Tíðindablaðið - 31.01.1975, Síða 7

Tíðindablaðið - 31.01.1975, Síða 7
M TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 31. januar 1975 Síða 7 # Vit veiddu 25 sløg av fiski undir Føroyum pluss síl og heU.a hevði verið til gagns fyri stovnarnar. 1. januar í fjør kom ein regla í gildi um, at meska- víddirnar skuldu minkast. Fleiri trolarar vórðu seinni kannaðir, og tað vísti seg, at teir hildu ikki reglurnar. Men ICES sigur, at tað hevði gagnað bæði toskin- um og hýsuni og økt um úrtøkuna, um meskavídd- irnar vórðu hildnar. Burtur úr tí frágreiðing um fiskiveiðu føroyinga, sum Kjartan Hoydal fiskifrøð- ingur hevur gjørt, fara vit í hesum og næsta blað at taka frásagnir um veiðuna á nærleiðum. Tað visir seg, at fiskiveið- an undir Føroyum enn er nógv meira fjølbroytt enn á mið- og fjarleiðunum á tann hátt, at vit veiða so nógv ymisk fiskasløg og nýta so ymiskan reiðskap. Førini, vit nýta, eru eisini heilt ólík, stór og smá, úr timbri og stáli. VEIÐA DKKARA OG MOGULEIKAR sløg á Føroya Banka sum á landgrunninum. Sløgini Eitt yvirlit vísir, at í 1973 veiddu vit tilsamans 23.958 tons undir Før- oyum, og tað vóru fiskað 25 sløg umframt tey 18 tonsini, sum sílaalingin gav. Fiskasløgini vóru tosk- ur, hýsa, brosma, longa, blálonga, upsi, hvítingur, kalvi, reyðsprøka, reyð- tunga, skrubba, lálla, laksur, sild, brislingur, rognkelsi, kongafiskur, havtaska, hávur, hemari, skøta, hummari, steinbít- ur, svartkjaftur og jákups- skel. Útivið helvtin — ella 10.435 tons — var toskur. Onnur fiskasløg, sum vit veiddu meira enn 1000 tons av, vóru hýsa, brosm- a, upsi og reyðtunga. Tað vóru ikki veidd rættuliga so mong fiska- Hetta kunnu vit veiða Ymiskar metingar eru av, hvussu nógv vit kunnu veiða undir Føroyum. Al- heims matvørustovnurin FAO er komin til tað úr- slit, at tað kunnu fiskast 35.000 tons av toski árliga, 30.000 tons av hýsu og 30.000 tons av upsa. Til hetta er at siga, at hýsu- veiðan helst er sett ov høgt, og at talið liggur nærri 20.000 tonsum. Men upsaveiðan hevur verið størri, enn FAO metir; í 1972 vórðu fiskað 46.000 og í 1973 vórðu veidd 60.000 tons av upsa. Tað eru bert útlendingar — serliga fransmenn, men eisini bretar og týskarar — sum hava økt um upsa- veiðuna. Yvirlitið hjá FAO sigur annars, at av rundum fiski Tað er nógv til av upsa undir Føroyum, og væl av upsa er eisini — sum kortið vísir — fram við strendurnar á grannalondunum. kunnu veiðast 110.000 tons árliga, av flatfiski 4.200 tons, av sild 15.000 tons og nakað av øðrum fiskasløgum, so at tann samlaða veiðunøgdin verð- ur 135.500 tons íalt. Fiski- leiðirnar, sum FAO her roknar við, eru landgrunn- urin, nakað av hellingini og Føroya Banki. Taka vit so tey veruligu veiðutølini i einum trý ára skeiði frá 1968 — 71, so síggja vit, at tað hevur verið veitt minni, enn FAO metir. Miðalveiðan fyri hesi trý árini er 105.000 tons — ella 30.000 tons minni enn mett. Kanska er óneyðugt at viðmerkja, at í hesum tølum er øll veiða roknað, bæði føroysk og útlendsk, og at okkara partur í løtuni er lítil. Kann ikki fáast meir Altjóða Havrannsóknar- ráðið ICES, legði í fjør fram eina frágreiðing um støðuna hjá fiskastovnun- um undir Føroyum. Grundarlagið undir met- ingunum av toski og hýsu er álítandi, meðan meira óvissa er um tølini fyri onnur fjskasløg. ICES sigur, at toska- og hýsustovnurin verður nú fult út nýtt, og at ov nógv skip eru um at veiða nøgd- ina. Vinningurin hevði ikki minkað, sjálvt um veiðu- orkan varð skorin niður, Kassarnir Um upsan verður sagt, at stovnurin er stórur, men tey fronsku veiðutølini eru ikki heilt eftirfarandi, og tað er tí ikki vist, at skip- ini hava fingið so nógv, sum tølini vísa. Við teimum sokallaðu kassunum uttan fyri fiski- markið er loft lagt i toska- og hýsuveiðuna hjá føroy- ingum og bretum. Tað skulu ikki veiðast meira enn 30.000 tons av toski og 22.000 tons av hýsu, men eisini hetta er møguliga ov høgt sett. Ongin avmarking er fyr- i, hvussu nógvan upsa føroyingar og bretar kunn- u veiða, meðan trolarar úr øðrum londum ikki mugu økja veiðuna meira enn við 10% í mun til tað besta árið frá 1968 til 1972. Hetta