Tíðindablaðið - 31.01.1975, Qupperneq 12
Síða 12
TiÐINDABLAÐI^friggjadagjn 31. januar 19? >
>» ■
MÍN MEINING
Hvat heldur tú um
landsstýrisuppskotið um
eykastudning til útróð-
urin?
Martin Thomsen, ar-
beiðsmaður:
Studningurin til út-
róðurin er komin í skeiva
legu frá byrjanini. Upp-
skotið hjá landsstýrin-
um er gott, og eg trúgvi
ikki, at spumingurin
kann loysast øðrvísi. Tó
haldi eg, at trol- og gam-
aveiðan átti at verið tik-
in við, tí sum nú er,
verður ónøgd millum út-
róðrarmenninar.
Jógvan Clementsen,
radiomekanikari:
Ú tróðrarmenninir
hava ikki fingið nóg
nógvan studning, serliga
tá vit hugsa um at prís-
irnir fella støðugt. Eg
haldi, at løgtingið átii at
hildið prísinum uppi við
studningi, so hvørt sum
prísirnir fara niður.
Esmar Fuglø, stjóri:
Tað er áhugavert at
landsstýrið hevur gingið
útróðrinum á møti, ti tað
prógvar, at teir hava
fingið eyguni upp fyri at
útróðrarmenninir hava
fingið ov lítið burturúr.
Men eg vóni, at upp-
skotið kann laga seg til
at passa betur til um-
støðumar.
Buskapartrupulleikar
SPEGILS-
MYNDIN
Vegirnir ikki
gjørdir til so
nógva ferðslu
Møguleikarnir vera nú
kannaðir fyri at bøta um
vegimarí Havn. Tekniska
deildin hjá býráðnum hev-
ur seinastu dagamar havt
vitjan av einum asfalter-
ingsserfrøðingi úr Ong-
lándi. — Hann hevur víst
á, hvussu teir asfaltera
har, og hvat vit møguliga
kundu gjørt her, men
roknaði annars ikki við
nøkrum veruligum bata,
fyrrenn ferðslan minkaði,
sigur Trygve Guttesen,
verkfrøðingur.
- Vit em greiðir yvir, at
støðan er verri nú, enn
nakrantíð fyrr, og orsøkir-
nar eru nógvar. Tað er
eingin, sum asfalterar und-
ir so vánaligum umstøðum
sum føroyingar, tí ofta er
veðrið váttligt og vegirnir
em ikki gjørdir til ta
ferðslu, sum vit hava, sig-
ur Trygve Guttesen.
- Onglendingurin segði,
at teir ongantíð asfaltera i
vánaligum veðri, fyri at
eingin ivi skal vera um
dygdina. Skervurin, sum
vit hava nýtt, hevur verið
vánaligur, serliga hesa
seinastu tíðina. Tað fyrst-
a, sum var at fáa úr tí
nýggja grótbrotinum, var
gott, og tað hevur asfaltið,
sum varð gjørt við hesum
skervinum, eisini víst. Tað
liggur á enn. Seinni, tá t.d.
mmmmmmmmmmmmmmmmmammmmmmmmmm
vegimir í miðbýnum vóru
lagdir við asfalti av nýggj-
um, var dygdin á skervin-
um verri, sigur Trygvi
Guttesen.
- Býráðið hevur fingið
játtan frá landinum um at
fáa grót úr Hundsarabotn-
i, meðan biðað verður eftir
einum nýggjum grótbroti.
Vit hava eisini roynt asfalt
frá landinum, men tað
hevur heldur ikki ligið
leingi á. Tó er hetta einki
prógv fyri, at eisini teirra
asfalt er vánaligt, tí har
vegimir eru breiðir, hevur
tað roynst væl. Annars er
ongantíð so nógv asfalter-
að í Havn sum seinasta ár.
Onkur hevur nevnt, at
vegimir áttu at verið
stoyptir, men vit halda
ikki, at tað er gott, sigur
Trygve Guttesen.
Býráðið er farið undir at
breiðka Hoydalsvegin í
støðum, frá Gundadali og
oman imóti Hoydalsá.
