Tíðindablaðið - 29.01.1975, Page 4

Tíðindablaðið - 29.01.1975, Page 4
Síða 4 TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 29. januar 1975 Útvarpið Eftir tíðindini í kvøld er Miðvikan á skránni, siðani fólkaløg og kl. 20 Enskt II. í annaðkvøld lesur Einar Joensen 12. part av framhaldssøguni Landastrokini, sum Hans Thomsen umsetir eftirKnút Hamsun. Kl. 19.10 syngur Jussi Bjørling .operaariur, og kl. 19.30 er poppur. Útskifting Dómarin Opperman lýsir, at fleiri avgerðir hjá útskiftingamevnd- ini em lagdar fyri yvir- útskiftingarnevndina. Bøndurnir Ragnar Frý- dal og Hans Petur Brekkustein á Velba- stað hava sent kæru um útskiftingina av felags- haganum, og Símun Waag í Klaksvík hevur sent kæru um útskift- ing av Vágshaga. Eisini eru nakrar uttangarðs útskiftingar á Skála sendar Yvirútskifting- arnevndini. Henda nevnd tekur málini til viðgerðar í mei. Skráseting P/F Føroyskt-ís- lendskt Fiskavirki í Haldórsvik hevur hækkað tann teknaða partapeningin við 300.000 kr. til 800.000 kr. Partapeningurin skal vera goldin í sein- asta lagi 30. november í ár. í Havn er .stovnað P/F Finans, sum hevur til endamáls at reka handil, handverk og fíggingarvirki. Parta- peningurin er 50.000 kr. og er goldin kontant. Stovnarar eru Jóhannes Berg, kona hansara og Karin Clementsen. Barnaspæl Vit hava ov fáar upp- lýsingar um bamaspøl okkara, sigur Fróð- skaparsetrið, sum heitir á eldri og yrigri um at taka lut í einari kapping um evnið: Hvat spældu tygum sum barn? Hvat spæla børn nú? Luttakarar . i kapp- ingini kunnu antin senda eina skrivliga frá- greiðing ella munnliga, festað á band. Tekning- ar kunnu eisini leggjast við. Tilfarið skal vera inni í seinasta lagi 1. sep- tember, og virðislønir verða latnar. NÝTT ÍDAG Størv Starvið sum 2. stýri- maður á Smyrli er lýst leyst frá 1. mars. Tað krevst skipsførara- prógv og kunnleiki til innanoyggjasigling i Føroyum. Umsóknir skulu sendast Strand- ferðsluni innan 15. feb- mar. Havnar Sjónleikar- felag søkir kontrollørar til biograf og dans og gentur til bio. Skála Skipasmiðja søkir skipskonstmktør. Hann skal hava mask- inmeistaraprógv ella útbúgving sum tekn- iskur assistentur. Býráðið í Havn søkir eftir tveimum rørleggj- amm. Landsstýrið hevur skotið upp, at eykastudningur verður latin útróórmum: 15 oyru til manningina og 10 oyru til bátaeigaran pr. kg av rundum fiski — toskur yvir 70 cm undantikin Landsstýrið fer at leggja fram uppskot til eina heildarloysn Uppskot komið um at lata eykastudning uppá 15 oyru til manningina á útróðrarbátum og 10 oyru til bátaeigaran Hetta uppskot, sum landsstýrið nú hev- ur sett fram, er bert fyribils. Tað verður mælt til, at lógin skal koma I gildi 1. februar og skal vera I gildi í tveir mánar til 31. mars í 1975. Gudstænastur J. Follend hevur guds- tænastu á Nesi sunnu- dagin. Torkil Beder hevur altargongd í Eld- uvík. Viderø hevur alt- argongd i Hvalba. Møtir Orsakað av missións- viku verður einki møti í Missiónshúsinum við Landavegin i kvøld. Missiónsvika verður í Kollafirði frá 3. til 9. febmar. í Filadelfia, Landa- vegi 12, verður frítíðar- arbeiði fyri gentur í dag kl. 16, fyri dreingir kl. 18. Andaktá tlf. 1.4880 Frelsunarhemrin hevur skótafund fyri gentur undir 13 ár í kvøld kl. 18 og ung- dómsmøti kl. 20.30. Hóskvøldið kl. 20 hevur heimaforbundið møti. Evangeliskt møti verður í Evangeliihús- inum í Tróndargøtu í kvøld kl. 20. Egil Eber- son talar. Andakt á tlf. 1.2266. 