Tíðindablaðið - 29.01.1975, Síða 7

Tíðindablaðið - 29.01.1975, Síða 7
« TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 29. januar 1975 Hvat kann fáast á leiðunum sunnanfyri okkum? í seinasta blað varð skrivað um silda- veiðu okkara í Norðsjónum, vestan fyri Bretsku Oyggjarnar og um líkindini til at fáa sild aftur norðanfyri. Her verður sagt frá øðrum veiðuhætt- um og møguleikum, serliga á leiðunum sunnanfyri. Tilfarið er úr frágreiðing, sum Kjartan Hoydal fiskifrøðingur hevur gjørt. Tað er ikki lætt at siga nakað vist um veiðuna, av hvítingsbróðir, av tí at hagtølini eru ikki greinilig. Fleiri onnur fiskasløg eru roknað upp í tølini fyri hvitingsbróður, m.a. er nógvur svartkjaftur og gulllaksur tikin við hjá norðmonnum. Tey føroysku tølini eru tó rættuliga álitandi, eina- mest av tí at føroyingar royna mest eftir hvítings- bróður í norðara parti av Norðsjónum, har tað ikki er blandað so nógv annað uppí. Hvítingsbróðurin livir bert í eini fýra ár, og tað mesta, sum verður veitt, er eitt og tvey ára gamal fiskur. Hetta førir við sær, at fiskiskapurin verður nógv ávirkaður av, um ár- gangirnir eru góðir ella ringir. í 1973 fingu føroy- ingar 53.600 tons av hvít- ingsbróður. Makrelur Føroyski fiskiskapurin av makreli er øktur tey sein- VEIDA OKKARA OG MðGULEIKAR astu árini. Tað eru norð- menn, sum hava veitt mest av makreli. í 1967 fingu teir 930.000 tons, og hetta var munandi meira, enn stovnurin toldi. Norð- menn settu tí sjálvir mark fyri, hvussu nógv teir skuldu veiða, og nú er fisk- iskapurin hjá øðrum tjóð- um, m.a. føroyingum, eis- ini avmarkaður. Norðmenn veiða mest á Egersund-leiðini, har N orðsj óarmakrelurin savnast í september og ok- tober. Um summarið veiða teir við Hetland, har eisini makrelur savnast hesa ár- sins tíð frá leiðunum vest- an fyri írland. Hildið verður, at tað kunnu veiðast 3 til 400.000 tons av makreli árliga. ! 1973 veiddu føroyingar 11.800 tons. ■ 70’ MAk’RELUQ.^' 80* 60' LO* ?tf 0* 10' 30 ~?~7 n ' v\-—a- ’ ^ 3 Fiskileiðlr __| Gýtingarpláss \ /O'f { 10.000 km* & \ '. 7/ ^!0 : -7/ I | /, i “o : ÍiRIíLÍM&OR Utbreiðsla P ,M'GÝtlnaar^isa Kortið vísir leiðirnar, at brislingur ferðast, gýtir og verður veiddur Makreluriti fæst mest í Norðsjónum, vestanfyri Bretsku oyggjarnar og norður móti okkara leiðum Svartkjaftur ídnaðartrolararnir veiða summar árstíðir nakað av svartkjafti við botntroli á hellingini til Norsku Renn- u. Teir fingu 3.700 tons i 1973. Áhugin er størri fyri tí svartkjafti, sum fæst vest- anfyri Bretsku oyggjarnar og tí stóra stovninum, sum ferðast millum gýtingar- leiðirnar við Rock All og føðileiðirnar i Norskahav- inum. Tær royndir, sum Fiskirannsóknarstovan gjørdi við Leivi Øssurson, vístu, at tað loysir seg at fiska svartkjaft um várið, serliga í apríl og mei. Móti sumri er svartkjafturin nærri Føroyum. Aðrar tið- ir av árinum gongur hann so spjaddur, at fiskiskap- urin loysir seg ikki. Á Eysturlandinum hava russar tó fingið væl av svartkjafti í oktober og vesturtýskarar i desember. Norðmenn hava mett, at stovnurin av svartkjafti er 9 miljónir tons. Spurning- urin er bert framvegis, hvussu hann skal veiðast. Annað, sum fæst í Norðsjónum Brislingurin hevur tvey tey seinastu árini havt týdning fyri nótaskipini í Norðsjónum. Serliga í vet- ur eru skipini komin heim við góðum fongi. Kjartan Hoydal visir i frágreiðing- ini á, at brislingurin hevur stutta livitíð, og fiskiskap- urin kann tí koma at roynast ójavnur ár undan ári. Hildið verður, at bris- lingurin hevur tikið tað pláss í Norðsjónum, sum er vorðið leyst, eftir at sildastovnurin er minkað- ur. Møguleikar eru fyri at trola eftir upsa á Víkinga- bankanum, serliga seint um heystið og út á veturin. Hesin fiskiskapur er øktur nógv, og tað eru serliga franskir _ trolarar, sum royna. Føroyingar hava ikki veitt nógva nebbasild í Norðsjónum. Danir hava veitt seriiga nógv — 337.000 tons i 1972 — úti fyri jysku vesturstrondini, serliga í mei. Norðmenn veiða nebbasild í