Tíðindablaðið - 31.01.1975, Page 9

Tíðindablaðið - 31.01.1975, Page 9
Síða 9 * 9 ♦ TÍÐIIMDABLAÐIÐ fríggjadagin 31. januar 1975 Kemur at taka ár at kanna Serfroðinfíar hjá hretska handilsmálaráðnum kanna nú viðurskiftini hjá Li fyrrveranđi liret- ska postmálaráðharran- um, John Stonehouse, men tað tykist ikki at vera nøkur uppgáva at kanna tey búskaparligu viðurskiftini hjá honum. Stonehouse er flýddur til Australia, og úr Bret- landi frættist, at tað fer møguliga at taka ár, áð- renn kanningin av viður- skiftum hansara er lið- ug. Higartil hava ser- frøðingarnir funnið 30 fyritøkur, sum Stone- house hevur staðið á odda fyri. Hesar fyritøk- ur arbeiddu m.a. við at innrætta handlar, við innflutningi og útflutn- ingi, bygging, sølu av húsum, íløgum, búskap- arligari ráðgeving, data- viðgerð og víninnflutn- ingi. í summar av hesum fyritøkum hevði Stone- house sett væl av pen- ingi, men tað verður hilđið, at peningur er bert eftir i nøkrum fáum av fyritøkunum. Skrivarin hjá Stone- house, Sheila Buckley, er nevndarlimur í teim- um flestu partafeløgun- um, og eisini kona hans- ara er nevndarlimur í fleiri av teimum, og í ein- um føri er hon skrivað við gentunavninum. Grundina til hetta vilja myndugleikarnir eisini hava at vita. John Stonehouse, sum heldur til í Melbourne í Australia hevur ikki vilj- að verið handilsmálaráð- num til nakra hjálp í kanningararbeiðinum. Hann sendi um dagarnar eina nýggja umsókn til australsku stjórnina um at sleppa at vera verandi í landinum. Soares ávarar Portugisiski uttanríkis- ráðharrin, Mario Soares, sigur, at vandi er fyri borgarakríggi og fremm- andari uppílegging í landinum, um stjórnin ikki er meira varin við, hvussu hon roynir at loysa teir politisku spurningarnar. Viður- skiftini eru vorðin meira spent í Portugal í sein- astuni, og Mario Soares kallaði saman til ein tíð- indafund, har hann segði at flokkur hansara ikki fer burturúr stjórnar- samarbeiðinum, sjálvt um hann ikki fekk vilja sín ígjøgnum undir ó- semjuni um fakfelags- lóggávuna. Mario So- ares sigur, at heldur stjórnin fram við at góð- kenna viðgongd uppskot kann borgarakriggj taka seg upp. Set stór krøv til garderobuskápini. Set krav um stórt pláss inni í skápinum, men samtíðis skulu tygum krevja, at skápið tekur lítið pláss í rúminum. Sigdal er svarið til hesi krøv. Tí tað er einans Sigdal, sum kann bjóða tygum garderobuskáp við foldehurðum. Tað er praktiskt. Hurðarnar glíða til síðis, ikki út í rúmið. Skápini hava ongar skiljiveggir. Plássið verður fult útnyttað. Innrætt- ningurin er kurvastativir. Tey taka næstan onki pláss og geva yvirlit og møguleika til at innrætta og broyta júst sum tygum sjálvi ynskja. * Ring, skriva ella kom inn á gólvið, og tygum fáa meira frágreiðing um skápið, sum einans fæst frá JOHS. BRANDAL Telefon 5 5034 3870 Klaksvík. Foreldur ella verjar, ið ætla at lata born síni i Kommunu- skulan, Venjingarskúlan ella eysturskúlan kom- andi skúlaár, verða biðin um at siga frá á skúlan- uin mikudagin 5. og hósdagin 6. februar, millum kl. 16.00 og 18.00. Born, sum búgva eystan fyri Frælsið, Matta- lág, Eiriksgøtu og Svalbardsveg, verða tilmeldað i Tórshavnar kommunuskúla, meðan børn, ið búgva við nevndu vegir og vestanfyri, verða tilmeldað á Venjingarskúlanum. Børn, sum búgva sunnanfyri Mylnugøtu, við Tinghúsvegin og eystanfyri, verða tilmeldað á eysturskúlanum. Gerið so væl at hava koppaseðil við. Tórshavnar kommunalu skúlar konstruktørur Til teknistovuarbeiði sóknast vit eftir manni, ið hevur útbúgving sum tekniskur assistentur ella maskinmeistaraprógv. P/F Skála Skipasmiðja Fleiri tryggingar ið verða teknaðar - ódýrari gjald! Síðani vit í 1940 fóru undir at tryggja móti eldsvanda, er tryggingargjaldið farið niður i helvt. Tryggið hús, innbúgv og vørur 1 Føroya Brunatrygging Telefonir: 1098 - 1288 - 1089 Sverrisgøta 5 - 3800 Tórshavn TRADERLINE l. ' ~— * Vit ferma hvønn einasta Týsdag í Alborg Mikudag í Halmstad Hósdag í København 2. hvørja viku í Larvik 3. hvørja viku í Álesund 3. hvørj a viku í Sandnes 4. hvørja viku í Blyth BEINLEIÐIS TIL FØROYA Avgreiðslur Cbr. Jensen, tlf. 122566 Alborg A/S Traderline, tlf. 130233 Keypmannahavn Wilson & Co., tlf. 118135 Halmstad Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik J. Hagenæs, tlf. 24078 Alesund T. Schanche Olsen, tlf. 62028 Sandnes W. Hamey & Co., tlf. 2331 Blyth Antwerpen. Zeyen . tlf. 03-337237 . Telex 31124 BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TÓRSHAVN

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.