Tíðindablaðið - 29.01.1975, Qupperneq 9

Tíðindablaðið - 29.01.1975, Qupperneq 9
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 29. januar 1975 Síða 9 Fyri altjóða dómstólin Grikkaland hevur skot- ið upp fyri Turkalandi, at trætan millum tey bæði lonđini um rættin til oljuna í Egearahav- inum skal leggjast fyri altjóða dómstólin í Haag. Tað var grikski sendiharrin í Ankara, sum handaði turkisku stjórnini uppskotið. I eini útvarpsrøðu hevur grikski forsætisráð- harrin, Karamanlis, sagt, at Grikkaland vil hava málið loyst á frið- arligan hátt, og landið vónar eisini, at Turka- land vil tað sama. í fjør setti grikska hermannastýrið eitt av- gjørt krav um at fáa rættin y vir stórum pørtum av Egearahav- inum, men kortini gjørdu grikkar onki, tá eitt turkiskt herskip gjørdi kanningar i al- tjóða sjógvi, sum bæði londini kannaðu sær. Ætla at opna floghavnina Leiðararnir fyri teimum báðum bólkunum á Ky- pros hava havt tinging- ar í Nicosia. Millum evnini teir talaðu um, var møguleikin fyri at fáa floghavnina í Nico- sia latna uppaftur. Hon hevurverið stongd, síð- ani turkar gjørdu inn- rás á oynna í juli í fjør. Turkiski leiðarin á oynni, Denk Tash, hev-. ur funnist at Makarios, tí hesin hevur sagt, at onki er komið burturúr hesum tingingum mill- um teir báðar bólkar- nar. Hann segði, at hetta var ein hjálpar- leysur pástandur, sum erkabiskuppurin var komin við. Nýggj grundlóg Seinasta leygardag gjørdist Mujibur Rah- man forseti í Bangla Desh. Hann varð vald- ur eftir at tingið við stórum meiriluta hevði viðtikið eina grundlóg- arbroyting, sum m.a. førir við sær, at tað er ein forseti, sum skal standa á odda fyri stjórnini. Mujibur Rah- man, sum er 54 ár, hev- ur higartil verið forsæt- isráðharri. Tann nýggja grundlógin sigur, at forsetin skal veljast við beinleiðis vali fimta hvørt ár. Grundlógin gevur forsetanum stórt vald, og allir flokkar eru upploystir. STUTT UTTANEFTIR Tá grundlógarbroyt- ingin var samtykt, rýmdu nakrir limir í andstøðuni út úr ting- salinum sum mótmæli. Samskipa politikkin Um vikuskiftið samd- ust umboðsmenn fyri OPEC-londini um, at fundur á hægsta stigi skal vera í seinnu helvt av februar millum ríkis- leiðararnar í OPEC- londunum. Fundurin skal verða í Algier. Saudi-arabiski olju- ráðharrin, Ahmed Ya- mani, sigur, at OPEC- londini ynskja at halda eina ráðstevnu við brúkaralondini um ork- uspurningar. Fundurin á hægsta stigi millum OPEC-londini skal vera ein fyrireiking og ein roynd at samskipa pol- itikkin hjá hesum lond- um, áðrenn tey fara at tingast við forbrúkara- londini. Vænta kvett- roynd Italsku myndugleikar- nir bera ótta fyri, at ein nýggj roynd fer at verða gjørd at taka valdið í Italia. Mynd- ugleikarnir hava fingið frænir av, at ein útlagin fascistisk stjórn er skipað uttanfyri Italia við tí í hyggju at fremja statskvett í Italia. Tað verður hildið, at aftan- fyri ætlanina um at taka valdið stendur ein loyniligur nýfascistisk- ur felagsskapur, sum hevur sett sær sum mál at skipa eitt sameint fascistiskt Europa. Stórt undir- skot Amerikanska handils- málaráðið sigur, at handilsjavnin í fjør vís- ir tað næststørsta und- irskotið, sum USA hev- ur havt. Iletta var eitt undirskot uppá 3,5 milj dollars. Iløvuðsgrundin var oljuprísurin. 