Hetta er bert ein fyribils-
ábót. Tað er serliga stud-
entas^úhn, sum hevur
strongt á at fáa nakað
gjørt, tí vegurin verður
hildin at vera hættisligur,
tá nógv ferðsla er til og frá
skúlanum.
Sigur seg hava
livað fyrr
Tann 52 ára gamla
Dolores Jay i Virginia,
USA, hevur, meðan
hon var hypnotiserað,
greitt frá einum lívi,
hon hevur livað fyrr.
Hon greiddi frá á týsk-
um, hóast hon ikki
dugir týskt og ikki hev-
ur havt samband við
týskarar.
Hon segði frá einari
lítlari gentu, Gretchen
Gottlieb, sum búði í
Eberswalde stutt frá
Berlin, og sum nakrir
menn myrdu í 1870un-
um, tá hon var 16 ára
gomul.
Tá Dolores Jay
gramdi seg um pínu í
rygginum i 1970, royn-
di maður hennara, sum
er methodistaprestur,
at grøða hana við hyp-
nosu. Meðan hon var
hypnotiserað, svaraði
hon uppá fleiri spurn-
ingar á einum fremm-
andum máli, og mað-
urin, sum ikki dugdi
týskt, tók svarini upp á
band.
Ein professari á uni-
versitetinum í Virginia,
Ian Stevenson, kannaði
við einum lygnadetek-
tor hjúnini og kom til ta
úrslit, at hvørki av
teimum dugdi týskt.
Hann læt so mannin
hypnotisera konuna, og
hon greiddi tá frá lítlu
Gretchen, sum var
dóttir borgmeistaran og
varð myrd í einari skóg.
Dolores Jay nýtti fleiri
orð, sum eru horvin úr
týska málinum ta sein-
astu hálvu øldina.
Teir lærdu í USA eru
ósamdir um, hvat teir
skulu halda um frá-
sagnimar. Summir sig-
a, at hon hevur livað
fyrr, meðan aðrir tosa
um eitt «genetiskt
minni». Vísindamenn-
inir halda fram at kann-
a spurningin.
Hjálpir ikki at
busta tenn
í einari frágreiðing.sum
bretska heilsumálaráðið
hevur kunngjørt, verð-
ur sagt, at børn hava
ikki betri tenn, um tey
LEYST
OG
FAST
busta tær ofta. Teir
hava kannað tenninar
hjá 13.000 børnum, 5
ára gomul, og býtt tey í
bólkar eftir, hvussu tey
røkja tenninar.
1 tí bólkinum, sum
bustar tenn tríggjar
ferðir um dagin, høvdu
72 % av børnunum ring-
ar tenn. 1 einum bólki,
sum bustaði tenn minni
enn eina ferð um dagin,
var talið 71%.
Ókeypis
lív
Ein 27 ára gamal maður
í Rotterdam er tikin —
fyri at hava eitt heldur
sjáldsamt frítíðarítriv.
Síðani 1971 hevur
hann verið innlagdur á
30 sjúkrahús í Hollandi
— uttan at baga nakað.
Hann hevur fingið ó-
keypis mat og innivist í
longri tíð.
Hann varð avdúkað-
ur á einum sjúkrahúsi,
har hann møtti upp á
skaðastovuni og segði
seg hava høvuðpinu og
ilt í búkinum og rygg-
inum, av tí at hann var
yvirkoyrdur. Ein av
læknunum, sum kann-
aði hann, var júst flutt-
ur av einum øðrum
sjúkrahúsi, kendi hann
aftur og boðaði politi-
num frá.
1 rættinum segði
maðurin, at hann dugdi
ikki at greiða øðrvísi frá
sinum atburði enn at
siga, at hann helt hetta
vera eitt serligt slag av
itrótti.
Dýrir
partisanar
Franska innanríkisráð-
ið fær eina rokning
uppá 367.000 francs
(477.000 kr.) frá flogfel-
agnum Air France fyri
at hava brúkt eitt Boe-
ing 707 flogfar at flyta
teir tríggjar partisanar-
nar til Bagdad við, sum
tóku nakrar giðslar í
floghavnini í Paris.
Rokningin umfatar
flúgving í 18 tímar fyri
12.000 francs um tím-
an, 1.000 francs í lend-
ingargjaldi í Bagdad og
150v000 francs í trygg-
ing.
9
♦