Tíðindablaðið - 31.01.1975, Síða 3
TIÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 31. januar 1975
Síða 3
Postkort kampanjan
hjá Amnesty International
Afrikanska rannsóknar-
deildin hjá Amnesty Inter-
national skeyt upp um
heystið 1974 at fara undir
eina felags kampanju fyri
ein part av Afrika, tað so-
nevnda Franchophone Af-
rika. Tað vóru tey trý
londini Mali, Cameroun og
Tchad. Hesi bæði seinast .
nevndu hava eitt felags
mark og liggja í Miðafrika
nærindis Congo og Niger-
ia. Mali liggur í Sahara
økinum við marki móti
Mauritania og Algier.
Endamálið við kampanj-
uni er at fáa teir mongu
politisku fangarnar í teim-
um trimum londunum
leysgivnar. Og kampanjan
verður førd á tann hátt, at
tær ymisku deildirnar
fingu eina hóskandi nøgd
av postkortum úr London
við prentaðum teksti og
navni á móttakara á. Á
henda hátt varð heitt á teir
háttvirdu presidentarnar
um leyslating (amnesty)
fyri teir politisku fangar-
nar. í hvørjum landi fingu
deildirnar eina ávísa tíðar-
freist til at senda hesi
kortini avstað við einari
persónligari undirskrift og
navni og bústaði hjá send-
ara. Harumframt kundi á-
heitan verða.send á fronsk-
um til bæði presidentin og
tveir ráðharrar hansara um
sama evni, tó máttu bræv-
bjálvar við prentaðum am-
nesty navni ikki nýtast til
hetta endamál, við tað at
royndir fyrr høvdu víst, at
tílík brøv bert vórðu for-
komin uttan at vera lisin.
Cameroun er eitt land til
støddar sum Svøríki ella
Spania og hevur ein ógvu-
liga einaveldissinnaðan og
miklan president M. Ah-
madou Ahidjo, sum stuðl-
aður av einasta loyvda
flokki hevur roynt at fáa
tær etnisku ymisku
stammurnar at renna sam-
an til eina politiska eind,
eitt arbeiði, ið gjørdist tor-
ført av tí at tjóðin var
samansett av tveimum
territorium, ið høvdu verið
undir yvireftirliti av Sam-
eindu Tjóðunum, nevniliga
eitt franskt og eitt bretskt
territorium.
Fyri at styrkja um eind-
ina í ríkinum varð staðfest,
at tjóðin hoyrdi til tær
grundleggjandi frælsislýs-
ingamar, sum lýstar eru í
yvirlýsingini hjá Sameind-
u Tjóðunum um manna-
rættindi, serstakliga varð
dentur lagdur á reglumar
um frælsi viðvíkjandi
trúgv, samkomurætti og
rættinum til rætta dóms-
viðgerð. Tí er eisini. orða-
lagið í postkortkampanj-
uni hesum landi viðvíkj-
andi í tráð við hesa lýsing.
Tað eru ikki so nógvir
fangar kendir við navni,
men sum Amnesty Inter-
national dugir at meta um,
kunnu teir teljast í túsund-
atali. Eitt navn er Ernest
Ouandie, hann stendur fyri
at vera leiðarin av for-
bodnu «Union des Popu-
lation du Cameroun»
(UPC), ein felagsskapur,
sum fyrst vendi sær ímóti
franska harradøminum,
men seinni Ahidjo presi-
denti. E. Ouandie og ka-
tólski biskuppurin Mgr.
Ndomnmo (rómverks ka-
tólskur biskuppur í
Nknong-samba) og ein
annar leiðari av UPC, sum
varð ákærdur fyri at hava
hjálpt UPC, vórðu allir
dømdir til deyða. Bert
dómurin hjá Mgr. Ndong-
mo varð broyttur til lív-
langt fongsul. Tað varð
eisini sagt, at Oandie varð
píndur.
Amnesty heldur eisini,-
at fólk sita í túsundatali
uttan dóm í konsentrati-
ónslegum (Administrative
Internment Camps) ymsa-
staðni í Mali fyri at hava
hildið við UPC.
Mali er eitt lýðveldi,
sum liggur við ánna Niger.
Har búgva umleið 4,7 mil-
jónir fólk, ið eru partvís
Sudanfólk, Tuaregar, Ful-
bar og Arabarar. Meir enn
helmingurin eru muhamm-
edanarar, meðan hini hoyr-
a til ymiskar trúarbólkar.
