Føringatíðindi - 01.05.1892, Blaðsíða 4

Føringatíðindi - 01.05.1892, Blaðsíða 4
skip við eitt Danskt tvímastrað skip »Sofie« okkurt um 2 fjórðing'ar sunnanfyri »steinin< (munkin). Mest alt uppstandandi var brotið oman av og toppurin var brotin av for- mastrini. 2 menn sóust á skipinum; annar var lamin. Sjógvurin var so óslættur. at Hetlandsskiparin ikki troystaði sær at bjarga hesar neyðar menn, men helt til Havnar. Tá ið hettar frættist fekk fútin eitt guvu- skip frá Aberđeen út at leita eftir »Sofie«, men ikki var nakað at finna. Hettar skipið, sum her var sætt í neyð ætlast at vera frá Marstal og sigst at vera fraktað til Fischers handil í Reylcjavík. Ein Norðskálabátur var 21. apríl, kvoldi fyri tað ringasta harðvegrið, úti á norðhavinum og mundi ikki vunnið aftur til lands hevði ikki eitt guvuskip »Otterhound« frá Hull verið har um vegir. Skiparin, Abbot, var blíður við bátsmenninar og fórdi teir dagin eftir við báti og fongi heimfyri j stóðna. Spekulant galeas »Betzy« úrMandal _rak í harvegrinum á land á Selatri og fór at leka, so at viðalastin bólnaði út og sprongdi skipið, so at tað ikki gerst aftur. 27da apríl var 25 ára dagurin síðan L. Bergh var útnevndur til lærara í real- skúlanum 1 Havn. Eftir sum Bergh hevur verið ein hugagóður og nærlagdur lærari bæði fyri realskúlan og lærarskúlan, og hann í aðrar mátar hevur verið frálíka driftugur eg vinskipuligur í teimum mongu verkum, sum hava verið givin honum upp i hendur, var tað ikki meiri enn vón var til, at boðið bleiv til at halda eitt gildi fyri honum hendan dagin. Um 80 eldri og yngri fólk komu saman í tinghúsinum og hóvdu eitt stutligt kvóld. Vísur vóru sungnar og mangar talur vóru hildnar, bæði vælmeintar og stutligar. Aftaná varð dansað. Til „gullbrúdleypslegatið“ er nú inkomið úr Suðroy 499 krónur —• úr óllum Fórjum 2239 kr. 5 oy. Fólkatingsvalgið í Fórjum verður 2.júni. Tað sýnist at eingin fer at bjóða sær framm uttan Th. Thomsen. Thomsen ferðast nú um bygdunar og helđur talur um ríksdagsarbeiðið. Við honum er ein ferðingamaður fyri eitt Danskt bkið, E. OpfFer, sum hevur ferðast um alla verðina til at fáa tíðindir til blaðið. Norðoyadoktarin, Bartsch, er nú komin við »Eauru«. Fabrikkin í Havn er seld til Svenska ingeniórin Pettersson úr (fóteborg, sum nú stríðist við at flyta alt tað leysa góðsið út av lanđinum. Nýtt kort yvir Trángisvágsfjórð er nýliga útgivið. Tað er eftir uppmáling frá »íngolf« í 1890, er stort og skilligt við ýtum fyri insigling um boðanar við Skárvatanga. 50-ára brúdleypshogtiðin hjá konga- hjúninum, sum er lcristi himmalferðsđag, verður hildin í Havn við einum stórum gildi, sum boðið er til í bý og á bygd. Á Tvóroyri er eisini ætíingin at halda stórt B’ildi- Lýsingar. Bílig sildagórn eru at selja hjá Jens Olsen. Guvuskipið „Fðringur“ fer seinast í mai mánaði til íslanđs við út- róramonnum. Fer av Havnini 28.—30. mai og tekur fólk víð úr Klaksvík, Eiði, Vest- manna og Sórvági. et betr; eilII Royn hin viðgitna China-Livs-Elixir Waldemar Petersens i Frederikshavn. China-Livs-Elixirur er magastyrkjandi og upplívandi, gevur matalyst og heldur matsmeltingina í ordan. Nógv góð skoðs- mál eru at framvísa frá teimum, sum hava brúkt hendan Lívs-Elixir. Fæst ikki egta uttan hjá: Tórshavns handilsforeining og J. R. G. Heinesen í Miðvági. Ein og hvór, sum vil hava egta China- Livs-Elixir hyggi væl eftir, at hvórt glasið hevur tað registreraða varumerki: Ein Kinesari við glasi í hond og firmanavnið \r ”P Waldemar Petersen og í forseglingini • í grónum lakki. r ’ Blaðhaldarir, sum flyta, mugu siga frá. Prentað lijá „Fære Amtstidendes Bogtrykkeri". — Blaðstýrari: R. Efferse.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.