Føringatíðindi - 07.01.1897, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 07.01.1897, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI. Nr i. 7. JANUAR 1897. 8. Ár. Solelðis sum tað av felagirmm er við- tikið, verður í felagsblaðnum og í ødlum øðrum, ið Føringafelag letur prenta, brúkt tað av sjeymannanevndini viðtikna skriv- ingarlagið. Sjálvsagt má ofta verða mangt at finnast at stavingini í »Føringatíðindi«. Firi uttan missprentingar og mangt annað mistak, slíkt sum finnist í ødlum bløðum, kemur her attur at tann ampi, at blað- stírilsið ikki kann kunna hetta niggja skrivingarlagið til fudlnar. Við bestu vónum um, at tey mongu, sum av mótvilja móti tí gamla skrivingar- laginum hava hildið seg frá felaginum og felagsblaðnum, nú vilja leggja fram at, og at tey, sum hava meiri tokka firi tí gamla laginum, vilja stiðja blaðið sum áður, inskja vit lesarunum eitt gott og gleðiligt nítt ár. kvørjum slagi), sum røða um Førjar, um møguligt er at fáa tær. at goyma eitt blað av kvørjum »Føringa- tíðindi«, ið útkom, og at veita pening árliga til at keypa eitia bók av kvørjum slagi, sum útkemur, viðvíkjandi Førjum og føriskum viður- skiftum. Flest adlir hildi við honum. Ein av Føringafelags limum hevur biði blaðst. um at fáa táttin »Leirvíkspáđl« í »Føringat.». Ettir sum hesin táttur — stuttligur sum hann er — vadla mann vera prentaður firr, kemur hann í hetta og j filgjandi nr. av blaðnum. Føringafelag. 2. jóladag kom Føringafelag saman í gcmilu fútahúsum. 26 limir vóru møttur. Til orðstírara varð tikin Anđras Sámals- son. Han bar fram sum umtalsevni: prenting av bíbilsøguni. D. Isaksen, B. A. Samuelsen og Poul Niclasen hildu, at nú var best at lata bíbilsøguna prenta sum skjótast. Stavingarlagið vóru vit komnir ásamt um, og peningurin til »søguna« var innkomin við »basar« nú eitt árið. Just Jacobsen helt ikki av at lata prenta bíbilsøguna firr enn felagíð visti, at vón var um at fáa hana í skúlarnar. Orðstírarin bað leggja í minni, at ein av grundinum firi, at Føriskt ikki var komið í skúlarnar, segðist at vera tann, at eingin førisk skúlabók var til. B. A. Samuelsen helt, at vit kundi prenta bíbilsøguna um hon ikki straks kom í skúlarnar. Tey foreldur, sum vildu læra bødn sini Føriskt, kundi so gera tað heima. Tosað varð attur og fram um hetta. Til enđan var meginparturin á einum um at biða nevndina ganga inn við lærarin J. Poulsen á Strondum um at fáa bibilsøguna, hann hevur verið so góður at lova felaginum. B. A. Samuelsen ráddi Føringa- felag til: at keypa tær gomlu bøkur (eina av Leirvíkspádl. Gevi ljóð og líði á, leggi væl í minni, meðan eg kvøði um mannin tann, í Leirvík búði á sinni. Pádl hann bír I I.eirvík inni, ongar átti hann brøður, hárið var sum afsetur og bunet príddi høvur. Grefligur í anlitskap, rætt sum sjálvur hín versti, hálsur langur og hodligur hanns høvur til herðar festi. Rundar herðar og langur bulur festur við breiðum rassi; bein og lør vóru ógvulig, so reystur var tann knassi. Pádl hann vaknaði árlamorgum onkum morgum snimma: nú listur meg til Velbastaðar, rodna Edlint at finna. Hann fór í tað betri stúku, kvarin var við bláðurn, morreyðar kubbar á skøvning dregur, spunnir við tveimum tráðum.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.