30 prosent Landskassin hevur fyrr veitt í flestu fømm 20% í studningi til bygging av fimleikarhallum og samkomuhúsum av ymiskum slag. Lands- stýrið hevur samtykt at hækka studningin gen- erelt til 30 %, sum verða goldin so hvørt, sum peningur er tøkur. * í viðmerkingum til upp- skotið sigur landsstýrið, at tá ið avreiðingarprisurin í dag verður samanborin við meðalavreiðingarprísin í 1973, er úrslitið, at prísur- in i dag liggur 7 prosent hægri, men núverandi prísirnir em lægri enn teir vóru í fjør. Flestu ráfiska- prísirnir eru nógv lækkað- ir, siðani teir vóm í hædd- ini í febmar í fjør. Men tað, sum kemur út- róðrarbátunum sera illa við eru tær hækkaðu út- reiðslurnar. í viðmerking- unum til uppskot lands- stýrisins verður sagt, at verða meðaltølini fyri út- reiðslurnar í 1973 saman- borin við tølini í dag, so em hækkingarnar: olja 77 prosent, umvælingar 50 prosent, reiðskapur til lín- uveiðu 47 prosent, reið- skapur til trolveiðu 82 pro- sent, landingarútreiðslur 29 prosent og trygging 15 prosent. Hesi tøl vísa, at tann lítla hækkingin i av- reiðingarprísunum upp á 7 prosent, vigar ikki upp imóti teimum hækkaðu út- reiðslunum. m Ikki yvir ein kamb Landsstýrið heldur ikki, at tað er rætta leiðin, sum meginfelag útróðrarmanna hevur skotið upp, at tann stuðul, ið veitast skal, verður latin beinleiðis til fiskaprísin. Landsstýrið sigur, at av tí at ognar- viðurskiftini á teimum ym- isku bátunum em so ó- jøvn, so kemur tað at verða ógvuliga ójavnt býtt um stuðulin verður latin yvir ein kamb. Tað er skotið upp, at tá ið føroyskt fiskifar frá linu-, snellu- og snøris- veiðu avreiðir feskan fisk í Føroyum, verða 15 oyru latin fyri kg í eykastudn- ingi til manningina og 10 oym fyri kg av øllum kmvdum, mndum fiski við høvdi — toskur yvir 70 cm tó undantikin. Hvørja ferð prísurin hækkar við 10 oyrum í meðal fyri kg, lækkar samlaða prísvið- bótin til manning og eigara við einum oyra. Treyt fyri studnings- veitingini er, at fiskurin er blóðgaður, og at hann ann- ars er fyrsta floks vøra. Ov nógv fyri landskassan Ætlanin hjá landsstýrin- um er at koma við einum nýggjum uppskoti seinni til eina heildarloysn. Sagt verður, at tað er neyðugt at fyrisitingin fær góða tíð at kanna málið, soleiðis at landsstýrið um mánaðar- skifti mars-apríl kann leggja fram eitt lógampp- skot um heilđarloysn av rakstrammstøðunum fyri útróðurin, bæði fyri rakst- ur av bátunum og fyri lønarviðurskiftini hjá út- róðrarmonnunum. í tí uppskotinum, sum útróðrarmenninir settu fram fyri landsstýrið um hægri avreiðingarprísir var mett, at tann hækk- ingin skuldi koma at kosta landskassanum millum 5 og 8 miljónir. Landsstýrið hevur latið gera eina meting av, hvat meirútreiðslu hetta hevði givið landskassanum, og mett varð, at við veiðutøl- unum frá 1974 hevði hetta uppskot kostað landskass- anum 7,1 miljón fyri feb- mar og mars mána, og landsstýrið heldur, at henda meirútreiðsla bert fyri tveir mánar er ov tung fyrúorku landskassans. Tølini ikki klár Ikki fyrr enn hagtøl fyri 1974 em tøk, vil landsstýr- ið leggja fram uppskot um eina heildarloysn. Hesi tøl fyriliggja seinast í februar, og rakstrartølini fyri út- róðrarbátarnar kunnu ikki útvegast fyrr enn i mars. Tí er skotið upp, at henda fyribils lógin skal bert vera í gildi frá 1. feb- mar til 31. mars.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.