Tíðindablaðið - 31.01.1975, Side 5

Tíðindablaðið - 31.01.1975, Side 5
M TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 31. januar 1975 Síða 5 * ø Sleppa at gera grótbrot, hóast fólk mótmæla - men fleiri treytir eru lagdar við m.a. at óljóðið verður doyvt Yvirfriðingarnevndin hev- ur avgjørt at geva lands- verkfrøðinginum loyvi til at gera eitt nýtt grótbrot á Hústoft sunnanfyri Lamb- a. Málið hevur fyrr verið viðgjørt av friðingar- nevndini í Eysturoynni, og hon vildi ikki geva loyvi. Málið varð so beint til yvirfriðingarnevndina, sum hevur tikið avgerð um, at landsverkfrøðing- urin skal sleppa at gera grótbrot á Hústoft, men tó við nøkrum treytum. Kravt verður, at útsíðan av hamarinum, har grót- brotið verður lagt, ikki verður skadđ, (2) at veg- urin, sum verður lagdur inn í grótbrotið, skal gang- a í beina linju og hægst skal vera 10 metrar breið- ur, (3) at einki órudd sløð- ist framvið vegkantinum og at kanturin verður sáddur, (4) at grót ella mold ikki sløðist uttanfyri tað nýggja grótbrotið, (5) at grót ikki verður brotið í tí gamla grótbrotinum, tá tað nýggja er klárt at taka í brúk, (6) at tað verður sátt og plantað í tað gamla grótbrotið og somuleiðis á økið vestanfyri grótbrotið og framvið vegnum, og (7) at stig verða tikin til at doyva óljóð og tarna støvi at koma frá grótbrotinum og knúsarunum. Mótmæla Tá málið varð lagt fyri yvirfriðingarnevndina í fjør fór ein adressa runt í húsini í Lamba fyri at mót- mæla, at grótbrot varð gjørt í Húsatoft. Tað vóru 46 fólk, sum skrivaðu und- ir, og tað verður sagt, at hetta eru umleið 90 pro- sent av teimum vaksnu fólkunum, sum vóru heima i bygdini, tá adressan gekk runt. Adressan varð send dómaranum, lanđsverk- frøðinginum og løgmanni. í adressuni verður sagt, at grótbrotið á Lambareiði er ein vandi fyri tey ovastu húsini í bygdini av tí, at smágrót frá tí javnan verð- ur slongt heim í bygdina og til tíðir hevur gjørt skaða upp á hús. Eisini verður nevnt, at í turrveðri kemur nógv støv frá grót- brotinum, og tá hann er vestaneftir í ættini, liggur støvtokan so tjúkk oman gjøgnum bygdina, at tað er ikki hugsningur um at heingja klæði út, ei heldur opnast eitt vindeýga, tí húsini fyllast við støvi. Tey, sum hava undir- skrivað adressuna, mót- mæla, at eitt nýtt grótbrot verður gjørt í nánd av bygdini. OV lítið grót Frá landsverkfrøðinginum verður upplýst, at tað let- ur seg væl gera at fyri- byrgja at støv kemur frá knúsarunum, og óljóð kann eisini doyvast, men teir kunnu ikki upplýsa heilt gjølla, hvat kostnað- urin verður. í tí gamla grótbrotinum er onki gott grót eftir, so teir hava ov lítið grót at arbeiða við. Tað er í sam- ráð við jarðfrøðingar, at teir hava avgjørt at gera nýtt grótbrot á Hústoft. Tað er ikki ætlanin aL flyta grótknúsararnar. Grótið skal ti koyrast frá ti nýggja grótbrotinum til tað gamla, har tað verður knúst. Hvíl teg, góða Annika, loyst frá sjúku, royndum, sum títt unga likam leið opið og í loyndum. Likamligt ein leikalind, von á kørgum lendi. Andaligt ein heiløg hind heilt í Harrans hendi. Lív at birta var tín trá, mjúkan kinn at kína. Doyði óbirt barnabrá, sløkti gleði tína. Ævigt sæla Annika! Gud — vit hava kent tað — hevur sær í dalinum yndisblómu hentað! Petur H. Vesturtýskland stórt yvirskot Trý av teimum størstu idnaðarlondunum í heiminum hava júst kunngjørt hagtøl yvir sin búskap. Vesturtýsk- land hevur kunngjørt, at landið hevur havt eitt yvirskot á handilsjavn- anum uppá meira enn 50 miljardir markar, meðan Japan hevur boðað frá einum falli i idnaðar- framleiðsluni uppá 15 prosent í 13 mánar, og úr USA verður boðað frá tí álvarsligastu støðu, síð- ani í 30unum. Tey tølini, sum grund er til at undrast mest á, eru úr Vesturtýsklandi. Samstundis sum olju- prísirnir fleirfaldaðust hevði landið tað