Tíðindablaðið - 29.01.1975, Side 3

Tíðindablaðið - 29.01.1975, Side 3
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 29. januar 1975 Síða 3 LESARIN SKRIVAR Bert lesarabrøv við navni undir koma í blaðið. Eitt dýrt kabinett Nú hava teir so endiliga funnið út av, at teir 3 sam- gonguflokkarnir, ið rógva á bakborð, skulu hava 2 mans hvør í landsstýrið. Hetta er fyrsta takið, ið skal vísa til tað sparsemi, sum lá fyri stavn í stevnu- skránni hjá teimum flestu flokkunum. Teir byrja við at nøra um seg sjálvan fyrst og fremst, so fara vit at taka tað stóra liðið, hvar vit fara við spari- knívinum. Nú frættist, at nógv stóð á, áðrenn skriðan leyp, tí løgmaður vildi vera løgmaður, og Jákup Lind- enskov vildi ikki í Trygg- ingarsambandið aftur, so nú vóru góð ráð dýr hjá hinum báðum flokkunum. So vildi tjóðveldisflokkur- in eisini hava tveir, teir vildu ikki vera minni um- boðaðir enn javnaðarflokk- urin. Nú stóð á fólkaflokk- inum sum tann lítli, ið bert vildi hava 3 landsstýris- menn inkl. løgmann, tí nú skuldi sparast, men í síðst- u løtu hálsaðu teir um, og vildu eisini verða umboð- aðir við tveimum monn- um. Hvørjir, ið troðkaðu seg fram, skal eg ikki koma nærri inn uppá her, ein hevur loyvi at gita. Nú, well, er hetta lands- stýrið neyðugt? Hava vit ráð til slíka administratión í Tinganesi? Um rætt var atborið vóru 3 mans nokk fyri at varðveita tey ym- isku økini saman við teim- um skrivstovustjórum og fulltrúum, ið ikki tróta í Tinganesi og á skrivstov- um .úti um býin undir landsstýrinum og einum landsstýris stjóra. Núsitandi løgmaður hevur bert umsitingarmál og uttanríkismál til at varðveita, hví ikki leggja onnur mál á herðarnar á honum. Hini málini kundu samskipast til býti millum hinar báðar landsstýris- menninar, um teir vóru tríggir. Men tá ið allir vilja sleppa framat, og «alle ville de Herrer være, og ingen ville for hinanden vige», vil neyvan spyrjast nakað gott burtur úr, og hvør liður undir tí? Veljar- arnir, ið teir svíktu í orð og talu. A Føroya løgtingi hin 28. januar 1975 Kjartan Mohr P.S. Nú frættist, at hølini í Tinganesi eru ov smá og fá, so teir ætla at taka Munkastovuna til brúks. Eitt yviradministrerað samfelag, ið heldur skuldi hugsað um at tikið spónina í hina hondina. Hestar Av og á eru lesarabrøv í bløðunum, har ónevnd fólk finnast at monnum, sum hava tokka til hestaítrótt- in. Hesir verða gjørdir til ríkmenn,' lordar og annað tílíkt, hvør skal siga, at tað eru bert tílíkir, sum kunnu halda ross. Nú er tað so, at eg kenni teir flestu, sum hava yndi til hetta aðalborna djór. Hesir menn eru hvørki rik- menn ella lordar, men van- ligir føroyingar sum eg sjálvur, hvørs áhugi í frí- løtum ikki er til bóltspæl, bát, fiska síl, summarhús, ferðir suður i lond og ann- að tílíkt, sum fólk brúka sína nógvu frítíð til, men hvørs tokki stendur til tað Fleiri arbeiðsmannafeløg, arbeiðskvinnufeløg og handverkarafeløg. hava vent sær til landsstýrið og spurt, hvussu grein 7 í samgongusáttmálanum millum landsstýrisflokkar- nar skal skiljast, og hvørja leið landsstýrið ætlar at ganga í lønarlagnum. í hesi nevndu grein í samgongusáttmálanum stendur: «Við