Føringatíðindi - 01.02.1890, Page 2
kallast eitt fólk; tí einki samband kann
vera varandist ímillum trælar. — So leing'i
Foring'ar lítið og einki hóvdu við onnur
lond og fólk at gera, saknaðu teir ikki
lærdómin so miki'. Teir fáu skúlarnir,
sum eina ferð vóru á bygdini, vóru skjótt
burtur lagdir sum ónyttugur. Tá, ið frí-
handilin var komin væl í gongd og fleiri
skip vóru komin til at sigla ímillum og
Fóringar fingu meira at gera við útlending-
íirnar, sum júst í hesu seinasti tíðini vóru
gingnir so nógv framm , bleiv tað meiri
opinberligt, at tað kravdist meiri lærdómur
enn hegar til hevði verði til at fáa fyri
Fóringar yvir hóvur. Góðir menn fingu tá
í lag, fyrst í lógtinginum og síðani í ríks-
dagnum, at skúlarnir komu aftur og stats-
kassin gav væl av peningi til at uplæra
skúlalærarir, byggja skúlastovur í bygdunum
og læt helftina av lónini, sum skúlalærarnir
fáa. Tað eru 17 ár síðani teir fyrstu av
hesum lærarnum vóru útlærdir, so at nú
eru fleiri av teirra lærubórnum tilkomin,
og ivaleyst mann ein og annar av teimum
sanna, at tað, tey lærdi í skúlanum, er
komið væl við seinri, og at tey hava haft
bæði gleði og gagn av tí. Enn er tað tó
i teimum flestu bygdum fá ár, síðani skúli
kom, og nakrar bygdir hava enn ongan
skúla, og helđri ikki hava hegar til lærarir
verið at fáa til allar bygdir.
Tað er sagt, at tær bygđir, sum ongan
skúla hava, eru tær fremstu í Fórjum, at
fólkið í teimum er meiri sjálvbjargi, meiri
álítandi og ikki minni vitugt enn har, sum
skúlarnir hava verið longst. Teir, sum
væl vita um at siga, meina, at so vísur
seg at vera; men tað kunnu tó vera aðrar
grundir fyri, at so er vorið. Tað má ikki
sigast, at lærdómur ella upplýsningur ger
fólk verri, og at skúlarnir tí eru skaðiligur.
Tann lærdómur, fólkið hevur fingið í
skúlinum, ger í teimum flestu bygdum enn
ikki mun. Har, sum skúlar ikki eru, kann
tað væl tó ikki við róttum sigast, at fólkið
einki hevur hug til at læra. Tað er væl
heldri so, at í hesum bygdum meinast, at
her sýnist at vera nakað rangt við skúlinum.
Hvat tað er, ið rangt er, kunnu ymsar
meiningar vera um. Summir vilja skylda
alt uppá tað, at skúlamir hava eitt ókunnugt
mál at frambera allan lærdóm til bórnini.
Onnur halda seg siggja, at bórnini verða
óvargalig av at koma saman i skúlanum,
tí at hvórt lærir av óðrum, og bórn fyri
tað mesta eru skjótari at nema tað illa enn
tað góða. Uppaftur onnur halda, at børnini
í skúlanum læra so mikið, at tey halda
seg vera klókari enn foreldur teirra, so at
tey tí blíva óhoyrilig har heima. Onnur
halda, at skúlarnir taka óv nógva tíð burtur,
so at bórnini fáa hvórki handalag ella
bindindi til nyttugt arbeiði, men heldri
(sjálvsagt uttan at lærarnir vilja tað) fáa
prenta inn í seg, at ein hevur skomm av
at fáast við tað so kallaða «grova» arbeiði.
Summi halđa, at skúlamir gera ikki
rætta nyttu, tí at bórnini yvir hóvur ikki
læra at teinkja, men meiri at ramsa upp,
hvat tey hava lært uttan at í bókini, og
um ein og annar lærari letur tey «svara
uppá Fóroyskt» , so verður tað fyri tað
mesta lítil góðska í: tað verður so, at
hvórt hettar danska orðið, sum er lært
uttan at, er boygt um til Fóroyskt, sum
ongum er líkt. Eisini eru tað tey, sum
meina, at skúlamir eru til lítla nyttu, tí
at bórnini læra óv lítið, so lítið, at tað er
nærum verri enn einki. Eitt hevur ivaleyst
minkað um ta nyttu, skúlarnir kundu gjórt;
tað er, at skúlamir av mongum ikki eru
hildnir fyri fólksins ogn, men nakað, sum
teir stóru og klóku hava noytt fólki uppá
ímóti teirra vilja. Tað er ikki sjáldsamt
at hoyra, at mammur brúka skúlan til grýlu:
fVilt tú ikki vera góður, verður tú settur
í skúla». Um teir, sum fólkið hevur lov
til at velja av sínum bestu monnum til at
sita i lógtinginum, hava ynskt at fáa
skúlarnar aftur, so fær tað ikki megin-
partin av fólkinum at halda betri um
skúlamar. Tey flestu hava onga tíð lagt
í, hvór ið valdur verður, men sita heldri
heima og lasta «rossleypamar». — Nú
mann tað vera so, at stórri parturin av
Fóringum halda, at góðir skúlar em til
gagn fyri fólkið; tó átti eingin at verið
lastaður, um hann ivast nakað, áðrenn hann
loypur til at vilja fáa skúla í síni bygd,
uttan at hugsa um, antin skúlin í allar
mátar kann fáast so í lag, at hann ger
meiri gagn enn skaða. Ein og annar av
teimum stóm og klóku, sum ikki hava
verið fri fyri at trúga bygdarmenn til at
fáa sær skúla, hevði gjórt betri i fyrst at
gera klárt fyri fólkið, hví skúlarnir júst