vil siga, at frans- menn mugu ikki fiska meira enn 31.181 og týsk- arar ikki meira enn 8.285 tons av upsa undir Føroy- um um árið. Lond, sum royna við faststandandi reiðskapi, kunnu økja veiðuna við 25% í mun til tað besta árið frá 1968-72; norðmenn kunnu sostatt fiskka 2.300 tons. Onnur lond, sum ikki hava roynt her fyrr, kunnu veiða upp til 2.000 tons av upsa. Hetta eigur at samanber- ast við, at føroyingar ikki veiddu meira enn sløk 3.000 tons av upsa í 1973 undir Føroyum, sigur Kjartan Hoydal. Stovningarveitsla Havnar Handverkarafelag heldur 25 ára stovningarveitslu leygardagin 15. februar 1975 kl. 19.00 á Hotel Før- oyum. Atgongumerkir fáast á skrivstovu felagsins, Rættará, frá 3. til 7. febru- ar, hvørt kvøld kl. 19.00 til 21.00. Havnar Handverkarafelag Mazda 1300 stulioiu'ur til solu. Hvitur, 10 mánaðar gamal, koyrt 6.600 km. Arni Jacobsen Fuglafjorður POLITIKKUR Erlendur formaður Tað verður Erlendur Patursson úr tjóðveld- isflokkinum, sum verð- ur formaður í marknað- arnevndini. Undir sam- ráðingunum um skipan av landsstýri varð av- gjørt, at trý høvuðs- størv í tinginum — størvini sum tingfor- maður, formaður í fíggjarnevndini og for- maður í marknaðar- nevndini — skuldu fara eitt til hvønn flokk. Javnaðarflokkurin fekk tingformannin, Hákun Djurhuus gjørdist fyri fólkaflokkin formaður í fíggjarnevndini, og Er- lendur Patursson verð- ur so formaður í markn- aðarnevndini. Hinir limirnir eru Jákup Frederik Øre- gaard og Pól Jakku 01- sen úr javnaðarflokkin- um, Jógvan Olsen úr sambandsflokkinum, Hilmar Kass úr sjálv- stýrisflokkinum, Hák- un Djurhuus og Jógvan Sundstein úr fólka- flokkinum. Tiltaksmenninir eru Haldor Hansen, Tór- álvur Olsen, Ove Mikk- elsen, Pauli Ellefsen, Asbjørn Joensen, EIi- esar Arge og Oli Breck- mann. Væl um- boðaðir Tað, at samgongan hevur 18 av teimum 26 tingmonnunum aftan fyri seg, førir við sær, at hon verður sterkt umboðað í nevndunum. Sum nevnd fær hon fimm limir í hvørja 7-mannanevnd og fýra í hvørja 5-mannanevnd. Løgtingið hevur tvær 7-mannanevndir um- framt marknaðar- nevndina. Tað eru fíggjarnevndin og vega- og havnanevndin. í fíggjarnevndini sita Hákun Djurhuus úr fólkaflokkinum, Pól Jakku Olsen og Hilmar Bech úr jnávnáðar- flokkinum, Signar Han- sen og Jógvan Durhuus úr tjóðveldisflokkinum, Pauli Ellefsen úr sam- bandsflokkinum og As- bjørn Joensen úr sjálv- stýrisflokkinun. — Til- taksmenninir eru Er- lendur Patursson, Ove Mikkelsen, Haldor Hansen, Tórálvur 01- sen, Eliesar Arge, Hil- mar Kass og Jóhannes M. Olsen. í havnað og vega- nevndini sita Haldor Hansen úr javnaðar- flokkinum, Jógvan 01- sen úr sambandsflokk- inum, Kjartan Mohr úr framburðsflokkinum, Signar Hansen og Heð- in Klein úr tjóðveldis- flokkinum, Vilhelm Nielsen og Oli Breck- mann úr fólkaflokkin- um. Andstøðuflokkarnir eru gingnir saman í val- bólk. Mótmæitu Allir tríggir andstøðu- flokkarnir — sjálvst/r- isflokkurin, framburðs- flokkurin og sambands- flokkurin — mótmæltu valinum av marknað- arnevnd, og mótmæli teirra varð ført í gerða- bókina. Marknaðarnevnđin varð upprunaliga ætlað at viðgera spurningin um limaskap í felags- marknaðinum, men seinni kom alt 'fiski- marksmálið aftrat, og so við og við hevur ar- beiðsøkið hjá nevndini vaksið til fleiri uttan- ríkismál. Núverandi samgonga hevur avtal- að, at marknaðar- nevndin í framtíðini skal roknast sum ein uttanrikisnevnd, for- maðurin skal vera lønt- ur og hava skrivara. Tær ymsu samgong- urnar í tinginum til val av nevndum hava fyrr fleiri ferðir allir flokkar verið umboðaðir í hesi nevnd, og seinasta, hon varð vald, samtykti ein meiriluti a^' tinginum, at allir flokkar skuldu vera við. Samgongan gjørdi nú ta broyting, at markn- aðarnevndin skuldi veljast eins og allir að- rar tingnevndir, t.v.s. at lutfallsval skuldi ver- a. Á henda hátt kom samgongan at fáa fimm av teimum sjey limun- um. Tað var hesum, anđ- støðuflokkarnir mót- mæltu. Kjartan Mohr segði, at hann fór at taka sinar konsekvensir og gjøgnum bakdyrnar føra síni sjónarmið fram tá samráðingar eru við onnur lond. nanBHHnnHHMi

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.