Tíðindablaðið - 31.01.1975, Síða 5
M TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 31. januar 1975
Síða 5
*
ø
Sleppa at gera
grótbrot, hóast
fólk mótmæla
- men fleiri treytir eru lagdar við
m.a. at óljóðið verður doyvt
Yvirfriðingarnevndin hev-
ur avgjørt at geva lands-
verkfrøðinginum loyvi til
at gera eitt nýtt grótbrot á
Hústoft sunnanfyri Lamb-
a.
Málið hevur fyrr verið
viðgjørt av friðingar-
nevndini í Eysturoynni, og
hon vildi ikki geva loyvi.
Málið varð so beint til
yvirfriðingarnevndina,
sum hevur tikið avgerð
um, at landsverkfrøðing-
urin skal sleppa at gera
grótbrot á Hústoft, men tó
við nøkrum treytum.
Kravt verður, at útsíðan
av hamarinum, har grót-
brotið verður lagt, ikki
verður skadđ, (2) at veg-
urin, sum verður lagdur
inn í grótbrotið, skal gang-
a í beina linju og hægst
skal vera 10 metrar breið-
ur, (3) at einki órudd sløð-
ist framvið vegkantinum
og at kanturin verður
sáddur, (4) at grót ella
mold ikki sløðist uttanfyri
tað nýggja grótbrotið, (5)
at grót ikki verður brotið í
tí gamla grótbrotinum, tá
tað nýggja er klárt at taka
í brúk, (6) at tað verður
sátt og plantað í tað gamla
grótbrotið og somuleiðis á
økið vestanfyri grótbrotið
og framvið vegnum, og (7)
at stig verða tikin til at
doyva óljóð og tarna støvi
at koma frá grótbrotinum
og knúsarunum.
Mótmæla
Tá málið varð lagt fyri
yvirfriðingarnevndina í
fjør fór ein adressa runt í
húsini í Lamba fyri at mót-
mæla, at grótbrot varð
gjørt í Húsatoft. Tað vóru
46 fólk, sum skrivaðu und-
ir, og tað verður sagt, at
hetta eru umleið 90 pro-
sent av teimum vaksnu
fólkunum, sum vóru heima
i bygdini, tá adressan gekk
runt. Adressan varð send
dómaranum, lanđsverk-
frøðinginum og løgmanni.
í adressuni verður sagt,
at grótbrotið á Lambareiði
er ein vandi fyri tey ovastu
húsini í bygdini av tí, at
smágrót frá tí javnan verð-
ur slongt heim í bygdina
og til tíðir hevur gjørt
skaða upp á hús. Eisini
verður nevnt, at í turrveðri
kemur nógv støv frá grót-
brotinum, og tá hann er
vestaneftir í ættini, liggur
støvtokan so tjúkk oman
gjøgnum bygdina, at tað
er ikki hugsningur um at
heingja klæði út, ei heldur
opnast eitt vindeýga, tí
húsini fyllast við støvi.
Tey, sum hava undir-
skrivað adressuna, mót-
mæla, at eitt nýtt grótbrot
verður gjørt í nánd av
bygdini.
OV lítið
grót
Frá landsverkfrøðinginum
verður upplýst, at tað let-
ur seg væl gera at fyri-
byrgja at støv kemur frá
knúsarunum, og óljóð
kann eisini doyvast, men
teir kunnu ikki upplýsa
heilt gjølla, hvat kostnað-
urin verður.
í tí gamla grótbrotinum
er onki gott grót eftir, so
teir hava ov lítið grót at
arbeiða við. Tað er í sam-
ráð við jarðfrøðingar, at
teir hava avgjørt at gera
nýtt grótbrot á Hústoft.
Tað er ikki ætlanin aL
flyta grótknúsararnar.
Grótið skal ti koyrast frá ti
nýggja grótbrotinum til
tað gamla, har tað verður
knúst.
Hvíl teg, góða Annika,
loyst frá sjúku, royndum,
sum títt unga likam leið
opið og í loyndum.
Likamligt ein leikalind,
von á kørgum lendi.
Andaligt ein heiløg hind
heilt í Harrans hendi.
Lív at birta var tín trá,
mjúkan kinn at kína.
Doyði óbirt barnabrá,
sløkti gleði tína.
Ævigt sæla Annika!
Gud — vit hava kent tað —
hevur sær í dalinum
yndisblómu hentað!
Petur H.
Vesturtýskland
stórt yvirskot
Trý av teimum størstu
idnaðarlondunum í
heiminum hava júst
kunngjørt hagtøl yvir
sin búskap. Vesturtýsk-
land hevur kunngjørt, at
landið hevur havt eitt
yvirskot á handilsjavn-
anum uppá meira enn 50
miljardir markar, meðan
Japan hevur boðað frá
einum falli i idnaðar-
framleiðsluni uppá 15
prosent í 13 mánar, og úr
USA verður boðað frá tí
álvarsligastu støðu, síð-
ani í 30unum.
Tey tølini, sum grund
er til at undrast mest á,
eru úr Vesturtýsklandi.
Samstundis sum olju-
prísirnir fleirfaldaðust
hevði landið tað størsta
yvirskotið, sum tað
nakrantið hevur havt, og
samstundis sum vestur-
týski markurin er hækk-
aður í virði og harvið
hevur trýst prísin upp á
týskum vørum á heims-
mark naðinum.