Mali kallaðist fyrr Franskt
Sudan og varð stýrt sum
partur av Fronskum Vest-
afrika til 1956, tá sjálv-
stýfisrørsla tók seg upp og
nýggir politiskir flokkar
vórðu stovnaðir. í 1958
fekk landið fult sjálvstýri
og gekk saman við Senegal
í 1959 og kom at verða
Mali sambandslondini.
Henda samgonga brast í
1960, og landið Mali varð
tá lýst sum sjálvstøðugt
lýðveldi.Fyrsti president-
ur í Mali varð koyrdur frá í
1968 og tjóðskaparligt
loysingarfelag tók veldið
við einum hernaðarligum
kvetti. Tey, sum á nakran
hátt styðjaðu presidentin
ella vóru álitisfólk hans-
ara, sita enn føst og flestu
uttan dómsviðgerð, har-
umframt sita enn fólk í
hópatali frá fyrru kollvelt-
ingini. — Postkortkam-
panja varð sett í verk í
november í fjør, og millum
jólanna hoyrdu vit tíðindi í
Útvarpi okkara, at stjóm-
in í Mali hevði gjørt av at
lata allar politiskar fangar
leysar í nýggja árinum,
men einki er frætt um
hetta tiltak er sett í verk
enn.
í Tchad, sum er ein av
Sahara statunum og tí
leingi hevur ligið undir
trýsti frá Sahel økinum,
búgva umleið 4 miljónir
fólk. Harumframt koma
trupulleikar av at landið er'
býtt sundur í ein norðara
og ein sunnara part.
Síðani landið fekk sjálv-
stýri í 1960 hevur Ngarta
Tombalbaya presidentur
verið noyddur at búgva í
Sahara partinum av land-
inum, har fólk flest eru
muhammedanarar, mót-
vegis teimum kristnu í
sunnara helminginum.
Einasta loyvda politiska
felag Parti Progressiste
Tchadien (PPT) eggjaði
summum til uppreistrar-
sinni móti autokratiska
stýrinum, so at útlagnir
stovnarar av PPT í 1966
stovnaðu eina frælsisrørs-
lu Frolinat. í árunum
1968-1971 varð Frolinat
niðurbard i norðara og
eystara partinum av
franskari hemaðarhjálp. I
august 1971 varð ein
kvettroynd gjørd í høvuðs-
staðnum N’Djamena, sum
Frolinat varð løgd undir at
hava ábyrgd av. Ein líkm
andi hending í juni 1972
førdi til ein hóp av fongsl-
ingum í høvuðsstaðnum og
har rundanum, so at o.u
1000 mistonkt, teirra mill
um høgtstandandi borgar
ar og fyrrverandi stjórnar
limir, vórðu sett føst
Nógv av hesum fólkum
sita enn fongslað uttan av-
hoyring.
í august 1973 lýsti pres-
identurin, at PPT flokkur-
in fór at verða broyttur til
nýtt politiskt felag
«Mouvement National
pour la Revolution Cultur-
ell et Sociale» (MNRCS),
sum fór at hava til enda-
máls at sameina landið og
endurreisa Tchadsku tjóð-
skaparrørsluna. Høvuðs-
staðurin broytti nú navn
frá Fort-Lamy til N’Dja-
mena og presidenturin
Tombalbaye fekk navna-
broyting og tók sær afrik-
anska navnið Ngarta í-
staðin fyri franska for-
navnið. MNCRS gjørdist
einasti loyvdi flokkur í
staðin fyri PPT og Afrik-
onsk mentanarvirði komu í
hásæti. Sum heild varð
hetta friðarliga fyriskipað,
men í september 1974
komu tíðindi til útheimin,
at sum lið í mentunarkoll-
veltingini vórðu Tchad-
búgvar frá øllum stættum
tvingaðir at luttaka í
«Yondo» vígslusiðunum
(ritualunum) hjá Sara fólk-
unum, sum stuðla Tom-
balbaye. Hesir siðir, ið
sigast verða framdir í
loynd, umfata jarðarferð-
hóttanir (mock burials),
brennimerking við koli og
seksuel neyðtøka. Hóast
Tchad umboðsmenn í Par-
is nokta fyri hesum, siga
álítandi keldur, at ikki
minni enn 50 kristnir
Tchadbúgvar eru deyðir av
vígsluritualunum.
