Tíðindablaðið - 15.01.1975, Blaðsíða 2
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 15. januar 1975
Tíðindablaðið
Útgevari og blaðstjórn:
Finnbogi Isaksen
Árni Absalonsen
Tann nýggja
Adr.: Kiokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 148 49
Leysasøluprísur 2,00 kr. eintakið. Prent:
Tiðindablaðið og Dimmalætting.
Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum.
Samgonga
Tað er at fegnast yvir, at hetta lEindsstýr-
ið, sum nú .er skipað, hevur valt at al-
mannakunngera samgonguskjalið bein-
anvegin. Hetta hevur ikki verið gjørt
fyrr, og tað er gott, at fólk fær at vita,
hvat tað er, landsstýrismenninir ætla at
virka fyri.
Tað kann í nógvum førum vera ilt at
siga, hvat hvør flokkur eigur í samgong-
uskjalinum, av tí at tað nógvastaðni er
varisliga orðað, men ymsastaðni kenna
vit sum vera man skránna hjá teimum
einstøku flokkunum aftur — kanska er
orðaljóðið eitt sindur spakari, eftir at tað
er brýnt til undir drúgvum samráðingum.
Tað kundi hugsast, at tann flokkur,
sum stendur sterkastur í hesum lands-
stýrinum, er tjóðveldisflokkurin, av tí at
hann hevur meiriluta báðar vegir: saman
við javnaðarflokkinum skuldi hann ligið
til vinstru í føroyskum politikki, meðan
hann saman við fólkaflokkinum skuldi
havt meiriluta i málum, sum bera á sjálv-
stýrisleið.
Støðan í løgtinginum er tann, at teir
flokkar, ið vera kallaðir sjálvstýrisflokk-
ar, hava meiriluta har, og ti fer tað óivað
at henda, at sjálvstýrisflokkamir í lands-
stýrinum skulu í løgtinginum taka støðu
til sjálvstýrismál, sum ikki eru nevnd í
samgongusáttmálanum. Men samgongu-
skjalið skal óivað skiljast so, at tað skal
ikki annað fremjast av yvirtøkum enn
tað, sum avtalað varð, áðrenn landsstýr-
ið varð skipað.
Hava Tjóðveldisflokkurin og
vinstrivongur Javnaðar-
floksins nú buktina og báðar
endarnar?
So hendi tað.
Teir tríggir flokkarnir —
Javnaðarflokkurin, Tjóð-
veldisflokkurin og Fólka-
flokkurin — sum so leingi
hava havt samráðingar um
nýggja landsstýrissam-
gongu, hava valt løgmann
og landsstýrismenn. Sam-
stundis er almannakunn-
gjørt, hvat hesir somu
flokkar aftaná teirra longu
samráðingar eru vorðnir
samdir um.
Vit hava enn ikki innan
Sambandsflokkin —
hvørki í felagnum ella ting-
bólkinum — viðgjørt sam-
gonguskjalið, og vildi tað
tí ikki verið rætt av mær
at gingið ov langt út í æs-
ir. Viðmerkingamar stand-
a fyri mína egnu persón-
ligu rokning.
Teir tríggir samgongu-
flokkarnir hava á nógvum
økjum heilt ymiskar stevn-
uskráir. Tað er tí nátúr-
ligt, at tað sum í samgong-
uskjalinum stendur, er
brýnt, av og hevur runt
orðaljóð. Nógv av teimum
hugtøkum, sum har stan-
da, eru sjálvsøgd, og
kunnu allir politiskir flokk-
ar taka undir við teimum,
sum tey eru orðað í sam-
gonguskjalinum.
Hinvegin skal ein hava í
huga, at samgonguflokk-
arnir skulu semjast um
nógv meira ítøkilig orða-
ljóð, áðrenn lógaruppskot
hesum hugtøkum viðvíkj-
andi kunnu leggjast á
tingborð.
Tað er torført at gera
sær eina neyva metan um
tað, sum átti at staðið í
skjalinum, nevniliga tað
sum flokkarnir veruliga
ætla at gjøgnumføra, og
hvussu teir ætla at gera
tað. Hóast samgongu-
skjalið í flestu førum hevur
eitt orðaljóð, sum ikki
lýkur nevndu treytir, er
lætt at síggja tann reyða
tráðin, sum gongur ígjøgn-
um alt skjalið — og reyður
er hann í orðsins «rætta»
týdningi.
