Tíðindablaðið - 29.01.1975, Side 8

Tíðindablaðið - 29.01.1975, Side 8
Síða 8 ÚTLENDSK SJÓVINNA Russara- laksur Russar hava roynt at flyta tvey laksasløg — kúlulaks og chumlaks — frá Kyrrahavinum til Murmansk og Hvíthavs- leiðina. Hesin laksur lik- ist lítið tí laksinum, vit kenna, og hevur eina heilt aðra biologi. Tað tykist ikki, sum at chumlaksurin trivist, meðan kúlulaksurin nør- ist. Kúlulaksurin fer ikki einans niðan í tær áir, har hann er settur út, men hevur breitj, seg vestureftir til Norra og fer niðan í norskar áir at gýta. í Finnmørkini er so mikið nógv til av hon- um, at fólk kalla fiskin «mssaralaks». Norðmenn sóu fyrstu ferð nakað til henda laksin í 1960, og síðani hevur hann nørt seg væl. Teir halda, at í 1973 vórðu eini 30 til 40 tons av hesum laksi veidd. Tað løgna er, at hesin laksur sæst bert annað- hvørt ár. Tað var onki at síggja til hann í Norra í fjør, men hann skuldi so verið aftur at sæð í ár. Finst at íslendingum íslendski fiskifrøðingur- in Jakob Jakobsen hevur funnist at íslendingum fyri at oyða tann smáa toskin. Hann sigur, at íslendingar gera seg sjálvar sekar í rovfiski- skapi av sama slag, sum teir fyrr hava skuldsett bretar fyri. íslendingar eiga at gera alt teir kunna fyri at verja fiskastóvnin, sigur hann. Skulu ís- lendingar halda fram sum fiskiveiðutjóð, mugu teir avmarka fisk- iskapin, sigur hann. Stórur fiskur Skiparin á Labrador, Kjell Ervik, sigur, at fiskurin í Barentshavin- um var størri í 1974 enn árið fyri. Teir fingu ser- liga á tí seinasta túrinum við Svalbard og Bjarn- oynna stóran fisk. Bert 30% av veiðuni kom ikki undir heitið stórur fisk- ur, og tað er sjáldsamt í Barentshavinum. Labrador hevur eisini mjølvirkið til slógvið og ymisk fiskasløg, ið ikki verða skorin til flak. Rá- evnið til mjølframleiðsl- una umborð er av tí besta, og teir fáa eisini hægri prís fyri mjølið, enn virkini á landi fáa, sigur Kjell Ervikr ídnaðar- og matfiskur í Danmark hevur tann spurningur verið frammi um hýsa, upsi og annar matfiskur frá ídnaðar- skipunum stríðir ímóti altjóða reglunum um meskavídd. Tað hevur verið van- ligt, at teir føroysku íd- naðartrolararnir landa matfisk fyri seg, meðan teir donsku higartil hava latið alla sína veiðu til ídnað. Trý fiskamjøls- virki í Esbjerg søktu herfyri um loyvi at taka matfiskin burturúr og framleiða hann til matn- a. Bretar og hollending- ar hava funnist at døn- um, tí at teir brúka m.a. hýsu og upsa til ídnað, meðan hesin fiskur er góð mannaføði. Um danir í staðin fóru at nýta henda fisk til matna, kundi so spurn- ingurin taka seg upp um meskavíddina. Tað kundi hugsast, at bretskir trolaramenn fór- u at gera vart við, at danir á henda hátt sluppu at veiða hýsu við smáum meskum, meðan teir noyddust at brúka stórar meskar til hýsu- veiðu. Bretar brutu reglurnar Amerikanskir myndug- leikar hava sent bretsk- um myndugleikum ein kæru um, at fimm bretskir frystitrolarar í heyst brutu reglurnar, sum ICNAF hevði sett fyri hýsuveiðu við amer- ikansku eysturstrond- ina. Hesir trolarar vóru teir fyrstu bretsku trol- ararnir, sum royndu við amerikansku strondina í 10 ár. Sambært ICNAF-av- taluna er bert loyvt at hava 10% av hýsu í veiðuni. Amerikanskir eftirlitsmenn vóru um- borð á teimum bretsku trolarunum, og tað vísti seg, at teir fiskaðu næst- an