effektivum príseft- í øllum londum uttan — so sær út — í Føroyum vakr- astu og hábærsligastu av øllum itróttargreinum: hestaítróttin. Henda ítrótt er fyri hitt almenna ein ógvuliga kravlítil ítrótt. Her verður eingin studn- ingur veittur ella kravdur, hvørki til íleggingar ella rakstur. Ikki tí, eg haldi tað vera í allarfinasta lagi og vælútgivnir pengar, at hitt almenna stuðlar itrótt- in við byggjan og rakstri av bóltvøllum, svimjihøll- um, ítróttarhallum o.s.fr. og stuðlar ferðum hjá teim mongu ítróttarfólkunum bæði innan- og uttanland- a. Tíðin krevur eisini, at hitt almenna letur gera vegir, parkeringspláss, brýr, berghol og ferjulegur irliti verða hækkingar í vøruprisunum tálmaðar. Avleiðingarnar av av- tøku av innflutningsgj ald- inum á ymsum vørubólk- um verða kannaðar. Pristalsskipanin verður broytt, soleiðis at teir ymsu hættirnir fyri prís- javning geva lønarstætt- unum sama endurgjald í krónum fyri príshækking. I hesum sambandi verð- ur prístalsgrundarlagið at til teir lOOOtals bilar, ið nýttir verða bæði til nyttu og til stuttleika. Eisini er tað gott, at bátahylar og havnir verða gjørdar fyrst og fremst vinnulívinum at gagni, men eisini til teir lOOtals menn, sum hava gleði og fragd av at eiga bát, og kunna fara í fjørðin í fríløtum. Sum omanfyrinevndu i- tróttir og frítíðarítriv, so kostar hestaítróttin sum sagt ikki skattaborgarun- um nakað. Tí dugi eg ikki at síggja, at tað skal gera nakað og nakar fáa ilt av, at ein vakur hestur stend- ur á beiti á onkrari ódyrk- aðari almennari jørð og et- ur gras, sum annars verður til deyðagras. Hóast alt, so er hesturin ein vakur fullfíggja og taka í nýtslu í 1975; samstundis verður grundtalið 100. Skundað verður undir nevndararbeiðið viðvíkj- andi samskipan av teimum ymsu almennu lønarløgun- um. Alment lønt fólk í Føroyum kunnii bert fáa løn sína viðgjørda í sam- ráðingum millum hitt al- menna og føroysk yrkis- feløg. Tryggjað verður, at eins løn verður latin fyri sama arbeiði». Vinnufeløgini siga í skrivinum til landsstýrið, at nú sáttmálasamráðing- ar verða í vár, hevur hesin spurningur teirra størsta áhuga, so at tey ikki verða tikin av bóli, eftir at sáttmáli er gjørdur við ar- beiðsgevarafeløgini. partur av náttúruni, sum hevur verið her á landi eins leingi og fólk hevur búð her, og sum óivað hevði verið týndur nú, vóru tað ikki menn, sum høvdu tokka til hansara. Okkara land verður fátækari fyri hvørt livandi, týnt verður, antin tað so nú á døgum er til nyttu ella ikki. Hví hava summi yndi til hestar? Og hvi hava menn so leingi søgan veit um at siga havt tokka til hestar? Man tað ikki vera tí, at hesturin, sum íslendska skaldið Einar Bendiktson sigur: Hesturin, skaparans meistaramynd, mátturin stoyptur í holdi og blóði. Tí tað tað kostar at hava hest kunnu tey flestu klár- a. Annað er, at øll kunnu ikki hava hest, tí tað krevst, at ein hevur høvi til at hava hestin á beiti, og er hetta størsta vanda- mál hjá monnum, sum hava hest. Men øll kunnu heldur ikki hava hund ella seyð, øll kunnu heldur ikki hava bát og neyst ella summarhús og bil o.s.fr. Men tað er ikki bara at siga tað at hava hest. Tað gevur nógv