Tíðindablaðið - 31.01.1975, Blaðsíða 3

Tíðindablaðið - 31.01.1975, Blaðsíða 3
TIÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 31. januar 1975 Síða 3 Postkort kampanjan hjá Amnesty International Afrikanska rannsóknar- deildin hjá Amnesty Inter- national skeyt upp um heystið 1974 at fara undir eina felags kampanju fyri ein part av Afrika, tað so- nevnda Franchophone Af- rika. Tað vóru tey trý londini Mali, Cameroun og Tchad. Hesi bæði seinast . nevndu hava eitt felags mark og liggja í Miðafrika nærindis Congo og Niger- ia. Mali liggur í Sahara økinum við marki móti Mauritania og Algier. Endamálið við kampanj- uni er at fáa teir mongu politisku fangarnar í teim- um trimum londunum leysgivnar. Og kampanjan verður førd á tann hátt, at tær ymisku deildirnar fingu eina hóskandi nøgd av postkortum úr London við prentaðum teksti og navni á móttakara á. Á henda hátt varð heitt á teir háttvirdu presidentarnar um leyslating (amnesty) fyri teir politisku fangar- nar. í hvørjum landi fingu deildirnar eina ávísa tíðar- freist til at senda hesi kortini avstað við einari persónligari undirskrift og navni og bústaði hjá send- ara. Harumframt kundi á- heitan verða.send á fronsk- um til bæði presidentin og tveir ráðharrar hansara um sama evni, tó máttu bræv- bjálvar við prentaðum am- nesty navni ikki nýtast til hetta endamál, við tað at royndir fyrr høvdu víst, at tílík brøv bert vórðu for- komin uttan at vera lisin. Cameroun er eitt land til støddar sum Svøríki ella Spania og hevur ein ógvu- liga einaveldissinnaðan og miklan president M. Ah- madou Ahidjo, sum stuðl- aður av einasta loyvda flokki hevur roynt at fáa tær etnisku ymisku stammurnar at renna sam- an til eina politiska eind, eitt arbeiði, ið gjørdist tor- ført av tí at tjóðin var samansett av tveimum territorium, ið høvdu verið undir yvireftirliti av Sam- eindu Tjóðunum, nevniliga eitt franskt og eitt bretskt territorium. Fyri at styrkja um eind- ina í ríkinum varð staðfest, at tjóðin hoyrdi til tær grundleggjandi frælsislýs- ingamar, sum lýstar eru í yvirlýsingini hjá Sameind- u Tjóðunum um manna- rættindi, serstakliga varð dentur lagdur á reglumar um frælsi viðvíkjandi trúgv, samkomurætti og rættinum til rætta dóms- viðgerð. Tí er eisini. orða- lagið í postkortkampanj- uni hesum landi viðvíkj- andi í tráð við hesa lýsing. Tað eru ikki so nógvir fangar kendir við navni, men sum Amnesty Inter- national dugir at meta um, kunnu teir teljast í túsund- atali. Eitt navn er Ernest Ouandie, hann stendur fyri at vera leiðarin av for- bodnu «Union des Popu- lation du Cameroun» (UPC), ein felagsskapur, sum fyrst vendi sær ímóti franska harradøminum, men seinni Ahidjo presi- denti. E. Ouandie og ka- tólski biskuppurin Mgr. Ndomnmo (rómverks ka- tólskur biskuppur í Nknong-samba) og ein annar leiðari av UPC, sum varð ákærdur fyri at hava hjálpt UPC, vórðu allir dømdir til deyða. Bert dómurin hjá Mgr. Ndong- mo varð broyttur til lív- langt fongsul. Tað varð eisini sagt, at Oandie varð píndur. Amnesty heldur eisini,- at fólk sita í túsundatali uttan dóm í konsentrati- ónslegum (Administrative Internment Camps) ymsa- staðni í Mali fyri at hava hildið við UPC. Mali er eitt lýðveldi, sum