Tíðindablaðið - 14.02.1975, Side 8

Tíðindablaðið - 14.02.1975, Side 8
Síða 8 TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 14. februar 1975 Yvirskegg Eg eri ein ung genta upp á 16 ár, sum havi ein trupulleika. Eg havi fingið «yvirskegg», altso nógv hár rundan um munnin, og tá eg ikki veit, hvussu eg skal fáa tey burtur aftur, havi eg roytt tey av. Tey koma tó altíð aftur, og nú eru tey blivin heilt grov og long. Eg vil tí biðja tygum um eitt gott ráð fyri at fáa tey heilt vekk. Tann unga Tað kann vera ættar- breðgi, at tygum hava hár í andlitinum, og tá hevur tað als onki at týða, og eg haldi, at tygum skulu halda á- fram við at hála tey út. Tey verða ikki longri ella grovari av tí. Um tygum hava fingið hár eisini aðrastaðni, har tey ikki eiga at vera hjá konufólki, so eiga tygum at fara til lækna og kanska verða kannað, men eru bløðingarnar hjá tygum heilt normal- ar, og tygum annars eru ein normal ung kvinna, so hava hesi hár helst onki at týða. MS Epilepsi Eg havi tikið Difhydan i 23 ár. Tey seinastu 13 árini havi eg tikið 4 tabl- ettir um dagin, 'og tær halda anføllunum burt- uri. Eg havi havt gott minni og fatað alt skjótt, men fyri nøkrum árum síðani broyttist alt hetta og fari eg seint í song okkurt kvøldið, so sovi eg so fast, at eg vakni ikki av vekkara. Halda tygum, at hesar tablett- irnar eru orsøkin til hetta? Er tað neyðugt at undirsøkja eyguni, tá nú anføllini verða hildin burturi? um so er, hví? Eg havi tvey bøm og eri 40 ár. Epileptikkari Hjá tygum, sum eru epi- leptikkari, fer minnið við aldrinum eins og hjá øð- rum, men kanska tað fer eitt sindur meira hjá tygum, tí tygum hava hesa sjúku og taka nógv- an heilivág. Eg skilji ikki, hvat tygum meina við at SPYRJIÐ L/EKNAN Marner Simonsen, yvir- lækni, svarar kannaeyguni, tað skuldi ikki havt beinleiðis sam- band við sjúkuna, men kundu tygum fingið kannað, hvussu nógv av heilivágnum er í blóði tygara. MS Forboð Maður mín er 38 ára gamal og hevur havt gulsótt. Tá hann varð útskrivaður av sjúkra- húsi, fekk hann boð um, at hann mátti ikki drekka spiritus ta fyrstu tíðina. Tá vit koma út og hann fær nakað boðið dugir hann ikki at halda sær. Hvussu strangt skal forboðið yvirhald- ast, og er nakar vandi fyri, at hann verður sjúkur aftur? S.M. Tygum upplýsa onki um, hvat orsøkin til gul- sóttina var. Um tað var sjálv livurin, sum var sjúk, so er tað hættisligt at njóta alkohol, tí hetta evni kann bert niður- brótast í livrini, og tí er umráðandi at halda seg burtur frá hesum í rætt- uliga langa tíð, aftan á at ein hevur verið sjúk- ur. Men um gulsóttin stendst av gallsteini ella øðrum í gallinum, so er tað kanska ikki so hætt- isligt at njóta alkohol. Men tá tað er sagt við hann, at hann skal halda seg burtur frá alkohol, so má tað vera ógvuliga umráðandi, at hann fylg- ir hesum ráðum. MS Skal giftast Eg eri ein 25 ára gamal maður, sum á ungum ár- um var fyri tí óhappi at fáa gonorre. Nú er mein- ingin hjá mær at giftast, og snýr spumingurin seg um, hvussu stórar møg- uleikin er fyri, at eg eri sterilur. í hvørjum stad- ium er talan um henda møguleika? Hvat sigur statistikkurin um kyns- sjúkur, era tær vaksandi aftan á seinna heims- kriggj? x 'Tað er bert møguleiki fýri, at tygum eru steril- ur. um gonorresjúkan hevur breitt seg oman móti steinunum. Um sjúkan bert hevur verið í vatnrásini, so verður ein ikki sterilur. Undir seinna heims- bardaga var ógvuliga nógv til av teimum ym- isku kynssjúkunum, men tað minkaði aftur aftan á kríggið, men hesi seinni árini hava tær aftur verið fyri stórum vøkstri, eisini her hjá okkum. MS Marran