Tíðindablaðið - 15.01.1975, Qupperneq 2

Tíðindablaðið - 15.01.1975, Qupperneq 2
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 15. januar 1975 Tíðindablaðið Útgevari og blaðstjórn: Finnbogi Isaksen Árni Absalonsen Tann nýggja Adr.: Kiokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 148 49 Leysasøluprísur 2,00 kr. eintakið. Prent: Tiðindablaðið og Dimmalætting. Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum. Samgonga Tað er at fegnast yvir, at hetta lEindsstýr- ið, sum nú .er skipað, hevur valt at al- mannakunngera samgonguskjalið bein- anvegin. Hetta hevur ikki verið gjørt fyrr, og tað er gott, at fólk fær at vita, hvat tað er, landsstýrismenninir ætla at virka fyri. Tað kann í nógvum førum vera ilt at siga, hvat hvør flokkur eigur í samgong- uskjalinum, av tí at tað nógvastaðni er varisliga orðað, men ymsastaðni kenna vit sum vera man skránna hjá teimum einstøku flokkunum aftur — kanska er orðaljóðið eitt sindur spakari, eftir at tað er brýnt til undir drúgvum samráðingum. Tað kundi hugsast, at tann flokkur, sum stendur sterkastur í hesum lands- stýrinum, er tjóðveldisflokkurin, av tí at hann hevur meiriluta báðar vegir: saman við javnaðarflokkinum skuldi hann ligið til vinstru í føroyskum politikki, meðan hann saman við fólkaflokkinum skuldi havt meiriluta i málum, sum bera á sjálv- stýrisleið. Støðan í løgtinginum er tann, at teir flokkar, ið vera kallaðir sjálvstýrisflokk- ar, hava meiriluta har, og ti fer tað óivað at henda, at sjálvstýrisflokkamir í lands- stýrinum skulu í løgtinginum taka støðu til sjálvstýrismál, sum ikki eru nevnd í samgongusáttmálanum. Men samgongu- skjalið skal óivað skiljast so, at tað skal ikki annað fremjast av yvirtøkum enn tað, sum avtalað varð, áðrenn landsstýr- ið varð skipað. Hava Tjóðveldisflokkurin og vinstrivongur Javnaðar- floksins nú buktina og báðar endarnar? So hendi tað. Teir tríggir flokkarnir — Javnaðarflokkurin, Tjóð- veldisflokkurin og Fólka- flokkurin — sum so leingi hava havt samráðingar um nýggja landsstýrissam- gongu, hava valt løgmann og landsstýrismenn. Sam- stundis er almannakunn- gjørt, hvat hesir somu flokkar aftaná teirra longu samráðingar eru vorðnir samdir um. Vit hava enn ikki innan Sambandsflokkin — hvørki í felagnum ella ting- bólkinum — viðgjørt sam- gonguskjalið, og vildi tað tí ikki verið rætt av mær at gingið ov langt út í æs- ir. Viðmerkingamar stand- a fyri mína egnu persón- ligu rokning. Teir tríggir samgongu- flokkarnir hava á nógvum økjum heilt ymiskar stevn- uskráir. Tað er tí nátúr- ligt, at tað sum í samgong- uskjalinum stendur, er brýnt, av og hevur runt orðaljóð. Nógv av teimum hugtøkum, sum har stan- da, eru sjálvsøgd, og kunnu allir politiskir flokk- ar taka undir við teimum, sum tey eru orðað í sam- gonguskjalinum. Hinvegin skal ein hava í huga, at samgonguflokk- arnir skulu semjast um nógv meira ítøkilig orða- ljóð, áðrenn lógaruppskot hesum hugtøkum viðvíkj- andi kunnu leggjast á tingborð. Tað er torført at gera sær eina neyva metan um tað, sum átti at staðið í skjalinum, nevniliga tað sum flokkarnir veruliga ætla at gjøgnumføra, og hvussu teir ætla at gera tað. Hóast samgongu- skjalið í flestu førum hevur eitt orðaljóð, sum ikki