Føringatíðindi - 01.10.1892, Qupperneq 3
Hava sveinar á sólarlag'sbakka
slíkt lyndí tíl at tiga og takka,
tá ríða báðír pártar skjótt á mergi,
tit á bakkanum og vit í oyðubergi*).
Svar tíl Svein í oyðubergi.
Vit sveinar á sólarlagsbakka
ei altíð munna tíga og takka,
tó — liggja vit ov mikíð á kodda —
lat aðrar tá ganga á ođđa.
Nær hava vit mótleysir klagað,
um hundar hava eftur okkum jagað?
At vekja, vit ikkí hava »lovað«,
men gloyma enn ikki tey, ið sova,
Vit hava ei tigandi sitið,
tó at okkum lærur royndín og vitið,
nt meiri av verki enn av oðrum
her tarvast á bakka og í skorum.
Ein sunnanmaður, sum var hildin heldur
fávitskutur, kom eina ferð til Hvalvíkar at
biðja grind. Teir vóru einki til sinns at
vilja geva honum nakað. Tá sigur eín gomul
kona við hann: »K.anst tú yrkja eitt gott
orindi, so skalt tú fáa grind frá mær.«
Hin gamli stedgaði ikki við, menn tók til
at kvoða:
»Hevði eg fingið kjot og drýl,
hartil spik og tvest
at lagt undir mínar gomlu tenn,
ta yrkti eg allar best.«
Var hetta væl yrkt, so læt konan
heldur ikki tróta mat og drekka og hartil
væl til forning.
Ein sótur, litil piltur vestanfyri stóra
sildahylin hevði frá pápa sinum fingið ein
fittan mudd í foðingadagsgávu. Hetta voldi
honum stóra gleði, og hann sprakk á dyr
alt fyri eitt til at royna sítt nýgja vopn.
Eina lífla lótu eftir kemur ein maður berandi
við honum beinbrotnum og sigur, at eitt
esil hevði slígið hann, »Ja, so kannst tú
hava ta kláru tðkkina,« sigur pápin, »tú
mannst hava gjort tí okkurt fyrst.« »Nei,«
sigur hin sótu drongurín. »eg vildi bara
royna bitíð í knivinum við at skera navn
mitt í lærið á eslinum.«
Hann hevði gátina. Maður hevði verið
av bygd i kirkju ein sunnudag. Tá ið hann
kom aftur um kvoldi tyrptist fólk inn hjá
honum til at frætta tíðindir. Sami maður
var meiri tíðindaffóður enn skilagóður. Ein
*) í seinasta blaði var gali sett oyðubirgi, skuldi vera
oyðubergi.
fann uppá at spyrja hann, hvór sálmur var
sungin til (fyri lestur) f kirkjuni í dag.
»Bróður, ikki minnist eg, men hann liggur
mær á tunguni.« — So var gitað ein sálmur
fyri og annar eftir — nej! eingin av teimum
var tað. Nú svarar ein kátur maður til:
»Tit gíta sum nókur đylhóvd, mestan mann
eg fara at koma á tann rætta. Páll! var
tað ikkí hesin: Aarle om Morgenen I ærke'n
sang?« — Tá sipar Páll nevan í knæið.
»Pá mín sann, bróður! Tú hevur gátina!
hasín var tað.«
Stúkan var flókt. Sólin skeín fagurliga,
og torvbáturín var væntandi hvórja lótu;
tí kappaðust smápiltanir um, hvór av teimum,
íð kundi vera skjótastur á stóðna. Fýra
vóru teir og hálvur fjóringur var at ganga
har til, sum torvið skuldí skípast upp,
allír fylgdust og hðvdu mikið kætí fyri.
Ein av teimum — Míkkjal — slær uppá,
at teir skulla fara at svimja í tjðrníní oman-
fyrí vegin. Teir so gera — allír uttan
Mikkjal, sum segðíst at hava fingíð kropp-
ilsku, sum han hevði runnið. Hetta var tó
íkki annað enn lótur. Skálkurin var frískur
sum fiskurin. Ein av teímum, Blásus, var
heldur dólskur av sær. . Tá íð hann var
farín úr, sá Míkkjal, at stúka hansara var
ílla kruvd. Hann leggur brádliga hendur
á hana og hevur hana aftan fyri bak meðan
hann stóð og hugdi at, hvussi hinir svamla
við góðan hug. Hann leggur sær eina við
at đraga errnur og vel aftur og framm
igjógnum óll hol og fjatlar stúkuna saman,
inntil hon var lík eínum rukkulakka. Tá
lítur Mikkjal oman um seg og sær torv-
bátin koma. Hann smoygjur stúkuna frá
sær og rópar: »Nú koma tey, hurra!«
Allir hínír skunda sær upp á land til at
lata seg í sum skjótast. Hjá Blásusí gongur
tað illa í lag. Hínir vóru farnir og stúkan
var enn sum ellibiti. Okkurt var at gera.
Hann tekur hesa vanlukku stúku, kot og
brókur og rennur so í Ádams búnaði oman
at bátunum, Pápí hansara sígur tá við
hann: »Skammast tú íkki, Blásus, at koma
so sldkkaður fyri fólkaeygur. Letur tú teg
ikki skjótt í, skalt tú verða sjóvaskaður.«
------ »Eg — eg — sleppi ikki í,« svarar
Blásus grátandj, sstúkan er fjókt.«
Ein stór, feit »villdunna« hevur verið á
lofti í Yestmanna. So er sagt, at hon fór
flagsanđi suður eftir oygj og settist í prent-
smiðini í Havn og fleyg út í »Dimma-
l,ætting«. Har var hon skýrd við Danskum.
Latínskum, íslandskum og Grónlandskum
navni.
Kort at siga; Ein fiskur av hemara-
ella háaslagi var komin inn á Vestmanna.
Fólk hildu tað vera ein hval og royndu at
reka hann, menn hann var ótrúliga leingi
undir (sum ofta hendur við tí slagnum, ið