Tíðindablaðið - 31.01.1975, Side 8
Síða 8
TÍDINDABLAÐIÐ fríggjadagin 31. januar 1975
SPYRJIÐ
LÆKNAN
Fyri bruna í
undirlivinum
Eg havi nakrar spum-
ingar at seta læknan-
um:
Kunnu tygum siga
mær, um ein kann
keypa vagitoria Stero-
san á apotekinum uttan
at fáa recept frá lækn-
anum?
Eru tað aðrar tabl-
ettir fyri bruna í und-
irlívinum, sum ein kann
keypa uttan recept?
Hvat kostar tað?
Er tað farligt at
brúka tampon, tá ein
ikki hevur mánasjúk-
una?
Spurin
Vagitoria Sterosan er at
fáa í hondkeyp uttan
recept og eru tcer bert
nýttar við brúna í móð-
urskeiðini. Hesin bruni
vísir seg við útfloti og
skriða, og ein verður
avtikin.
Tað er ikki hættisligt
at nýta tampon, heldur
ikki tá ein ikki hevur
mánasjúkuna.
MS
Ráð móti
æðraknútum
Tað kann tykjast løgið
at seta tygum spuming
um eina sjúku, sum eg
ikki havi, men bert beri
ótta fyri at kunna fáa.
Tað er soleiðis, at í
okkara familju hevur
verið nógv plágað av
æðraknútum, og eg vil
helst sleppa undan at
fáa hesa sjúku. Eg eri
24 ára gomul, so tað er
kanska ikki ov tíðliga
at fyribyrgja, um hetta
kann gerast. Hava tyg-
um nøkur góð ráð?
E.S.
Tað er ikki lætt at fyri-
byrgja æðraknútum.
Kvinnur fáa tað oftast í
sambandi við barns-
ferð, og er orsøkin tá
partvís ættarbregði og
partvís orsakað av
teimum broytingum,
sum koma í likamið í
sambandi við barns-
ferð. Fyri at fyribyrgja
æðraknútum í hesum
føri skal ein ansa eftir
ikki at standa uppi still-
Marner Simonsen, yvir-
lækni, svarar
ur, men ganga nógv og
ikki sita í stóli, men
heldur leggja seg, so-
leiðis at blóðið lættari
setir frá beinunum. Eis-
ini er gott at nýta
sokkar, sum sita stramt
um alt beinið, soleiðis
at blóðið lættari verður
pumpað uppeftir, tá ein
gongur. Tað finnast
nógv ymisk sløg av hes-
um sokkum. Tað ring-
asta ein ger er at sita í
stóli við krossløgdum
beinum.
MS
Vatnið
Eg eri ein kona uppá
hálvthundrað ár og
havi havt ilt við at
sleppa av við vatnið nú
í nógv ár. Eg havi
fingið nógv ymisk sløg
av tablettum, men nú
sýnast tær ikki at
hjálpa, og tær, sum
hjálpa, t.d. Lasix (eg
havi einaferð fingið
tær) kann eg ikki fáa.
Nú havi eg eisini
fingið pinu inn i hend-
urnar. Kann tað vera av
vatninum?
Er einki at fáa, um
kann lekja tað? Halda
tygum, tað er neyðugt
við eini læknakanning,
ella em nøkur ráð, tyg-
um kunnu geva mær?
J.G.
Tað er vanligt, at
kvinnur í tygara aldri
hava trupulleikar við at
vatna sær, og stendst
tað av, at bløðran og
undirlívið smokkar eitt
lítið sindur, og harav
kunna tygum ikki tøma
bløðruna rættuliga. 1
hesum føri hjálpir Lasix
ikki. Lasix er eitt evni,
sum drivur vatnið úr
likaminum og blóðin-
um.
Um pinan í hondun-
um kann hava samband
við vatnið, fái eg meg
illa at trúgva.
Sjálvsagt er neyðugt
við eini læknakanning,
ti ráð eru fyri hesum.
Um tað ikki hjálpir nóg
mikið t.d. við at taka
hormonir, so kann verð-
a hugsað um skurðvið-
gerð. Eisini kann verða
roynt við kokubotna-
venjingum.
MS
Frumhald ar bls. 2
skjalinum í praktiskum
politikki?
7. Kunnu broytingar
gerast í fløkjuni millum
inntøkur arbeiðsmanna og
ráfiskaprísin, hvørjar og
hvussu?
8. Hvør partur av okk-
ara útróðrarflota ber seg
natúrliga ikki, hví er hann
irrationellur, og hvat
kundi verið gjørt?
Eg havi her bert nevnt
nakrar spurningar, og
fleiri aðrir kundu ivaleyst
verið tiknir fram. Tað er
hetta arbeiðið, landsstýrið
má fara undir, í samráð við
Meginfelag Utróðrar-
manna. Og í hesum máli
má hvørgin parturin —
hvørki Meginfelagið ella
landsstýrið — í forhond
læsa seg púra fastan. Tað
gagnar hvørgum parti.
Hetta arbeiðið, sum
landsstýrið, løgting og
Meginfelagið eiga at med-
virka til, fær avgerandi á-
virkan á føroyska útróðr-
arvinnu í framtíðini.
