Tíðindablaðið - 31.01.1975, Qupperneq 9
Síða 9
*
9
♦
TÍÐIIMDABLAÐIÐ fríggjadagin 31. januar 1975
Kemur at taka
ár at kanna
Serfroðinfíar hjá hretska
handilsmálaráðnum
kanna nú viðurskiftini
hjá Li fyrrveranđi liret-
ska postmálaráðharran-
um, John Stonehouse,
men tað tykist ikki at
vera nøkur uppgáva at
kanna tey búskaparligu
viðurskiftini hjá honum.
Stonehouse er flýddur
til Australia, og úr Bret-
landi frættist, at tað fer
møguliga at taka ár, áð-
renn kanningin av viður-
skiftum hansara er lið-
ug. Higartil hava ser-
frøðingarnir funnið 30
fyritøkur, sum Stone-
house hevur staðið á
odda fyri. Hesar fyritøk-
ur arbeiddu m.a. við at
innrætta handlar, við
innflutningi og útflutn-
ingi, bygging, sølu av
húsum, íløgum, búskap-
arligari ráðgeving, data-
viðgerð og víninnflutn-
ingi. í summar av hesum
fyritøkum hevði Stone-
house sett væl av pen-
ingi, men tað verður
hilđið, at peningur er
bert eftir i nøkrum fáum
av fyritøkunum.
Skrivarin hjá Stone-
house, Sheila Buckley,
er nevndarlimur í teim-
um flestu partafeløgun-
um, og eisini kona hans-
ara er nevndarlimur í
fleiri av teimum, og í ein-
um føri er hon skrivað
við gentunavninum.
Grundina til hetta vilja
myndugleikarnir eisini
hava at vita.
John Stonehouse, sum
heldur til í Melbourne í
Australia hevur ikki vilj-
að verið handilsmálaráð-
num til nakra hjálp í
kanningararbeiðinum.
Hann sendi um dagarnar
eina nýggja umsókn til
australsku stjórnina um
at sleppa at vera verandi
í landinum.
Soares
ávarar
Portugisiski uttanríkis-
ráðharrin, Mario Soares,
sigur, at vandi er fyri
borgarakríggi og fremm-
andari uppílegging í
landinum, um stjórnin
ikki er meira varin við,
hvussu hon roynir at
loysa teir politisku
spurningarnar. Viður-
skiftini eru vorðin meira
spent í Portugal í sein-
astuni, og Mario Soares
kallaði saman til ein tíð-
indafund, har hann segði
at flokkur hansara ikki
fer burturúr stjórnar-
samarbeiðinum, sjálvt
um hann ikki fekk vilja
sín ígjøgnum undir ó-
semjuni um fakfelags-
lóggávuna. Mario So-
ares sigur, at heldur
stjórnin fram við at góð-
kenna viðgongd uppskot
kann borgarakriggj taka
seg upp.
Set stór krøv til garderobuskápini. Set krav um stórt
pláss inni í skápinum, men samtíðis skulu tygum krevja,
at skápið tekur lítið pláss í rúminum. Sigdal er svarið til
hesi krøv. Tí tað er einans Sigdal, sum kann bjóða tygum
garderobuskáp við foldehurðum. Tað er praktiskt.
Hurðarnar glíða til síðis, ikki út í rúmið. Skápini hava
ongar skiljiveggir. Plássið verður fult útnyttað. Innrætt-
ningurin er kurvastativir. Tey taka næstan onki pláss og
geva yvirlit og møguleika til at innrætta og broyta júst
sum tygum sjálvi ynskja.
*
Ring, skriva ella kom inn á gólvið, og tygum fáa meira
frágreiðing um skápið, sum einans fæst frá
JOHS. BRANDAL
Telefon 5 5034 3870 Klaksvík.
Foreldur
ella verjar, ið ætla at lata born síni i Kommunu-
skulan, Venjingarskúlan ella eysturskúlan kom-
andi skúlaár, verða biðin um at siga frá á skúlan-
uin mikudagin 5. og hósdagin 6. februar, millum
kl. 16.00 og 18.00.
Born, sum búgva eystan fyri Frælsið, Matta-
lág, Eiriksgøtu og Svalbardsveg, verða tilmeldað
i Tórshavnar kommunuskúla, meðan børn, ið
búgva við nevndu vegir og vestanfyri, verða
tilmeldað á Venjingarskúlanum.
Børn, sum búgva sunnanfyri Mylnugøtu, við
Tinghúsvegin og eystanfyri, verða tilmeldað á
eysturskúlanum.
Gerið so væl at hava koppaseðil við.
Tórshavnar kommunalu skúlar
konstruktørur
Til teknistovuarbeiði sóknast vit eftir manni, ið
hevur útbúgving sum tekniskur assistentur ella
maskinmeistaraprógv.
P/F Skála Skipasmiðja
Fleiri tryggingar ið verða teknaðar
- ódýrari gjald!
Síðani vit í 1940 fóru undir at tryggja
móti eldsvanda, er tryggingargjaldið
farið niður i helvt.
Tryggið hús, innbúgv og vørur
1
Føroya
Brunatrygging
Telefonir: 1098 - 1288 - 1089
Sverrisgøta 5 - 3800 Tórshavn
TRADERLINE
l. ' ~—
*
Vit ferma
hvønn einasta
Týsdag í Alborg
Mikudag í Halmstad
Hósdag í København
2. hvørja viku í Larvik
3. hvørja viku í Álesund
3. hvørj a viku í Sandnes
4. hvørja viku í Blyth
BEINLEIÐIS TIL FØROYA
Avgreiðslur
Cbr. Jensen, tlf. 122566 Alborg
A/S Traderline, tlf. 130233 Keypmannahavn
Wilson & Co., tlf. 118135 Halmstad
Bugge & Olsen, tlf. 82090 Larvik
J. Hagenæs, tlf. 24078 Alesund
T. Schanche Olsen, tlf. 62028 Sandnes
W. Hamey & Co., tlf. 2331 Blyth
Antwerpen.
Zeyen . tlf. 03-337237 . Telex 31124
BOX 17 TLF. 13960 TELEX 81236 TRADER TÓRSHAVN