Fyri meg er eingin ivi
um, at tann mest sosialist-
iski parturin av samgong-
uni hevur ført pennin. Tað
er torført at hóma ávirkan
frá teimum monnum, sum
skuldu tryggja, at tær
liberalu hugsjónirnar kom-
u fram í skjalinum.
Dømini um henda reyða
tráðin eru fleiri, men skal
eg her bert nevna tvey av
teimum.
Landsbankin.
Samgongan hevur við-
tikið at seta á stovn ein
landsbanka, sum skal
røkja allar tjóðbankaupp-
gávur uttan seðlaútgávu.
Floksformaður fólkafloks-
ins skrivaði tann 11. sep-
tember 1974 í einari odda-
grein í Dagblaðnum m.a.:
«Skal ein vera reiðiligur,
sær tað ikki mætari út,
enn at Sambandsflokkurin
við húð og hár er svølgdur
av vinstravonginum í
J avnaðarflokkinum.»
Seinni í somu oddagrein
stóð: «í gruridini er Sam-
bandsflokkurin sum ein
sjálvstøðugur borgarligur
flokkur ikki til longur.
Krónuna á verkið setti1
hann, tá hann legði rygg
til ta ætlaðu samfelagsligu
stýringina av pengastovn-
samgongan
Pauli Ellefsen skrivar, at
tað er eingin ivi um, at
tann mest sosialistiski
parturin av samgonguni
hevur ført pennin, tá skjal-
ið varð skrivað. Men tað er
torført at gera eina meting
um, hvat tað er, sum
flokkarnir veruliga ætla at
gjøgnumføra og hvussu
teir ætla at gera tað
unum, bankum og spari-
kassum her í Føroyum við
at góðtaka hesa løgmans-
røðuna.» Sum fyrr skrivað
gjørdi táverandi floksfor-
maður okkara á tingsins
røðarapalli heilt greitt, at
Sambandsflokkurin, ikki
gekk inn fyri landsbanka.
Eftir øllum at døma hava
allir løgtingsmenn Fólka-
floksins skrivað undir eitt
samgonguskjal, sum
áleggur Fólkaflokkinum at
seta í verk júst somu sam-
felagsstýring, sum sam-
bært hansara egnu skriv-
ing fyri fáum mánum síð-
ani hevði forkomið Sam-
bandsflokkinum sum
sjálvstøðugum borgarlig-
um flokki.
Eg eri samdur við Fólk-
aflokkinum, at hetta er
mest týdningarmikla og
størsta stig, sum føroy-
ingar koma at taka imóti
sosialisering av tí føroysku
vinnulívinum.
Alt týður uppá, at
vinstrivongur Javnaðar-
floksins hevur klíggjað
Sambandsflokkin uppaft-
ur. Vit skulu gera okkara
til, at Tjóðveldisflokkurin
og sami vinstrivongur
Javnaðarfloksins eisini
klíggja Fólkaflokkin — í
hvussu so er flest møgulig-
ar av veljarum hansara —
upp aftur og yvir í tann
meira liberala partin av
føroyskum politikki.
Studningslán.
Sambært samgongu-
skjalið verður hildið fram
við endurnýggjan av fiski-
skipaflotanum. Tað ein-
asta ítøkiliga tiltakið, sum
nevnt er hesum viðvíkj-
andi, er at studningsláni-
skipanin skal takast av.
Eitt óhugnaligt stórálop á
okkara høvuðsvinnu —
serliga nú alt sær eitt
sindur myrkt út — og har-
við eitt týdningarmikið •
stig ímóti sosialisering.
Ein annar høvuðsspurn-
ingur samgonguskjalinum
viðvíkjandi eru yvirtøkur-
nar, sum samgongan er
vorðin samd um at fremja.
Postverkið skal yvirtak-
ast beinan vegin. Samráð-
ast skal um yvirtøku av
undirgrundini v.m. Allir
flokkar á tingi eru samdir
um at yvirtaka undir-
grundina, um hetta kann
gerast uttan aðrar nega-
tivar avleiðingar fyri Før-
oyar. Yvirtøkan av post-
verkinum er viðtikin í
1948. Tað er nú heilt
greitt, at tað føroyska
postverkið gevur stórt
hall, eisini aftaná inntøk-
urnar av frímerkjasøluni.
