Føringatíðindi - 01.02.1890, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 01.02.1890, Blaðsíða 3
kunnu vera til gagn fyri 611, og síðani royna at fáa skúlarnar so góðar, sum móguligt. (Niðurlagt til næsta blað.) Sjósálmar. Burturferð, Lag: Jeg vil din Pris udsjunge. Mær sannur faðir veiti nú styrk at tæna tær; hoyr meg eg á teg heiti: altíð verð tú hjá mær á sjógv og landi við; stýr meg við tínum hondum; leið meg við kærleiksbondum; statt tú hjá míni lið. Um tú vilt hjá mær vera, hvór kann tá skaða meg? Hvór kann mær óhapp gera, tá, ið eg elski teg? Mítt álit standa skal til tín, mín Gud, aleina, so vilt tú vegin beína og fóra meg so væl. So fróður víl eg halda nú út á hesa ferð; tú yvir mær vilt valda sum best mær sjálvum er. Væl fori tú meg út og aftur heim til landa; lat ódnir meg ei granda; styrk meg í sorg og sút. Heimferð. Lag: Jesu đine dybe Vunder. Lov og takk eg tær framberí, drottín min, í hesu stunđ; tí tú hevur við mær veríð, fórt meg væl um fjórð og sund. íyri veiðu, tú gavst mær, eg av hjarta takki tær; litið ella nógv tú sendur, alt tú mær til frama venđur. Lat meg minnast, at tú valdur bæði yvir hav og lond; tá vilt tú meg allan aldur styðja væl við tíni hond. Tá, ið lívið enda fær, flyt meg heim í hóll víð tær allar ævur mær at hýsa har, sum bjartast ljós mann lýsa. „Kasta teir sínum akkerum á tann hvita sand“ kvóðu tey gomlu, og um nú Fóringar eitt mannaminni herfyri ikki vistu mykið um skip og um tey amboð, sum har krev- jast, so kendu teir tó allir navnið á hesum krókunum, sum krðkja seg í botnin og halda skipinum fóstum; allir kendu akkerið. So var tað eina ferð, at nakrir tápiligir landsbygđamenn komu til Havnar at fara út at sigla við einum skipi, sum lá á Havnarvági. Skiparin var ein Danskur maður, menn stýrimaðurin var ein Fóringur, sum leingi hevði farið við skipum og var væl kendur við allar endar og óll yrkisevnir innanborða og, sum trúligt var, skuldi hann nú læra hesar ungu landsmenninar til dúg- ligar skipsmenn. Dagin eftir, at hesir menninir vóru komnir á skipið, sendi hann teir við einum stórum báti í land eftír einum «enkari», sum lá inni undir bakkanum. Menninir fara frá skipinum og uggahvónn annan við, at í hesum enkarinum mundi vera okkurt gott til at leska seg við á ferðini. Nú koma teir inn undir bakkan, men — teir leita eitt langt og annað breitt, har er hvðrki enkar, kaggi ella tunna at finna. Tá, ið teir nú við tómum báti koma aftur til skipið, fer styrimaðurin at đeila so óðiliga og kallar teir bæði neyt og «fæ». Av hesum ganginum kemur skiparin upp úr sínum rúmi og spyr, hvat ið feilar, og tá, ið hann fær at vita tað, sigur hann: «Kan de ikke finde Ankeret?* Nú klárnaði tað fyri neyðar landsbygdamonnunum; teir hðvðu stavað so mikið í Donskum bókum, at teir vistu, at «Anker» var tað sama sum «akker», men tað var ólíkt blondu- enkórunum heimi á landsbygd. Hendan sógan datt mær í hug, tá ið eg í «Fóringatíðindi» læs, at «teir lættu ankar». Eg vil nú ikki finnast at manninum, sum hevur skrivað hetta ella at blaðstýr- arinum, sum hevur tikið við tí, tí orðini «enkar» og «ankar» eru nú í hvórjum munni í Havn og hjá skipsmonnum, men tó hugsi eg, at hetta orðið er eitt av teimum, sum lærdir menn vildu kalla «danisme«, og um nú tað Danska málið ] her er so fátækt, at tað brúkar sama navnið um tvey so ólík ting, sum eitt skipsakker og eina lítla tunnu, eiga vit ikki at kasta okkara góða gamla orð «akker» ella «akkeri» burtur. Tað er at broyta ómikið eftir teimum Donsku. Jógvan. - - ... . ■ 1 ... - —.iiii . FRÁ ÚTLONDUM. í sunnara parti av Amerika er eitt ríki, sum nevnist Brazilien. Har eru nógvir yvir honds ríkir jarðaeigarir, sum hava alnógvar blámenn (negarir) til at arbeiða

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.