Tíðindablaðið - 15.01.1975, Blaðsíða 12

Tíðindablaðið - 15.01.1975, Blaðsíða 12
Síða 12 TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 15. januar 1975 MÍN MEINING Hvat heldur tú um sam- gongusáttmálan? Sverri Egholm, lands- bókavørður: í samgongusáttmála- num er einki nýtt, sum ikki allir sjálvstýris- flokkar kundu gingið við til. Tað sum eg hefti meg við var, at nýggja lands- stýrið vil fremja brúkar- amál. Tað var beinleiðis nevnt, at tað eigur at kannast, um týðandi vørubólkar kunnu út- vegast brúkarunum bí- ligari. Jógvan Arge, útvarps- maður: Eg haldi, at tað er gott at samgonguskjalið verður kunngjørt, tí so fáa vit at vita, hvat teir vilja. Tó tykist skjalið at vera orðað varisliga, men tað kann neyvan vera øðrvisi, tá tað eru tríggir flokkar, sum gera landsstýri. William Sloan, keyp- maður: Tað má roknast sum eitt afturstig, at fólka- flokkurin ikki evnaði at skapa samarbeiði við sjálvstýrið og Kjartan, tilsamans 8 menn í einari lyklastøðu. Javnaðar- menn leiktu væl og fingu vilja sín framdan. Tjóð- veldið kom í eina ynski- støðu. Tíðin fer at vísa, um fólkafloksmenninir verða førir fyri at gera seg galdandi á hesum Uriasposti. 1001 miljarda ævintýr Tey flestu londini í Vesturheiminum hava í tolni góðtik- ið teir hækkaðu oljuprísirnar, men amerikanarar hava nevnt møguleikan fyri at leggja uppí við hermegi. - Har gníggjaðu vit vist heldur hart! SPEGILS- MYNDIN Ongin loysing Jóhan Poulsen av Stron- dum, sum fyllir 85 í ár, var í mannamúgvuni uppi í tinginum leygardagin, tá nýtt landsstýri varð valt. I gongini heilsaði hann uppá Finnboga Isaksen — teir sótu saman á tingi frá 1966 til 1970. Tað er ein aldurs- munur millum teir úppá 53 ár. Jóhan Poulsen — hittin- orðaður og spoyskur — er ein av teimum, sum hevur sitið longst á tingi. Hann sat har í fáar dagar undir 50 ár, og tað hendir seg meir enn so enn, at hann vitjar niðan á áhoyrara- plássið í tinginum. Eftir at løgmaður hevði sagt frá samgonguskjalin- um av røðarapallinum, helt onkur fyri við Poul- sen, at nú vóru loysing og kommunisma í hondum. Tá segði Poulsen skemt- ingarsamur við Finnboga: * Tað álitið havi eg á tygum, at verða tygum við, so verður hvørki loys- ing ella kommunisma! LEYST OG FAST Heldur fram at spáka Fransmenn hava tosað nógv um, at Giscard d’Estaing forseti gong- ur úti og spákar — ó- kendur og á nátt — millum fólk. Forsetin ætlar at halda fram við hesum. ! einum nýggjárs- práti í sjónvarpinum segði d’Estaing, at hann og konan fara í hesum árinum so ofta sum gjørligt at vitja «púra vanlig fólk úr ymiskum samfelagsløg- um, so tey pcrsónliga kunnu tosa um spurn- ingarnar.» Nýggjársdag byrjaði forsetin árið við at eta døgurða saman við 2.000 fólkum á einum aldurdómsheimið nær- hendis Paris, og forset- in er hugaður at vitja sjúkrahús, fongsul og feløg hjá fremmandum arbeiðsmonnum. Søgurnar i Paris sig- a, at tá duraklokkan nú ringir um sjeytíðina um kvøldið, eru fólk kvik at lata upp. Tað kundu jú hent, at tað var Gis- card. Illgrunasamir Hermannastjórnin í Chile heldur fram við harðskapinum móti teimum vinstrasinnað- u, ið verða skuldsett fyri at hava styðjað stjórnina hjá Salvador Allende. Men fólk hava ikki mist tað skemting- arsama lyndið. í Santi- ago gongur henda søg- an: - Hví fylgjast her- menninir á gøtunum altíð tríggir og tríggir? - Tað er tí, at ein av teimum dugir at lesa og ein at skriva. Tann triði ansar eftir, at hesir báðir lærdu menninir ikki skipa ein vinstra- sinnaðan bólk. Mest virdur Hóast Henry Kissinger hevur nógvar trupul- leikar at stríðast við í løtuni, varð hann í ein- ari Gallup-kanning annað árið í slag kosin sum maðurin, ið amer- ikanarar virða mest. Nr. 2 var prædiku- maðurin Billy Graham — fimta árið upp í slag. Gerald Ford forseti var triður. Raðfylgjan — ið vísir, at amerikanara framvegis eru lika kon- servativir — er síðani henda: Edward Kenn- edy senatorur, George Wallace guvernørur í Alabama, Nelson Rock- efeller varaforseti, Ron- ald Reagan fráfarin gu- vernørur í Alabama og Henry Jackson senator- ur. Ganga undan Forsetin í Bolivia, Ban- zar Suarez, gongur sjálvur á odda í einari roynd at fáa fólk at spara. Hann og aðrir heryvirmenn í stjórnini hava sagt ráðharraløn- ina frá sær og liva nú av tí løn, teir fáa sum her- yvirmenn. Kenna Abba Eban Fyrrverandi ísraelski uttanríkisráðharrin Abba Eban, sum í einari tveir mánar hevur hild- ið fyrilestrar á Colum- bia-universitetinum í New York, hevur nú byrjað eina fyrilestrar- ferð í Evropa. Hann skal vitja eini 50 støð. Abba Eban fær 18.000 kr. fyri hvønn fyrilestur, og evnini, hann talar um, eru «Nýmótans diplomati» og «Kríggj og friður í Miðeystri». Verður peningur savnaður saman á fund- unum til ísrael, tekur Abba Eban ikki móti samsýningum. Hann sigur, at mang- an steðga fólk honum á gøtuni, tí tey kenna hann av útsjónd og hava hug at tosa um ís- rael. Hann sigur eisini, at meira enn helvtin av hesum fólkum halda hann framvegis vera ís- raelskan uttanríkisráð- harra r wm

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.