Tíðindablaðið - 29.01.1975, Page 6

Tíðindablaðið - 29.01.1975, Page 6
Síða 6 TÍDINDABLADID mikudagin 29. januar 1975 Sadat vitjar Frakland Franski forsetin Gis- card d’Estaing hevur sagt. at møguleikarnir fyri friði í Miðeystri eru betri nú enn nakrantíð fyrr. 1 eini røðu, sum hann helt við ein døg- urða fil heiðurs fyri egyptiska forsetan An- war Sadat, ið vitjar Paris, segði Giscard, at hann helt, at tað var ikki ringt nú at fáa ein frið. I svarinum segði Sadat, at fyri sær var friðurin ikki bert ein fjarur dreymur, men at hann var avgjørt neyð- ugur. Hann skoytti uppí, at ongin friður kann fáast uttan pales- Linski spurningurin verður loystur til ful- nar. Sadat kom til Fraklands mánadagin og hann hevði tá ein drúgvan fund við Gis- card, har teir tingaðust um støðuna í Miðeystri og um møguleikarnar fyri, at Egyptaland kann keypa vápn úr Fraklandi. Hungursverk- fall Bumbuspreingingar hava verið i Onglanđi, bæði í London og Man- chester. Spreingingin í Manchester var í einum handli, og naestan 20 fólk fingu skaða. Politi- ið rak fólk út úr øllum hæddunum í hesum handilshúsunum av ótt- a fyri, at aðrar bumbur kundu liggja inni. Seinni sama dag hendi ein spreinging inni í- einum handli í London, men tað frætt- ist onki um mansskaða. STun UTTANEFTIR Eitt hungursverkfall millum IRA-limir í ein- um fongsli í írlandi verður hildið at vera avgerandi fyri, um tað fer at eydnast at fáa longt vápnahvíldina í Norðurírlandi. Tað eru 17 fangar, sum eru far- nir í verkfall, og í einum boðum. sum teir hava fingið út úr fongslinum verður sagt, at sjey av fangunum eru ógvuliga sjúkir. Ein talsmaður fyri IRA sigur, at verk- fallið kemur at ávirka royndirnar at fáa vápn- ahvíldina longda. Ikki ráð til studning Tað hevur ikki enn eydnast tí liberala flokkinum í Italia at fáa fólkaatkvøðu um eina lóg um ríkisstudning til teir politisku flokkarnar í Italia. Flokkurin hev- ur savnað saman tær 500.000 undirskriftir- nar, sum skulu til fyri at fáa eina lóg til fólka- atkvøðu, men 19.000 undirskriftir eru sagđar at vera ógyldugar. Flokkurin er hart ímóti at studningur verður veittur teimum polit- isku flokkunum, tí hann sigur, at landið hevur ikki ráð til slíkt. Augustsson í Moskva íslendski uttanríkisráð- harrin, Einar Augusts- son, fer fyrst í næsta mána á almenna vitjan til Sovjetsamveldið. Hetta verður fyrstu ferð, at Einar Augusts- son vitjar Sovjetsam- veldið. Oyðari rikin burtur Eftir ynski frá griksku stjórnini hevur ein am- erikanskur oyðari úr 6. amerikanska flotanum endað "Sina vitjan til griksku oynna Korfu fyrr enn ætlað, av tí at stórar antiamerikansk- ar kravgongur vóru í- móti vitjanini. Fleiri túsund fólk tóku lut í mótmælunum, og poli- tiið mátti koma amerik- anskum heryvirmonn- um til hjálpar, tá teir vóru farnir í land og vórðu álopnir av mót- mælismonnum. Undir kravgonguni doyði eitt fólk av einum ferðslu- óhappi. BBBHK Breschnev, oljan og samvinnan við 'Vesturheimin Tíðindamenn halda tað framvegis vera hugsandi, at Breschnev skjótt fer frá sum aðalskrivari í sovjettiska kommun- istaflokkinum. Men tað er ikki vist, at hetta fer at hava so stóra ávirkan á viðurskiftini við londini vestanfyri. Russar vildu ikki góð- kenna ta handilsavtalu, sum Nixon forseti undir- skrivaði fyri tveimum ár- um síðani, av tí at amerik- anska kongressin legði treytir við, um at tað skuldi verða lættari hjá jødum at sleppa úr Rus- landi. Samtíðis frættist, at Breschnev lá sjúkur, og hetta var orsøkin til, at gitingar komu fram, um at hann fór frá. Politikkur 4 Breschnevs Vanliga verður hildið, at Breschnev hoyrir heima í- millum teir modiratu sov- jettisku leiðararnar, og at hann hevur eitt áhaldandi stríð við teir meira víð- gongdu. Men tað er ikki vist, at henda meting er bein. Hansara politikkur er ikki so avbera blídligur, hóast hann kanska er nak- að ullintur viðhvørt. Breschnev