Tíðindablaðið - 14.02.1975, Qupperneq 5

Tíðindablaðið - 14.02.1975, Qupperneq 5
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 14. februar 1975 Síða 5 Flogfarið kemur um góðar 2 mánar Ikki avgjørt, hvat tað fer at kostaat leiga flogfarið hjá flog- felagnum Annar av leiðarunum fyri Flogfelag Føroya er Hugo Fjørðoy, sum hevur dagligu leiðsluna í Vágum um hendur Flogfarið, sum Flogfelag Føroya hevur keypt til taxa-flúgving, kemur 1. mei. Tað er eitt Cessna 421 Commuter-flogfar, sum flogfelagið hevur keypt. Tað tekur 10 ferðafólk, og kostnaðurin liggur um 2 miljónir krónur. Flogfarið hevur trykk-kabinu og tað ger tað dýrari. Tað er væl útgjørt og kann flúgva í øllum veðrið. Tað hevur eitt nýtt slag av radara, sum heldur mynd- ini fastari á skerminum og ikki sum vanligt er, at myndin kámast burtur inn • ímillum, meðan nálin snar- ar. Hesin radarin tekur avstandir frá 1,5 til 160 fjórðingar. Hæddarmátar- in er eisini gjørdur eftir radarprinsippinum, og flogfarið hevur harum- framt eisini aðra útgerð av nýggjasta slag. Hetta er fyrsta flogfar av sínum slag, sum er selt til Skandinavia. blaðið skuldi síggja út, og hvar lesarin skuldi finna júst tað tilfar, sum hann ynskti at lesa beinanvegin. Teigarnir frá síðu til síðu — sum ikki sørt hava á- virkað onnur føroysk bløð — hava kanska stundum gjørt blaðið nakað eins- háttað í útsjónd, men sam- stundis hava teir gjørt'tað lesiligt. Og eisini hevur tað lætt um arbeiðið at vita, hvussu og hvar alt skuldi vera. Hvussu gekk? Og so vóru tað pengarnir. Fyri at koma í gongd máttu vit innrætta okkum kjallarahøli í Klokkaragøt- u 19, einir 35 m2 tilsamans, og keypa fototól, fotoseti- Tørvur á flogfari Stjórin fyri Flogfelag Før- oya, Lars Larsen, sigur, at tað er tørvur á einum slíkum flogfari í Føroyum. Tað er ógvuliga ofta, at leigað flogfør koma henda- vegin, t.d. var eitt týsdag- in og tvey mánadagin. - Tað hevur eisini fyri- munir fyri føroyingar, at eitt slíkt flogfar hoyrir heima her, tí skal ein leiga maskinu, umbrótaraborð og okkurt annað fyri til- samans 160.000 kr. Nýliga hava vit keypt eina mask- inu aftrat fyri 90.000 kr., men hon er ongantíð farin í gongd. Hetta vóru tær íløgur, sum vóru neyðugar, tá vit kundu hava samvinnu við Dimmalætting. Blaðið kom út fyrstu ferð 13. mars í fjør — dag- urin boðaði kanska ikki frá longum lívi. Tá uppgjørt varð á nýggjárinum, hevði l)laðið havt ein umsetning, sum lá 500 kr. undir 700.000. Sjálvanđi vóru útreiðsl- urnar eisini stórar: filmur, postverk, lønir, prenting á Dimmalætt.ing o.s.fr., men alt samantikið var úr- slitið tó, at eisini blað- eitt flogfar úr útlondum at koma higar, ' so verður meira flúgving, og tað má gerast i góðari tíð, sigur hann. Tað er ofta, at leigað flogfør koma henda vegin bert við einum fólki, t.d. sum seinasta mánadag, tá eitt flogfar kom úr Aber- deen við einum trolara- manni, og ofta er brúk fyri flogførum at senda niður eftir eykalutum til skip, sum annars mugu liggja og bíða og missa nógva fiskitíð. Prísurin Tað er ikki avgjørt enn, hvør prísurin skal verða. Tað velst um, hvussu stórt tímatal prísurin skal grundast á, men hann kemur helst at vera 1.650 krónur um tíman. Hesin prísur verður bert roknað- ur fyri flúgvitíðina og ikki fyri bíðitíðina. Flogskiparin verður dani. Enn er ikki heilt vist, hvør hann verður, men hetta verður avgjørt í næstu viku. Hetta verður ein maður, sum hevur flog- ið nógv. stjórarnir kundu fáa eina sámuliga løn. Ber til Við tí bráða enda, hetta tiltak fekk, hildu vit tað vera beint at hava eitt lítið opinskárað prát við lesar- arnar — og biðja teir bera yvir við okkum. Tær krón- urnar, vit hava fingið ov nógv í haldaragjaldi, ætla vit sjálvandi ikki at hava. Tær fáa haldararnir aftur frá postmanninum. Samandráttur okkara av hesi roynd er, at millum lesarar er tørvur á einum slíkum blaði, og at hald- arar tí kunnu fáast. Heldur trekari er við lýsingum. Tað ber til at geva blað út í Føroyum. Men tað er strævið. Lá í eina viku Tann brendi russiski trolarin, sum kom á Fuglafjørð næstseinasta leygardag, fór avstað aftur fyrst í hesi vikuni. Fleiri russisk skip lógu á Fuglafirði hesa vikuna, meðan teir umvældu trolaran. Tveir russiskir sleipibátar vóru á Fugla- firði, og annar teirra tók vatn, meðan hann var har. Sjóverjuskipið Teis- tin lá á Fuglafirði alla tíðina, og teir høvdu samband við russarar- nar. Tá teir høvdu vælt fyribils um trolaran, varð hann sleipaður av- stað aftur. 