Føringatíðindi - 01.02.1890, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 01.02.1890, Blaðsíða 2
kallast eitt fólk; tí einki samband kann vera varandist ímillum trælar. — So leing'i Foring'ar lítið og einki hóvdu við onnur lond og fólk at gera, saknaðu teir ikki lærdómin so miki'. Teir fáu skúlarnir, sum eina ferð vóru á bygdini, vóru skjótt burtur lagdir sum ónyttugur. Tá, ið frí- handilin var komin væl í gongd og fleiri skip vóru komin til at sigla ímillum og Fóringar fingu meira at gera við útlending- íirnar, sum júst í hesu seinasti tíðini vóru gingnir so nógv framm , bleiv tað meiri opinberligt, at tað kravdist meiri lærdómur enn hegar til hevði verði til at fáa fyri Fóringar yvir hóvur. Góðir menn fingu tá í lag, fyrst í lógtinginum og síðani í ríks- dagnum, at skúlarnir komu aftur og stats- kassin gav væl av peningi til at uplæra skúlalærarir, byggja skúlastovur í bygdunum og læt helftina av lónini, sum skúlalærarnir fáa. Tað eru 17 ár síðani teir fyrstu av hesum lærarnum vóru útlærdir, so at nú eru fleiri av teirra lærubórnum tilkomin, og ivaleyst mann ein og annar av teimum sanna, at tað, tey lærdi í skúlanum, er komið væl við seinri, og at tey hava haft bæði gleði og gagn av tí. Enn er tað tó i teimum flestu bygdum fá ár, síðani skúli kom, og nakrar bygdir hava enn ongan skúla, og helđri ikki hava hegar til lærarir verið at fáa til allar bygdir. Tað er sagt, at tær bygđir, sum ongan skúla hava, eru tær fremstu í Fórjum, at fólkið í teimum er meiri sjálvbjargi, meiri álítandi og ikki minni vitugt enn har, sum skúlarnir hava verið longst. Teir, sum væl vita um at siga, meina, at so vísur seg at vera; men tað kunnu tó vera aðrar grundir fyri, at so er vorið. Tað má ikki sigast, at lærdómur ella upplýsningur ger fólk verri, og at skúlarnir tí eru skaðiligur. Tann lærdómur, fólkið hevur fingið í skúlinum, ger í teimum flestu bygdum enn ikki mun. Har, sum skúlar ikki eru, kann tað væl tó ikki við róttum sigast, at fólkið einki hevur hug til at læra. Tað er væl heldri so, at í hesum bygdum meinast, at her sýnist at vera nakað rangt við skúlinum. Hvat tað er, ið rangt er, kunnu ymsar meiningar vera um. Summir vilja skylda alt uppá tað, at skúlamir hava eitt ókunnugt mál at frambera allan lærdóm til bórnini. Onnur halda seg siggja, at bórnini verða óvargalig av at koma saman i skúlanum, tí at hvórt lærir av óðrum, og bórn fyri tað mesta eru skjótari at nema tað illa enn tað góða. Uppaftur onnur halda, at børnini í skúlanum læra so mikið, at tey halda seg vera klókari enn foreldur teirra, so at tey tí blíva óhoyrilig har heima. Onnur halda, at skúlarnir taka óv nógva tíð burtur, so at bórnini fáa hvórki handalag ella bindindi til nyttugt arbeiði, men heldri (sjálvsagt uttan at lærarnir vilja tað) fáa prenta inn í seg, at ein hevur skomm av at fáast við tað so kallaða «grova» arbeiði. Summi halđa, at skúlamir gera ikki rætta nyttu, tí at bórnini yvir hóvur ikki læra at teinkja, men meiri at ramsa upp, hvat tey hava lært uttan at í bókini, og um ein og annar lærari letur tey «svara uppá Fóroyskt» , so verður tað fyri tað mesta lítil góðska í: tað verður so, at hvórt hettar danska orðið, sum er lært uttan at, er boygt um til Fóroyskt, sum ongum er líkt. Eisini eru tað tey, sum meina, at skúlamir eru til lítla nyttu, tí at bórnini læra óv lítið, so lítið, at tað er nærum verri enn einki. Eitt hevur ivaleyst minkað um ta nyttu, skúlarnir kundu gjórt; tað er, at skúlamir av mongum ikki eru hildnir fyri fólksins ogn, men nakað, sum teir stóru og klóku hava noytt fólki uppá ímóti teirra vilja. Tað er ikki sjáldsamt at hoyra, at mammur brúka skúlan til grýlu: fVilt tú ikki vera góður, verður tú settur í skúla». Um teir, sum fólkið hevur lov til at velja av sínum bestu monnum til at sita i lógtinginum, hava ynskt at fáa skúlarnar aftur, so fær tað ikki megin- partin av fólkinum at halda betri um skúlamar. Tey flestu hava onga tíð lagt í, hvór ið valdur verður, men sita heldri heima og lasta «rossleypamar». — Nú mann tað vera so, at stórri parturin av Fóringum halda, at góðir skúlar em til gagn fyri fólkið; tó átti eingin at verið lastaður, um hann ivast nakað, áðrenn hann loypur til at vilja fáa skúla í síni bygd, uttan at hugsa um, antin skúlin í allar mátar kann fáast so í lag, at hann ger meiri gagn enn skaða. Ein og annar av teimum stóm og klóku, sum ikki hava verið fri fyri at trúga bygdarmenn til at fáa sær skúla, hevði gjórt betri i fyrst at gera klárt fyri fólkið, hví skúlarnir júst

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.