Hesin pinsluháttur hev-
ur verið harðliga mótmælt-
ur ymsastaðni í heiminum.
Men kortini sita í hundrað-
tali av Tchadbúgvum —
nógvir av Sara fólkunum,
haðani, haðani president-
urin hevur etniska upp-
runa sín — og bíða eftir
dómi í fongslum ymsa-
staðni i landinum, púra ó-
kendir ella navngivnir fyri
útheiminum. Hóast Am-
nesty International síðani
august hevur fingið 106
politiskar fangar leysar,
eru kortini teir navnfram-
astu enn í fongsli, so væl
sum hundraðatal av ó-
kendum.
Sum nevnt í inngangin-
um varð skotið upp at seta
i verk postkortkampanju
fyri at hjálpa hesum fang-
unum til frælsi ella sømilig
mannarættindi. Vit kunnu
hugsa okkum, hvat árin og
ørkymlan øll henda mongd
av postkortum frá so
mongum ymiskum londum
kann gera á posthúsunum
á staðnum, og tað trýst,
henda kampanja kann
leggja á eina stjórn, ið
helst hevur hildið seg vera
vissa í at hon kundi gera,
tað sum hon vildi við pol-
itisku mótstøðufólk síni
ella tey, sum av samvitsk-
uorsøkum ikki kundu gera
stjórnini eftir vild. Hetta
er ein av arbeiðsháttunum
hjá Amnesty Internatio-
nal, og á henda hátt kunnu
vit eisini her í Føroyum
taka lut. Aðrastaðni har
umboðsstovur og aðrar
offisiellar umboðstænastur
eru fyri fremmand lond er
tað lættari at gera seg
galdandi. Úrslitið av einari
tílíkari kampanju fer sjálv-
andi ikki at síggjast bein-
anvegin, tað fer fyrst at
merkjast og síggjast, tá
nýggj tiðindi vónandi
koma við tølum um leys-
latnar fangar.
Vetrarútsøla
Vetrarútsøla byrjar mánadagin 3. februar. Nógv
góð tilboð. .. . . _
Hattabuðin Søljan
á Aarvegnum
^ <5.
h~ &
~J- o
% $
Klokkaragøta 19
3800 Tórshavn
TLF. 14849
..... ........ ■—.....
60 ár
Mánadagin 3. februar
verður Sigurd Heinesen
varaskúlastjóri í Klaks-
vík 60 ár.
Sigurd er ættaður úr
Lorvík, og áðrenn hann
fór á læraraskúlan var
hann til skips i nøkur
ár. Hann tók lærara-
prógv i 1942, og øll
árini síðani hevur hann
starvast við Klaksvíkar
skúla. Síðani 1. juni í
1963 hevur hann verið
varaskúlastjóri.
Kona hansara, Jutta,
er ættað úr Klaksvik.
Tey eiga døturnar: Sáru
og Sigrun.
Brúdleyp
! dag giftast í Tvøroyr-
ar kirkju Sólrun Joen-
sen av Tvøroyri og Ei-
vind Sørensen úr Oden-
se.
í dag giftast í Keyp-
mannahavn Lone Han-
sen úr Nærum og An-
dras Lindenskov Samu-
elsen úr Havn.
70 ár
Leygardagin 1. februar
fyliir Jákup Túná í
Froðba 70 ár. Hann
hevur verið skipari og
tók skipafaprógv í
1927. Hann fór til skips
í 1920. í 1932 fekk hann
Sjanu at føra og hevði
hana til 1936, tá hann
fór at føra Westward
Ho. Hann hevur eisini
ført trolararnar Leiv
Øssurson og Hødda-
berg.
Andlát
Jákup Martin Johanne-
sen, keypmáður í Fugl-
afirði, andaðist á
Klaksvíkar sjúkrahúsi
seinasta sunnudag 71
ára gamal. Hann var
ættaður av Hellunum,
og kona hansara, Sanna
er av Viðareiði.
Mánadagin 27. janu-
ar andaðist Annika
Jensen í Havn, 73 ára
gomul.
Prógv
Við universitetið í
Keypmannahavn hava
systrarnar Karin og
Sigga Joensen úr
Klaksvík tikið fyrsta
part A til lækna.