Føringatíðindi - 01.12.1891, Blaðsíða 4

Føringatíðindi - 01.12.1891, Blaðsíða 4
Havnar. Nei, »tað er alt tann fúli roykur, ] ið situr í bótninum, síðan fabrikkin var í gongd, sum voldur, at eingin grind torur at koma inn í Nálsoyjafjorð.« FRÁ. ÚTLONDUM. Frá ksdegnum er ikki mikið at siga enn. Útkost til lógir eru frammlogd og farin til tær valdu nevndir. Vinstra klandrast sum tað plagar sín ámillum; summir hava ongan hug at verka nakað, so leingi ríkisstyrilsið er hettar sama; aðrir halda tað vera klókast og rættast at arbeiða og gjognum arbejði koma aftur á beint. l'vær Foroyskar lógir, lóg um at oyða ravnar út og lóg um at bota um rossaslagið, hava verið havdar fyri í landstinginum. í fólkatinginum er lógin um brennivín farin til eina nevnd av 11 monnum. Tann nýgji Norðoya-doktari A. L. A. Bartsch kann ikki væntast upp higar fyrr enn til várs. Hann hevur sent upp fyri seg cand. med. & chir. Thom- sen, sum kom upp við »Lauru«. Cand. jur. Chr. Bærentsen, lands- maður okkara, er settur til at vera útgevari j av »Lovtidenden« og »Ministerialtidenden«. Konsul R. Oestrøm sigst at hava keypt fyri eitt felag í I.ondon, »London Syndikatc, eitt stórt stykki av landi í Amerika, »Tierra Amarilla«, sum liggur á markinum millum Mexico og Colorađo. Tað sigist at vera okkurt um 50 □ míl stórt, meiri enn dupult so stórt sum alla Forjar. I landinum eru nógvar skógir, stórar græsflótur og góð akurjórð og í fjóllunum er kopar. Oll jðrðin kostaði 5^/2 millión krónur. Tíðindi úr Forjum. Fyri norðan er fiskiskapurin av tí besta. So væl av vaksnum fiski hevur ikki verið veitt um hesa tíðina nú í mong ár. Seyðurin er nú yvur hóvurfeitur, tó mann hann ikki fara at vera treystur har- eftir, tí at tað er ov lítið solti kjót (fasta- matur) á honum. ^ Poul Johannes Jensen hevur fingið embætið sum skúlameistari í sóknunum Hvalvík og Saxun. Tvær sluppir, »Crystal« og »Pollie«, fórdar av kpt. J. Hansen og N. Johannesen, komu higar tann 24. novbr. Tær eigast av einum felagi í Havn. Sjólátin. Tann 11. septbr. hevði Johan Midjord av Ogrum verið útrógvin. Móti kvóldi fór hann til Marknaoyrar at avreiða fisk og tók við sær son sín Poul Jóhannis, 11 ára gamalur, og ein annan smádrong eitt syndur elđri. Á heimvegnum, meðan teir sigldu um I.obrafjórð fingu teir eina sterka hvirlu í seglið, so háturin hvólvdist. Teir tveir sluppu upp á kjól; men lítli Poul Jóhannis vann ikki at bátinum, og myrkt var; tó hoyrdu hinir báðir til hansara; men tá ið bátur kom til hjálp, var hann ikki at finna. Michel Nattestad, sum í 11 ár hevur farið til sjós í útlondum — tey seinnu árini sum stýrimaður á fleiri stórum skipum — var fyri kortum á veg higar upp við sluppini »Karen« úr Suðroy, at vitja slegt og vinir. Tann g. oktober var hann millum Hetland og Fórjar av einum stórum sjógvi skolaður fyri borð og sást ikki aftur. Ein villur hundur hevur eina tíð herskað í Borðoynni. Tað var ein hálvgamalur hundur av Tróllanesi, sum ein hóndi í Vágssókni skuldi hava til láns eitt skifti. Hundurin vmr sendur til Vágs og skuldi vera goymdur har um náttina, men hund- urin vildi ikki trívast í hesum ókunnuga húsinum. Eina ferð sá han sær kans til at smoyggja sær út um dyrnar og horvin var hann. í 3 vikur kom hann ikki fólki nær, ið hvussi tað var roynt at lokka fyri honum. Hann streyk um hagan í ymsum endum av oynni. Ein dagin hevði hann etið av deyðseyði í Múlahaga og eina lótu eftir at hann var sæddur har, kom hann fyri hjá Vágsmonnum, sum vóru á fjalli. Teir sleptu gonguni og fingu rikið hundin á sjógv norðan fyri Klaksvík og har varð hann skotin í heí. Lýsingar. Sildagórn eru at selja. Jens Olsen vísur á. Ein tunna av snigla-eplum keypist. Jens Olsen vísur á. rrn -Prvl r» rv* stevnist til saman- r ormg'aielag koming nýgjársdag kl. 5 e. m. í gomlu fútahúsum. Fðrja bóndafelag samankoming nýgjársdag kl. 3 e. m. í gomlu fútahúsum. Prentað hjá „Fær« Amtstidendes Bogtrykkeri11. Blaðstýrari: R. Effersø.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.