bara hýsu. 90 til 100% av veiðuni var hýsa. Fýra av teimum seks trolarunum høvdu eisini smærri meskar, enn ICNAF loyvir. Trolararnir rýmdu frá Georges Bank, tá eftir- Ktsmenninir høvdu verið umborð, og fóru til Ný Fundlands at royna. Myndugleikarnir í Bretlandi siga orsøkina vera, at skipararnir høvdu ikki fingið nóg greið boð um, hvørjar reglur vóru galdandi fyri fiskiskap við amerikan- sku eysturstrondina. íslendskt mistak í Fish Trades Gazette í november skrivar Grimsby-kommentator- urin Jack Vincent, at is- lendingar munnu hava forroknað seg, tá teir skrivaðu undir veiðuav- taluna við bretar, og tá øll høvdu ta fatan, at bretar ikki sluppu at veiða meira enn 130.000 tons. Bretskum trolara- eigarum dámdi avtaluna lítið, tí hetta fór at minka veiðu teirra við 40.000 tonsum. Men nú letur til, at talið ongantið varð skrivað í avtaluna, og at talið varð grundað á eina meting av, hvussu nógv teir einstøku trolararnir fóru at fáa. Tað, sum ís- lendska stjórnin ikki sá tá, var at bretar høvdu møguleika at veiða væl meira enn tey 130.000 tonsini. Eg havi skilt, at trol- ararnir higartil í ár (altso til november) hava fing- ið 150.000 tons og kunnu koma upp á 200.000 tons innan árslok. Eg skilji eisini, at íslendska stjór- nin er í døpurhuga um hetta, skrivar Jack Vin- cent. Hann skrivar sam- stundis, at bretar eru ikki einsamallir i so máta. Vesturtýskir og russiskir trolarar veiða væl meira undir Islandi enn kvotan loyvir teim- um. Sama skilið Fiskimarksmálið hevur mangan verið frammi, og argumentini hava helst altíð verið nøkur- lunda tey somu. Eitt dømi um hetta er eitt brot úr Fishing News fyri 50 árum siðani, sum byrjaði við hesum orð- um: «Óformellar tingingar um eina norska útflyting av fiskimarkinum frá trimum fjórðingum hev- ur stóran týdning fyri bretska trolaraflotan». TÍÐIIMDABLAÐIÐ mikudagin 29. januar 1975 England fer aftur at sigla til Føroya i summar, men kemur bert at sigla á Haunina og støðgar bert frá 9 á kvøldi til kl. 1 á nátt færri Føroya Væntandi vitjanir til lcelandair ger møguliga fýra flogferðir til Føroya um vikuna komandi summar móti trimum í fjør. Talið av fremmandum ferðamannaskipum, ið koma at vitja í Føroyum í summar, verður helst ikki eins stórt og í fjør, skal ein meta eftir teimum fráboð- anum, ið komnar eru til Ferðamannastovuna. men tó er í hesum viðfangi at skila til, at enn eru vit í ársins fyrsta mánað, og fremmandavitjanir hava vit so ikki fyri álvara fyrr enn aftaná 1. juli vanliga. Hinvegin leggja stóru útlendsku ferðamanna feløgini ferðaætlanir sínar til rættis í góðari tíð, og óvanligt er ikki, at tær eru prentaðar langt fyri jól at galda fyri næsta summar. Irpinia vitjar aftur Fyrsta vitjanin í Føroy- um í ár, eftir sum fráboðað er Ferðamannafelagnum til í dag, verður av italska skipinum IRPINIA, sum teir ætla verður í Havn um 25. juni á ferð úr Bremer- haven (um Stavanger) til Norkapp. Ferðafólkini eru mest týskarar, annars ital- ienarar, og steðgurin i Havn verður tað mesta av einum degi. Irpina hevur áður vitjað henda vegin í og Ferðamannafelagið leggur til rættis útferðir ymastaðir: til Kirkjubøar, norður eftir oyggj til Saks- unar, Kollafjarðar og Kví- víkar. Onnur ferðafólk fáa høvi at fara út í Heyst og Trøllhøvda og runt Sand- oynna. Av Havnini fer Irpina beinleiðis