Føringatíðindi - 01.05.1892, Side 1
FØRINGATlÐINDI.
hevur nú í tvey ár gjort stóran skaða her
í Forjum. Hettar mátti nú verið skilligt
fyri ollum, tó at fleiri herfyri hava sagt, at
»ormaár eru bestu seyðaárc. Væl er tað
so, at sólarvarmin, sum hjálpir til at nóra
ormin, ælur framm græs, sum foðir seyðin
væl. Tó er tað eyðvita, at ein fullskipaður
hagi kann ikki lívga seyðin, tá ið megin-
parturin av græsinum verður uppetin av
ormi. Heldur ikke kann eftirgróðurin bliva
so treystur, at hann stendir væl ímóti vetri.
I fjor livdi seyðurin so dánt av tl, at ve-
turin var so góður, men í ár kom tað aftur
um aftur »í gráum kálvskinni«.
Mann tað nú fara at vera nógvur ormur
aftur í summíir? Hettar er ikke gott at
vita enn. Tó vísur tað seg at vera ómetu-
ligt av ungum græsormi í moldini, og at
hann umkemist nú, tá ið hann hevar livað
veturin yvir, er lítið trúligt.
Hvat ráð eru nú ímóti hesum vanlukku
ormi? Summi halda, at hann fer at đoygja
burtur aftur av sær sjálvum og at tað tí er
best at geva tol. Tað man so vera, at ótol
gagnar lítið; men lcunđi okkurt ráð verið
til at gjórt enda á orminum, var tað væl
vert at royna. I.at okkum nú hugsa um,
hvat ið kann gera mun.
Tað vísur seg, at ormurin ger minst
um seg har sum vátligt ella tóðufrekt er.
•— At veita vatn út yvir vøllin kann vera
nyttugt. Tí verri er oftast vatnneyð í
ringum ormaárum, so at tað verða fá pláss,
hvar ið hettar ráð kann brúkast. — At
tóða hagan so mikið, at tað ger mun, mann
vera ógjórligt; men í bónum átti fólk so
dánt at fingið í lag at vart seg fyri orm-
inum. Lógur av róstum fiskaslógvi og tara
ella land og soð gera góða nyttu. Sót er
frálíka gott at breiða á jórðina har, sum
ormur vil herja á.
Cfæs, dunnur, hósn og ymis slóg av
heiðafugli hjálpa væl til at oyða ormin.
Fuglanir kunna so dánt halđa orminum frá
at nórast ov nógv, so leingi ikki ov nógv
er til av ormi, ella fuglanir verða ov mikið
avoyddir. Men hevur fyrst ormurin fingið
yvirhond og veðurlagið hartil er heitt og
turt, so vil meiri til. Ormurin nórist tá so
skjótt, at tað verður verri og verri uttan so
at onkur bráðdeyði kemur á hann ella einu
hvórji djór, sum volda honum skaða, nórast
í meira lagi.
I óðrum londum hava teir lærdu ansa
eftir at eitt slag civ flugum. ella rættari
»vespunv' eru vanar at prika egg síni inn
í græsormin, so at tá ið hesu egg kikna
upp til maðkar fer græsormurin fyri einki.
Vespur eru klænar flugur við 4 klárum
veingjum og langum hornum; um miðjuna
eru tær mjáar sum tráður. Av vespuslegtini
eri í verðini okkurt um 2 túsuud slóg, sum
hvórt hevur sín livumáta og sítt skapilsi.
Um tað slagið, sum oyður græsormin, finnist
í Fórjum, veit eingin; helst mann tað ikki
vera. í fall so er vilđi tað fyri eftirtíðina
verið nógv vert at fingið ført tað til landið,
og tað má sjálvsagt roynast jú fyrr jú
heldur.
(Niðurlagt).
At bloyta fræ er ofta fyri neyðini, tá ið
veðurlagið fyrra partin av várinum hevur
tarnað váringini. Korn og annað fræ spírar
tá so mikið skjótari, at gróðin fær betri
tíð til at búnast. Tað fræ, sum flýtir oman
á vatni, dugur lítið til at sáa óg eigur tí
at verða fráskilt. Fræ má ikki liggja ov
leingi undir vatni, men kann goymast í
vátum sandi intil tað er væl útbólnað ella
hevur begynt at næla.
Færøsk Anthologi, 6. hefti er nú út-
komið. Harvið er endað hettar stóra og
strævna verk, sum goymur til eftirtíðina
kvæðir, tættir, sógur og frásógn um Fór-
oyskar fólkasiðir. Ein og hvór, sum fegin
vil goyma tað góða gamia, má takkafyrst
og fremst próst Hammershaimb, sum hevur
verið hóvuðsmaðurin til at fáa hettar verk.
í lag. Svend Grundtvig og óðrum góðum
monnum, sum hava styðja undir, eiga vit
Nr. 5.
MAI 1892.
3. Ar.
Græsormur