Eg líði av marra, havi gjørt tað, síðan eg var litil smádrongur. Hetta er ógvuliga óhugnaligt at líða av. Nú vil eg spyrja tygum, um nøkur hjálp fæst fyri hetta brek. Eg eri 47 ára gamal og livi væl. Tað er oftast á tann hátt, at marran kemur tiðliga á náttini, við tað at eg stríðist við at vakna, men eri ikki mentur at røra so mikið sum ein fingur, og tað kennist sum eg fái ikki andað, síggi alt ið inni er og veit væl, hvar eg eri. Er eingin, ið kann vekja meg, vísir tað seg at vera ein drúgv tið, áð- renn eg vakni, úttikin og trongur. Eitt kvøldið nú herfyri fekk eg vitjan av marr- uni á sama hátt sum frammanundan nevnt. Børnini vóru í kamari við síðuna av, tey hoyrd- u rópið, men vaktu meg ikki, vistu ikki hvat tað var. Tey hildu, at tað vardi umleið átta min- uttir, áðrenn konan kom upp á loft og fekk vakt meg. Tá var eg ógvuliga bleikur í andlitinum, tað sá út sum blóðið var sett frá hjartanum, sum tikið verður til. Tá kendi eg met úttiknan og líkasum eitt sindur ræddan, tá ið eg vaknaði. Soleiðis kennist tað hvørja ferð. Tey gomlu heimaráð- ini hjálpa einki — sum knív undir koddan, lata skógvarnar venda frá songini og at hava hest- askógv oman fyri hurð- ina. Er nøkur hjálp fyri hetta brek? Marmennil Hjá mær er ógjørligt at svara uppá, hvat marra er, tí tað er ein stórur og fløktur spurningur. Hettaáttu tygumat tos- að við sálarfrøðing ella sálarlækna um. Marran má helst vera eitt slag av dreymi, og tey gomlu heimaráðini tygum nevna, munnu ikki hava nakað størri virði, uttan so at ein trýr fult og fast upp á, at tað skal hjálpa. MS Tey bæði pípuorglini, sum Verland hevur í gerð, eru 4. og 5. orglið, sum hann hevur bygt Orglið til Argjar er liðugt skjótt Hetta seinasta árið hevur Verland Johansen bygt tvey pípuorgul Træpipurnar ger Verland sjálvur, meðan tinpípurnar koma hálvt liðugtgjørdar úr útlondunum Umframt orglið, sum verð- urbygt til kirkju- og miss- iónshúsið á Argjum, hevur Ver.land Johansen eisini eitt orgul til kirkjuna á Eiði í gerð. Orglið til Argj- ar kostar 70.000 kr., með- an orglið til Eiðis kemur at kosta 200.000 kr. Hetta seinna orglið verður liðugt í summar. Byggingin verður gjørd eftir sáttmála, sigur Verland Johansen, og uppi í hesum sáttmála er eisini tilfarið til byggingina. Tað er serliga tinpípurnar og tað mekaniska, sum kostar nógv. - Tað era fimm ár síðani eg av álvara fór undir org- ulbygging. Tað var orglið til Sands kirkju. Hetta var fyrsta orglið, sum er bygt í Føroyum. Tey bæði orgl- ini, sum nú vera bygd til Argjar og Eiðis, era tað fjórða og tað fimta. Eingin sáttmáli er enn gjørdur um onnur arbeiði, men eg vænti, at okkurt orgul verður bygt aftrat. Enn verði eg ikki arbeiðsleysur, tí um einki orgul verður at byggja, so kann eg altíð gera okkurt annað, sigur Verland Johansen. - Orglið til kirkjuna á Eiði hevur tíggju røddir við tveimum manualum og pedal. í hesum orgli vera umleið 600 pipur, harav era 40 træpípur, meðan restin eru tinpipur. Tinpíp- urnar koma hálvt liðugt- gjørdar úr útlondum sam- an við einum parti av mek- anikkinum, meðan restin verður gjørd her. Orglið til kirkju- og missiónshúsið á Argjum er minni, tað hev- ur fýra røddir og pedal. Pipurnar eru millum 250 og 300 í tali. Orglini vera flutt á staðið í pørtum, og har verður eisini ein stórar partur av monteringsar- beiðinum gjørt, sigur Ver- land Johansen. Umframt Verland ar- beiðir sonur hansara Poul eisini við orgulbyggingina. Neistin Ársaðalfundurin verður i B 36-húsinum leygar- dagin 1. mars kl. 15. Dagsskrá sambært lógina. Nevndin ♦ * 4

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.