Due to maintenance work, there may be disruptions to the Tímarit.is service from 18:00 onwards.

Føringatíðindi - 01.05.1892, Qupperneq 1

Føringatíðindi - 01.05.1892, Qupperneq 1
FØRINGATlÐINDI. hevur nú í tvey ár gjort stóran skaða her í Forjum. Hettar mátti nú verið skilligt fyri ollum, tó at fleiri herfyri hava sagt, at »ormaár eru bestu seyðaárc. Væl er tað so, at sólarvarmin, sum hjálpir til at nóra ormin, ælur framm græs, sum foðir seyðin væl. Tó er tað eyðvita, at ein fullskipaður hagi kann ikki lívga seyðin, tá ið megin- parturin av græsinum verður uppetin av ormi. Heldur ikke kann eftirgróðurin bliva so treystur, at hann stendir væl ímóti vetri. I fjor livdi seyðurin so dánt av tl, at ve- turin var so góður, men í ár kom tað aftur um aftur »í gráum kálvskinni«. Mann tað nú fara at vera nógvur ormur aftur í summíir? Hettar er ikke gott at vita enn. Tó vísur tað seg at vera ómetu- ligt av ungum græsormi í moldini, og at hann umkemist nú, tá ið hann hevar livað veturin yvir, er lítið trúligt. Hvat ráð eru nú ímóti hesum vanlukku ormi? Summi halda, at hann fer at đoygja burtur aftur av sær sjálvum og at tað tí er best at geva tol. Tað man so vera, at ótol gagnar lítið; men lcunđi okkurt ráð verið til at gjórt enda á orminum, var tað væl vert at royna. I.at okkum nú hugsa um, hvat ið kann gera mun. Tað vísur seg, at ormurin ger minst um seg har sum vátligt ella tóðufrekt er. •— At veita vatn út yvir vøllin kann vera nyttugt. Tí verri er oftast vatnneyð í ringum ormaárum, so at tað verða fá pláss, hvar ið hettar ráð kann brúkast. — At tóða hagan so mikið, at tað ger mun, mann vera ógjórligt; men í bónum átti fólk so dánt at fingið í lag at vart seg fyri orm- inum. Lógur av róstum fiskaslógvi og tara ella land og soð gera góða nyttu. Sót er frálíka gott at breiða á jórðina har, sum ormur vil herja á. Cfæs, dunnur, hósn og ymis slóg av heiðafugli hjálpa væl til at oyða ormin. Fuglanir kunna so dánt halđa orminum frá at nórast ov nógv, so leingi ikki ov nógv er til av ormi, ella fuglanir verða ov mikið avoyddir. Men hevur fyrst ormurin fingið yvirhond og veðurlagið hartil er heitt og turt, so vil meiri til. Ormurin nórist tá so skjótt, at tað verður verri og verri uttan so at onkur bráðdeyði kemur á hann ella einu hvórji djór, sum volda honum skaða, nórast í meira lagi. I óðrum londum hava teir lærdu ansa eftir at eitt slag civ flugum. ella rættari »vespunv' eru vanar at prika egg síni inn í græsormin, so at tá ið hesu egg kikna upp til maðkar fer græsormurin fyri einki. Vespur eru klænar flugur við 4 klárum veingjum og langum hornum; um miðjuna eru tær mjáar sum tráður. Av vespuslegtini eri í verðini okkurt um 2 túsuud slóg, sum hvórt hevur sín livumáta og sítt skapilsi. Um tað slagið, sum oyður græsormin, finnist í Fórjum, veit eingin; helst mann tað ikki vera. í fall so er vilđi tað fyri eftirtíðina verið nógv vert at fingið ført tað til landið, og tað má sjálvsagt roynast jú fyrr jú heldur. (Niðurlagt). At bloyta fræ er ofta fyri neyðini, tá ið veðurlagið fyrra partin av várinum hevur tarnað váringini. Korn og annað fræ spírar tá so mikið skjótari, at gróðin fær betri tíð til at búnast. Tað fræ, sum flýtir oman á vatni, dugur lítið til at sáa óg eigur tí at verða fráskilt. Fræ má ikki liggja ov leingi undir vatni, men kann goymast í vátum sandi intil tað er væl útbólnað ella hevur begynt at næla. Færøsk Anthologi, 6. hefti er nú út- komið. Harvið er endað hettar stóra og strævna verk, sum goymur til eftirtíðina kvæðir, tættir, sógur og frásógn um Fór- oyskar fólkasiðir. Ein og hvór, sum fegin vil goyma tað góða gamia, má takkafyrst og fremst próst Hammershaimb, sum hevur verið hóvuðsmaðurin til at fáa hettar verk. í lag. Svend Grundtvig og óðrum góðum monnum, sum hava styðja undir, eiga vit Nr. 5. MAI 1892. 3. Ar. Græsormur

x

Føringatíðindi

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.