hevur gjørt sítt til at fáa ein linna í við- urskiftini i heiminum, men um somu tið hevur hann roynt at høgga ein hæl og kuta eina tá burturav frá vestanveldunum, har kjansur hevur verið til tað. Undir hansara deiðslu hev- ur Sovjetsamveldið ført ein sinniligan, men eisini ógvuliga miðvísan poli- tikk. Sjúkur Tað mest trúliga er, at Breschnev veruliga er sjúkur, siga fleiri vestur- lendskir tíðindamenn í Moskva. Og teir, sum sita í leiðsluni saman við hon- um, vita ikki, hvat teir skulu gera. Kemur Bresch- nev fyri seg aftur, so at hann kann átaka sær líka nógv arbeiði sum fyir? Vilja teir hava hann aftur? Og hvør skuldi annars verið eftirmaður hansara? Tað er helst ógjørligt at siga nakað um hetta sein- asta. Um Breschnev fer frá — antin av sjúku ella aðrari grund — verður hann ivaleyst avloystur av einari kollektivari leiðslu, har ongin einstakur maður fer at hava avgerandi vald. Sjálvur er Breschnev — saman við Podgorny for- seta og Kosygin forsætis- ráðharra — limur í tí koll- Ein nýggjur flokkur er stovnaður í Spania, sum hevur til endamáls at varð- veita Franco-stýrislagið, eftir at Franco er deyður. Tann nýggi flokkurin verð- ur ein broytt útgáva av tí gamla falangistaflokkinum ið hevur verið tann einasti loyvdi flokkurin í Spania, meðan Franco hevur rátt. / Kona Franco er uppií Eftir hvat tíðindini siga, er tað kona Franco, Carmen ektivu leiðsluni, súm tók við, tá Kruschev varð frá- koyrdur, men við tíðini hevur Breschnev vunnið sær rættuligt ræði yvir hesi trímanna leiðslu. Oljan Tað, at russar nú hava vrakað handilsavtaluna við USA, kann hava so nógvar grupdir. Viður- skiftini í heiminum eru nógv broytt, síðani avtal- an varð undirskrivað í 1972. Tá sat Nixon trygg- Polo, og versonurin, Villa- verde, sum standa aftan fyri ætlanina um tann nýggja flokkin. Villaverde vil ikki hava Juan Carlos til ríkisleiðara, sum Franco longu fyri rúmari tíð hevur útnevnt hann til. Kona Franco og verson- urin vilja heldur hava Al- fonso til kong í Spania. Hann er giftur við abba- dóttir Franco, Mariu del Carmen. Alfonso er eisini systkinabarn Juan Carlós. Juan Carlos er giftur við Sofiu, ið er systir tann frákoyrda Konstantin ur i Ilvítu Húsunum, og leiðararnir í arabaralond- unum vistu, hvar teirra pláss í heimlnum var. Men hvussu er vorðið i dag? Hvat fer at henda um allan heim? Onki er at ivast í, at summir sovjett- iskir leiðarar halda, at kapitalisman — orsakað av oljukreppuni — syngur sín svanasong. Aðrir eru Uka so vissir í, at tað livst Lryggari í heiminum, so leingi USA og Vesturev- ropa eru hampuliga væl fyri búskaparliga. Teir fyrru vilja mæla arabarun- um til at oyðileggja Vest- urheimin fullkomuliga, meðan teir seinnu kvíða fyri, at Rusland verður drigið við út á bláman, um Vesturheimurin kemur illa fyri- Antin Breschnev verður sitandi ella fer, so hava russar nakað at hugsa um í hesum døgum. Og teir ynskja fyrst og fremst at vinna tíð, so teir kunnu síggja, hvat hendir. kong av Grikkalandi. Sponsk bløð hava í sein- astuni funnist at griksku kongsfamiljuni, serliga at Frederikku, ið er móðir Sofíu. Arvingur Seinasti kongur í Spania, áðrenn Franco tók ræðið, var Alfonso XIII. Sonur hansara, Jaime, gav arva- rættin til trúnuna frá sær i 1934, tí hann var epilept- ikari; Alfonso prinsur er sonur hansara. Ein yngri bróðir, Don Juan, gjørdist tí krúnprinsur í 1934, og hann er pápi Juan Carlos. Kona Franco og verson- urin siga, at Alfonso er tann rætti arvingurin til trúnuna, tí pápi hansara kom fyrr í arvafylgjuni enn pápi Juan Carlos. Tað ljóð- ar, at tey nú royna at sannføra tann sjúkliga, 81 ára gamla Franco um, at ongin dugur er í Juan Car- los. Fleiri vesturlendskir tíðindamenn í Moskva siga, at tað mest trúliga er, at Brezjnev veruliga er sjúkur Óvist enn, um Juan Carlos verður kongur í Spania

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.