liggur við ánna Niger. Har búgva umleið 4,7 mil- jónir fólk, ið eru partvís Sudanfólk, Tuaregar, Ful- bar og Arabarar. Meir enn helmingurin eru muhamm- edanarar, meðan hini hoyr- a til ymiskar trúarbólkar. Mali kallaðist fyrr Franskt Sudan og varð stýrt sum partur av Fronskum Vest- afrika til 1956, tá sjálv- stýfisrørsla tók seg upp og nýggir politiskir flokkar vórðu stovnaðir. í 1958 fekk landið fult sjálvstýri og gekk saman við Senegal í 1959 og kom at verða Mali sambandslondini. Henda samgonga brast í 1960, og landið Mali varð tá lýst sum sjálvstøðugt lýðveldi.Fyrsti president- ur í Mali varð koyrdur frá í 1968 og tjóðskaparligt loysingarfelag tók veldið við einum hernaðarligum kvetti. Tey, sum á nakran hátt styðjaðu presidentin ella vóru álitisfólk hans- ara, sita enn føst og flestu uttan dómsviðgerð, har- umframt sita enn fólk í hópatali frá fyrru kollvelt- ingini. — Postkortkam- panja varð sett í verk í november í fjør, og millum jólanna hoyrdu vit tíðindi í Útvarpi okkara, at stjóm- in í Mali hevði gjørt av at lata allar politiskar fangar leysar í nýggja árinum, men einki er frætt um hetta tiltak er sett í verk enn. í Tchad, sum er ein av Sahara statunum og tí leingi hevur ligið undir trýsti frá Sahel økinum, búgva umleið 4 miljónir fólk. Harumframt koma trupulleikar av at landið er' býtt sundur í ein norðara og ein sunnara part. Síðani landið fekk sjálv- stýri í 1960 hevur Ngarta Tombalbaya presidentur verið noyddur at búgva í Sahara partinum av land- inum, har fólk flest eru muhammedanarar, mót- vegis teimum kristnu í sunnara helminginum. Einasta loyvda politiska felag Parti Progressiste Tchadien (PPT) eggjaði summum til uppreistrar- sinni móti autokratiska stýrinum, so at útlagnir stovnarar av PPT í 1966 stovnaðu eina frælsisrørs- lu Frolinat. í árunum 1968-1971 varð Frolinat niðurbard i norðara og eystara partinum av franskari hemaðarhjálp. I august 1971 varð ein kvettroynd gjørd í høvuðs- staðnum N’Djamena, sum Frolinat varð løgd undir at hava ábyrgd av. Ein líkm andi hending í juni 1972 førdi til ein hóp av fongsl- ingum í høvuðsstaðnum og har rundanum, so at o.u 1000 mistonkt, teirra mill um høgtstandandi borgar ar og fyrrverandi stjórnar limir, vórðu sett føst Nógv av hesum fólkum sita enn fongslað uttan av- hoyring. í august 1973 lýsti pres- identurin, at PPT flokkur- in fór at verða broyttur til nýtt politiskt felag «Mouvement National pour la Revolution Cultur- ell et Sociale» (MNRCS), sum fór at hava til enda- máls at sameina landið og endurreisa Tchadsku tjóð- skaparrørsluna. Høvuðs- staðurin broytti nú navn frá Fort-Lamy til N’Dja- mena og presidenturin Tombalbaye fekk navna- broyting og tók sær afrik- anska navnið Ngarta í- staðin fyri franska for- navnið. MNCRS gjørdist einasti loyvdi flokkur í staðin fyri PPT og Afrik- onsk mentanarvirði komu í hásæti. Sum heild varð hetta friðarliga fyriskipað, men í september 1974 komu tíðindi til útheimin, at sum lið í mentunarkoll- veltingini vórðu Tchad- búgvar frá øllum stættum tvingaðir at luttaka í «Yondo» vígslusiðunum (ritualunum) hjá Sara fólk- unum, sum stuðla Tom- balbaye. Hesir siðir, ið sigast verða framdir í loynd, umfata jarðarferð- hóttanir (mock