Tíðindablaðið - 31.01.1975, Qupperneq 7
M
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 31. januar 1975
Síða 7
#
Vit veiddu 25 sløg
av fiski undir
Føroyum pluss síl
og heU.a hevði verið til
gagns fyri stovnarnar.
1. januar í fjør kom ein
regla í gildi um, at meska-
víddirnar skuldu minkast.
Fleiri trolarar vórðu seinni
kannaðir, og tað vísti seg,
at teir hildu ikki reglurnar.
Men ICES sigur, at tað
hevði gagnað bæði toskin-
um og hýsuni og økt um
úrtøkuna, um meskavídd-
irnar vórðu hildnar.
Burtur úr tí frágreiðing um fiskiveiðu
føroyinga, sum Kjartan Hoydal fiskifrøð-
ingur hevur gjørt, fara vit í hesum og
næsta blað at taka frásagnir um veiðuna
á nærleiðum.
Tað visir seg, at fiskiveið-
an undir Føroyum enn
er nógv meira fjølbroytt
enn á mið- og fjarleiðunum
á tann hátt, at vit veiða so
nógv ymisk fiskasløg og
nýta so ymiskan reiðskap.
Førini, vit nýta, eru eisini
heilt ólík, stór og smá, úr
timbri og stáli.
VEIÐA DKKARA
OG MOGULEIKAR
sløg á Føroya Banka sum á
landgrunninum.
Sløgini
Eitt yvirlit vísir, at í 1973
veiddu vit tilsamans
23.958 tons undir Før-
oyum, og tað vóru fiskað
25 sløg umframt tey 18
tonsini, sum sílaalingin
gav.
Fiskasløgini vóru tosk-
ur, hýsa, brosma, longa,
blálonga, upsi, hvítingur,
kalvi, reyðsprøka, reyð-
tunga, skrubba, lálla,
laksur, sild, brislingur,
rognkelsi, kongafiskur,
havtaska, hávur, hemari,
skøta, hummari, steinbít-
ur, svartkjaftur og jákups-
skel.
Útivið helvtin — ella
10.435 tons — var toskur.
Onnur fiskasløg, sum vit
veiddu meira enn 1000
tons av, vóru hýsa, brosm-
a, upsi og reyðtunga.
Tað vóru ikki veidd
rættuliga so mong fiska-
Hetta kunnu
vit veiða
Ymiskar metingar eru av,
hvussu nógv vit kunnu
veiða undir Føroyum. Al-
heims matvørustovnurin
FAO er komin til tað úr-
slit, at tað kunnu fiskast
35.000 tons av toski árliga,
30.000 tons av hýsu og
30.000 tons av upsa. Til
hetta er at siga, at hýsu-
veiðan helst er sett ov
høgt, og at talið liggur
nærri 20.000 tonsum. Men
upsaveiðan hevur verið
størri, enn FAO metir; í
1972 vórðu fiskað 46.000
og í 1973 vórðu veidd
60.000 tons av upsa. Tað
eru bert útlendingar —
serliga fransmenn, men
eisini bretar og týskarar —
sum hava økt um upsa-
veiðuna.
Yvirlitið hjá FAO sigur
annars, at av rundum fiski
Tað er nógv til av upsa undir Føroyum, og
væl av upsa er eisini — sum kortið vísir —
fram við strendurnar á grannalondunum.
kunnu veiðast 110.000
tons árliga, av flatfiski
4.200 tons, av sild 15.000
tons og nakað av øðrum
fiskasløgum, so at tann
samlaða veiðunøgdin verð-
ur 135.500 tons íalt. Fiski-
leiðirnar, sum FAO her
roknar við, eru landgrunn-
urin, nakað av hellingini
og Føroya Banki.
