Tíðindablaðið - 31.01.1975, Page 12

Tíðindablaðið - 31.01.1975, Page 12
Síða 12 TiÐINDABLAÐI^friggjadagjn 31. januar 19? > >» ■ MÍN MEINING Hvat heldur tú um landsstýrisuppskotið um eykastudning til útróð- urin? Martin Thomsen, ar- beiðsmaður: Studningurin til út- róðurin er komin í skeiva legu frá byrjanini. Upp- skotið hjá landsstýrin- um er gott, og eg trúgvi ikki, at spumingurin kann loysast øðrvísi. Tó haldi eg, at trol- og gam- aveiðan átti at verið tik- in við, tí sum nú er, verður ónøgd millum út- róðrarmenninar. Jógvan Clementsen, radiomekanikari: Ú tróðrarmenninir hava ikki fingið nóg nógvan studning, serliga tá vit hugsa um at prís- irnir fella støðugt. Eg haldi, at løgtingið átii at hildið prísinum uppi við studningi, so hvørt sum prísirnir fara niður. Esmar Fuglø, stjóri: Tað er áhugavert at landsstýrið hevur gingið útróðrinum á møti, ti tað prógvar, at teir hava fingið eyguni upp fyri at útróðrarmenninir hava fingið ov lítið burturúr. Men eg vóni, at upp- skotið kann laga seg til at passa betur til um- støðumar. Buskapartrupulleikar SPEGILS- MYNDIN Vegirnir ikki gjørdir til so nógva ferðslu Møguleikarnir vera nú kannaðir fyri at bøta um vegimarí Havn. Tekniska deildin hjá býráðnum hev- ur seinastu dagamar havt vitjan av einum asfalter- ingsserfrøðingi úr Ong- lándi. — Hann hevur víst á, hvussu teir asfaltera har, og hvat vit møguliga kundu gjørt her, men roknaði annars ikki við nøkrum veruligum bata, fyrrenn ferðslan minkaði, sigur Trygve Guttesen, verkfrøðingur. - Vit em greiðir yvir, at støðan er verri nú, enn nakrantíð fyrr, og orsøkir- nar eru nógvar. Tað er eingin, sum asfalterar und- ir so vánaligum umstøðum sum føroyingar, tí ofta er veðrið váttligt og vegirnir em ikki gjørdir til ta ferðslu, sum vit hava, sig- ur Trygve Guttesen. - Onglendingurin segði, at teir ongantíð asfaltera i vánaligum veðri, fyri at eingin ivi skal vera um dygdina. Skervurin, sum vit hava nýtt, hevur verið vánaligur, serliga hesa seinastu tíðina. Tað fyrst- a, sum var at fáa úr tí nýggja grótbrotinum, var gott, og tað hevur asfaltið, sum varð gjørt við hesum skervinum, eisini víst. Tað liggur á enn. Seinni, tá t.d. mmmmmmmmmmmmmmmmmammmmmmmmmm vegimir í miðbýnum vóru lagdir við asfalti av nýggj- um, var dygdin á skervin- um verri, sigur Trygvi Guttesen. - Býráðið hevur fingið játtan frá landinum um at fáa grót úr Hundsarabotn- i, meðan biðað verður eftir einum nýggjum grótbroti. Vit hava eisini roynt asfalt frá landinum, men tað hevur heldur ikki ligið leingi á. Tó er hetta einki prógv fyri, at eisini teirra asfalt er vánaligt, tí har vegimir eru breiðir, hevur tað roynst væl. Annars er ongantíð so nógv asfalter- að í Havn sum seinasta ár. Onkur hevur nevnt, at vegimir áttu at verið stoyptir, men vit halda ikki, at tað er gott, sigur Trygve Guttesen. Býráðið er farið undir at breiðka Hoydalsvegin í støðum, frá Gundadali og oman imóti Hoydalsá. Hetta er bert ein fyribils- ábót. Tað er serliga stud- entas^úhn, sum hevur strongt á at fáa nakað gjørt, tí vegurin