Heðin M. Klein
Partisanar tiknir
ísraelskir trygdarher-
menn siga, at teir em
komnir fram á nakrar
arabiskar partisanar,
sum hava virkað i Gaza
geiranum, og at teir
hava tikið leiðaran. Teir
siga, at ein av partisan-
unum varð skotin til
deyðis, tá hann royndi
at flýggja. Ein hemað-
arligur talsmaður í Is-
rael sigur, at hildið
verður, at partisanarnir
vóru limir í PLO.
Vrakieftirlits-
maður
Ta'naslumannastarv sum vrakieftirlitsmaður i
Suðuroya sunnara vrakaradømi er leyst at søkja.
Hann, ið settur verður, hevur skyldu til eisini at
virka í oðrum vrakaradømum, um hetta gerst
neyðugt. Løn eftir 10., 14». og 16. lønarrammu í
ta'nastumannalógini. Við galdandi dýrtíðarviðbót
er byrjunarløn og endaløn í løtuni ávikavist kr.
4.347.-ogkr. 5.701,- um mánaðin. Umsóknir við
moguligum viðmælum verða at senda landsstýr-
inum áðrenn 15. febmar 1975.
Føroya landsstýri
Vallistar
At fólka- og løgtingslistin fyri val-
árið 197b/76 í Tórshavnar kommunu
er til skjals á skrivstovu fólkayvir-
litsins, Vaglið, frá 1. til 8. februar
197b, verður her gjørt kunnugt.
Kæra um gildi vallistans verður at
senda býráðnum innan 12. februar
197b.
Tórshavnar býráð
Starv
Soki verður ellir l'ólki lil I lagdeildina. Kunnleiki
nl roknsknp er ein l\rimunur. Lon samba-rt sátt-
mnki milliim Starvsmannafelagið og Foroya
I .miilsst \ ri.
l’msókniii. siiltið til Búskiiparráðið. skal send-
nsi lil I Iagdcildina. Tingiines. innan 10. februar
1971.
Búskaparráðið
^Aeo
<5-
b- d)
£
% g
Klokkaragøta 19
3800 Tórshavn
TLF.14849
Ráfiskaprísir
Ráfiskanevndin, sum sett er-eftirløgtingslóg nr.
21 frá 8. mai 1969, hevur á funđi 28. jan. 1975
ásett hesar minstuprisir fyri fyrstafloks blóðgað-
an ráfisk. kruvdur við høvdiTrá vekt.
'I’oskur.......yvir 70 cm 1A kr. 3,19 pr. kg
Toskur...........yvir70cmlB kr. 1,12 pr. kg
Toskur......... 44 — 70cmlA kr.l,65pr.kg
Toskur......... 44 — 70cmlB kr. l,12pr. kg
'l’oskur.......... 34 — 44 cm kr. 1,00 pr. kg
Hýsa ............yvir40cmlA kr. l,70pr.kg
Hýsa......;. . . . yvir 40 cm 1B kr. 1,11 pr. kg
Longa..................... kr. 1,56 pr. kg
Blálonga ................. ongan prís
Brosma ................... ongan prís
Skøta .................... kr. 0,98 pr. kg
Kongafiskur .............. ongan prís
Upsi...............yvir75cm kr. 1,07 pr. kg
Hvítingur.........yvir31cna kr. 0,78 pr. kg
Havtaska...........yvir3 kg kr. 1,41 pr. kg
Kalvi..............yvir4 kg kr. 6,13 pr. kg
Steinbítur ............... kr. 0,84 pr. kg
Ilesir prísir eru galdandi frá og við 29. jan. 1975,
sum omanfyri tilskilað á hesum'plássum:
Klaksvík. Ilvannasund, Norðdepli, Lorvik,
Fuglafirði, Eiði, Gøtu, Skálafirði, Nólsoy, Tórs-
havn. Vestmanna, Miðvági, Sørvági, Tvøroyri og
Vági.
Fyri tey avreiðingarpláss, sum eru ikki nevnd
her, verður prísurin hin sami, sum í omanfyri
nevndu plássum við frádrátti av flutningskostn-
aði til og frá avskipingarhavn.
Tórshavn, 29. januar 1975
Prísásetingarnevndin á ráfiski
R
Æ
N
D
U
R
Um kvøldið fóru sakførarin og
David avstað, og aftan fyri teir
gekk skrivarin við skjalinum.
David gjørdi nú eitt tekn, og
knappliga steig Alan fram, og
hann og sakførarin tosaðu nú
leingi saman. Alan fekk gjølla at
vita, hvussu hann skuldi fara til
verka mótvegis gamla Ebenezer
Balfour. Eina løtu seinni sóu teir
múrararnar á borgini Shaw, og
allir stillaðu teir seg upp, soleiðis
sum teir høvdu avtalað. Alan fór
yvir til høvuðsdyrnar, og hinir
tríggir stillaðu seg so, at teir ó-
sæddir kundu fylgja við í, hvat
hendi, og hoyra tað, sum varð
sagt.