Tímin


Tímin - 21.11.1946, Blaðsíða 2

Tímin - 21.11.1946, Blaðsíða 2
Nr. 45. 4. árg. TIMIN 21. november 1946 W % m x tt Hósdagin 21. november 1946. Útgevari: Havnar Framburðsfelag. Ábyrgdarmaður: Einar Joensen Avgreiðsla: Telefon nr. 143. Prentsmiðja: P.f Landsprentsmiðjan. Tlf. 143 Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin, í leyssølu: 15 oyru eintakið. Lýsingarprísur: 12 oyru pr. mm áforsíðuni, aðrastaðni: 10 oyru. (Avsláttur fyri f a s t a r lýsingar eftir avtalu). Ikki av landinum aftnr Amtmaðurin sigur frá, at danski statsministarin lievur biðið hann bjóða nývalda ling- inum at senda umboðsmenn fyri flokkarnar til Københavnar at halda fram samráðingarnar við donsku stjórnina um stjórn- arskipan Føroya. Hesi tíðindi siga tað, at danska stjórnin ætlar at halda fram tær tingingar, sum endaðu í vár við tí úrsliti, ið førdi til fólkaat- kvøðuna. Urslitið av fólkaat- kvøðuni, at stjórnaruppskolið varð felt, tykist danska stjórnin ikki vilja góðtaka, tí beint aft- aná løgtingsvalió segði Erik Eriksen jú, at nú bíðaði stjórnin bert eftir at teir nývalđu ting- menn komu til Danmarkar at siga hvussu danska stjórnarupp- skotið skuldi førast út í lívið. Somu orð nýtti blaðmanna- stovan hjá Vinstraflokkinum, sum situr við ræðinum í Dan- mark; hon sigur: »Regeringstil- budet staar endnu ved Magt.« Har eru dømi um, at dansk- arar enn vilja ráða einsamallir og ilcki leggja lag í ein føroysk- an fólkadóm, sum teir sjálvir hava biðið um, tá ið hann gongur leimum ímóti. Vil høvdu umboðsmenn í Kø- benhavn seinasta velur og úr- slitið kenna vit. Tá nú danska stjórnin bjóðar tinginum atkoma aftur at tingast í Danmark, mugu menn kenna tað sum sína skyldu ikki at taka við hesi bjóðing. Tí skal sámiliga vera farið fram, so eiga í minsla lagi donsku sendimenninir at koma higar hesa ferð. Tað er ikki rætt al liin veikari altíð skal fara til hin sterkara at samráðast; lá er ikki útlit fyri at úrslitið verður annað enn til frama fyri hann, ið meira er mentur. Harum- framt er jú eisini spurningurin um kostnaðin. Vil danska stjórnin aftur hava samráðingar við tingið, eigur hon tí at senda umboðsmenn higar, so at tingingarnar, um ikki annað so av úlsjónd, fara fram millum javningar. Norsk sild til Onglands Noreg hevur fingið loyvi til at flyta til sølu í Onglandi 300.000 kassar av frystari sild av veiðini í vetur. PrýSiligt Úr Danmark frættist, at sama dagin sum løgtingsvalið fór fram í Føroyum, vóru umboðsmenn fyri donsku og eingilsku marin- una hjá amtmanninum til at siga frá, at Danmark frá tí degi hevði tikið ræðið á radarstøð- ini á Skúvanesi, sum onglend- ingar higartil høvdu haft. Hetta er væl vert umhugsan: meðan føroyingar ganga á val til at leggja sær eina demoluat- iska framtíðarskipan, lekur eitt annað land Føroya jørð, uttan at Føroya fólk veit eilt orð um tað. Sum øllum kunnugt lógu Før- oyar stjórnarleysar f teimum døgum, orsakað av at danska stjórnin og danski kongurin við einum maktboði tóku løgtingið av, so slørri háðan kundi dana- stjórn ikki vísa føroyingum enn nýta valdagin til at leggja ein part av Føroyum aftur undir danskt stýri. Eflir stjórnarskipa- nini av 9. mai 1940, sum enn steudur við makt, eiga teirongan lógligan rætt til at gera so, men danska demokratiið hevur jú fyrr víst seg at vera ein liðilig har- monika og verður væl so fram- vegis; men føroyingar fáa sviðan. Týska álopið á Ongland í kríggsárunum hoyrdist ofta um at týskararnir ætlaðu at gera landgongd á Ongland, men hesi tíðindi vórðu ongantíð prógvað. Nú hevur Altlee greitt frá í Undirhúsinum um tær ætlanir, ið týskararnir høvdu; hann hevði funnið skrivlig prógv hesum viðvíkjandi. LonguíJuni 1941 gjørdu týsk- ararnir fyrireikingar til hesa landgongd, sum Hitler vildi hava setta í verk men generalarnir ikki vóru hugaðir til. 7. sept. var ællaður til álopsdag, men tá eingilska flogvápnið vísti seg at verða ov sterkt, varð álopið út- sett til várið 1941 og síðan til 42 og datt so burtur. Ællanin var at fara á land við Folkstone, og støddin av herinum skuldi vera 24divisjónir. Danska valutaskuldin er í oktober vaksin við 67. mill. kr. til 589 milliónir; uttanlands- ognirnar eru minkaðar til 139 milliónir, so at skulđ National- bankans til útlandið er450milli- ónir. Seðlanøgdin er vaksin við 57 mill. til 1551 mill. kr. seinast í mánaðinum. Ung Pige flink til Regning og Skriv- ning kan faa Plads i Forret- ningen. Ifhithiof® WELLEJUSl LANDSPRENTSMIÐJAN TELF. 143 - JÓNAS BR0NGKS GØTA - TÓRSHAVN ROKNINGAR - BRÆVPAPPÍR - KONVOLUTTAR Kvikasta prenting P.f Skðla Skipasmiðja Telefon nr. 1 (2 linjur) Vit loyva okkum at minna útgerðarmenn og skipaeigarar á, at vit gera allar umvølingar á stál- og træskipum. Vit hava landsins størstu sleipustøð og mest nýmótans mekan- iska verkstað. Vit hava umbygt og moderniserað fleiri skip, og eru menn á einum máli um, at arbeiðið hevur verið væl úr hondum greitt. Um tilfar fæst kunnu vit eisini byggja nýggj skip og gera tær neyðturvuligu tekningar. Vit hava eisini deild fyri elektrisk arbeiði og elektriskar innstallatiónir. Sleipustøðin hevur sín egna kavara. skipafelagið føroyar telefonir 209 - 171 tórshavn Føpoyskt mapgapin VITA No. 1 er gjørt úr besta ráevni TRYGGINQARSAMBANDIB ÍØROYAR Føroya Kríggstrygging..... Tlf. 372 Føroya Sjóvátrygging....... - 372 Føroya Brunatrygging ...... - 372 Føroya Vanlukkutrygging.. - 221 . Vit tryggja bátar, skip, vørur, liús, innbúgv, bilar o. a. Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging Uppspardur peningur 5 mill. kr. Minnist til Barnahjálpina

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.