til Norðkapp, teir hava eins og í fjør sligið av at leggja at landi í Reykjavík, tí at hildið verður, at prísirnir har eru ov høgir hjá vanligum ferðafólki, seta tey fótin á land. Heimferðin gongur fram við norsku strondina, har skipið vitjar á ymsum firum, og seinasti steðg- urin verður í Bergen, áðrenn skipið heldur leið- ina fram til Bremerhaven. Annars ger Irpinia eina ferð aftrat norðureftir, og skal skipið tá vera á Havnini um 12. juli. Regina Maris og Mermoz Annað fremmandaskip, ið vitjar henda veg, er REGINA MARIS við týskum ferðafólki. hetta skip er vorðin vanligur summargestur um okkara leiðir, men skipið ger stutt av, liggur einans frá kl. 8 á morgni til middags, so ferðafólkið fær bert høvi at fara til Kirkjubøar. Regina Maris vitjar í summar 3 ferðir: 6. juli, 23. juli og 9. august. 16. juli kemur franska skipið MERMOZ (ístaðin fyri «Renaissance«, ið hev- ur vitjað nakrar ferðir undanfarnu árini ;tað kemur á Havnina um 16. juli og steðgar frá kl. 7 á morgni til middags. Norska skipið LIND BLAD EXPLORER hevur boðað frá vitjan 3. septem- ber og ætlar sær fyrst út í Mykines. Dagin eftir verð- ur tað á Havnini. Ferðamannaskipið Eng- land, ið røkir rutusigling- ina Danmark — Føroyar á sumri, byrjar siglingina seinni í ár enn undanfarna ár og kemur fyrstu ferð á Havnina' úr Esbjerg 3. juni. Ferðaætlanin er nógv broytt, skipið fer ikki á Tvøroyri, men ger skjótt av, kemur til Havnar kl. 9 á kvøldi og siglir av Havnini kl. 1 á nátt beinleiðis aftur til Esbjerg. Henda skjót-siglingin er orsakað av, at England eisini í summar skal røkja siglingina Bergen-Newca- stle fyri norska skipafelag- ið B.D.S. Tað man tí neyvan vera hugsandi, at mong fremmanda-ferða fólk verða við skipinum komandi summar, tá steðgurin er so stuttur og tey ikki síggja Føroyar á đegi. Árini frammanundan hava einahelst nógvir týskir ferðamenn verið við skipinum, og útferðir hava verið lagdar til rættis ymsastaðir á Streym oynni. Hetta verður nú av ongum - tíðin er knøpp. Flogsambandið í summar Eins og í fjør má ætlast, at DANAIR flýgur 24 đupultferðir Kastrup-Vág- ar komandi summar, og eisini verður flogið einaferð um vikuna um Bergen, hóast samferðslan ferða- fólki viðvikjandi er lítil á hesum strekki. í fjør vórðu á leiðini úr Bergen til Føroya flutt lOOOferðafólk og úr Føroyum til Bergen 1.257. Komandi summar verður tó eisini ein eyka- ferð Vágar-Bergen hvønn sunnudag. Men uppaftur færri flúgva til og frá Kirkwall, hagar samband eisini kem- ur at verða einaferð um vikuna við rutuflogfarðin- um úr Kastrup. Tølini vóru í fjør: Vágar-Kirkwall 609 og Kirkwall-Vágar 496. ICELANDAIR kemur í summar møguliga at hava 4 flogferðir úr íslandi til Føroyar móti 3 í fjør summar. Annars er hugs- andi, at fleiri charter-flog- ferðir Ísland-Føroyar verða í ár, m.a. við amer- ikanskum summargestum, umframt at vanligt er at fslendingar, t.d. ungfólk og ítróttarfeløg, taka seg saman um slíkar ferðir til Føroya í hægstu summar- tíð. Seinastu árini hevur ikki verið óvanligt, at ríkmenn úr USA við egnum flogfør- um hava gjørt summarferð til Føroya beinleiðis úr heimlandinum, eins og sviar hava vitjað javnan við charerflogfari at kanna fuglalivið i Mykinesi. Hetta sigst eisini at fara at henda nú í summar. i %

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.