verður hildin at vera hættisligur, tá nógv ferðsla er til og frá skúlanum. Sigur seg hava livað fyrr Tann 52 ára gamla Dolores Jay i Virginia, USA, hevur, meðan hon var hypnotiserað, greitt frá einum lívi, hon hevur livað fyrr. Hon greiddi frá á týsk- um, hóast hon ikki dugir týskt og ikki hev- ur havt samband við týskarar. Hon segði frá einari lítlari gentu, Gretchen Gottlieb, sum búði í Eberswalde stutt frá Berlin, og sum nakrir menn myrdu í 1870un- um, tá hon var 16 ára gomul. Tá Dolores Jay gramdi seg um pínu í rygginum i 1970, royn- di maður hennara, sum er methodistaprestur, at grøða hana við hyp- nosu. Meðan hon var hypnotiserað, svaraði hon uppá fleiri spurn- ingar á einum fremm- andum máli, og mað- urin, sum ikki dugdi týskt, tók svarini upp á band. Ein professari á uni- versitetinum í Virginia, Ian Stevenson, kannaði við einum lygnadetek- tor hjúnini og kom til ta úrslit, at hvørki av teimum dugdi týskt. Hann læt so mannin hypnotisera konuna, og hon greiddi tá frá lítlu Gretchen, sum var dóttir borgmeistaran og varð myrd í einari skóg. Dolores Jay nýtti fleiri orð, sum eru horvin úr týska málinum ta sein- astu hálvu øldina. Teir lærdu í USA eru ósamdir um, hvat teir skulu halda um frá- sagnimar. Summir sig- a, at hon hevur livað fyrr, meðan aðrir tosa um eitt «genetiskt minni». Vísindamenn- inir halda fram at kann- a spurningin. Hjálpir ikki at busta tenn í einari frágreiðing.sum bretska heilsumálaráðið hevur kunngjørt, verð- ur sagt, at børn hava ikki betri tenn, um tey LEYST OG FAST busta tær ofta. Teir hava kannað tenninar hjá 13.000 børnum, 5 ára gomul, og býtt tey í bólkar eftir, hvussu tey røkja tenninar. 1 tí bólkinum, sum bustar tenn tríggjar ferðir um dagin, høvdu 72 % av børnunum ring- ar tenn. 1 einum bólki, sum bustaði tenn minni enn eina ferð um dagin, var talið 71%. Ókeypis lív Ein 27 ára gamal maður í Rotterdam er tikin — fyri at hava eitt heldur sjáldsamt frítíðarítriv. Síðani 1971 hevur hann verið innlagdur á 30 sjúkrahús í Hollandi — uttan at baga nakað. Hann hevur fingið ó- keypis mat og innivist í longri tíð. Hann varð avdúkað- ur á einum sjúkrahúsi, har hann møtti upp á skaðastovuni og segði seg hava høvuðpinu og ilt í búkinum og rygg- inum, av tí at hann var yvirkoyrdur. Ein av læknunum, sum kann- aði hann, var júst flutt- ur av einum øðrum sjúkrahúsi, kendi hann aftur og boðaði politi- num frá. 1 rættinum segði maðurin, at hann dugdi ikki at greiða øðrvísi frá sinum atburði enn at siga, at hann helt hetta vera eitt serligt slag av itrótti. Dýrir partisanar Franska innanríkisráð- ið fær eina rokning uppá 367.000 francs (477.000 kr.) frá flogfel- agnum Air France fyri at hava brúkt eitt Boe- ing 707 flogfar at flyta teir tríggjar partisanar- nar til Bagdad við, sum tóku nakrar giðslar í floghavnini í Paris. Rokningin umfatar flúgving í 18 tímar fyri 12.000 francs um tím- an, 1.000 francs í lend- ingargjaldi í Bagdad og 150v000 francs í trygg- ing. 9 ♦

x

Tíðindablaðið

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.