Taka vit so tey veruligu
veiðutølini i einum trý ára
skeiði frá 1968 — 71, so
síggja vit, at tað hevur
verið veitt minni, enn FAO
metir. Miðalveiðan fyri
hesi trý árini er 105.000
tons — ella 30.000 tons
minni enn mett. Kanska er
óneyðugt at viðmerkja, at
í hesum tølum er øll veiða
roknað, bæði føroysk og
útlendsk, og at okkara
partur í løtuni er lítil.
Kann ikki
fáast meir
Altjóða Havrannsóknar-
ráðið ICES, legði í fjør
fram eina frágreiðing um
støðuna hjá fiskastovnun-
um undir Føroyum.
Grundarlagið undir met-
ingunum av toski og hýsu
er álítandi, meðan meira
óvissa er um tølini fyri
onnur fjskasløg.
ICES sigur, at toska- og
hýsustovnurin verður nú
fult út nýtt, og at ov nógv
skip eru um at veiða nøgd-
ina. Vinningurin hevði ikki
minkað, sjálvt um veiðu-
orkan varð skorin niður,
Kassarnir
Um upsan verður sagt, at
stovnurin er stórur, men
tey fronsku veiðutølini eru
ikki heilt eftirfarandi, og
tað er tí ikki vist, at skip-
ini hava fingið so nógv,
sum tølini vísa.
Við teimum sokallaðu
kassunum uttan fyri fiski-
markið er loft lagt i toska-
og hýsuveiðuna hjá føroy-
ingum og bretum. Tað
skulu ikki veiðast meira
enn 30.000 tons av toski og
22.000 tons av hýsu, men
eisini hetta er møguliga ov
høgt sett.
Ongin avmarking er fyr-
i, hvussu nógvan upsa
føroyingar og bretar kunn-
u veiða, meðan trolarar úr
øðrum londum ikki mugu
økja veiðuna meira enn við
10% í mun til tað besta
árið frá 1968 til 1972.
Hetta vil siga, at frans-
menn mugu ikki fiska
meira enn 31.181 og týsk-
arar ikki meira enn 8.285
tons av upsa undir Føroy-
um um árið. Lond, sum
royna við faststandandi
reiðskapi, kunnu økja
veiðuna við 25% í mun til
tað besta árið frá 1968-72;
norðmenn kunnu sostatt
fiskka 2.300 tons. Onnur
lond, sum ikki hava roynt
her fyrr, kunnu veiða upp
til 2.000 tons av upsa.
Hetta eigur at samanber-
ast við, at føroyingar ikki
veiddu meira enn sløk
3.000 tons av upsa í 1973
undir Føroyum, sigur
Kjartan Hoydal.
Stovningarveitsla
Havnar Handverkarafelag heldur 25
ára stovningarveitslu leygardagin
15. februar 1975 kl. 19.00 á Hotel Før-
oyum.
Atgongumerkir fáast á skrivstovu
felagsins, Rættará, frá 3. til 7. febru-
ar, hvørt kvøld kl. 19.00 til 21.00.
Havnar Handverkarafelag
Mazda 1300
stulioiu'ur til solu. Hvitur, 10 mánaðar gamal,
koyrt 6.600 km.
Arni Jacobsen
Fuglafjorður
POLITIKKUR
Erlendur
formaður
Tað verður Erlendur
Patursson úr tjóðveld-
isflokkinum, sum verð-
ur formaður í marknað-
arnevndini. Undir sam-
ráðingunum um skipan
av landsstýri varð av-
gjørt, at trý høvuðs-
størv í tinginum —
størvini sum tingfor-
maður, formaður í
fíggjarnevndini og for-
maður í marknaðar-
nevndini — skuldu fara
eitt til hvønn flokk.
Javnaðarflokkurin fekk
tingformannin, Hákun
Djurhuus gjørdist fyri
fólkaflokkin formaður í
fíggjarnevndini, og Er-
lendur Patursson verð-
ur so formaður í markn-
aðarnevndini.
