Føringatíðindi - 01.03.1890, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI.
Nr. 3.
Marts 1890.
1. árg.
MARIA.
systur Hans Kristoffer bónda á Ryggi i
Miðvági, doyði í Kjóbinhavn 23. og fór
til gravar 29. Januar. Flest allir Foringar
í KjÓbinhavn fylgdu. Ein stórur flokkur
av vinum var tað, har var saman komin
at æra hana á hennara sístu ferð, og
ivaleyst vóru óll, ið har komu til steðar,
komin ikki bert fyri at gera efter gomlum
skikki, men við rættari sorg; tí hon var
farin frá teimum, sum hevði verið sínum
landsmonnum so góð.
Tó at tað vóru úti við 35 ár, síðani
Maria fór úr Fðrjum, hevði hon lítið ella
einki gloymt av tí, hon bær við sær heiman
frá. Hon var til sín deyðardag Fóroysk í
sinni og skinni. Hon var «trúgv, sum
tróllið,» og hjálpti altíð uttan at spyrja
um lón ella afturgjald. Eingin Fóringur,
sum heitti á hana, fór troystleysur av
húsinum. — Henni var ikki lagað at dansa
á rósum. Heldri sýntist tað, at hennara
pund av lívsins stríði var tyngri, enn evnini
kundu strekkja til at bera; tí hon loyvdi
sær ikki, tá ið á stóð. Hennara góða
hjartalag og sterka sinni týndust ikki, tó
at kroppurin at endanum mátti sókka undir
tyngdini.
Megin partin av sini ævi var Maria
i Kjøbinhavn, og har hevur hon meiri enn
nakar annar verið sínum landsmonnum til
hjálp og troyst. Tað má Sigast, at hon
var óllum Fóringum í Kjøbinhavn ein góð,
beinasam móður.
Hon var ikki sett ovarlaga í mannfjóld
her í lívi — har vóru ongar gyltar fjaðrar —;
men hennara góða Fóroyska hjartalag setti
hana hógt hjá óllum róttum Fóringum, og
sum hennara deyði var ein stórur missur
fyri hennara nógvi «bóm» í Kjóbinhavn,
so eigur eisini hennara minni at haldast
hógt av Fóringum í Fórjum.
Uppfostran og skúlarnir.
(Uppafturtikið.)
Fyri at skúlar skullu gera góða
nyttu, krevjast fyrst og fremst góðir
lærarir. — Hvussi var útlitið til at fáa
góðar lærarir, tá ið .skúlarnir skuldu fáast
aftur í lagher í Fóijum? — Tað sá heldri
illa út.
Folkið yvir hóvur hvórki visti um ella
tráaði eftir upplýsning. Lærdómurin gekk
hjá teimum flestu bert út upp á at læra at
lesa (uttan at) sín kristindóm, so at tey
kunđi sleppa til at ganga til og sleppa at
njóta tær herligheitir, sum hoyra vaksnum
fólki til. Síðani varð bókin hjá mongum
lógd burtur og ikki havd framm aftur á
ævini. Samaleiðis sum lærdómur ikki var
skattaður hógt, so vóru læramir ikki mikið
virdir av folki yvirhóvur — tað var hildið
fyri kvendilsarbeiði at vera lærari. Tí kundi
tað vera frygtandi fyri, at eingin vildi geva
seg til at vera lærari uttan teir, sum ikki
tímdu ella dugdu at vera annað. Tað vóru
heldri ikki líkindi til, at lærarnir kundu
vænta sær so góða lón, at teir kundi reisa
búgv og liva sorgfrítt uttan at sókja sær
aðra vinning frammi hjá; mangur kundi
ikki á at skyna, hvussi nógv tað er vert at
hava góðan lærara til bómini — mangur
vilđi meinskast við at lata sin part, um
tað ikki var meiri enn 50 oyrur um árið, av
lónini til lærarin. Hettar mann vera atvoldin
í, sum tað seinri hevur víst seg, at fleiri av
teimum, ið gingið hava í lærarskúlan — og
helst av teimum, sum evnagóð vóru — ikki
eru lærarir á bygd, men hava tikið sær
annað fyri, sum gevur meiri vinning og
eitt minni tvórligt lív.
Eingin kann vera góður lærari,
uttan at hann er væl lærdur.
Við lærarskúlan var tað so frá fyrstu
t(ð av, at teir, sum lærđu, skuldu verða
lidnir í tvey ár. Sum væntuligt var, kundi
ein stórur partur av teimum lítið framman