreyt tey ikki. Hon nýiti tey og nýtti tey frælsinum til frama. Føroyingar fáa hesar somu kostir sum Norðmenn: frælsi ella ófrælsi. Um hetta stendir bardagin. Hvussu fara vit at haudfara vápn okkara — blý- antin — 14. septembir? Billa 65 ár Sunnudagin 1. septemb. fyllir Sámal Debes skrivslovumaður (Sámal í Handilsforeiningini) 65. Lastbilkoyring Telf. 1 Kvivlk DJÓNI THOMASSEN

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.