mei og juni vestan fyri Hetland, og henda leið hevði verið høgligari hjá føroyingum. Smærri før landa árliga 20.000 tons av djúphavs- reyðum úr Norðsjónum, serliga av Fladen Grunni, úr Skagerak og Favn Deep. Tað kann helst ikki veiðast meira, enn tað verður veitt longu av hes- um reyðum. ídnaðartrolararnir fáa av og á væl av hávi, men teir royna at sleppa undan hesum fiski, ti hann er ikki matfiskur í Føroyum, með- an norðmenn eta hann. Fimm ára ættan Fyri sambandsflokkin hevur Pauli Ellefsen lagt uppskot fram á ting um, at landsstýrið og fíggjarnevndin skulu gera figgjarætlan fyri tey næstu 5 fíggjarár- ini. Samstundis skal løgtingið eftir uppskot- inum samtykkja, at ongin yvirtøka skal fremjast, fyrr enn henda 5 ára fíggjarætl- an er gjørd og er tikin til eftirtektar av løg- tinginum. Henda fíggjarætlan eigur at vísa tær vænt- aðu inntøkurnar og út- reiðslurnar hjá lands- kassanum frá 1. april í ár tii 1980, sigur sam- bandsflokkurin og vísir á, at tvær av teimum størstu kommununum (Havnin og Klaksvíkin) hava gjørt fíggjarætl- anartøl 5 ár fram í tíð- ina; í grannalondunum eru somuleiðis gjørdar neyvar og víttfevnandi perspektivplanir. í við- merkingunum til upp- skotið verður sagt: Almannakunngjørda samgonguskjalið týðir saman við vallyftum uppá, at sitandi sam- gonga hevurihyggju at fremja tiltøk, sum kom- a at kosta samfelag okkara stóran pening. Tað er bert natúrligt, at løgtingið fær fyrilagt best møguligar upplýs- ingar um avleiðingar- nar av teimum tiltøk- um, sum ætlanin er at fremja áðrenn tiltøkini verða sett í verk. Á henda hátt kann verða forðað fyri stórum mis- tøkum, sigur sam- bandsflokkurin. Til viðgerðar á tingfundi fyrrapartin i gjár var orðaskifti um tey bæði uppskotini um studning til útróðurin. Annað uppskotið hevur sambandsflokkurin lagt fram, og miðjar tað í- móti at veita bátum eini 7 oyru og manning 5 oyru aftrat í studningi. Hitt uppskotið var tað, sum landsstýrið legði fram mánadagin, og sum miðjar ímóti at veita bátunum 10 oyru og manningini 15 oyru aftrat í studningi. Uppskotini fáa nú nevndarviðgerð. Málstríðið Tað er nú líkt til, at spurningurin um próv- tøkumálið á Studenta- | skúlanum verður loyst. POLITIKKUR í farnu viku var Jørgen Olsen frá Studenta- skúlaleiðsluni her og kannaði ymsar spurn- ingar í ■ sámbandi við HF-skeiðini i Havn, Klaksvík ogá Tvøroyri. Landsstýrið hevði eisini málspurningin frammi undir samráð- ingunum við hann. Ur landsstýrinum verður upplýst, at næmingar- nir fáa í framtíðini høvi til at tosa føroyskt, um teir vilja, men at alt í hesum' máli er ikki greitt enn. I februar fara umboð fyri lands- stýrið til Danmarkar, og tá verður eisini ting- ast um málspurningin. Avmarking Seinnapartin mánadag- in legði tað nýggja landsstýrið sítt fyrsta uppskot fyri tingið. Tað var um avmarking av fiskiskapinum við Norðurnoreg. Pr ir Reinert landsstýris- maður legði uppskotið fram. Beint eftir at lands- stýrið var valt, luttók løgmaður á NEAFC- fundi í Bergen um fiski- skapin við Norðurnor- eg. Á fundinum fingu føroyingar loyvi at veiða 11.000 tons í ár. Fiskiskapurin hjá før- oyingum seinasta ár við Norðurnoreg var um 6.000 tons. Norrøna Húsið Nakað skjótt verður avgerð Likin um, hvuss- u tað verður við ætlan- ini at byggja eitt norð- urlendskt hús i Havn. Tað var Erlendur Pat- ursson, sum fyri nøkr- um árum síðani skjeyt upp at byggja eitt sjón- leikarhús í Havn, men ráðið samtykti at víðka ætlanina til eitt norð- urlendskt mentunar- hús. Fyri nøkrum døgum síðani var umboðsmað- ur fyri norðurlendsku mentunarskrivstovuna í Keypmannahavn, Magnus Kull, i Føroy- um og samráddist við býráðið í Havn og landsstýrið um bygg- ingina. 'l’að hevur verið ætl- anin at byggja húsið uppi á Hálsi, á somu leið sum tey nýggju út- varpshúsini skulu hyggj35*-- Býráðið hev- ur játtað at lata grund- st.ykkið, og býráðið og landsstýrið skulu — eftir hvat frættist gera stykkið byggi- búgvið.

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.