Tíðindablaðið - 29.01.1975, Page 12

Tíðindablaðið - 29.01.1975, Page 12
4f Síða 12 MÍN MEINING Skuldu tað heldur verið tríggir enn seks lands- stýrismenn? Birgir Johannesen, há- sk úlanæ mingur: Eg haldi, at tað er ov nógv við seks landsstýr- ismonnum, serliga tá vit seta talið í mun til, hvussu nógvar ráðharrar onnur lond hava við nógv størri umsiting. Færri hava sitið í lands- stýrinum fyrr, uttan at vit hava hoyrt at ar- beiðsbyrðan hevur verið ov tung. Sjálvandi hevði tað eisini verið biligari at lønt trimum enn seks landsstýrismonnum. Luisa Mohr, sjúkrasyst- ir: Eitt landsstýri hevur sjálvandi nógv mál at røkja, men tó haldi eg, at tað hevði verið nóg mikið við trimum monn- um. Tey landsstýri, sum hava sitið fyrr, hava ikki verið so væl mannað, og tað hevur víst seg at ganga væl. Eitt kent orðatak sigur at «nógvir kokkar spilla matin». Ruben Andrásen, yvir- pakkmeistari: Eg haldi, at tað hevði verið frægari Vlð trimum monnum, tí tað loysir ongan spuming, at teir eru tríggir afturat. Sam- felagið er so mikið lítið, at tríggir lærdir menn skuldu verið mentir at tikið sær av øllum máls- økjum i landsstýrinum. TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 29. januar 1975 SPEGILS- MYNDIN Jonglørur Nú hevur stjórnin í Peking eisini sett vesturtýska polit- ikaran Franz Josef Strauss í bólk millum teir Kremlmót- støðumenninar, sum Mao og hansara næstimaður Teng Hsiao-pin i løtuni jonglera við. - So, tú hevur eisini lært handa kunstin? Fólkatrot á sjóverju- skipunum Fara altíð nakrir dagar burturímill- um á hvørjum ári, sigur marinustøðin Hvidbjørnen, sum hevur røkt sjóverjuna undir Før- oyum i seinastuni, fór nið- ur tann 16. januar, og tann 27. kom Veðrurin higar at yvirtaka sjóverjuna. Marinustøðin sigur, at tað er vanligt, at tað eru slik glopp í á hvørjum ári, tá ongin sjóverja er. Fyri alt árið í fjør vóru tað um- leið 30 slikir dagar, men í ár verða tað eftir tí ætlan, ið løgd er bert 10 slíkir dagar, og teir vóru nú í januar. Eitt danskt blað skriv- ar, at næstan øll tey donsku sjóverjuskipini hava ligið still í einar 14 dagar í januar, av tí at bíð- að var eftir, at menn vórðu innkallaðir til herskyldu. Helikoptarin fekk skaða í løtuni hevur danska sjó- verjan Veðrin og Teistan undir Føroyum. Teistin, sum er gamal, skal halda uppat í mei, og tá kemur eitt annað nakað størri skip, sum nú er í Grøn- landi. Veðrurin skal vera her til apríl. Skipari á honum er Højerslev orlogskap- teynur, sum í sini tíð sigldi undir Føroyum við Niels Ebbesen. Á ferðini til Føroya høvdu teir eitt óhapp um- borð á Veðrinum við tað at eldur kom í nakrar elektr- iskar installatiónir i hang- arinum, og helikoptarin fekk nakað av skaða. Teir lógu á Havnini í gjár og umvældu skaðan. Clarkwood Reiðaríið á bretska trolar- anum Clarkwood er gingið við til at veita trygd fyri trolaran, so at sleppast kann undan, at rætturin ger úrskurð um, at hald skal leggjast á hann, um hann kemur í danska havn. Clarkwood er lagdur undir at hava fiskað innan- fyri føroyska fiskimarkið fyrst í desember mánað i fjør. Málið skuldi koma fyri rættin fyrrapartin í gjár, men varð tikið