Tíðindablaðið - 31.01.1975, Qupperneq 8

Tíðindablaðið - 31.01.1975, Qupperneq 8
Síða 8 TÍDINDABLAÐIÐ fríggjadagin 31. januar 1975 SPYRJIÐ LÆKNAN Fyri bruna í undirlivinum Eg havi nakrar spum- ingar at seta læknan- um: Kunnu tygum siga mær, um ein kann keypa vagitoria Stero- san á apotekinum uttan at fáa recept frá lækn- anum? Eru tað aðrar tabl- ettir fyri bruna í und- irlívinum, sum ein kann keypa uttan recept? Hvat kostar tað? Er tað farligt at brúka tampon, tá ein ikki hevur mánasjúk- una? Spurin Vagitoria Sterosan er at fáa í hondkeyp uttan recept og eru tcer bert nýttar við brúna í móð- urskeiðini. Hesin bruni vísir seg við útfloti og skriða, og ein verður avtikin. Tað er ikki hættisligt at nýta tampon, heldur ikki tá ein ikki hevur mánasjúkuna. MS Ráð móti æðraknútum Tað kann tykjast løgið at seta tygum spuming um eina sjúku, sum eg ikki havi, men bert beri ótta fyri at kunna fáa. Tað er soleiðis, at í okkara familju hevur verið nógv plágað av æðraknútum, og eg vil helst sleppa undan at fáa hesa sjúku. Eg eri 24 ára gomul, so tað er kanska ikki ov tíðliga at fyribyrgja, um hetta kann gerast. Hava tyg- um nøkur góð ráð? E.S. Tað er ikki lætt at fyri- byrgja æðraknútum. Kvinnur fáa tað oftast í sambandi við barns- ferð, og er orsøkin tá partvís ættarbregði og partvís orsakað av teimum broytingum, sum koma í likamið í sambandi við barns- ferð. Fyri at fyribyrgja æðraknútum í hesum føri skal ein ansa eftir ikki at standa uppi still- Marner Simonsen, yvir- lækni, svarar ur, men ganga nógv og ikki sita í stóli, men heldur leggja seg, so- leiðis at blóðið lættari setir frá beinunum. Eis- ini er gott at nýta sokkar, sum sita stramt um alt beinið, soleiðis at blóðið lættari verður pumpað uppeftir, tá ein gongur. Tað finnast nógv ymisk sløg av hes- um sokkum. Tað ring- asta ein ger er at sita í stóli við krossløgdum beinum. MS Vatnið Eg eri ein kona uppá hálvthundrað ár og havi havt ilt við at sleppa av við vatnið nú í nógv ár. Eg havi fingið nógv ymisk sløg av tablettum, men nú sýnast tær ikki at hjálpa, og tær, sum hjálpa, t.d. Lasix (eg havi einaferð fingið tær) kann eg ikki fáa. Nú havi eg eisini fingið pinu inn i hend- urnar. Kann tað vera av vatninum? Er einki at fáa, um kann lekja tað? Halda tygum, tað er neyðugt við eini læknakanning, ella em nøkur ráð, tyg- um kunnu geva mær? J.G. Tað er vanligt, at kvinnur í tygara aldri hava trupulleikar við at vatna sær, og stendst tað av, at bløðran og undirlívið smokkar eitt lítið sindur, og harav kunna tygum ikki tøma bløðruna rættuliga. 1 hesum føri hjálpir Lasix ikki. Lasix er eitt evni, sum drivur vatnið úr likaminum og blóðin- um. Um pinan í hondun- um kann hava samband við vatnið, fái eg meg illa at trúgva. Sjálvsagt er neyðugt við eini læknakanning, ti ráð eru fyri hesum. Um tað ikki hjálpir nóg mikið t.d. við at taka hormonir, so kann verð- a hugsað um skurðvið- gerð. Eisini kann verða roynt við kokubotna- venjingum. MS Frumhald ar bls. 2 skjalinum í praktiskum politikki? 7. Kunnu broytingar gerast í fløkjuni millum inntøkur arbeiðsmanna og ráfiskaprísin, hvørjar og hvussu? 