arbeiði og krevur nógva tíð til sóp- ing, strikling, skógving, fóðring, flyting, hoygging, venjing o.s.fr. Tí má hug- urin vera framúr góður, skal nakað skil verða i. Hjartað spyr sum kunn- ugt ikki um grundir. Eg sigi fyri meg, at bæði eg sjálvur og øll míni nærm- astu hava stóran tokka til hestar og fara ógvuliga væl við teimum. Hestur hevur verið í okkara slekt longri enn eg minnist. Tað er sorgardagur í slektini, tá hestur verður feldur, næstan sum tá fólk fara. Tann ylur, sum fer gjøgn- um ein, tá ein kennur, at hesturin eisini hevur tokka' til ein sjálvan, kann ikki greiðast frá, men má upp- livast. Somuleiðis tann góða kenslan, ein vakran summardag at sita á sín- um góða og livliga gangara í okkara fagra haga og fjøllum. Er tað ikki ein hugtakandi sjón at síggja hest, sum ber seg væl, spæla á sløttum sandi? Ella hest sum ferðast fag- urliga undir manni? Hetta hava so nógv skald hildið upp gjøgnum tíðina, tí ofta eru hestur og maður nevndir í kvæðum, yrking- um og skaldasøgum. Lívið er eittans og gott er at vera til, tá blóðið rennur heitt og lætt. Eg sigi fyri meg, at tann dag- ur, eg av eini ella aðrari orsøk, ikki sleppi á hesta- baki á fjøllini longur, verður ein ringur dagur. Tá er ein góður og ríkur partur av minum lívi farin. Tí skilji eg ikki, at menn kunnu finnast at hestaí- tróttini fram um aðrar í- tróttir og fritíðarítriv. Annað mál er, at okkurt kundi verið at funnist at okkum sum riða, bæði av okkum sjálvum og øðrum. Høgni Mohr Hvussu skal grein 7 skiljast? NÝTT UM NØVN V&&*. 5a*i % Diamant- brúdleyp í morgin, hósdagin 30. januar, hava hjúnini Hansina og Andreas Lindberg, Mýrugøtu 8 í Havn, diamantbrúd- leyp. Andreas, sum fylti 85 ár 12. desem- ber, er ættaður úr Trongisvági, og Han- sina er av Vikum, upp- vaksin í Sørvági. Tey hava búð meginpartin av lívinum í Trongis- vági, har Andreas ar- beiddi sum skipstimbr- ari. Tey fluttu til Havn- ar umleið 1960. Hans- ina og Andreas eiga 10 børn, sum búgva í Før- oyum, Danmark, ís- landi og Amerika. Silvurbrúdleyp Fríggjadagin 31. januar kunnu hjúnini Margret- a og Arnold Hansen (Alli) úr Havn, halda silvurbrúdleyp. í dag kunnu hjúnini Katrina og Thomas Juul við Skipá, Heiða- vegur, Tórshavn, halda silvurbrúdleyp. í dag kunnu hjúnini Nomi og.Henning Jen- sen i Vági halda silvur- brúdleyp. Brúdleyp í dag giftast í Klaksvík Fríðgerð Rasmussen og Hanus Hansen, bæði úr Klaksvík. Andlát Hósdagin 23. januar andaðist Annika Múll- er, fødd Anthoniussen á ríkishospitalinum í Keypmannahavn, 22 ára gomul. Annika var ættað úr Oyndarfirði og var gift í Danmark. Hósdagin 23. januar andaðist Elisabeth Thorlina Jensen úr Svínoy, 84 ára gomul. Hon var ættað úr Svín- oy og búði har. Elisa- beth Thorlina Jensen var ógift. Hósdagin 23. januar andaðist Maria Thom- sen — Mia í Búð — í Nólsoy, 75 ára gomul. Fríggjadagin 24. januar andaðist Havgrímur Johannesen í Havn, 57 ára gamal. Havgrímur var heilsølumaður. Kona hansara, Emly, er ættað úr Klaksvík. Tey eiga trý børn: Súsan, Marita og Finnur. Sunnudagin 26. januar andaðist Sigrid Jo- hannesen í Vestmanna, 81 ára gomul.

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.