av aftur skránni, av tí at teir vóru komnir so langt í samráðingunum um at veita trygd. Ákæruvaldið upplýsir, at reiðaríið er gingið við til at veita trygd fýri trolaran, men semja er ikki um, hvussu nógvan pening teir skulu veita í trygd. Fram móti toppinum? Gerald Ford forseti hevur útnevnt tann 54 ára gamla Elliot Rich- ardson til sendiharra í London. Hann er fyrr- verandi varauttanrikis- ráðharri, men gjórdist serliga kendur sum løg- málaráðharri, av tí at hann fór úr hesum starvi heldur enn at koyra Archibald Cox frá sum Watergate-á- kærara.'sum Nixon gav honum boð um. Richardson segði á einum tiðindafundi, at Kissinger hevði nevnt, at «starvið goymir góð- ar møguleikar í sær». í USA halda menn, at sendiharrgstarvið í London kann vera fyrsta stigið hjá Rich- ardson til at gerast eftirmaður hjá Kissing- er ella forsetavalevni. Starvið sum sendi- harri í London hevur fyrr ført fýra mans fram til forsetahúsini, tveir til starvið sum varafor- seti og seks til starvið sum uttanríkisráðharri. Teir fýra, sum gjørd- ust forsetar, vóru Quin- cy Adams, James Mon- roe, Martin van Buren og James Buchanan. Teir báðir, ið gjørdust varaforsetar, vóru Ge- orge Dallas og Charles Dawes. Og teir seks, sum vórðu uttanríkis- ráðharrar, vóru Monroe, Adams, van Buren, F.T. Freling- huysen, John Hay og Frank Kellogg. Amin og Skotland Tann sjáldsami Idi A- min forseti' í Uganda dámar óvanliga væl alt tað, sum er skotskt, og hesin kærleiki vísir seg á ymiskan hátt. Tá hann herfyri gjørdist pápi fyri 19. ferð, sendi hann bræv til Kurt Waldheim ST-aðal- skrivara, Brechnev í Sovjetsamveldinum og Mao formann um at styðja loysingarmenn- inar í Skotlandi. Tveir skottar vóru og vitjaðu Amin, og i brævinum til teir tríggjar leiðararnar segði hann: «Leiðarar- nir í fyribils skotsku stjórnini hava biðið meg um at boða tykk- um frá, at Ongland er farið á reyvina. Tað eig- ur at forðast fyri, at Ongland heldur fram at gera sær dælt av Skot- landi við at ræna inn- tøkurnar av Norðsjóar- oljuni...» Spinola skrivar Antonio Spinola, sum gjørdist forseti 1 Portu- gal eftir statskvettið 1 fjør, men fór frá seinni á árinum, er nú aftur* farin undir ajt skriva eina bók, I fjør gav hann eina bók út um «Framtið Portugals«, og henda bók førdi til, at einaræðisstýrið hjá Caetano noyddist frá. Spinola ætlar at fáa ta nýggju bókina út áðrenn val væntandi verður í mars til eitt grundlógargevandi ting. men enn er ikki greitt, um stjómin, sum er nógv ávirkað av kommunistunum, loyv- ir honum at geva bók- ina út.Skrivifrælsið er . skert í seinastuni, m.a. eru allar bøkur hjá utlagna sovjettiska rit- høvundanumAlexander Solsjenitsyn forbodnar nú. Hittast aftur Ein 34 ára gamal onglendingur, David Curven.var 4 ára gamal sendur á barnaheim, av tí at foreldrini skiltust. Nú hevur hann hitt móðir sina aftur. Dávid helt, at mamman var deyð, men hon hevði ikki mist mótið um at finna hann og tað eydnaðist henni eisini herfyri gjøgnum Frelsunarherin. Sonur- in, sum er giftur og eigur tveir synir, fór beinanvegin til Man- chester, har mamman er gift uppaftur.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.