størsta yvirskotið, sum tað nakrantið hevur havt, og samstundis sum vestur- týski markurin er hækk- aður í virði og harvið hevur trýst prísin upp á týskum vørum á heims- mark naðinum. TÍÐINDÍ UR NORÐOYUM Nýggjur línubátur Um okkurt um ein mána kemur ein nýggjur linu- bátur til Klaksvíkar. Báturin er bygdur í Nor- egi, og tað er eitt parts- reiðarí í Klaksvík, sum eigur hann. Skipari verð- ur Sámal Sivertsen, og báturin skal eita Gerð- hamar. Hann er 96 føtur til longdar, og kemur at taka eini 180.000 til 200.000 pund av ísfiski. Sáttmálin um bygging- ina varð gjørdur í mars í 1973, og báturin er nógv seinkaður; hann skuldi vera liðugur í fjør. Kost- naðurin kemur at liggja um fýra miljónir krónur. 125 tons Seinasta vikuskifti frættist frá trolarunum Sjúrðarberg og Sunda- berg. Teir høvdu fiskað 125 tons hvør, og teir høvdu havt góðan fiski- skap um vikuskifti — eini 45 tons hvør í tveir dagar. Teir lótu væl at veðrinum, men tað var ofta kalt. Teir royna í StLawrence- flógvanum. Undan íslandi Klakkur og Jákup B av- reiddu í seinastu viku og Polarstjørnan í hesi vik- uni. Klakkur hevði 200.000 pund, Jákup B 176.000 og Polarstjørn- an 108.000 pund. Jákup B fór avstað aftur til ís- lands leygardagin, Klakkur fór týsdagin og Polarstjørnan mikudag- in. Til Ný Foundlands Hans Erik fór nýggjan túr til Ný Foundlands mikumorgunin. Norð- aldan fór mikukvøldið, og Borðoyarnes skuldi eisini fara i vikuni. Á svartkalva- veiðu Mánadagin kom Borgar- in undan Islandi við 160.000 pundum. Hann fer ikki aftur á ísfiska- veiðu, men skal aftur til Islands at royna eftir svartkalva. Teir hava ongantíð fyrr verið á svartkalvaveiðu undir Islandi hesa tíðina — vanliga plaga teir ikki at fara fyrr enn í mars ella apríl, men teir rokna við, at hetta fer at roynast betur við teimum avreið- ingarprísum, sum nú eru galdandi. Borgarin skal ætlandi avstað í morgin. Á beding Jógvan S stendur uppi á bedingini hjá Kjølbro. Hann fær ymsar smáar umvælingar. Jógvan S kom upp á beding týs- dagin, og tá hann fer av aftur, skal Kvikk takast upp. Bæði Jógvan S og Kvik skulu aftur á salt- fiskaveiðu, men teir fara neyvan fyrr enn um ein mánað. Útróður Á flakavirkinum á Kós- ini í Klaksvík tóku teir mikudagin ímóti nakað yvir 40.000 pundum av fiski frá útróðrarbátum. Henda dagin avreiddi ein maskinbátur 1.600 pund og umframt tað av- reiddu 10 deksbátar. Bestur var Havnartind- ur við 7.200 pundum, og teir komu niður í gott 2.000 pund. Týsdagin avreiddi Háenni 1.800 pund, Hvíthamar 3.600 pund, og Oyggjarmúli 4.300 pund. Ein maskin- bátur av snelluveiðu av- reiddi 1.100 pund, og Vega, sum hevur verið á idnaðarveiðu; avreiddi 3.800 pund. Mánadagin avreiddi Árnabúgvin 9.500 pund og Skorhamar 8.100. Vaksandi tal av vitjandi Talið av vitjandi í svimj- ihøllini í Klaksvík hevur verið vaksandi, síðani høllin læt upp, og nú tykist steðgur at vera komin í. Høllin er opin hvønn dag í vikuni uttan sunnudag, og opið er frá 7-12 og 14—20. Eftir klokkan 17 sleppa børn ikki inn at svimja. Talið av vitjandi liggur mill- um 800 og 900 um đagin. Kostnaðurin fyri børn er 3 krónur og fyri vaksin 6 krónur. Ta fyrstu tíðina høllin var opin, komu í meðal eini 2.500 krónur inn um dagin, men í seinastuni hava teir fing- ið millum 3.500 upp í 4.000 krónur inn um dagin. Høllin hevur ver- ið opin í slakar tveir mánar. I fyrstuni høvdu teir trupulleikar við vatnin- um í hyljunum, og fólk fekk ilt í eyguni, men hesum trupulleikum er vunnið á nú, verður sagt. Ætlanin er at styrkja norðara enda á høllini. Teir halda, at tað er ov nógv glas í endanum, og tí hava teir borið ótta fyri, at hann fór ikki at halda fyri illveðri, ti tað er ábart, har høllin stendur. Avgjørt er, at teir skulu styrkja endan við jarnskinnarum.

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.