lýkur nevndu treytir, er lætt at síggja tann reyða tráðin, sum gongur ígjøgn- um alt skjalið — og reyður er hann í orðsins «rætta» týdningi. Fyri meg er eingin ivi um, at tann mest sosialist- iski parturin av samgong- uni hevur ført pennin. Tað er torført at hóma ávirkan frá teimum monnum, sum skuldu tryggja, at tær liberalu hugsjónirnar kom- u fram í skjalinum. Dømini um henda reyða tráðin eru fleiri, men skal eg her bert nevna tvey av teimum. Landsbankin. Samgongan hevur við- tikið at seta á stovn ein landsbanka, sum skal røkja allar tjóðbankaupp- gávur uttan seðlaútgávu. Floksformaður fólkafloks- ins skrivaði tann 11. sep- tember 1974 í einari odda- grein í Dagblaðnum m.a.: «Skal ein vera reiðiligur, sær tað ikki mætari út, enn at Sambandsflokkurin við húð og hár er svølgdur av vinstravonginum í J avnaðarflokkinum.» Seinni í somu oddagrein stóð: «í gruridini er Sam- bandsflokkurin sum ein sjálvstøðugur borgarligur flokkur ikki til longur. Krónuna á verkið setti1 hann, tá hann legði rygg til ta ætlaðu samfelagsligu stýringina av pengastovn- samgongan Pauli Ellefsen skrivar, at tað er eingin ivi um, at tann mest sosialistiski parturin av samgonguni hevur ført pennin, tá skjal- ið varð skrivað. Men tað er torført at gera eina meting um, hvat tað er, sum flokkarnir veruliga ætla at gjøgnumføra og hvussu teir ætla at gera tað unum, bankum og spari- kassum her í Føroyum við at góðtaka hesa løgmans- røðuna.» Sum fyrr skrivað gjørdi táverandi floksfor- maður okkara á tingsins røðarapalli heilt greitt, at Sambandsflokkurin, ikki gekk inn fyri landsbanka. Eftir øllum at døma hava allir løgtingsmenn Fólka- floksins skrivað undir eitt samgonguskjal, sum áleggur Fólkaflokkinum at seta í verk júst somu sam- felagsstýring, sum sam- bært hansara egnu skriv- ing fyri fáum mánum síð- ani hevði forkomið Sam- bandsflokkinum sum sjálvstøðugum borgarlig- um flokki. Eg eri samdur við Fólk- aflokkinum, at hetta er mest týdningarmikla og størsta stig, sum føroy- ingar koma at taka imóti sosialisering av tí føroysku vinnulívinum. Alt týður uppá, at vinstrivongur Javnaðar- floksins hevur klíggjað Sambandsflokkin uppaft- ur. Vit skulu gera okkara til, at Tjóðveldisflokkurin og sami vinstrivongur Javnaðarfloksins eisini klíggja Fólkaflokkin — í hvussu so er flest møgulig- ar av veljarum hansara — upp aftur og yvir í tann meira liberala partin av føroyskum politikki. Studningslán. Sambært samgongu- skjalið verður hildið fram við endurnýggjan av fiski- skipaflotanum. Tað ein- asta ítøkiliga tiltakið, sum nevnt er hesum viðvíkj- andi, er at studningsláni- skipanin skal takast av. Eitt óhugnaligt stórálop á okkara høvuðsvinnu — serliga nú alt sær eitt sindur myrkt út — og har- við eitt týdningarmikið • stig ímóti sosialisering. Ein annar høvuðsspurn- ingur samgonguskjalinum viðvíkjandi eru yvirtøkur- nar, sum samgongan er vorðin samd um at fremja. Postverkið skal yvirtak- ast beinan vegin. Samráð- ast skal um yvirtøku av undirgrundini v.m. Allir flokkar á tingi eru samdir um at yvirtaka undir- grundina, um hetta kann gerast uttan aðrar nega- tivar avleiðingar fyri Før- oyar. Yvirtøkan av post- verkinum er viðtikin í 1948. Tað er nú heilt greitt, at tað føroyska