Føringatíðindi - 01.10.1892, Qupperneq 4
tokn hevur). Til endan fýrdi ein maður
skot eftir honum, og rúma tið eftir varein
íiskur við hoglum í fingin í einum silda-
gami har á havnini. Hesin fiskurin hevði
livur sum hemari, einki blástrahól, tokn og
ikki lungur, stert og ikki sveiv. , Hann var
til longdar »favn ogfetimest«. í »Dimma-
lætting» Var liann vaksin til 5 alin.
Hevur »Dimmalætting« krútið turt
oman á alt vátvegri, so kann hon fáafleiri
»dunnur«; tí nú er villdunnu tíð.
FRÁ ÚTLONDUM.
Úr íslandi frættíst, at fiskiskapurin
yvir hovur hevur verið goður. A landinum
er tó illa vorið, tí fyri kulda og óterra
hevur gingíst út av lagi illa at fáa vetrar-
fóður,
Nú sígst at vera góð vón um at fiska-
tollurin í Spanjalanđi verður lækkaður sum
skjótast, so at Fóringar hereftir kunna
vænta hægri prís fyri fiskin og helst fyri
tann stóra fiskin, sum gongur best í |
Spanjalandi.
Útríkis tíðinđir eru mest um kolera-
sóttina, sum naka herfyri hevði bovið við
bæði í Danmarki og í Einglandi. Við
»Fóringínum«, sum kom til TvÓroyrar 25. 1
september, frættist, at nýliga hevði eingin í
haft kolera, hvórki í Einglandi ella í Danska
ríkinum. í Hamborg var enn sama ringa
lagi. Fleiri hundrað doygja hvónn dagin.
í Parls birtist sóttin upp harðliga.
Tíðindir úr Forjum. Veðurlagið hevur
verið út av lagi kalt og vætusamt. Fyri
sunnan hava tó verið stak dagar við góðum |
terra, so at megin parturín av hoynum er
komið saman. Fyri norðan hevur tað i j
stóðum sætt dimligt út fyri at fáa hoygjað,
tó sýnist tað nú i efstu stund at vera terra-
líkindir. i
Gróðin er yvir hóvur vánalig. Korni
sýnist lítið at skapast burtur úr í flestum
plássum. Eplini eru nærum í meðal lagi,
men heldur enn ikki spilt.
Fiskiskapurin er nú víða hvar ið
frættist frá, av tí besta. Eina tið herfyri
hevur sjógvurin verið lítið sóktur, stundum
tí at tað hevur veri strævið á landinum og
stundum fyri illveður. Nú nakrar dagar
hevur verið róið dúgliga út.
Nótaseiður er nógvur at fáa í flest
úllum nótaplássum.
Fyri nýgja Suðroyadoktarin, Jór-
gensen, sum ikki orkaði at koma fyri
sjúku, er komin til Suðroyar doktarin
Østerbye.
Suðurstreymoyarprestur, Hansen,
hevur nú fingið breyð niðri í Kjettrup og
Gjóttrup sóknum í Alborg stifti.
3 dóglingár, mettír til 4 gyllin, eru
dripnir suðuri í Hvalvík.
Grindir eru nýliga sæddar, onnur 25.
september eystanfyri Suðuroynna og hin
i. oktober í Hestfirði.
Hvessíngar í ófóra stórum bólkum
hava veríð sæddir nú í vikuni.
2 fiskiskíp, um 80 tons til stúrdar.
eru keypt í Grimsby til Mortensens handil.
1 fiskiskip, sum Hvalvíkingar hava
keypt í Orkney er nýliga komið hegar.
Tað er bygt sum bátur, og er okkurt um
25 tons.
Fiskiskipini eru nú flest óll lógd í
vetrarlegu,
Frants Jacobsen, borgari her í
staðnum, hevur nýlíga híldið 50-ára hógtið.
Vinir og kenningar hildu fund í klubbanum
til æru fyri honum,
Skarlagssjúkan gongur áStrondum
og í Havn,
Lýsingar.
Vakurt grót — titnugrót og stórar
titnur keypast. Blaðstýrarin visur á.
er betr/
Roy n
hin viðgitna
e«/i
China-Livs-Elixir
Waldemar Petersens i Frederikshavn.
China-Livs-Elíxirur er magastyrkjandi
og upplívandi, gevur matalyst og heldur
matsmeltingina í ordan. Nógv góð skoðs-
mál eru at framvísa frá teimum, sum hava
brúkt hendan Lívs-Elixir.
Fæst ikki egta uttan hjá:
Tórshavns handiisforeining og
J. R. G. Heinesen í Míðvági.
Ein og hvór, sum vil hava egta China-
Livs-Elixir, hyggi væl eftir, at hvórt
glasið hevur tað registreraða varumerki:
Ein Kinesari við glasi í hond og firmanavnið
Waldemar Petersen og í forseglingini
í grónum lakki.
Prentað hjá „Færø Amtstiđendes Bogtrykkeri11. — Blaðstýrari: R. Efferse.