TÍÐINDÍ
UR
NORÐOYUM
Nýggjur
línubátur
Um okkurt um ein mána
kemur ein nýggjur linu-
bátur til Klaksvíkar.
Báturin er bygdur í Nor-
egi, og tað er eitt parts-
reiðarí í Klaksvík, sum
eigur hann. Skipari verð-
ur Sámal Sivertsen, og
báturin skal eita Gerð-
hamar. Hann er 96 føtur
til longdar, og kemur at
taka eini 180.000 til
200.000 pund av ísfiski.
Sáttmálin um bygging-
ina varð gjørdur í mars í
1973, og báturin er nógv
seinkaður; hann skuldi
vera liðugur í fjør. Kost-
naðurin kemur at liggja
um fýra miljónir krónur.
125 tons
Seinasta vikuskifti
frættist frá trolarunum
Sjúrðarberg og Sunda-
berg. Teir høvdu fiskað
125 tons hvør, og teir
høvdu havt góðan fiski-
skap um vikuskifti —
eini 45 tons hvør í tveir
dagar. Teir lótu væl at
veðrinum, men tað var
ofta kalt. Teir royna í
StLawrence- flógvanum.
Undan íslandi
Klakkur og Jákup B av-
reiddu í seinastu viku og
Polarstjørnan í hesi vik-
uni. Klakkur hevði
200.000 pund, Jákup B
176.000 og Polarstjørn-
an 108.000 pund. Jákup
B fór avstað aftur til ís-
lands leygardagin,
Klakkur fór týsdagin og
Polarstjørnan mikudag-
in.
Til Ný Foundlands
Hans Erik fór nýggjan
túr til Ný Foundlands
mikumorgunin. Norð-
aldan fór mikukvøldið,
og Borðoyarnes skuldi
eisini fara i vikuni.
Á svartkalva-
veiðu
Mánadagin kom Borgar-
in undan Islandi við
160.000 pundum. Hann
fer ikki aftur á ísfiska-
veiðu, men skal aftur til
Islands at royna eftir
svartkalva. Teir hava
ongantíð fyrr verið á
svartkalvaveiðu undir
Islandi hesa tíðina —
vanliga plaga teir ikki at
fara fyrr enn í mars ella
apríl, men teir rokna við,
at hetta fer at roynast
betur við teimum avreið-
ingarprísum, sum nú eru
galdandi. Borgarin skal
ætlandi avstað í morgin.
Á beding
Jógvan S stendur uppi á
bedingini hjá Kjølbro.
Hann fær ymsar smáar
umvælingar. Jógvan S
kom upp á beding týs-
dagin, og tá hann fer av
aftur, skal Kvikk takast
upp. Bæði Jógvan S og
Kvik skulu aftur á salt-
fiskaveiðu, men teir fara
neyvan fyrr enn um ein
mánað.
Útróður
Á flakavirkinum á Kós-
ini í Klaksvík tóku teir
mikudagin ímóti nakað
yvir 40.000 pundum av
fiski frá útróðrarbátum.
Henda dagin avreiddi
ein maskinbátur 1.600
pund og umframt tað av-
reiddu 10 deksbátar.
Bestur var Havnartind-
ur við 7.200 pundum, og
teir komu niður í gott
2.000 pund. Týsdagin
avreiddi Háenni 1.800
pund, Hvíthamar 3.600
pund, og Oyggjarmúli
4.300 pund. Ein maskin-
bátur av snelluveiðu av-
reiddi 1.100 pund, og
Vega, sum hevur verið á
idnaðarveiðu; avreiddi
3.800 pund.
Mánadagin avreiddi
Árnabúgvin 9.500 pund
og Skorhamar 8.100.
Vaksandi tal
av vitjandi
Talið av vitjandi í svimj-
ihøllini í Klaksvík hevur
verið vaksandi, síðani
høllin læt upp, og nú
tykist steðgur at vera
komin í. Høllin er opin
hvønn dag í vikuni uttan
sunnudag, og opið er frá
7-12 og 14—20. Eftir
klokkan 17 sleppa børn
ikki inn at svimja. Talið
av vitjandi liggur mill-
um 800 og 900 um đagin.
Kostnaðurin fyri børn er
3 krónur og fyri vaksin 6
krónur. Ta fyrstu tíðina
høllin var opin, komu í
meðal eini 2.500 krónur
inn um dagin, men í
seinastuni hava teir fing-
ið millum 3.500 upp í
4.000 krónur inn um
dagin. Høllin hevur ver-
ið opin í slakar tveir
mánar.
I fyrstuni høvdu teir
trupulleikar við vatnin-
um í hyljunum, og fólk
fekk ilt í eyguni, men
hesum trupulleikum er
vunnið á nú, verður
sagt.
Ætlanin er at styrkja
norðara enda á høllini.
Teir halda, at tað er ov
nógv glas í endanum, og
tí hava teir borið ótta
fyri, at hann fór ikki at
halda fyri illveðri, ti tað
er ábart, har høllin
stendur. Avgjørt er, at
teir skulu styrkja endan
við jarnskinnarum.