107 fólk tikin í fjør fyri rúsdrekkakoyring Hetta talið er tvífaldað eftir fimm árum í tíðarskeyðnum 1. januar til 31. desember 1974 fekk løgreglan í 977 førum fráboðan um lógarbrot av ymsum slag. í sama tíðar- skeiði vóru 288 lógarbrot avdúkað, og fra 1. januar 1975 er manningin á teirri deild, ið viðger borgarlig og kriminalmál, vorðin styrkt. Meðan 400 lógarbrot vórðu framd í 1969, var hetta tal í 1973 komið uppi 597 og í 1974 sum nevnt uppí 977. 13 fólk lótu í 1974 liv orsaka av ferðsluvanlukk- um; árið fyri, í 1973, lat einans eitt fólk lív í ferðsluni. í 1974 var ein dráps- roynd og maðurin handtik- in og skuldsettur. Ein roynđ at seta eld á var í farna ári. Fútaskrivstovan upp- lýsir, at løgreglan í farna ári hevði 4 kærur um ólógligan fiskiskap innan fiskimark, og í 2 av hesum málum varð dómur sagd- ur. Løgreglan viðgjørdi harumframt 3 mál viðvíkj- andi ólógligum innfluttn- ingi av hash. í Í969 vórðu 56 og i 1973 vórðu 79 fólk tikin fyri at koyra við kenning og í 1974 var hetta tal rokkið upp í 107 (ein av hesum tó ákærdur fyri at hava koyrt óvandaliga) í 13 førum kravdi ákæruvaldið bil- koyrara at missa kortið orsakað av óvandnari koyring. Sektarpeningur, ið álag- dur varð í 1974, var tilsamans 296.055 kr., har- av 110.000 kr. stavaðu frá tveimum trolarum, ið dømdir vóru í Føroya rætti fyri ólógligan fiskiskap undn- Føroyum. Løgregluvirki annars At sita dóm vóru í 1974 tilsamans 86, í 1973 vóru Talið á ferðsluóhappum er vaksandi. I fjør hendu 1588 óhapp, sum eingin fólkaskaði stóðst av, «og 66 óhapp, sum fólkaskaði stóðst av tey 107 og í 1969 var talið 42. Dagarnir, teir dømdu sótu, vóru ávikavist 1.913, 2.034 og 985. í brummuna fyri kenn- ing komu í 1974 tilsamans 449, 500 i 1973 og 504 í 1969. Talið av ferðsluóhapp- um uttan persónskaða var i 1974 tilsamans 1.588, 1.403 í 1973 og 916 í 1969. Ferðsluóhapp við persón- skaða ávikavist 66, 70 og 20. 20 eldsbrunar vóru í árinum 1974 eftir uppgerð løgreglunar. Skulu velja floksformann Um fáar dagar skal tann konservativi bretski flokkurin avgera, hvør ið skal vera formaður flok- sins. Tað eru ógvuliga ymsar meiningar, um tað fer at eydnast Ed- ward Heath at sleppa at verða sitandi sum floks- leiðari. Hann hevur leitt flokkin í 10 ár og hevur tapt trý val og vunnið eitt hesa tíðina. Tað verður hildið at ein av teimum stóru av bjóðarunum hjá Heath er Margaret Thatcher. sum fyrr hevur verið kenslumálaráðharri. Eitt annað evni, sum nevnt verður, er fyrrver- andi ráðharrin Hugh Fraser. Gallarí Vágsbotn Málningafram- sýning hjá Stef- an Danielsen verður í morgin, fríggjadagin og leygardagin. Opið kl. 17-20. R Æ N D U R Tá teir høvdu etið, gjørdi sak- førarin støðuna upp. Hann helt onki vera at ivast í, at tað var David sum var tann rætti arv- ingurin til góðsið Shaw, og sum skulđi átt tað nú, men tað var ikki lætt at prógva hetta. Um teir fóru í rættin við málinum, so kom hetta at hava ringar avleið- ingar fyri Alan. David vildi eis- ini hava, at pápabeiggin, Eben- ezer Balfour, ikki skuldi verða revsaður, men at hann skuldi viðurkenna, at David hevði atv- arættin til góðsið, og at hann skuldi gjalda David nakað av peningi fast um árið. Sakførarin Rankeillor hugsaði seg um, skrh aði nakað upp og sendi so boð eftir skrivara sínum og segði, at hetta, sum hann hevði ríslað niður, skuldi vera reinskrivað sama dag. Hann bað samtíðis skrivaran vera kláran at vera vitni í málinum.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.