At seta hesa yvirtøku í
verk er í veruleikanum at
áleggja okkum eina fíggj-
Framhald á bls. 9
Krubban tóm
Ein av orsøkunum til, at
stríð er við at taka seg upp
um avreiðingarprísin, man
vera, at krubban er tóm.
Útróðrarmenn hava tjent
so lítið í seinastuni, at teir
bert hava klárað seg við
tímaløntum arbeiði aftrat,
um teir ikki eiga eina góða
bankabók, skrivar Norð-
lýsið:
Útróðrarmenn føra
fram, at teir eru 1. lið í
framleiðsluketuni, og tí
skuldi fiskaprísurin verið
SJÓNARMIÐ
settur eftir teirra tørvi,
síðani skuldu flakavirkini
og Fiskasølan sláast um
studning, sum hitt al-
menna skal geva.
I hesum sjónarmiðum
liggur eingin góð loysn fyri
búskap landsins, tí sum
sæst, so gevur ongin nakra
loysn fyri, hvussu sleppast
skal undan studninginum
ella so gott sum.
Tað er skeivt, at Fiska-
sølan fyrst skal hava sín á-
góða og síðani flakavirkini
sín og útróðrarmaðurin
rest, men uppgávan kann
ikki liggja í at skumpa
hesa restina á hvønn ann-
an.
Uppgávan má vera: Er
tað nakað lið í ketuni, sum
kann verast fyri uttan ella
ikki arbeiðir, sum tað skal,
og kunnu vit selja á annan
hátt, sum ger, at studn-
ingurin verður so lítil sum
gjørligt.
Javnaður —
fyrst og fremst
/ einari grein í Sosialinum,
ið varð skrivað, áðrenn
landsstýrið varð valt, sig-
ur Kári D. Petersen full-
trúi:
Ikki fyri at lasta sam-
bandsflokkin ella hansara
menn, tí teir eru uttan iva
líka dugnaligir og reiðiligir
sum aðrir politikarar, og
vil eg halda, at tað er
gagnligt fyri javnaðar-
flokkin at royna seg í sam-
arbeiði við sjálvstýrisbólk-
in, tí tað er langt frá so, at
tað bert eru sambands-
hugaðir veljarar, sum velja
javnaðarflokkin. Flokkur-
in sum so verður hvørki
meira ella minni sam-
bandsligur av hesum, tí
stevnuskráin er samtykt
av teimum organiseraðu
flokslimunum og kann bert
broytast av teimum. Van-
liga hevur almenningurin
tosað um ein sambands- og
ein sjálvstýrisbólk í før-
oyskum politikki, og javn-
aðarflokkurin hevur verið
koyrdur í sambandsbólkin.
Hetta er skeivt, tí javn-
aðarflokkurin er fyrst og
fremst ein javnaðarflokk-
ur.
Góð orð um
Atfa Dam
P. Sørensen, Brøndbyøst-
er, skrivar íEkstra Bladet,
at teir borgarligu í Dan-
mark vilja ikki hava Anker
Jørgensen til forsætisráð-
harra. Teir kundu kanska
hugsað sær onkran annan
sosialdemokrat, men her
spæla innanfloks viður-
skifti hjá sosialdemokrat-
unum inn:
Her hevði tað verið eitt
Columbus-egg at vent sær
til leiðaran í føroyska bróð-
urflokkinum, føroyska
«forsætisráðharran», Atla
Dam løgmann. Hetta
hevði verið ein óvanlig pol-
itisk útnevning. Men vit
eru eisini í einari óvanligari
støðu, og hbn krevur sann-
iliga ótraditionellar loysn-
ir.
Atli Dam er bæði sak-
liga og politiskt dugnalig-
ur. Hann hevur stóra virð-
ing bæði hjá borgarligum
og sosialdemokratiskum
ráðharrum sum Ivar Nør-
gaard og Nybo Andersen.
Framførslan hjá Atla Dam
fyri føroyingar undir
marknaðarsamráðingun-
um í Brússel var einum
statsmanni verdug.
Føroyar hava haraftrat í
fýra ára skeiðnum hjá Atla
Dam sum forsætisráðharra
havt eina framgongd og
framburð sum ongantíð
fyrr við positivum gjalds-
javna.