8. Hvør partur av okk- ara útróðrarflota ber seg natúrliga ikki, hví er hann irrationellur, og hvat kundi verið gjørt? Eg havi her bert nevnt nakrar spurningar, og fleiri aðrir kundu ivaleyst verið tiknir fram. Tað er hetta arbeiðið, landsstýrið má fara undir, í samráð við Meginfelag Utróðrar- manna. Og í hesum máli má hvørgin parturin — hvørki Meginfelagið ella landsstýrið — í forhond læsa seg púra fastan. Tað gagnar hvørgum parti. Hetta arbeiðið, sum landsstýrið, løgting og Meginfelagið eiga at med- virka til, fær avgerandi á- virkan á føroyska útróðr- arvinnu í framtíðini. Heðin M. Klein Partisanar tiknir ísraelskir trygdarher- menn siga, at teir em komnir fram á nakrar arabiskar partisanar, sum hava virkað i Gaza geiranum, og at teir hava tikið leiðaran. Teir siga, at ein av partisan- unum varð skotin til deyðis, tá hann royndi at flýggja. Ein hemað- arligur talsmaður í Is- rael sigur, at hildið verður, at partisanarnir vóru limir í PLO. Vrakieftirlits- maður Ta'naslumannastarv sum vrakieftirlitsmaður i Suðuroya sunnara vrakaradømi er leyst at søkja. Hann, ið settur verður, hevur skyldu til eisini at virka í oðrum vrakaradømum, um hetta gerst neyðugt. Løn eftir 10., 14». og 16. lønarrammu í ta'nastumannalógini. Við galdandi dýrtíðarviðbót er byrjunarløn og endaløn í løtuni ávikavist kr. 4.347.-ogkr. 5.701,- um mánaðin. Umsóknir við moguligum viðmælum verða at senda landsstýr- inum áðrenn 15. febmar 1975. Føroya landsstýri Vallistar At fólka- og løgtingslistin fyri val- árið 197b/76 í Tórshavnar kommunu er til skjals á skrivstovu fólkayvir- litsins, Vaglið, frá 1. til 8. februar 197b, verður her gjørt kunnugt. Kæra um gildi vallistans verður at senda býráðnum innan 12. februar 197b. Tórshavnar býráð Starv Soki verður ellir l'ólki lil I lagdeildina. Kunnleiki nl roknsknp er ein l\rimunur. Lon samba-rt sátt- mnki milliim Starvsmannafelagið og Foroya I .miilsst \ ri. l’msókniii. siiltið til Búskiiparráðið. skal send- nsi lil I Iagdcildina. Tingiines. innan 10. februar 1971. Búskaparráðið ^Aeo <5- b- d) £ % g Klokkaragøta 19 3800 Tórshavn TLF.14849 Ráfiskaprísir Ráfiskanevndin, sum sett er-eftirløgtingslóg nr. 21 frá 8. mai 1969, hevur á funđi 28. jan. 1975 ásett hesar minstuprisir fyri fyrstafloks blóðgað- an ráfisk. kruvdur við høvdiTrá vekt. 'I’oskur.......yvir 70 cm 1A kr. 3,19 pr. kg Toskur...........yvir70cmlB kr. 1,12 pr. kg Toskur......... 44 — 70cmlA kr.l,65pr.kg Toskur......... 44 — 70cmlB kr. l,12pr. kg 'l’oskur.......... 34 — 44 cm kr. 1,00 pr. kg Hýsa ............yvir40cmlA kr. l,70pr.kg Hýsa......;. . . . yvir 40 cm 1B kr. 1,11 pr. kg Longa..................... kr. 1,56 pr. kg Blálonga ................. ongan prís Brosma ................... ongan prís Skøta .................... kr. 0,98 pr. kg Kongafiskur .............. ongan prís Upsi...............yvir75cm kr. 1,07 pr. kg Hvítingur.........yvir31cna kr. 0,78 pr. kg Havtaska...........yvir3 kg kr. 1,41 pr. kg Kalvi..............yvir4 kg kr. 6,13 pr. kg Steinbítur ............... kr. 0,84 pr. kg Ilesir prísir eru galdandi frá og við 29. jan. 1975, sum omanfyri tilskilað á hesum'plássum: Klaksvík. Ilvannasund, Norðdepli, Lorvik, Fuglafirði, Eiði, Gøtu, Skálafirði, Nólsoy, Tórs- havn. Vestmanna, Miðvági, Sørvági, Tvøroyri og Vági. Fyri tey avreiðingarpláss, sum eru ikki nevnd her, verður prísurin hin sami, sum í omanfyri nevndu plássum við frádrátti av flutningskostn- aði til og frá avskipingarhavn. Tórshavn, 29. januar 1975 Prísásetingarnevndin á ráfiski R Æ N D U R Um kvøldið fóru sakførarin og David avstað, og aftan fyri teir gekk skrivarin við skjalinum. David gjørdi nú eitt tekn, og knappliga steig Alan fram, og hann og sakførarin tosaðu nú leingi saman. Alan fekk gjølla at vita, hvussu hann skuldi fara til verka mótvegis gamla Ebenezer Balfour. Eina løtu seinni sóu teir múrararnar á borgini Shaw, og allir stillaðu teir seg upp, soleiðis sum teir høvdu avtalað. Alan fór yvir til høvuðsdyrnar, og hinir tríggir stillaðu seg so, at teir ó- sæddir kundu fylgja við í, hvat hendi, og hoyra tað, sum varð sagt.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.