Hinir limirnir eru
Jákup Frederik Øre-
gaard og Pól Jakku 01-
sen úr javnaðarflokkin-
um, Jógvan Olsen úr
sambandsflokkinum,
Hilmar Kass úr sjálv-
stýrisflokkinum, Hák-
un Djurhuus og Jógvan
Sundstein úr fólka-
flokkinum.
Tiltaksmenninir eru
Haldor Hansen, Tór-
álvur Olsen, Ove Mikk-
elsen, Pauli Ellefsen,
Asbjørn Joensen, EIi-
esar Arge og Oli Breck-
mann.
Væl um-
boðaðir
Tað, at samgongan
hevur 18 av teimum 26
tingmonnunum aftan
fyri seg, førir við sær,
at hon verður sterkt
umboðað í nevndunum.
Sum nevnd fær hon
fimm limir í hvørja
7-mannanevnd og fýra í
hvørja 5-mannanevnd.
Løgtingið hevur tvær
7-mannanevndir um-
framt marknaðar-
nevndina. Tað eru
fíggjarnevndin og vega-
og havnanevndin.
í fíggjarnevndini sita
Hákun Djurhuus úr
fólkaflokkinum, Pól
Jakku Olsen og Hilmar
Bech úr jnávnáðar-
flokkinum, Signar Han-
sen og Jógvan Durhuus
úr tjóðveldisflokkinum,
Pauli Ellefsen úr sam-
bandsflokkinum og As-
bjørn Joensen úr sjálv-
stýrisflokkinun. — Til-
taksmenninir eru Er-
lendur Patursson, Ove
Mikkelsen, Haldor
Hansen, Tórálvur 01-
sen, Eliesar Arge, Hil-
mar Kass og Jóhannes
M. Olsen.
í havnað og vega-
nevndini sita Haldor
Hansen úr javnaðar-
flokkinum, Jógvan 01-
sen úr sambandsflokk-
inum, Kjartan Mohr úr
framburðsflokkinum,
Signar Hansen og Heð-
in Klein úr tjóðveldis-
flokkinum, Vilhelm
Nielsen og Oli Breck-
mann úr fólkaflokkin-
um.
Andstøðuflokkarnir
eru gingnir saman í val-
bólk.
Mótmæitu
Allir tríggir andstøðu-
flokkarnir — sjálvst/r-
isflokkurin, framburðs-
flokkurin og sambands-
flokkurin — mótmæltu
valinum av marknað-
arnevnd, og mótmæli
teirra varð ført í gerða-
bókina.
Marknaðarnevnđin
varð upprunaliga ætlað
at viðgera spurningin
um limaskap í felags-
marknaðinum, men
seinni kom alt 'fiski-
marksmálið aftrat, og
so við og við hevur ar-
beiðsøkið hjá nevndini
vaksið til fleiri uttan-
ríkismál. Núverandi
samgonga hevur avtal-
að, at marknaðar-
nevndin í framtíðini
skal roknast sum ein
uttanrikisnevnd, for-
maðurin skal vera lønt-
ur og hava skrivara.
Tær ymsu samgong-
urnar í tinginum til val
av nevndum hava fyrr
fleiri ferðir allir flokkar
verið umboðaðir í hesi
nevnd, og seinasta, hon
varð vald, samtykti ein
meiriluti a^' tinginum,
at allir flokkar skuldu
vera við.
Samgongan gjørdi nú
ta broyting, at markn-
aðarnevndin skuldi
veljast eins og allir að-
rar tingnevndir, t.v.s.
at lutfallsval skuldi ver-
a. Á henda hátt kom
samgongan at fáa fimm
av teimum sjey limun-
um.
Tað var hesum, anđ-
støðuflokkarnir mót-
mæltu. Kjartan Mohr
segði, at hann fór at
taka sinar konsekvensir
og gjøgnum bakdyrnar
føra síni sjónarmið fram
tá samráðingar eru við
onnur lond.
nanBHHnnHHMi