burials), brennimerking við koli og seksuel neyðtøka. Hóast Tchad umboðsmenn í Par- is nokta fyri hesum, siga álítandi keldur, at ikki minni enn 50 kristnir Tchadbúgvar eru deyðir av vígsluritualunum. Hesin pinsluháttur hev- ur verið harðliga mótmælt- ur ymsastaðni í heiminum. Men kortini sita í hundrað- tali av Tchadbúgvum — nógvir av Sara fólkunum, haðani, haðani president- urin hevur etniska upp- runa sín — og bíða eftir dómi í fongslum ymsa- staðni i landinum, púra ó- kendir ella navngivnir fyri útheiminum. Hóast Am- nesty International síðani august hevur fingið 106 politiskar fangar leysar, eru kortini teir navnfram- astu enn í fongsli, so væl sum hundraðatal av ó- kendum. Sum nevnt í inngangin- um varð skotið upp at seta i verk postkortkampanju fyri at hjálpa hesum fang- unum til frælsi ella sømilig mannarættindi. Vit kunnu hugsa okkum, hvat árin og ørkymlan øll henda mongd av postkortum frá so mongum ymiskum londum kann gera á posthúsunum á staðnum, og tað trýst, henda kampanja kann leggja á eina stjórn, ið helst hevur hildið seg vera vissa í at hon kundi gera, tað sum hon vildi við pol- itisku mótstøðufólk síni ella tey, sum av samvitsk- uorsøkum ikki kundu gera stjórnini eftir vild. Hetta er ein av arbeiðsháttunum hjá Amnesty Internatio- nal, og á henda hátt kunnu vit eisini her í Føroyum taka lut. Aðrastaðni har umboðsstovur og aðrar offisiellar umboðstænastur eru fyri fremmand lond er tað lættari at gera seg galdandi. Úrslitið av einari tílíkari kampanju fer sjálv- andi ikki at síggjast bein- anvegin, tað fer fyrst at merkjast og síggjast, tá nýggj tiðindi vónandi koma við tølum um leys- latnar fangar. Vetrarútsøla Vetrarútsøla byrjar mánadagin 3. februar. Nógv góð tilboð. .. . . _ Hattabuðin Søljan á Aarvegnum ^ <5. h~ & ~J- o % $ Klokkaragøta 19 3800 Tórshavn TLF. 14849 ..... ........ ■—..... 60 ár Mánadagin 3. februar verður Sigurd Heinesen varaskúlastjóri í Klaks- vík 60 ár. Sigurd er ættaður úr Lorvík, og áðrenn hann fór á læraraskúlan var hann til skips i nøkur ár. Hann tók lærara- prógv i 1942, og øll árini síðani hevur hann starvast við Klaksvíkar skúla. Síðani 1. juni í 1963 hevur hann verið varaskúlastjóri. Kona hansara, Jutta, er ættað úr Klaksvik. Tey eiga døturnar: Sáru og Sigrun. Brúdleyp ! dag giftast í Tvøroyr- ar kirkju Sólrun Joen- sen av Tvøroyri og Ei- vind Sørensen úr Oden- se. í dag giftast í Keyp- mannahavn Lone Han- sen úr Nærum og An- dras Lindenskov Samu- elsen úr Havn. 70 ár Leygardagin 1. februar fyliir Jákup Túná í Froðba 70 ár. Hann hevur verið skipari og tók skipafaprógv í 1927. Hann fór til skips í 1920. í 1932 fekk hann Sjanu at føra og hevði hana til 1936, tá hann fór at føra Westward Ho. Hann hevur eisini ført trolararnar Leiv Øssurson og Hødda- berg. Andlát Jákup Martin Johanne- sen, keypmáður í Fugl- afirði, andaðist á Klaksvíkar sjúkrahúsi seinasta sunnudag 71 ára gamal. Hann var ættaður av Hellunum, og kona hansara, Sanna er av Viðareiði. Mánadagin 27. janu- ar andaðist Annika Jensen í Havn, 73 ára gomul. Prógv Við universitetið í Keypmannahavn hava systrarnar Karin og Sigga Joensen úr Klaksvík tikið fyrsta part A til lækna.

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.