postverkið gevur stórt hall, eisini aftaná inntøk- urnar av frímerkjasøluni. At seta hesa yvirtøku í verk er í veruleikanum at áleggja okkum eina fíggj- Framhald á bls. 9 Krubban tóm Ein av orsøkunum til, at stríð er við at taka seg upp um avreiðingarprísin, man vera, at krubban er tóm. Útróðrarmenn hava tjent so lítið í seinastuni, at teir bert hava klárað seg við tímaløntum arbeiði aftrat, um teir ikki eiga eina góða bankabók, skrivar Norð- lýsið: Útróðrarmenn føra fram, at teir eru 1. lið í framleiðsluketuni, og tí skuldi fiskaprísurin verið SJÓNARMIÐ settur eftir teirra tørvi, síðani skuldu flakavirkini og Fiskasølan sláast um studning, sum hitt al- menna skal geva. I hesum sjónarmiðum liggur eingin góð loysn fyri búskap landsins, tí sum sæst, so gevur ongin nakra loysn fyri, hvussu sleppast skal undan studninginum ella so gott sum. Tað er skeivt, at Fiska- sølan fyrst skal hava sín á- góða og síðani flakavirkini sín og útróðrarmaðurin rest, men uppgávan kann ikki liggja í at skumpa hesa restina á hvønn ann- an. Uppgávan má vera: Er tað nakað lið í ketuni, sum kann verast fyri uttan ella ikki arbeiðir, sum tað skal, og kunnu vit selja á annan hátt, sum ger, at studn- ingurin verður so lítil sum gjørligt. Javnaður — fyrst og fremst / einari grein í Sosialinum, ið varð skrivað, áðrenn landsstýrið varð valt, sig- ur Kári D. Petersen full- trúi: Ikki fyri at lasta sam- bandsflokkin ella hansara menn, tí teir eru uttan iva líka dugnaligir og reiðiligir sum aðrir politikarar, og vil eg halda, at tað er gagnligt fyri javnaðar- flokkin at royna seg í sam- arbeiði við sjálvstýrisbólk- in, tí tað er langt frá so, at tað bert eru sambands- hugaðir veljarar, sum velja javnaðarflokkin. Flokkur- in sum so verður hvørki meira ella minni sam- bandsligur av hesum, tí stevnuskráin er samtykt av teimum organiseraðu flokslimunum og kann bert broytast av teimum. Van- liga hevur almenningurin tosað um ein sambands- og ein sjálvstýrisbólk í før- oyskum politikki, og javn- aðarflokkurin hevur verið koyrdur í sambandsbólkin. Hetta er skeivt, tí javn- aðarflokkurin er fyrst og fremst ein javnaðarflokk- ur. Góð orð um Atfa Dam P. Sørensen, Brøndbyøst- er, skrivar íEkstra Bladet, at teir borgarligu í Dan- mark vilja ikki hava Anker Jørgensen til forsætisráð- harra. Teir kundu kanska hugsað sær onkran annan sosialdemokrat, men her spæla innanfloks viður- skifti hjá sosialdemokrat- unum inn: Her hevði tað verið eitt Columbus-egg at vent sær til leiðaran í føroyska bróð- urflokkinum, føroyska «forsætisráðharran», Atla Dam løgmann. Hetta hevði verið ein óvanlig pol- itisk útnevning. Men vit eru eisini í einari óvanligari støðu, og hbn krevur sann- iliga ótraditionellar loysn- ir. Atli Dam er bæði sak- liga og politiskt dugnalig- ur. Hann hevur stóra virð- ing bæði hjá borgarligum og sosialdemokratiskum ráðharrum sum Ivar Nør- gaard og Nybo Andersen. Framførslan hjá Atla Dam fyri føroyingar undir marknaðarsamráðingun- um í Brússel var einum statsmanni verdug. Føroyar hava haraftrat í fýra ára skeiðnum hjá Atla Dam sum forsætisráðharra havt eina framgongd og framburð sum ongantíð fyrr við positivum gjalds- javna.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.