16.000 pund av trolfiski Útróðrarbátarnir í Fugl- afirði eru komnir upp i 6.200 pund hesar sein- astu dagarnar. Leygar- dagin avreiddi Uranus 16.000 pund av trolfiski; hann hevði verið úti i fýra dagar. Ein snellu- bátur úr Oyndarfirði av- reiddi 2.700 pund mána- dagin og 5.000 pund týs- dagin; hetta var ein opin bátur. Kapilsund hevur av- reitt 700 kassar av ísfiski til Handils- og frysti- virkið í Fuglafirði. 30.000 gløs til Danmarkar Á sildavirkinum Bakka- frost á Glyvrum skuldu teir í gjár byrja at leggja sildafløk í gløs at senda til Danmarkar. Teir skulu senda sild til Dan- markartann 26. februar. Tað verða sløk 30.000 gløs av sild, sum skulu sendast til Danmarkar, hetta svarar til umleið 120 tunnur av sild. Tað er óvist, hvussu tað verður við sølu til Svøríkis. Teir hava sent nakað av sild til Svøríkis sum eina roynd, men hava ikki fingið nakað svar enn. Á Bakkafrost hava teir ikki tikið imóti nakr- ari sild síðani síðst í jan- uar, tá teir fingu nakað av sild frá Kalsevni. Tað fæst væl av brislingi á Skálafjørðinum. Mána- kvøldið hevði ein bátur 10 tons. Brislingurin verður seldur til Fugla- fjarðar, har hann fer til mjøl. Nakað hevur Bakkafrost tikið ímóti, men teir siga, at bris- lingurin er so blandaður í stødd, og hann er eisini meira rak i ár, enn hann var í fjør. Flogfarið, sum felagið hevur keypt, tekur 10 ferðafólk TÍÐINDI ÚR EYSTUROY Bert ein neyðhjálp Arbeiðið at leingja at- løgubryggjuna í Svíná- um er nú um at vera komið í helvt. Bryggjan verður longd við 22 metrum, og hetta arbeið- ið verður væntandi lið- ugt um einar tríggjar mánar. Tað er Eiðis kommuna, sum letur ar- beiðið gera, og hetta er bert ein fyribils neyð- hjálp fyri at gera tað møguligt hjá bátum at liggja norðanfyri Streym. Kommunan á Eiði hevur annars ætlanir um at gera ein garð upp á eini 120 metrar fyri at fáa eina havn á Eiði, sum skip altíð kunnu liggja í. Teir siga, at hetta arbeiðið verður lætt at gera av tí, at teir eru væl fyri við gróti. Tað rr ikki æt.lanin al gera atløgusíðu á henda garðin, men hann skal bert verja havnarlagið móti illveðri. Teir vóna at fáa játtan til hesa ætl- an, tá ein nýggj havna- ætlan verður gjørd. Skúlin er ov lítil Tað verður umhugsað at byggja uppí felagsskúl- an á Oyrabakka. Tað frættist, at skúlin er ov lítil, og tí verður arbeitt við málinum um at byggja uppí, men tað er eingin støða tikin til hetta enn. Tað eru átta kommunur um skúlan. Betri piúss til bussin Á vegastrekkinum frá Eiði til Ljósá verður ar- beitt við at breiðka vegin í støðum, har sum tað er trongligt hjá skúlabuss- inum at koyra. í støðum hevur tað verið ógvuliga trongligt at koyra. Læknavikarur Síðani eiðislæknin, Pet- ur Reinert, fór í lands- stýrið, hevur Sofus Jo- ensen starvast í einar fjúrtnn dagar sum lækni á Eiði. Hann skal tó ikki vera á Eiði i meira enn ein mána tilsamans, og tá hann fer, er ætlanin at fáa ein annan vikar í læknastarvið. Fótbólts- kapping IJm tað \ iðrar ætlar ÍF at hava eina fóthólis- kapping i Fuglafirði i morgin og sunnudagin. Hetta er ein uttandura- kapping, ogumframt ÍF eru tev luttakandi liðini: KÍ, HB og B 36. Fyrsti dvsturin verður leygar- dagin kl. 13.30, hesin dystur verður millum ÍF og B 36, og aftaná spæla HB og KÍ. Finalan verð- ur sunnudagin kl. M.

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.